týsdagur 6. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 85 - 6. mai 2003
Nr. 85 - 6. mai 2003
11
Í oddagrein leygardagin skrivaðu vit um glantrileik
samgongurnar, ið vit hildu vera av í hesum umfari.
Men síðsti tingdagur avdúkaði enn ein leik ella kanska
heldur eitt eftirspæl. Ein av samgongulimunum, Finnur
Helmsdal, vildi tá tað kom til 3. viðgerð av broyting-
unum í lóggávuni hjá partamanni sínum, Pálli á Reyna-
túgvu, ikki atkvøða fyri.
Finnur Helmsdal kom eisini við sera hvøssum, men
samstundis sera vælgrundaðum atfinningum at lógar-
uppskotunum. Hann vísti á, at komu broytingarnar
gjøgnum tingið, fóru tær at merkja eitt afturstig fyri
veikar samfelagsbólkar. Henda støða tingmannsins út-
loysti eitt satt ódnarveður frá partanni hansara, al-
mannaráðharranum.
Uttan at fara í smálutir, ber tó til at sláa fast, at kjarn-
an í álopi landsstýrismannsins vóru ikki hans-ara sera
sakligu atfinningar. Nei tingmaðurin var sagdur at hava
reint privat motiv sum grund fytri sínum atfiningum.
Atfinningarnar vóru hevnd fyri, at Finnur Helmsdal
ikki varð vorðin landsstýrismaður í almannamálum.
Eisini varð brigslað Finni, at hann bert var eykamaður.
Tað er so nakað heilt nýtt, at eykamenn ikki hava líka
nógv virði sum „vanligir" tingmenn.
Burtursæð frá, at Finnur Helmsdal ivaleyst hevði verið
ein sera góður og fakliga væl funderaður landsstýris-
maður, við tí innliti, áhuga og royndum hann hevur á tí
sosiala økinum, so er hetta langt út. Tað er bæði ósak-
ligt og ódámligt, tá ein landsstýris-maður soleiðis
loypir á ein tingmann og brigslar honum heiður og æru
frá, tí viðkomandi tingmaður er ósamdur. Tingmenn
(eisini eykmenn) eru yvir landsstýrismonnum! Teir eru
bert og eiga bert at vera bundnir av síni samvitsku.
Atburður landsstýrismansins avdúkar ein ódámligan
hugsunarhátt. Tað er so tað, tað er. Verri er, at hesin
atburður samstundis avdúkar, at tað so týdningarmikla
orðaskiftið og demokratiskur hugsunarháttur hava
trong kor í Tjóðveldisflokkinum. Tað er eisini vert at
merkja sær, at Finnur Helmsdal tey árini hann hevur
sitið á tingi hevur roynt at fáa sínar egnu at reka ein
virðiligan sosialpolitikk og ansa eftir ikki at lata
flokkin draga ov langt til høgru av eitt nú fólkaflokk-
inum.
Tað, sum er enn verri, er, at flokkurin hetta seinasta
árið hevur latið seg stýra í alt ov stóran mun av
Miðflokkinum. Nakað, sum Finnur ikki hevur kunnað
forðað, nú hann ikki hevur havt sæti á tingi. Nú hann
kom inn sum eykamaður hevur hann so kortini gjørt
vart við síni sjónarmið og kunnu vit so bert gita,
hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri hansara
framtíðar virksemi í flokkinum. Hvussu og ikki, so
hava allir flokkar brúk fyri tingmonnum við innliti og
royndum í mál sum eitt nú sosialmál og sum tora at
standa við sítt. Hetta er eitt øki, sum flokkar við
virðing fyri sær sjálvum, ikki eiga at ganga uppá
kompromiir við bara fyri at varðveita vald.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eftirspæl
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Schandorff Vang
Oyrarbakki
Brynhild Thomsen, jour-
nalistur, hevði áhugaverda
skriving í Fregnir nr. 14 um
korruptión.
"Tað eru bert 10 ár síðani,
at Føroyar sum eindømi í
demokratiska
heiminum
fóru á húsagang. Høvuðsor-
søkirnar vóru skitnar polit-
iskar skipanir og manna-
gongdir…"
og
víðari:
"…føroyska
samfelagið
framvegis er sjúkt og plág-
að av sóttini."
Er hetta tað, sum hendir í
sameiningarnevndini fyri
kommunurnar í Sundalag-
num?
