Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 6. mai 2003 15 Martin Hansen, sum er kommunustýris- limur í Haldórsvíkar kommunu, heldur, at dagurin í dag er ein lagnudagur, nú at- kvøðast skal um kommunusamanlegg- ing. - Verða kommunur- nar ikki lagdar sam- an, og verður økið ikki munandi ment og útbygt, so siga okkara egnu eftir- komarar okkum farvæl, sigur hann ATKVØÐUGREIÐSLA Vilmund Jacobsen - Dagurin í dag, 6. mai, er ein lagnudagur í Haldórs- víkar-, Hvalvíkar-, Hósvík- ar-, Sunda-, Gjáar- og Saks- unar kommunu, tí í dag skulu fólk í hesum komm- unum taka støðu til komm- unusameining. Tvinnir eru møguleikarnir - ja ella nei. Hetta sigur Martin Han- sen, sum er kommunu- stýrislimur í Haldórsvíkar kommunu. Kensluborið mál Hann ásannar, at hetta er eitt sera viðkvæmt mál, tí so nógvar kenslur eru uppi í, tá ið slíkar avgerðir skulu takast. - Hvør er góður við sítt, og ein stórur partur av eins samleika er, hvaðani tú kemur. Hetta eru "vit" í mun til "hini" - og "hini" eru tey í hinum kommun- unum. Óttin snýr seg um at missa seg sjálvan burtur, um vit bert gerast lítil partur av eini størri heild. Hesin tanki er menniskj- ansligur og náttúrligur, heldur Martin. Hann vísir á gongdina seinastu árini, har vit øll hava upplivað, at Føroyar spakuliga eru gingnar sam- an í meginøkir og útjaðarar. - Hetta eru útjaðarar, sum ikki hava lív lagað, men sum so við og við følna og mest av øllum enda sum økir við summarhúsum. Hetta er ein avleiðing av okkara menning. Vit geva okkara børnum góða útbúgving, senda tey út í stóru verð at læra, men mong teirra koma ikki aftur. Tí "einki" er at koma aftur til, halda tey. Martin sigur, at tey, ið hava fingið sær útbúgving- ar, eru við øðrum orðum vorðin minni heimsføðis- lig. Tey hugsa øðrvísi enn eldra ættarliðið. Sjálvt um tey eru góð við heimbygd- ina, seta tey seg heldur nið- ur, har tilboðini eru størri og meira nútímans. - Tey ungu seta krøv, sum smákommunurnar ikki makta. Krøvini kunnu snúgva seg um barnagarð- ar, blómandi mentanarlív, nútímans arbeiðspláss, ellis- og røktarheim, ítrótt- armøguleikar og handils- fasilitetir. Siga farvæl Kommunustýrislimurin vísir á, at allar smákomm- unur kenna hendan trupul- leika og hava roynt at bøta um hetta við at menna interkommunalt samstarv. Men tíverri er bygnaðurin og skipanin av hesum samstarvi ein sera seinfør og ineffektiv organization. Ein orsøk til hetta er, at hvør kommuna hevur veto- rætt í hvørjum máli, og hesin sýtingarrættur verður mangan nýttur ov seint, t.d. tá ið stór og drúgv arbeiði longu eru fingin frá hond- ini. - Hetta skapar sjálvandi stóra frustratión hjá teim- um, ið hava brúkt nógvar kreftir til burturspilt ar- beiði, sigur Martin. Hann heldur ikki, at int- erkommunala samstarvið, sum vit kenna tað í dag, er nóg mennandi hjá komm- ununum til at kunna halda tørn; tí verða kommunurnar afturút sigldar. - Eg haldi tí, at uppskotið um kommunusameining er framkomið, og kanska fer tað at bjarga okkum og okkara øki undan at gerast útjaðaraøki. Martin er tó sannførdur um, at verða kommunurnar ikki lagdar saman, og verð- ur økið ikki munandi ment og útbygt, so fara eftirkom- ararnir at siga okkum farvæl. Góð kort Hann heldur hinvegin, at ein nýggj stórkommuna hevur nógv góð kort á hondini. - Brúgvin við Streymin fer at liggja mitt í kommun- uni. Haðani er bert ein hálvur tími til Havnar, flogvøllin, Runavíkar, Leir- víkar og Klaksvíkar, tá ið tunnilin er komin. Martin ivast ikki í, at ein stór Sunda kommuna heilt náttúrligt fer at kunna bjóða seg fram sum eitt sentralt landspolitiskt øki, bæði viðvíkjandi skipaferðslu, upplossingarhavn og sum heimstaður fyri almennar landsstovnar. - Vit vita øll, at har okk- urt ferð fram, kemur meira afturat, sigur hann. Størri ávirkan Í eini stórkommunu vil borgarstjórin eisini hava landspolitiska ávirkan. - Dag og dagliga eru borgarstjórarnir úr hinum stórkommununum í fjøl- miðlunum, og landspolitik- ararnir lurta eftir teimum. Teir eru jú ein politiskur faktor sum talsmenn fyri eina stóra veljarafjøld. Ein