Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 85 - 6. mai 2003 Nr. 85 - 6. mai 2003 9 Lækkandi rentur Seinastu tvær vikurnar hava lánsbrævarentur verið skift- andi. Orsøkin er, at vit sein- astu vikuna hava sæð búskap- arlig lyklatøl sum vísa, at striltið gongur, meðan tølini vóru tølini heldur bjartari vik- una frammanundan. Eisini hevur stjórin í amerikanska tjóðbankanum, Alan Green- span, hildið røðu. Hann er í høvuðsheitinum positivur um búskapargongdina, men sam- stundis er hann varin og sigur, at óvissa valdar viðvíkjandi nær dik kemur á positivu gongdina. Av tí at Greenspan var minni positivur enn vænt- að, hevði røða hansara lækk- andi lánsbrævarentur við sær. Nógv er eisini hent á parta- brævaøkinum í seinastuni. Roknskapir fyri ársins fyrsta ársfjórðing, hava í høvuðs- heitinum verið positivir og ført við sær, at apríl gjørdist ein tann besti partabræva- mánaðin í longri tíð. Um- framt at fleiri av virkjunum vístu positivt úrslit, høvdu nógv av virkjunum eisini eina hampuliga meting um kom- andi ársfjórðingarnar. Vit kunnu millum annað nevna virkir sum Microsoft, Intel, IBM og Nokia - virkir sum eru so týðandi, at tey kunnu flyta partabrævamarknaðin sum heild. Hóast George W. Bush, í røði 1. mei boðaði frá, at kríggið í Irak nú er av og tí at marknaðirnir tískil væntandi fara at hyggja meira eftir bú- skaparligum viðurskiftum, kunnu marknaðirnir fram- haldandi vera óstøðugir. Ein av orsøkunum til hetta er, at eitt nú amerikanski arbeiðs- marknaðurin stríðist móti hækkandi arbeiðsloysi - nakað sum minkar um prís- vøkstur og tískil trýstir láns- brævarentur niður. Útlit er tí fyri, at longri lánsbrøv fara at halda sær á áleið sama støði eina tíð afturat. Styttru láns- brøvini eru meira tengd at peningapolitikkinum. Her er áhugavert at bæði evropiski miðbankin og amerikanski tjóðbankin hava rentufund hesa vikuna. Her eru útlit fyri, at evropiski miðbankin fer at seta rentuna niður, møguliga longu 8. mei. Lánsbrøv sum heild, kunnu tískil fara at kasta hampuligt av sær kom- andi mánaðirnir. Um evrop- iski miðbankin setur evrop- isku rentuna niður, vil danski tjóðbankin gera tað sama. Hetta vil eisini føra við sær, at føroysku renturnar lækka. Gongdin á partabræva- marknaðinum fer at vera tengd av búskaparligum lykl- atølum. Hesi fara sannlíkt at vera óstøðug eina tíð afturat, men seinni í ár, kunnu hesi koma í eina tryggari legu. Marknaðarrák Sum nakað nýtt fara vit í Sosialinum mán- adag at hava eina bú- skaparteig, nevndur »Marknaðarrák«, sum Kaupthing Føroyar leggur til rættis í Sosialinum BÚSKAPUR Eirikur Lindenskov – Tað var fyri tveinum ár- um síðani, at vit fóru undir at gera eitt størri rit, Útlit og Rák, sum er komið út eina ferð um mánaðin síð- ani, sigur Petur Holm, sum er stjóri í deildini hjá Kaupthing í Føroyum. Kaupthing er íslendskt virðisbrævameklarafelag sum nú hevur deildir í níggju londum. Føroyska deildin varð sett á stovn 1. mars í 2000, og tá vóru trý fólk í starvi. Í dag eru tey sjey. Kaupthing er fyrsta felag av sínum slag í landinum og tað einasta, sum hevur slíkt meklaravirksemi sum høvuðsvinnu. – Tað tykist vera stórur áhugi fyri at keypa og selja virðisbrøv í Føroyum, og tey eru eisini fleiri, ið hava áhuga at frætta um gongd- ina á marknaðinum, sigur Petur Holm, sum heldur, at tað skal verða lættari hjá fólki at leita sær fram slíka vitan. Tí hava tey á Kaup- thingi valt at gera meira við at kunna um marknaðar- gongdina. – Hetta gera vit nú við eina ferð um vikuna at greiða frá gongdini og var- isliga meta um útlitini á heimasíðu okkara og í Sos- ialinum týsdag, sigur Petur Holm. Hóast Kaupthing byrjaði sum íslendskt felag, so er Kaupthing eftirhondini ein stórur norðurlendskur í- løgubanki, sum hevur deildir í Íslandi, Føroyum, Danmark, Svøríki, Finn- landi, Sveis, Luxemburg og