Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 85 - 6. mai 2003 Nr. 85 - 6. mai 2003 13 - Sanniliga eru stór tøk at taka í komandi árum. At rudda mannamunirnar burtur millum ym- isku bólkarnar og fremja demokratiið á arbeiðsmarknaðin- um, at brynja ar- beiðsfólkið til kom- andi avbjóðingarnar frá tøkniligu menn- ingini og støðugt øktum førleikakrøv- um, at styrkja og víðka samstarvið í arbeiðararørsluni, og saman við politiskum hugsjónarligum lags- feløgum seta nýggj mál fyri samhalds- fasta vælferð og lívs- frælsi segði Hans Pauli Strøm, fyrrv. Tingmaður m.a. í 1. mairøðu síni á Strondum. Vit prenta røðuna 1. MAI RØÐA Farna 20. øld var tíðar- skeiðið, har arbeiðararørsl- an í einum longum tolnum stríðið kollvelti ta kúgandi borgarligu samfelagsskip- anina, verkafólkið vann síni fullu rættindi á øllum økj- um og vælferðarsamfelagið varð grundað. Sum eina samanfating av hesi veld- ugu umbroytingini hevur gitni norski sosialisturin og fyrrv. ráðharrin Reiulf Steen hesa myndina, at nú stendur arbeiðsmaðurin ikki longur undirbrotliga og bíðar við húgvuni í hond- ini, tolin og takksamur fyri teir náðismolar ið fella honum í lut - nei, nú kann hann krevja at máta seg við tann mætasta og sum samfelagsborgari er hann líkamaður við tann besta, eisini til at stýra ríkjum og londum. Er so stríðið lokið, nú vit eru farin inn í 21. øld ? Nógv verður róð uppundir at fakrørslan hevur mist sín týdning, at hon hevur út- spælt sína rollu, at hennara uppgávur kann hvør ein- stakur nú sjálvur greiða nógv betur sína egnu vegna. Men nei, tað er ikki so, tað hoyra vit nú heilt óvæntað frá kapitalismunn- ar hægsta stað. Sjálvur Heimsbankin, kapitalism- unnar pávastólur, hevur umsíðir boygt seg fyri tí veruleika, at fakrørslan er ein týdningarmikil skipan í øllum samfeløgum, at ein sterk fakførsla er til frama bæði fyri fólkið og fyri vinnuna, hon ger at ar- beiðsviðurskiftini eru góð, arbeiðsmegin støðug, við góðum vinnuførleika, løn- irnar eru hægri, og dygdin í framleiðsluni og produk- tiviteturin eru størri. Men føroyska borgara- skapið sigur: Á nei, tað er ongin grund til at partarnar stríðast longur móti hvørj- um í hesum landinum, her er alt sum tað skal vera, siga tey... "Á nei-tú, her eru vit allir líka-tú"! Men er tað nú rætt ? Kári P. ger gjøldur burtur úr hesum pástandin- um í vísu sínu, Góðborg- arashuffle, har borgara- skapið kvøður : Hjá oss er ongin munur millum høg og lág, tí ein og hvør sum tímir kann jú stilla seg á tá, og byrðarnar bera, meðan vit fram marsjera, so hugagóð & eygagóð & hjartagóð... Nei-tú, siga vit afturímóti, í hesum landi er tíverri enn so, at mannamunur verður gjørdur. Og tað er serliga tann tímalønti parturin av okkara verkafólki, sum saknar sjálvsøgd rættindi, um vit samanbera við verkafólkið í framkomnu grannalondum okkara, men eisini um vit samanbera við teir fastløntu løntakararnar í okkara egna landi. Tað eru ikki ov nógv sagt at vit í Føroyum hava ein ar- beiðsmarknað í tvíningum, har himmalvíður munur er á umstøðunum: ein fyri fólkið í framleiðsluvinnun- um, tey tímaløntu, ikki bara ófaklærd men eisini hand- verkarar og fiskimenn við, og so hini, tey fastløntu, starvsfólkini í privatum og almennum tænastum. Tað er ein hópur av málum sum skulu fremjast fyri fyri at vinna á hesum mannamuni á arbeiðs- marknaðinum. Eg skal nevna nøkur fá: Eitt er sjúkadagpeng- arnir hjá teim tímaløntu, har dagpengaupphæddin bert er upp til 80% av eini ófaklærdari arbeiðaraløn. Mótvegis hesum eiga fast- lønt starvsfólk og tænastu- menn rætt til fulla og óskerda løn undir sjúku – uttan mun til hvussu høg løn teirra er. Hesin manna- munurin má burtur so eisini tímalønt fáa fult endurgjald fyri sjúku. Næsta er kravið um at vera heima táið børn eru sjúk. Tænastumenn, starvsfólk og onnur fastlønt kunnu vera heima hjá sjúkum barni við fullari løn í upp til 10 dagar um árið, og eru tað fleiri børn undir 10 