Er tað so, at vitan er mis-
nýtt "…til egnan fyrimuns
ella fyrimuns fyri onkur
ávís, meðan atlitið til borg-
ararnar sum heild verður
gloymt"?
Er talan um "rossahandl-
ar og lógarsvans"?
"Er politiska skipanin
ikki gjøgnumskygd allan
vegin, so er lítil ivi um, at
korruptión fer fram." So-
leiðis stendur eisini í
greinini!
Er talan um lótir?
Er talan um nepotismu
og framíhjárættindi? „Tað
er eisini eitt slag av korrup-
tión, og avleiðingarnar fyri
samfelagið eru teir somu
oyðileggjandi."
"Um
politikararnir
halda, at teir eru valdir
bert fyri at røkja áhuga-
málini hjá sínum floks-
feløgum, so er talan púra
greitt um korruptión."
Tveir av høvuðspersónu-
num í sameiningarmálinum
eru garvaðir fólkafloks-
menn og sýnast vilja gera
alt, sum stendur í teirra
makt, fyri at tekkjast ætlan-
unum hjá fólkaflokslands-
stýrinum, og á tann hátt
slóða fyri skjótari komm-
unusameining.
Er tað korruptión?
Er talan um kleptokratar?
„...tí slíkir stjala frá sín-
um egna fólki og lata til tey
fáu útvaldu."
„Samanumtikið hava før-
oyingar alt at vinna við
eirindaleyst at krevja góðan
stjórnarsið."
Kunnu vit ikki krevja tað
sama av okkara bygdaráð-
um?
Hví sýnist tað, sum
sameiningarnevndin
ar-
beiðir við duldari dags-
skrá?
Er korruptión ein trupul-
leiki teimum 6 sameining-
arkommununum?
- Livst so spyrst!
Sameiningarkorruptión?
Sólgerð Andreassen
Norðskáli
Tveir kunnandi fundir hava
verið í Eydnuni í samband
við kommunusamanlegg-
ing. Bæði panel og orðstýr-
ari vóru so hjartaliga samd
um, at bygdirnar nú skuldi
ganga saman í katólskt
hjúnalag, sum sagt varð.
Tað ber nevniliga ikki til at
skiljast.
Fólkið kom á fund fyri at
hoyra um fyrimunir og
vansar. Men frá panelinum
varð sagt, at leggja vit ikki
saman nú, so verður tað
ongantíð. Eg haldi, at tað er
óprofessionelt ikki at velja
eitt umboð, sum er ímóti
samanlegging, so fólkið
fekk eitt breiðari grundar-
lag at taka støðu út frá.
Tað sær út til, at málið
hevur alstóran skund, hví?
Skulu fólk ikki hava tíð at
umráða seg ella hvussu?
Ein av áhoyrarunum bað
um, at fólkið varð kunnað
við einum faldara. Hetta
var ikki hildið at vera
neyðugt. Onkur helt, at tað
broytti einki, og at fólk bara
kundu møtt til fundirnar.
Álvaratos, nú verður so
nógv tosað um eldrapoli-
tikk. Men tað er bæði synd
og skomm ikki at fáa ein
faldara í húsini, so tey, sum
vóru ov slitin ella sjúk at
koma á fund, og tey, sum
vóru burturstødd ella til
arbeiðis, eisini vórðu kunn-
að. Hesi fólk eru líka nógv
verd, sum tey, sum møttu á
fundinum.
Tað er ov vánaligt at
skrumbla eitt so stórt mál
ígjøgnum.
Við inngongdina á einari
konsentratiónslegu stendur
at lesa: "At gloyma er at
endurtaka." Hetta rann
mær í huga, tá ið eg hoyrdi
um alt, sum møguleikar
vóru fyri at gera, bara vit
leggja saman. Tað var sum
at loypa aftur í 80ini. Har
vóru nevndir tunlar, havnir,
ítróttarhallir o.a. Sagt varð,
at tað var ov lítið av fólki,
sum búsettist her. Neyðugt
var at skapa meira virk-
semi, so fólki kundi støð-
ast.
Løgið, her eru fleiri virki
og nógv handilsvirksemi,
ein skúli við øllum hent-
leikum og eitt virkið út-
róðarlív. Nógv nýggj hús
verða bygd, hóast kreppan
bara hevur fá ár á baki.
Møguleiki var fyri at
útbyggja havnina á Oyri.