New York. Í fleiri av londu- num eru lokal íløguáhuga- mál beinleiðis við annað- hvørt í deildunum ella í móðurfelagnum. Í Føroy- um eigur Føroya Sparikassi 49% av deidini í Føroyum, meðan Sparikassin eigur um 2,5% í Kaupthingi í Ís- landi. Um stutta tíð fara Kaupthing og Búnaðar- bankin í Íslandi at leggja saman. Samanlagdi bankin verður ein av teimum 10 størstu í Norðurlondum við eini fíggjarjavnvág upp á 40 mia danskar krónur. Til samanberingar kann nevn- ast, at fíggjarstøðan í Føroya Banka javnvigar við 5,5 mia kr. Føroya Sparikassi fer tá at eiga um 1,2% av parta- peninginum í samanlagda bankanum í Íslandi. Vika 19, 2003 www.kaupthing.fo Meta og kunna um marknaðarrák Petur Holm er stjóri í virðisbrævarelagnum Kaupthing Føroyar. Kaupthing hevur deildir í níggju londum, og um stutta tíð verður Kaupthingbankin í Íslandi lagdur saman við Búnaðarbankanum. Samanlagdi bankin hevur tá eina fíggjarjavnvág upp á 40 mia danskar krónur NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Lærarin Jógvan Ólason farin Mánadagin 28. apríl andaðist Jógvan Óla- son 61 ára gamal. Jógvan er føddur 3. juli 1941 í Fuglafirði, sonur Sámal Petur og Borghild Ólason úr Fuglafirði. Kona hansara er Oluffa Kristina Lamb- aa, vanliga nevnd Luffa. Sum ungur tókst Jógvan við so mangt, var arbeiðssamur og lá fram við, har nakrar krónur vóru at vinna. Til skips var hann eisini, harav nøkur ár við trolaranum Ólav Halga. Seinast í fimmtiárunum hendi tað gleðiliga, at framhaldskúli - preliminerskúli - varð stovnsettur í Fuglafirði, og Jógvan, ið hevði áhuga til bókina, var í tí fyrsta holdinum, ið byrjaði, og tók prógv í 1962. Eftir at hava tikið preliminerprógv, fór hann á Føroya Læraraskúla og tók prógv í 1967. Eftir lokna útbúgving var hann lærari í Oyndar- firði 1967-68. Síðani eitt ár í Leirvík. Í Gøtu var hann í heili 10 ár, 1969-78, áðrenn hann kom til Fuglafjarðar skúla, har hann hevur starvast síðani. Jógvan var ein góður og nærlagdur lærari. Hann vildi altíð hava, at næmingarnir fingu væl burturúr fakliga, og væl dugdi hann at læra av sær. Sama skoðsmál fekk hann frá øðrum, ið hann samstarv- aðist við, eitt nú frá fyrrverandi fyrsta lærara í Gøtu, Petur Eli Mikkelsen sála, ið helt so nógv av Jógvani. Næmingar, ið hava gingið hjá Jógvani, rósa hon- um fyri, at hann dugdi so væl at greiða frá, serliga tí, ið var torført at skilja, og ikki gavst hann fyrr- enn allir næmingarnir høvdu skilt tað. Í Fuglafirði hevur Jógvan undirvíst í lærugreinunum stødd- frøði og alisfrøði, flestu tímarnir í framhaldskúlan- um, og væl fekk hann burturúr. Jógvan hevði stóran áhuga fyri sangi og tónleiki, og hevur eisini undirvíst í tí. Til jarðarferðina, varð nógv gjørt burturúr sangi og tónleiki. Fuglafjarðar Hornorkestur spældi vøk- ur, yndislig og vælhóskandi løg. Lærarar og næmingar við Fuglafjarðar Skúla høvdu somuleiðis vant seg vakra sálmin Mín Jesus læt mítt hjarta fá, ið tey sungu í kirkjuni, Jógvani til heiðurs. Hannis Hansen sang yndisligan sálmin Eitt snjóhvítt herlið, har Heðin Kambsdal hevði undirspælið. Jógvan Ólason er farin, sorgin nívir.Ein góður lærari og ein góður starvsfelagi er farin, ið vit fara at sakna.Tyngst verður hjá tær Luffa, ið altíð hevur staðið manni tínum við lið. Harrin gevur tær styrki at koma ígjøgnum sorgina. Signar Dagurin 6. mai. Jóhannes fyri borgliði (Johannes ante portam). Hildin til minnis um, at ápostulin Jóhannes varð illa píndur uttan fyri borgliðið Porta Latina í Róm. Hann komst undan, men varð seinni rikin í útlegd út á oynna Patmos. Jóannes Patursson føddur hendan dagin í 1866. Hans Andrias Djurhuus deyður hendan dagin í 1951. Henny Vágsgarð 70 ár Mánadagin 5. mai fylti Henny Vágsgarð í Klaksvík 70 ár. Hon er ættað av Heygum, og hon býr í barndómsheiminum. So at siga síðani Sjómansheimið í Klaksvík varð tikið í