ár, so upp til 20 dagar. Dugi ikki at síggja hví tímaløntu ikki skulu eiga somu rættindi. Triðja er uppsagnar- freistir: Allir aðrir løntak- arar uttan tímalønt hava uppsagnarfreistir, úr einum upp í 6 mánaðir og enntá meir í serligum førum. Men tímalønt hava onga upp- sagnarfreist. Tey noyðast at fara úr arbeiðinum í somu løtu tey verða uppsøgd og tey missa lønina samstund- is. Fjórða er setanarviður- skiftini: Allir aðrir løntak- arar uttan tímalønt hava rætt til eitt setanarskriv, har upplýst verður um sátt- málan, fakfelagið, lønar- viðurskiftini, um arbeiðið, arbeiðstíðina, frítíðina o. m. a. - Men hjá tímaløntum hava arbeiðsgevararnir ikki skyldu at upplýsa teimum um nakað sum helst av hesum. Fimta er endurgjaldið fyri arbeiðsloysi, sum í mesta bert kann vera 70% av eini arbeiðaraløn. So lágt endurgjald er til størsta meinboga fyri láglønt og tey sum ikki sita í føstum starvi. Sætta er hetta álvars- málið fyri alla fakrørsl- una, at landsmyndugleik- arnir mugu gevast við at brúka fútarættin sum ar- beiðsrætt ímóti fakfeløg- unum. Tí er neyðugt at fakrørslan streingir á at fáa eina nýggja semingslóg, sum verjir verkfalsrættin og setir reglur fyri ein fastan gerðarrætt, har trætur mill- um arbeiðsgevarar og løn- takarafeløgini kunnu við- gerast. Tað sjeynda og seinasta eg vil nevna er tørvurin á arbeiðsmarknaðarútbúgv- ingum: Vit vita at ein tann størsta avbjóðingin í 21. øld verður tann áhaldandi automati- seringin av framleiðslutól- unum og arbeiðsgongdun- um. Vit vita eisini at hetta fer at ganga harðast út yvir øll tey handaligu arbeiðini, bæði ófaklærdu og fak- lærdu, so at arbeiðsplássini fara at fækka og arbeiðs- fólkið verður trokað út í arbeiðsloysi, um tey ikki evna at taka seg yvir í aðrar og nýggjar vinnur. Tí er hetta tann allarstørsta upp- gávan hjá fakrørsluni í dag, at vinna arbeiðsfólkinum møguleikar fyri at betra og hækka sín vinnuførleika, við skeiðs- og útbúgvingar- tilboðum. Nú hava vit frætt tey góðu tíðindi, at Menta- málaráðið arbeiðir við eini skeiðsskipan fyri arbeiðs- marknaðin. Men so vítt eg havi skilt, so verður tað framvegis upp til arbeiðs- gevaran einaráðandi at av- gera um arbeiðsfólkið kann taka av slíkum skeiðstil- boðum, tí hann skal í hvørjum einstøkum føri gjalda kostnaðin. Tað verð- ur altso upp til arbeiðs- gevarans náði um ein kann fáa lut í hesum útbúgving- artilboði. Tað er als ikki gott nokk. Rættari hevði verið, at tað verður tikið ávíst gjald av øllum út- goldnum lønum og sett í ein útbúgvingargrunn. Seta vit t.d., at bæði løntakarin og arbeiðsgevarin gjalda 0,25% av útgoldnu lønini – hetta er tað sama vit gjalda til barnsburðargrunnin – so fáa vit ein so sterkan útbúgvingargrunn, at hann Hans Pauli Strøm, í 1. mai røðu á Strondum: – Stór tøk at taka komandi árini Hans Pauli Strøm helt 1. mai røðu á Strondum á hvørjum ári kann gjalda heili 8.000 løntakarum dagpengar fyri at verða á skeiði í eina heila viku. Hetta hevði verið nakað sum fakfeløgini áttu at tikið upp. Nøkur stór framstig eru vunnin seinnu árini, men longu nú sæst at okkara borgarliga landsstýri roynir at draga innaftur. Hugsi um barnsburðargrunnin, har útrokningar-grundarlagið fyri útgjaldið nú við lóg er gjørt munandi verri, so tað serliga er til ógagns fyri tey sum frammanundan eru ringast fyri við lágløntum og ójøvnum arbeiði. Og hugsi um sjúkadag- pengaskipanini, sum nú verður broytt soleiðis at tað almenna ikki longur vil gjalda fyri fyrsta sjúka- dagin, men blakar ábyrgd- ina frá sær yvir á ar- beiðsmarknaðin. Har skulu partarnir so berjast um fíggingina av fyrsta sjúka- degnum. Hetta er eitt týðiligt mynstur vit síggja í dagsins politikki. Tað er hesin øvugti ábyrgdarpolitikk- urin, sum gongur út uppá at landsins myndugleikar blaka ábyrgd frá sær, frá tí samhaldsfasta felagsskap- inum, tí almenna, yvir á einstaklingarnar, yvir á brúkararnar, yvir á partar- nar á arbeiðsmarknaðinum, yvir