Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 85 - 6. mai 2003 Nr. 85 - 6. mai 2003 17 TÍÐINDASKRIV Um alt gongur sum fólkini aftanfyri Trølla Pætur filmarnar vænta og vóna, so verður ein stórur barna- og ungdómsfilmur framleiddur í Føroyum, um ikki so heilt langa tíð. Í gott 2 ár, hava skrivandi kreftir í Klaksvík, saman við øðrum góðum fólkum, haft samband við filmsfeløgini Zentropa og Nordisk Film í Danmark. Søgan er skrivað og 24. mai, senda hesi feløg tveir danskar filmsrithøvðundar til Føroya, at skriva eitt fyrilbils manuskript, sum skal leggjast fyri DFI (Dansk Filmsinstitut) í juli. Fólkini aftanfyri Trølla Pætur filmarnar, eru sera spent uppá hvat DFI sigur. Hetta hevur verið ein langur og drúgvur róður, men nú síggja vit ljós fyri endanum á tunnilinum. Um DFI góðtekur manu- skriptið, so verður farið undir at framleiða fyrsta føroyska barna og ung- dómfilm nakrantíð og tað gleða vit okkum til, siga teir til endans stuttum tíð- indaskrivi. Longu nú hevur hetta projekt kostað fyrireikar- num nógva tíð og pening. Fyrireikarnir siga, at uttan stuðul og hjálpsemi frá Føroya Banka og uttan góðvilja frá Atlantic Air- ways, hevði henda verk- ætlan ongantíð komið so langt, sum hon nú er komin. Føroyskur barna-og ungdómsfilmur Skúrur fór á flog Í vindinum, sum var sunnu- dagin, fingu tveir bilar á bilasøluni hjá Wenzel í Havn skaða, tá ein skúrur feyk á teir. Tekniski skúli í Havn leigar høli oman fyri Bila- søluna hjá Wenzel við Velbastaðvegin í Havn. Skúrurin, sum stóð í tún- inum, fór á flog og feyk um garðin og einar fimm metr- ar niður, har hann lendi á takinum á tveimum bilum, harav annar var ein nýggjur bilur. Bilarnir fingu báðir skaðar av óhappinum. Tað eru næmingar á timburdeildini á Tekniska skúla, ið gera hesar skúrar- nar fyri at venja seg at gera ymsar samankomingar í stórviðinum. Hesin skúrurin fór á flog sunnudagin, og lendi á tveimum bilum uttanfyri bilasøluna hjá Wenzel Bardust við knívum Politiið í Havn letur sum heild væl at viku- skiftinum, sum hevur verið rættiliga friðar- ligt. Men um hálvgum fýra tíðina sunnunátt- ina varð løgreglan boðsend, tí nakrir ungir dreingir bard- ust við knívum í Havn LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Um hálvgum fýra tíðina sunnunáttina varð løg- reglan í Havn boðsend, tí nakrir ungir dreingir bard- ust við knívum. Vakthavandi á politistøð- ini í Havn sigur, at ein 17 ára gamal drongur hevði fingið eitt skarð í høvdið, men talan var ikki um nakað álv- arsamt. Tveir dreingir eru tiknir fyri bardagan. Annars letur politiið væl at júst farna vikuskifti. Tað hevur verið rættiliga friðar- ligt, men nógv full fólk hava verið í býnum. Sagt verður av politistøðini, at tað sæst væl aftur, at fólk hava fingið løn. Nógvar ófriðarligheitir hava verið hjá løgregluni at fara út til um vikuskiftið, men tó hevur tað ikki verið tað stóra av týdningi. Leygarkvøldið var eitt ferðsluóhapp millum Skálabotn og Skipa- nes. Tríggir ungir mans vóru í bilinum, og teir sluppu væl frá óhappinum ÓHAPP Ingrid Bjarnastein Hepni bjargaði trimum ungum dreingjum, sum leygarkvøldið komu út fyri einum ferðsluóhappi á vegastrekkinum millum Skálabotn og Skipanes. Av politistøðini í Runa- vík verður gitt, at tað var ov nógv ferð, sum var orsøkin til óhappið. Tríggir ungir mans, sum vóru á veg úr Havn til Leir- víkar, vóru við í bilinum. Bilurin koyrdi oman í grúsið niðanfyri vegin, og førarin hevur helst verið ov knappur at snara innaftur, tí bilurin koyrdi