stórkommuna hevur nógv størri kjans at gogga í tann partin av okkara egna pen- ingi, sum eitur landsskattur. Martin sigur, at sum stór- kommuna hava smákomm- unurnar gjørt sær ta mest effektivu skipanina fyri at yvirliva. - Vit mugu leggja tað køvandi og drepandi smá- klandrið millum kommun- urnar og bygdinar aftur um bak. Tíðin er farin frá hesum, og ungdómurin veit hetta. Hann vísir á, at Felags- skúlin á Oyrabakka longu hevur skapt tann stór- kommunala sálarliga fe- lagsskapin. - Longu nú hava vit vant okkum til, at vit oftari hitta bygdamenn í handlunum við Streymin enn heima í bygdini. Vit eru ikki fremmand fyri hvørjum øðrum, sigur kommunu- stýrislimurin. Børnini støðast Martin er sannførdur um, at bert sum stórkommuna, eru menningarmøguleikarnir nóg góðir til, at børnini fara at støðast. Hetta er tað sen- trala og avgerandi í hesum máli. - Bert sum stórkommuna hava vit fíggjarliga orku til at skapa karmar fyri eini framtíð, har okkara egnu børn koma at hava tann av- gerandi leiklutin, sigur Martin Hansen, kommunu- stýrislimur í Haldórsvíkar kommunu. Fólk í seks komm- unum fara í dag at atkvøða um saman- legging ATKVØÐUGREIÐSLA Vilmund Jacobsen Í dag hava fólk í til- samans seks kommun- um høvi at atkvøða um sameining ella saman- legging. Talan er um at leggja saman Haldórs- víkar kommunu, Hval- víkar kommunu, Saks- unar kommunu, Hós- víkar kommunu, Sunda kommunu og Gjáar kommunu. Ein sameiningarbólk- ur hevur sitið í umleið eitt ár og lagt arbeiði til rættis. Bólkurin hevur verið umboðaður við tveimum fólkum úr hvørjum kommunustýri. Seinastu tíðina hava borgarafundir verið í øllum kommununum, og at enda hevur eisini ein felags fundur verið í Eydnuni á Oyrarbakka. Væl av fólki hevur verið á borgarafundun- um, og tá ið fundurin var í Eydnuni á Oyrabakka, 29. apríl, var húsið full- sett. Valið, sum fer fram í dag, verður á vanligu valstøðunum í øllum seks kommununum, og valhølini eru opin frá kl. 10-14 og 16-20. Skal valið verða gyld- ugt, krevst vanligur meiriluti í hvørji komm- unu sær, og kommunur- nar skulu umboða í minsta lagi 70% av samlaða fólkatalinum. Sunda kommuna er størst og avgerandi Av kommununum í ætl- aðu samanleggingini, er Sunda kommuna størst við 32% av fólkatalin- um, næst kemur Hval- víkar kommuna við 25%, á triðja og fjórða plássi Hósvíkar-og Hal- dórsvíkar kommuna við 18% hvør, síðan Gjáar kommuna við 4% og at enda Saksunar komm- una við 2% av samlaða fólkatalinum. Í Sunda kommunu eru bygdirnar, Norðskáli, Oyrarbakki og Oyri. Skal samleggingin hava nakra meining, meta tey, sum sita í sameiningar- bólkinum, at Sunda kommuna eigur at verða við, tí annars verður gloppið ov stórt millum bygdirnar. Tað er Sunda kommuna, sum bindir økið saman í eina heild. Eiðis kommuna er ikki við í ætlaðu saman- leggingini. Atkvøðugreiðslan í dag er søgulig á tann hátt, at atkvøtt verður í seks kommunum um samanlegging. Uttan sameining siga børnini okkum farvæl Val um sameining verður í dag Fólk í Hósvíkar kommunu eru eftir øllum at døma ivasom um samanlegging. Í Haldórsvíkar kommunu er lítil ivi, og mett verður, at meiriluti eisini verður í Sunda kommunu fyri samanlegging Martin Hansen heldur, at Felagsskúlin á Oyrabakka longu hevur skapt tann stórkommunala sálarliga felagsskapin. 15 14 Nr. 85 - 6. mai 2003 Føroyingar hjálptu hjartasjúku Evu Yvir 300.000 krónur komu inn frá tiltøk- unum ”Sing for Life”, sum vóru hildin í Føroyum seinast í novembur í fjør. Pen- ingurin fór til eina skurðviðgerð til 12 ára gomlu, hjarta- sjúku Evu Kononova úr Ukraine INNSAVNAN Solby A. Eliasen Tíðindaskriv er sent út frá Skandinavisku Barnamissi- ónini, har tey vísa sítt takk- semi til føroyingar fyri hjálpina. – Tit føroyingar munnu vera verðins gávumildasta fólkaslag, sigur Bo Wallen- berg í tíðindaskrivinum. Hann vísir á, at tað komu umleið 350.000 svenskar krónur inn í Svøríki, meðan tað komu góðar 320.000 krónur inn úr Føroyum. Tá Skandinaviska Barnamissiónin gjørdi av at fara til Føroyar við hesum tiltakinum, varð sagt í Aftonblaðnum, at