nýtslu fyri meiri enn fjøruti árum síðani hevur Henny arbeitt har, og har er hon framvegis. Hon hevur tænt við borðini í fleiri hundrað brúdleypum, føðingardøg- um og øðrum veitslum, sum hava verið á sjómans- heiminum, og tí var tað ikki annað enn rímuligt, at 70 ára dagurin hjá henni varð hildin á Sjómansheiminum. Henny var gift við Peturi Vágsgarð, sum doyði 29. august í 1991. Hann var úr Víkunum, sonur Jóannes, sum var úr Útistovu í Vági, og Honnu, sum var úr Haraldsundi. Tey áttu tveir synir. Tann eldri, Esbern Sofus, var ikki fullførur og búði alla sína tíð niðri. Jóannes doyði á útróðri í 1942. Hann varð raktur av kúlu frá týskum flúgvara. Petur og Henny giftust inn hjá Honnu, men seinni fluttu tey niðan á Heygar og í barndómsheimi hjá henni. Ein sonur teirra býr í hús- unum í Víkunum. Henny og Petur eiga fýra børn: Súsanna, Jóannes, Ernst og Herman, sum øll búgva í Klaksvík. Foreldrini hjá Henny vóru Sanna og Richard. Hon var av Stongunum, yngst av fimm børnum hjá Mariu, sum var úr Elduvík (hon var systir Elduvíks Jógvan), og Jógvani Sam- uelsen ella Kollfjarða Jógvani, sum hann varð nevndur. Richard var úr Gerðum, næstelstur av átta børnum hjá Jógvan Joen- sen, sum seinni fekk sær eftirnavnið Gardar og varð nevndur Gardar, og Sybillu, sum var ættað av Sandi. Richard doyði av sjúku longu í 1937, tá ið hann var 43 gamal. Tá sat Sanna, sum var 38 ára gomul, einkja við sjey børnum: Jancy, Jógvan Sønrad, Mia, Bodil, Noomi, Árni og so Henny. Jancy var tólv ára gomul og elst, og Henny, sum var yngst, var bara trý ára gomul, tá ið hon misti pápan. Sanna bant fyri fólk, børnini tóku tíðliga ábyrgd, og familjusamanhaldið var stórt. Soleiðis komu tey undan við hjálp frá Gudi og góðum fólki. Øll børnini búsettust í Klaksvík uttan Bodil, sum giftist til Leirvíkar. Árni, sum var ógiftur, doyði av herviligari sjúku longu í 1966, og Jancy er eisini farin. Hini kundu saman við øðrum fagnað yngstu systrini á 70 ára føðingar- degnum mánadagin 5. mai. Demmus Hentze 50 ára starvsdag 1. mai hevði Demmus Hentze landsrættarsakfør- ari 50 ára starvsdag. Demmus er føddur á Sandi 4. desember 1923, sonur Sunnevu, f. Clementsen, úr Húsavík, og Johan Petur Hentze á Sandi. Hann giftist við Helenu, f. Debes, úr Havn. Demmus varð útbúgvin løgfrøðingur í 1952 og byrjaði sum advokatfulltrúi 1. mai 1953 hjá Kehler & Lutzen og bleiv landsrættarsakførari í 1958. Í 1981 stovnar hann sítt egna advokatvirki. Hann var skrivari í Føroya Skipara og Navigatørfelag frá 1955-75, formaður fyri Landsskattanevndina frá 1964-75. Frá 1975-81 var hann landstýrismaður fyri Fólkaflokkin valdur í Sand- oyar valdømi. Hann kom aftur í Landsskattanevndina í 1981 og sat har til síðst í 90-unum. Hann var nevnd- arlimur í SEV frá 1967-75, limur í Norðurlandaráðnum frá 1973-80, nevndarlimur í Norrøna felagnum frá 1985-95, har hann var for- maður frá 1990-95. Hann hevur verið brasilianskur varakonsul síðan 1957. Hóast hann verður 80 í de- sember, arbeiðir Demmus enn sum tann seinasti landsrættarsakførarin í landinum. Petur Sørensen 50 ár Fríggjadagin 2. mai fylti Petur Sørensen í Havn 50 ár. Petur er føddur og upp- vaksin á Skála, sonur Jó- hannu, f. Johannesen, av Berjarheygnum á Skála, og Johannes Sørensen, ættaður úr Porkeri. Liðugur við skúlan arbeiddi Petur eina tíð hjá byggimeistaranum Dávur Jacobsen. Í 1973 kom hann til Havnar og fór í læru á skrivstovuni hjá P/F Leif Mohr. Síðan hann varð liðugur at læra, hevur hann arbeitt á goymsluni hjá Leif Mohr, har hann hevur nógv við skip at gera. 1. mars í ár hevði hann 30 ára starvsdag í fyritøkuni. Petur er giftur við Randfríð, f. Skorheim, úr Klaksvík, dóttir Janu og Jógvan Skor- heim, vanliga nevndur Jógvan hjá Skós. Randfríð arbeiðir hjá grannskoðara- virkinum Inpact í Havn. Randfríð og Petur eiga dóttrina Janu. C M Y K 9 8