Eg havi einki ímóti fram-
gongd, men skulu vit hava
meira tunga ferðslu til
Oyrar, hví verður vegurin
so ikki lagdur oman fyri
bygdina? Minnist til børn-
ini, tey skulu framvegis
eftir sama veg í skúla.
Eisini havnin í Hvalvík
kann verða útbygd. Har
vóru allir møguleikar opnir,
og ein møguleiki var at taka
ímóti ferðamannaskipum,
so vit kundu fáa fleiri
ferðafólk í "Sunda komm-
unu".
Eitt, sum eg saknaði, og
havi saknað, er ein sjón-
ligur umhvørvispolitikkur.
Tað varð bara tosað um at
hyggja frameftir og at
byggja meira. Men enn
standa skrímsl og minna
okkum á 80ini. Aliringar
rekast um alt Sundalagið.
Kommunu samanlegging í Sundalagnum
Framhald á næstu síðu
Eingin hevur ábyrgd av at
beina teir burtur, tí eingin
eigur teir. Er tað nakað,
sum ferðafólk leggja til
merkis, so er tað dálking.
Eitt tað ríkasta økið í
Føroyum, tá ið talan er um
smádýr, er í fjøruni við
Streymin, sum eftir øllum
at døma verður savningar-
miðdepil. Hetta er streym-
inum fyri at takka, tí nógv
útskifting er í sjónum. Men
tað er kanska ein spurn-
ingur um tíð, tá kanningar
vísa, at Sundalagið er illa
dálkað. Verður hildið á,
uttan ein skilagóðan um-
hvørvispolitikk,
kann
henda, at vit verða fátækari
heldur enn ríkari.
Tað er sjálvsagt neyðugt
at nakað av náttúruni
hvørvir, tá ið bygt verður.
Men aðrastaðni í fram-
komnum londum, verða
krøv sett til kanningar, fyri
at vita hvørji árin virksemi
hevur á náttúruna. Dentur
eigur at verða lagdur á,
hvar byggingin ger minst
skaða, og at virksemi
dálkar sum minst. Eru fólk
góð við náttúruna, bíða tey
ikki eftir at onnur seta krøv.
Nei, tá seta tey sær sjálvum
krøv, um tey vilja eftir-
komarunum væl. Tað finn-
ast virði, sum ikki kunnu
gerast upp í pengum. Latið
okkum verja tey, so vit
kunnu vísa ferðafólki land-
ið uttan at skammast.
Tað er gott at liva í
Sundalagnum, og her er
vakurt. Nógvur fuglur er
bæði summar og vetur.
Ternubøli, tjøldur og æðu-
reiður eru allan vegin suður
eftir steymoynni frá brúnni
til Streymnesar. Útróðrar-
bátar koma og fara, og fólk
seta nógv tiltøk í verk, sum
høvi er at savnast til.
Sum rákið er, verða
kommunurnar
ivaleyst
lagdar saman fyrr ella
seinni. Men lat okkum
fyrirreika til okkum til ta
tíð, og geva fólkinum eina
ítøkiliga ætlan. Tað er
óheppið, um fólk kenna seg
noydd at flyta burtur. Tí
kanska valdu tey at búseta
seg á einum friðarligum
miðstaðarøki.
Eg havi einki ímóti fram-
gongd ella samanlegging,
men ikki fyri ein og hvønn
prís. Sárini og sviðin frá
80unum plágar framvegis,
og eftir fundirnar haldi eg
ikki, at vit eru vorðin stórt
meira búgvin.
P/S Ein lítil viðmerking
til Hans Jørgen Jensen.
Sum øllum kunnugt, sum
lesa tíni brøv, ert tú
rættiliga ironiskur, tá ið tú
skrivar. Tað er ikki vist at
øll skilja teg. Tú kundi
eisini sagt, at Hvalvíkingar
o.o. ikki eru bangin fyri at
bróta upp um armar og
tískil eiga at verða javnsett.
Men onkur er, sum ikki
hevur nóg nógv sjálvsálit, tí
ynski um at eingin saman-
legging verður uttan Sunda
kommunu, kom ikki frá
Sundakommunu, men frá
hinum kommununum.
Tit kundu kravt, at verður
atkvøða, og allar hinar
kommunurnar eru fyri, so
má Sunda kommuna fylgja
við. Hetta er ikki meira enn
rímiligt í einum demokrat-
iskum samfelag.