tað var burturspilt tíð at fara til Føroyar, tí her búgva bara góð 40.000 fólk, og tí ikki nógvir pengar at heinta. Men tey orðini hava føroy- ingar so sanniliga gjørt til skammar, tí tað komu sum sagt yvir 300.000 krónur inn bara úr Føroyum. Tiltakið, sum var her í Føroyum fyri hálvum ári síðani, varð skipað soleiðis, at tað komu fýra kendir op- erasangarar úr Ukraina til Føroya at halda fýra kon- sertir í landinum, har fólk so kundu fara at lurta og lata eina peningagávu. Eva bleiv so løgd undir skurð, og alt gekk væl. Men tveir dagar aftaná brast hjartavevnaðurin hjá henni, og hon bløddi illa. Hetta longdi um uppihaldið hjá Evu á sjúkrahúsinum við hálvum ári. Í hesum tíðar- skeiðinum var hon í lívs- vanda, og ongin visti, um hon fór at megna tað. Til- samans fekk hon umleið 40 litrar av blóði, og fyri bert einum mánaði síðani vóru læknarnir tilreiðar at geva upp, og Eva skuldi fara heim at siga familju sínari farvæl. Bo Wallenberg sigur, at tey vóru mong, sum bóðu fyri lívinum hjá Evu, og at Harrin bønhoyrdi tey í hesum sváru tíðunum. Tí í dag er Eva heilt frísk, og hon slapp heim til Ukraina 1. mai. – Hetta hevur verið ein ómetaliga torfør tíð hjá Evu og ommu hennara. Men kærleikin frá menniskjun- um í Norðanlondunum hev- ur hjálpt teimum væl. Tað eru komin nógv brøv og nógvar heilsanir úr Føroy- um til sjúkrahúsið, og Eva strálaði av lukku hvørja ferð, sigur Bo Wallenberg. Hann leggur at enda aft- urat, at viðgerðin hjá Evu bleiv nógv dýrari enn ætl- að, men hann staðfestir við miklari gleði, at tann pen- ingurin, sum tørvur var á, er komin inn á konto-ina hjá Skandinavisku Barna- missiónini. – Lívið hjá Evu er bjarg- að, og vit takka Gudi, tykk- um føroyingum og øllum teimum, sum hava verið ein hollur stuðul allan vegin ígjøgnum viðgerðina, sigur Bo Wallenberg, sjefur fyri Skandinavisku Barnamissi- ónini. 12 ára gamal Eva Kononova er púra frísk í dag eftir, at hon hevur fingið eina skurðviðgerð fyri hjartað Hóskvøldið høvdu Ósáskúlin og Skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík ein stóran felags for- eldrafund. Hetta er fyrsta ferðin skúlar- nir hava havt felags foreldrafundirnar saman, og gekk tað væl, hóast uppmøt- ingin var stak vánalig FORELDRAFUNDUR Ingrid Bjarnastein Klaksvík: Ósáskúlin og Skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík høvdu hóskvøldið felags foreldra- fund. Hetta er fyrsta ferðin teir báðir skúlarnir hava havt felagsforeldrafundin saman, og Óluvá Klett- skarð, forkvinna í skúla- stýrinum fyri skúlan við Ósánna, letur væl at fundinum. – Vit skulu hava ein fel- ags foreldrafund um árið fyri allar flokkarnar, og í ár valdu vit so at hava hann saman við Ziskatrøð, tí tey hava ikki umstøður til hetta á teirra skúla, sigur Óluvá Klettskarð. Vánalig uppmøting Tað eru yvir 600 næmingar tilsamans á teimum báðum skúlunum, og til foreldra- fundin vóru tað bara eitt stað millum 80 og 90 for- eldur, sum møttu upp. – At fáa foreldur at møta upp til felags foreldrafund- irnar er ringt, sigur Óluvá Klettskarð. Í fjør høvdu skúlarnir hvør í sær felags foreldra- fundir, og tá var uppmøt- ingin eins vánalig. Umleið 40-50 foreldur til hvønn skúlan. Óluvá Klettskarð sigur, at foreldrafundurin eydnaðist væl. Upplegg vóru, sum hóskaðu seg til báðar skúl- arnar, og eisini vóru fólk, sum hava tilknýti til skúlan bjóðað á fundin at hava upp- legg. Tað verið seg tann- lækni og heilsusjúkrasystir. Ein lærari hevði eisini eitt upplegg um næmingatillag- aða undirvísing. – Tá fundurin varð liðugur, fingu foreldrini høvi til at fara út í kjakstovur. Vit hava fingið ógvuliga positivar viðmerkingar um fundin bæði meðan hann var, og aft- aná fundin, so tað kann væl hugsast, at vit fara at gera hetta aftur, sigur forkvinnan í skúlastýrinum at enda. Vánalig uppmøting til foreldrafund Báðir fólkaskúlarnir í Klaks- vík høvdu hósdagin ein fel- agsforeldrafund. Uppmøting- in var stak vánalig, tí bara millum 80 og 90 foreldur vóru møtt upp, og tað eru yvir 600 næmingar á báðum skúlunum tilsamans Savnsmynd C M Y K 14