beint niðan í bakkan omanfyri vegin. Bilurin fór sendandi 40 metrar ígjøgnum luftina áðrenn hann síðani lendi á øllum fýra hjólunum, og fór sendandi 13 metrar aft- urat áðrenn hann steðgaði á einum víkiplássi. Bilurin gjørdist vrak. Teir tríggir ungu menn- inir vórðu sendir til Havnar til observatión, men onki álvarsamt var hent við teimum. Teir vórðu allir út- skrivaðir sunnudagin. Førarin sat ikki í trygdar- beltið, men tað gjørdu hin- ir, sum báðir vóru sovnaðir aftur á túrinum norður. Um førarin eisini varð sovnað- ur, er ikki greitt enn, tí pol- itiið hevur ikki havt møgu- leika at avhoyra dreingir- nar. Blóðroynd er eisini tik- in fyri at tryggja, at tað ikki var rúsdrekka, sum var upp á spæl. Tríggir mans í ferðsluóhappi Sverre Midjord Nú landsstýrismaðurin Høgni Hoydal hevur ætlanir um skúlabygging fyri umleið 400 milliónir, tað er jú tað sama sum samgongan lat dønum, tí at teir sjálvir vildu gjalda fyri skyldur, sum danska stjórnin hevur yvir fyri føroyska samfel- agnum. Jú sannast má, at ríkir menn oksar keypa – mangt man um fátækan leypa. Ætlanir eru mangar, men tað kostar pengar, og tað ið Høgni Hoydal sigur, at teir byggja skúlar fyri sum sagt 400 milliónir, so er ikki at gloyma, at pengarnir eru ikki tøkir. Raðfylgju av, hvat og hvar skuldi byggjast og ikki gav tað nakran hvøkk, at Tórshavn stóð í fremstu røð. Tað er greitt, at oddafiskar búgva har. Tey, sum búgva uttan fyri miðstaðarøkið, tað eru bara fiskimenn, teir, sum ikki tøma men bera til føroyska samfelagið. Raðfylgjan er sett, og ætlanir eru helst komnar á borðið, men sum eg eisini havi sagt við Høgna Hoydal, føroyska sam- felagið livir ikki av teldum og øðrum tøkni, onkur skal gjalda, og teir eru gloymdir ella í øllum føri ikki fremstir í raðfylgjuni hjá verandi samgongu. Uttan okkara útróður og okkara fiskimenn vildu allir kassar verið tómir og pengar skula til. Teir fáast ikki við at trýsta á nakrar telduknappar. Sjálvandi skulu vit hava skúlar, men raðfylgjur mugu vera eftir inntøkuni og ikki er rætt at binda komandi samgongur, soleiðis sum tað verður gjørt. Tað er rætt, at okkara ungdómur fær góðar um- støður, ongin ivi er um tað. Men tann dag, tá ið allir ungdómurin situr við teldur- nar, tá kemur lítil fiskur á land, tí uttan mun hvat gjørt verður, so eru Føroyar ein fiskitjóð, og tað er tann vinnan, sum skal bera allan tann føroyska búskapin. Tað er gloymt av verandi sam- gongu. Eitt annað sum Tjóðveld- isflokkurin hevur gloymt, tey givnu lyfti um hin part- in av samfelag okkara. Tey, sum hava tænt sína vernd- arskyldu, men nú slitin og gomul – hvat við teimum? Tað kann ikki sigast Tvør- oyri er ovalaga á byggiskrá hjá verandi samgongu og sigast má, at Tjóðveldis- flokkurin heilt hevur gloymt givin lyfti yvir fyri teimum, ið borið hava sam- felagnum uppi. Men bert fyri at minna samgonguna og sanniliga Tjóðveldisflokkin á givnu lyfti, fyri nú nógvum árum síðan, meðan Tjóðveldið hevði meiriluta í Tvøroyrar Býráð og harvið borgar- stjóran, varð lagdur ein skúli á Tvøroyri. Hesin skuldi útbúgva fólk til heimarøktina. Fólk til at taka sær av teimum eldru, ið vildu búgva í egnum heimi sum longst. Tað var Torbjørn Jacob- sen, ið við stríð og strev fekk lagt hesa ætlan á Tvøroyri. Fyri at fáa eina byrjan, so gjørdi Tvøroyrar kommuna hølir klár til eina fyribils loysn, tí tilsøgn varð givin um at byggjast skuldi. Tvøroyrar kommuna hevði og hevur øki tøkt til endamálið. Fyribils tiltakið kostaði nógvar pengar, ið allir