Niels A. Mortensen
stýrisformaður KFS
Nú royndin at fremja
størstu kommunusamein-
ing í Føroya søgu er við at
koma undir land, er spurn-
ingurin
um
hví
Eiðis
kommuna ikki er við rættu-
liga komin í brennidepilin.
Hendan fokuseringin er
rættuliga óheppin, tí spurn-
inguin hevur ikki verið
aktuellur fyri partarnar.
Kommunurnar í Sunda-
lagnum hava samstarvað
síðan 1985. Í 2001bleiv lagt
upp til at víðka samstarvið
til at fevna um fleir máls-
øki. Ein víðkan av sam-
starvinum til fleiri málsøki
kom at merkja, at sjálv-
ræðið hjá kommununum
fór at blíva skert munandi
og tí komu kommunurnar
til ta niðurstøðu at tær eins
væl kundu royna samein-
ing.
Tá Eiðis kommuna ikki
hevur verið við í hesi
gongdini, er tað heilt
natúrligt at hon ikki er við í
samráðingunum um sam-
eining.
Eiðis kommuna hevur
fyrr verið boðin við í sam-
starvið, men teir hava ikki
tikið av, tí hildu vit ikki at
tað var realistiskt at royna
at taka Eiðis kommunu við.
Eitt samstarv við Eiðis
kommunu er Felagsskúlin á
Oyrarbakka og hevur hetta
stóran týdning fyri øki.
Aðrar kommunur hava
vent sær til okkara fyri at
fáa innlit í samráðingar-
leistin og tað hava tær fing-
ið, men Eiðis kommuna
hevur als ikki víst málinum
ans. Tá aðrar kommunur
hava vitað um og víst áhuga
fyri
kommunusam-
einingini, er tað løgið at
Eiðis kommuna skal vera
púra óvitandi.
Eiðis kommuna hevur í
løtuni eftir øllum at døma
nóg mikið í sær sjálvum og
tað respektera vit.
Vit hava havt samband
við Eiðis kommunu um
samstarv og niðanfyri er
eitt yvirlit yvir hvussu tað
hevur gingist:
Royndir
hava
verið
gjørdar at fáa Eiðis
kommunu við í samstarv-
ið millum kommunurnar
í Sundalagnum síðan
1988, tó uttan úrslit. Í
november 1994 tekur
Eiðis kommuna støðu,
har hon ger greitt at teir
vilja ikki koma upp í
samstarvið, grundgev-
ingin er at teir vilja bíða
eftir hvat landsstýrið ger
við kommunubygnaðin
sum heild.
Landsstýrið hevur onki
gjørt við kommunubygn-
aðin og vit mugu tí ganga
út frá at Eiðis kommuna
hevur somu støðu enn. Í
hvussu so er hevur hon
ikki givið til kennar at
nakað er broytt.
Eiðis
kommuna
var
boðin at koma við í sam-
starvið um Røktarheimið
í Streymnesi, svarið kom
í juni 2000 og var nokt-
andi.
Í 2002 var ein roynd
gjørd at fáa ein felags
sáttmála um læknahølini
á Eiði og við Streymin.
Eiðis kommunua kundi
ikki góðtaka sáttmálan
uttan at hinar kommun-
urnar gingu við til at
læknin altíð skal vera 3
dagar um vikuna á Eiði.
Tá tað ikki eru kommun-
urnar sum seta læknan er
ein slík treyt óviðkom-
andi, grundað á at tað
læknin sum av sínum
eintingum avger hvussu
viðtalan skal lagast eftir
tørvinum.
Hugburðurin yvirhøvur
millum politikar í komm-
unufelagsskapinum er at
Eiðis kommuna er altíð
vælkomin við, tó undir
somu treytum sum hinar
kommunurnar.
Trygvi F. Guttesen
Við gleði hoyrdu vit teg
alment boða frá, at bygg-
ingin av Tekniska Skúl-
anum í Tórshavn skal
byrja í ár. Sigast má, at
hesin skúlin hevur víst
eitt kinesist tol. Eg minn-
ist tá ið flutt var í leigaðu
barakkinar hjá kommun-
uni, og eg minnist eisini
troystartalurnar um, at
hetta bert var ein fyribils
loysn, sum nú kortini
hevur vart í næstan 30 ár.