á kommunurnar osv. Alt fyri at skera niður á fíggjarlógini, so hall ikki skal standast av tí sokallaða fullveldisbúskapinum. Vit hava nógv dømi um hetta seinastu tíðina, t.d. nevnda gjaldið fyri fyrsta sjúka- dagin, ætlaninar um sjálv- fíggjaða eftirlønar- ella pensjóns-uppsparing, og fyri ikki at tala um eldra- økið og fólkaskúlan, har landsstýrið arbeiðir við ítøkiligum ætlanum um at sleppa sær av við ábyrgdina av hesum veldugu og ómetaliga týdningarmiklu samfelagsøkjunum. Skuldi tann vanlagna hent at teir fáa eydnuna við sær í hesum ørskapi, so verður stórur klassamunur á um- støðunum hjá børnum, gomlum og skattgjaldarun- um, alt eftir teim ymisku inntøkuviðurskiftunum í kommununum, har tey búgva. Góðu fundarfólk Mourentius Viðstein yrkti hesi orðini fyri nógv- um árum síðani: Og minnast vit sólina, tá ið hon hvarv og glæmu um fjallatind setti, hon lýsti sín frið á hitt harðvunna starv, ið føroyingar fingu frá fedrum í arv, tað gav vón - mangur kroykin sær fetti. Teir garpar her stríddust í síðstlidnu øld, í aldanna hav rann burtur, teir tóku tey tøk, og teir reistu tey tjøld og eldkveiktu sál, ið var stirvin og køld, tí her nú vaksa blómur og urtir. Nú er hetta yrkt í kallkyni í tátíðar hugburði, men eg taki hetta vakra ørindi fram fyri at koma við einum hjartasuffi: Táið talan er um hesi, sum eru gingin undan okkum, tey sum nú eru gomul, og tey sum fara at gerast gomul: lat okkum aldrin góðtaka hesar ræðu- myndirnar um tað komandi eldrabylgjuna, um øll tey gomlu sum vit ikki fara at orka at bera fíggjarligu byrðarnar av í framtíð- ini....Lat okkum standa við samhaldsfestið eisini mill- um ættarliðini, millum tey ungu, tey sum eru í góðum og arbeiðsførum árum, og so tey gomlu sum bóru okkum fram til ta vælferð, vit nú njóta gleði av. Sameining og samanhald er leiðin fram í arbeiðara- rørsluni – tí er tað so ómetaliga gleðiligt, at nú er vilji til at vinna á spjaðing- ini, so at arbeiðafeløgini hesaferð gingu saman til sáttmálasamráðingar. Lat okkum heilsa hesum sam- starvi, ið júst í hesum døg- um skal standa sína roynd, við vónríku orðunum hjá íslendska skaldinum Haldór Laxness. Soleiðis tekur hann til í yrking síni Maistjarnan. Tað er kvøldið fyri 1. mai, ið "lýkur", tvs ger enda á vetri "sérhvers", tvs. einhvønns verkamans. Við "fána" skilst flaggið. En í kvøld lýkur vetri sérhvers vinnandi manns, og á morgun skín maísól, það er maísólin hans, það er maísólin okkar, Okkar einingarbands, Fyrir þér ber ég fána þessa framtíðarlands. Sanniliga eru stór tøk at taka í komandi árum. At rudda mannamunirnar burtur millum ymisku bólkarnar og fremja demo- kratiið á arbeiðsmarknað- inum, at brynja arbeiðs- fólkið til komandi avbjóð- ingarnar frá tøkniligu menningini og støðugt øktum førleikakrøvum, at styrkja og víðka samstarvið í arbeiðararørsluni, og sam- an við politiskum hugsjón- arligum lagsfeløgum seta nýggj mál fyri samhalds- fasta vælferð og lívsfrælsi. Við bestu ynskjum ein góðan 1. mai og góða eydnu í samráðingunum. Hans Pauli Strøm C M Y K 13 12 Tofta skúli Vegna farloyvir, avlopstímar og stuðulstímar til næmingar við serligum tørvi,verður søkt eftir 4 lær- arum í Tofta Skúla. Størvini eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2003/2004. 3 av størvunum eru til fulla tímatalvu,26,5 tímar um vikuna, meðan 1 starv er til 24,0 tímar um vikuna. Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokk- unum 18.1-27.4. Umsóknirnar skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. mai 2003. Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum viðmæl- um. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at tosa við skúlaleiðaran, telf. 447332. Skúlafyri fyri Tofta skúla v/ Jóhannus Danielsen 650 Toftir. Sproytikabina klár til uppseting og 2 kompressarir til sølu. Sp/f R. D. bilar tlf. 424232 Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Ti tøk Sos alur n Lýsingar Bilar Veðr ð