eru goldnir av borg- arum á Tvøroyri – eisini tjóðveldisfólki. Hetta tiltak hevur ongan studning fingið. Vit hava bíðað í tolni, men nú er tolið uppi. Borgarar á Tvøroyri vilja hava eitt greitt svar frá tær Høgni Hoydal, nær verða pengar settir av til byggjan av hesum skúla? Tað er væl ikki so at hes- in skúlin, sum skal útbúgva fólk til at taka sær av goml- um og sjúkum, sum helst vilja vera í heimi sínum á ellisárum, ein samgonga sum sigur seg byggja á tey kristnu lívsvirðini, heilt hevur gloymt tey givnu lyfti, tað er vónandi ikki so at hetta málið er lagt í nið- astu skuffu í Tinganesi. Tjóðveldisflokkurin og givin lyftir VIÐMERKINGAR UTTAN ÚR HEIMI Mitzna fór frá Formaðurin í ísraelska arbeiðaraflokkinum, Amram Mitzna, segði sunnudagin formansstarvið frá sær. Á tjóðartingsvalinum var arbeiðaraflokkurin fyri ein- um eyðmíkjandi ósigri, men tað er kortini ikki ósigur- in, sum hevur fingið formannin til at fara frá. Mitzna sigur sjálvur, hann hevur tikið avgerðina, tí hann hevur verið fyri áhaldandi atfinningum frá nøkrum av sínum egnu floksfeløgum. Politiskir eygleiðarar hava hug at geva formanninum alla skyldina. Teir siga, at hann hev- ur megnað at seta teir flestu tinglimirnar hjá flokkinum upp ímóti sær, síðani hann gjørdist formaður fyri ein- um hálvum ári síðani. Avgerðin hjá Amram Mitzna fær onga ávirkan á friðartilgongdina í Miðeystri, tí arbeiðaraflokkurin er í andstøðu, og veljararnir tykjast heldur ikki hava størri áhuga fyri flokkinum nú enn á tjóðartingsvalinum síðst í januar. Hevði samband við Saddam Ein av iraksku andstøðuleiðarunum, Ahmed Chalabi, sigur seg hava haldgóð prógv fyri, at tætt samband var ímillum tann frákoyrda Saddam Hussein og jordanska kongin, Abdullah. Chalabi sigur, at hann og menn hansara hava lagt hald á 25 tons av skjølum hjá fyrrverandi iraksku fregnartænastuni, og har sigur hann seg hava sæð skjøl, sum prógva sambandið millum frákoyrda einaræðis- harran og jordanska kongin. Chalabi sigur, at Abdullah, sum hevur verið kongur síðani 1999, hevur góðar grundir til at stúra fyri, hvat kann henda, verður inni- haldið almannakunngjørt. Tað eru tó minni enn so øll, sum hava álit á, at Chala- bi sigur satt. Víst verður á, at irakski andstøðumaðurin búði í Jordan eitt tíðarskeið, har hann varð dømduir 20 ára fongsul fyri umfatandi fíggjarsvik. Tað eydnaðist honum kortini at sleppa til rýmingar, áðrenn dómurin fall. Rættarmál skal útsetast Formaðurin í italska tjóðartinginum hevur nú biðið dómsvaldið útseta eitt rættarmál ímóti landsins forsæt- isráðharra, Silvio Berlusconi. Formaðurin heldur, at málið eigur ikki at koma fyri rættin, fyrr enn Berlu- sconi er farin frá. Eftir ætlanini skal málið koma fyri í rættinum í Mil- ano í dag, og ákæruvaldið vil hava forsætisráðharran dømdan fyri at hava roynt at mutra fleiri dómarar, tá hann vildi hava ræðið á einari stórari handilsfyritøku í 1985. Marcello Pera, tjóðartingsformaður, heldur, at rættar- málið er sera óheppið, tí tað kann skaða umdømi for- sætisráðharrans, eins og tað eisini kann skaða landsins umdømi í altjóða samfelagnum. Tí vil hann hava málið útsett, til Berlusconi er farin úr forsætisráðharraembæt- inum. Kanna dráp Bretska herleiðslan hevur gjørt av at kanna, hvat hendi, tá ein bretskur hermaður skjeyt ein irakskan drong í býnum Basra har suðuri í Irak. Tann 14 ára gamli Ali Salim doyði, tá ein bretskur hermaður, sum stóð tætt hjá dronginum, skjeyt hann. Hetta hendi sunnudagin, og herleiðslan hevur váttað, at