Mong eru tey, sum fara at
fylgja væl við um títt
lyfti fer at halda.
Hví skal vinnan gjalda?
Eftir sum tú nú hevur víst
positivan
áhuga
fyri
Tekniska Skúlanum í
Tórshavn, havi eg ein
spurning,
sum
eisini
hevur nakað við um-
rødda skúla at gera:
Hin
12.
november
2002 legði Annlis Bjark-
hamar uppskot fyri løg-
tingið um at broyta lóg-
ina um yrkisútbúgvingar,
soleiðis at vinnan –
lærumeistarin - nú aftur
skal gjalda skúlapengar,
ella rættari sagt, tað
almenna skal hava stuðul
frá tí privata, meðan lær-
lingurin ikki er til ar-
beiðis, av tí at hon/hann
eru í skúla.
Grundgevingin
fyri
hesum uppskoti er sera
løgin, og ljóðar soleiðis :
"Nú nógv virksemi er
í handverksvinnuni
metir landstýrið, at
henda
vinna
ikki
hevur tørv á stuðli í
tann mun, sum talan
var um í kreppuárun-
um".
Óskiljandi grundgeving
Hetta er ein óskiljandi
grundgeving. Her er als
ikki talan um nakran
stuðul, men um pengar til
skúlanæmingar, sum ikki
fáa SU. Málið snýr seg
um skúlapengar til næm-
ingar, sum landsstýrið
hevur álagt vinnuni at
rinda.
Landstýrið hevur við
hesi lóg býtt allar skúla-
næmingar í tveir bólkar
nevnliga: Næmingar í
handverksskúlunum og
næmingar í øllum øðrum
skúlum. Vinnan
skal
rinda skúlapengar til tann
fyrst
nevnda
bólkin,
meðan tað almenna rind-
ar fyri allar hinar skúl-
arnar.
Mín
spurningur
til
Fólkaflokkin,
Føroya
Vinnuflokk og til tín Òla
Breckmann er :
1.) Hví tóku tit undir við
uppskotinum
hjá
Annlis Bjarkhamar ?
2.) Hví leggja eyka byrð-
ar á vinnuna ( u.l. kr.
3,875 mió um árið )
sum tú áður hevur
verið við til at taka
burtur ?
3.) Hví taka tit undir við
at allir skúlanamingar
skulu ikki vera líka,
men heldur býtast í
tveir bólkar ?
4.) Var tað ikki júst tín
partamaður – løg-
maður, sum í Ùtvarp
Føroya greiddi frá, at
vit eiga at hjálpa og
stuðla teim skúla-
næmingum, sum al
oftast vera verandi í
Føroyum ?
5.) Hevur tú ætlanir um
at gera nakað við
hetta mál í samband
við komandi fíggjar-
ætlan ?
VIÐMERKINGAR
Framhald av síðu 10
Fyrispurningur til
Óla Breckmann,
fíggjarnevndar-
formann
Hví er Eiðis kommuna ikki við?
Ársins Songrødd í Fuglafirði:
Nomi Háberg Hansen nummar eitt
TÍÐINDASKRIV.
Mentanarhúsið í Fuglafirði
varð enn eina ferð karmur
um eitt av okkara stóru
tónleikatiltøkum um viku-
skifti. 4. innleiðandi umfar
av Ársins Songrødd 2003
vísti av sonnum, hvussu
nógv ókend talent vit hava í
Føroyum, og tað varð longu
frá byrjan lagt upp til eina
harða kapping.
Tað sera góða ljóðum-
hvørvi og dugnaligi ljóð-
teknikarin Jóhannes Stein-
grund gjørdi, at tiltakið
sum heild eydnaðist til UG.
Aftaná at allir luttakararnir
høvdu verið uppi á pall-
inum og sungið, fóru dóm-
ararnir handan hurð, at
leggja stigini saman. Langt
um leingi komu boðini, at
nú varð funnið fram til hvør
skuldu víðari í stóru final-
uni sum eisini verður í
Mentanarhúsinum og er tað
tann tann 24. mai. Nomi
Háberg Hansen bleiv tann
sum fór av stað við flestu
stigunum og bleiv sostatt
nr. 1. Nr. 2 gjørdist Eydna
av Fløtum. Næstseinasta
umfar verður tann 10. mai.
(tvs. leygarkvøldið) í Bad-
mintonhøllini í Havn.
C
M
Y
K
11
10