tann serliga hernaðarløgreglan kannar málið. Tað er framvegis ikki heilt greitt, hvat hendi, og hví hermaðurin skjeyt drongin. Læknin, sum kannaði líkið, segði við NNC í gjár, at drongurin var raktur í búkin. Meingingakanningar vísa, at eingin demo- kratur hevði megnað at koyrt George W. Bush út úr Hvítu Húsunum, var for- setaval nú. USA Árni Joensen Higartil hava ikki færri enn níggju limir í demokratiska flokkinum í USA boðað frá, at teir eru til reiðar at stilla upp ímóti George W. Bush, forseta, tá forsetaval verður aftur næsta ár. Men sambært meininga- kanningunum skal nógv til, áðrenn nakar kann skala Bush. Eygleiðarar halda, at demokratarnir fara at stilla fyrrverandi varaforsetaevn- ið Joseph Lieberman, sena- torin John Kelly ella um- boðsmannatinglimin Dick Gephartd upp ímóti Bush. Men ein kanning, sum Washington Post og sjón- varpið ABC hava gjørt, vís- ir, at eingin teirra hevur nakran møguleika ímóti forsetanum. Bara 40 prosent av teim- um spurdu veljarunum siga, at tey høvdu atkvøtt fyri einum demokrati, var forsetaval nú. Hinvegin siga 53 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri Bush. Eingin tekur Bush SARS-virusið meiri seiglívað enn higartil hildið Ein røð av meldur- hvirlum herjaðu gjáranáttina amerik- ansku statirnar Kansas og Missouri. ÓDNARVEÐUR Árni Joensen Myndugleikarnir á amerik- ansku statunum Kansas og Missouri kunngjørdu í gjár partar av statunum sum vanlukkuøki, eftir at ein røð av meldurhvirlum herj- aðu teir báðar statirnar gjáranáttina. Meldurhvirlurnar vóru upp í 400 metrar í tvørmát, og at kalla alt, sum fyri var, varð oyðilagt. Nógv hús fóru, og talið á deyðum kom um middagsleitið í gjár upp í 28. Guvernørurin í Missouri, Bob Holden, sigur, at oyði- leggingarnar av meldur- hvirlunum eru tær ringastu, sum hann nakrantíð hevur sæð. Hann hevur lýst ein part av statinum sum van- lukkuøki, og tað sama hev- ur starvsbróður hansara í Kansas, Kathleen Sebelius, gjørt. Eldri fólk í Kansas siga, at meldurhvirlurnar eru tær harðastu, sum hava rakt statin seinastu 50 árini. Bush forseti tykist sita tryggur í Hvítu Húsunum Ódnarveður kravdi nógv mannalív Nýggjar kanningar hjá heimsheilsustovn- inum WHO vísa, at SAES-virusið eru munandi meiri seig- lívað, enn granskarar higartil hava hildið. SARS-SJÚKAN Árni Joensen Tær nýggju kanningarnar hjá WHO vísa, at SARS- virusið er virkið í bæði dagar og vikur uttan á sjálvum smittuberanum. Tað merkir, at sjúkan smitt- ar ikki einans við beinleiðis sambandi millum smittu- beran og annað fólk, men at tað kann vera nóg mikið at nema við ein lut, sum tann smittaði hevur havt uppi á sær ella nomið við. Enn vita granskararnir ikki, hvussu nógv virus fólk tola, áðrenn tey gerast sjúk. Granskararnir hjá WHO halda, at virusið kann sita virkið í fleiri tímar uttan á eitt nú einum luti. Tað kann liva heilt upp í fýra sam- døgur í skarninum hjá ein- um smittaðum, og í einum køliskápi er tað virkið í minst tríggjar vikur, vísa kanningarnar. Kanningarnar vísa sam- stundis, at SARS-virusið tolir ikki nógvan hita, og at tað doyr, tá hitin kemur upp á 56 stig. Tað sama hendir, um tað kemur í ymisk reinsievni so sum klorin. Í gjár kunngjørdu mynd- ugleikarnir í Russlandi, at fýra fólk eru sett í sóttar- hald, tí illgruni er um, at tey kunnu hava fingið SARS. SARS-virusið vísir seg nú at vera munandi meiri seig- lívað, enn granskarar higartil hava hildið, og at sjúkan eisini smittar uttan beinleiðis samband millum fólk C M Y K 17 16