Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 85 - 6. mai 2003 Nr. 85 - 6. mai 2003 19 Verthúsið - eitt mekka hjá øldrekkarum og lívsnjótarum Um stutta tíð letur spildurnýtt vertshús upp í Havn undir heitinum “Verts- húsið”. Tað skal verða eitt mekka hjá øl- drekkarum, tónleika- elskarum og lívsnjót- arum yvirhøvur siga Johan Mortensen og Óla Svend Nolsøe, stigtakarar NÝGGJ BÝARMYND Jan Müller Um ikki so nógvar dagar fær høvuðsstaðurin enn eina mat- og ølstovu. Tað er “Vertshúsið” í Niels Fin- sensgøtu, beint við síðuna av Sjónleikarahúsinum. Tað eru Johan Mortensen og Óla Svend Nolsøe, sum eiga Restorffs Bryggjarí, ið hava tikið stig til at innrætta hetta stóra húsið at hýsa bæði mat- og ølstovu og eisini tiltøkum av ymsum slag. Hóast húsini enn ikki eru liðug innrættað, so vórðu tey kortini “royndarkoyrd” flaggdagin. Eftir flaggdags- haldið varð “opið hús” á Verstshúsinum, har fólk kundu støkka inn á gólvið og fáa eina hóming av, hvussu húsið fer at síggja út, tá tað letur upp í næst- um. Tað, sum ein býtur merki í alt fyri eitt, eru sterku litirnir, sum listamaðurin Tróndur Patursson hevur sett saman. Serliga reytt, blátt og grønt. Hetta saman við glasfiigurum av ymsum slag ger húsið til nakað serligt. Johan Mortesen sigur, at tað hevur verið sera torført hjá Restorff at koma inn á klubbarnar, matstovurnar við fatøli orsakað av, at aðrir ølframleiðarar frammanundan hava inn- stallalerað fatølsanlegg. - Vit høvdu eina vón um at sleppa inn á Cafe Natur, og høvdu vit tað vóru vit neyvan farnir undir egið vertshús. Men sum sagt, um Restorffs veruliga skuldi fáa fótafesti í heim- býnum, var neyðugt við egnum vertshúsi. Tí varð farið at leita eftir hóskandi høli og duttu teir mest sum av tilvild á húsini í Niels Finsensgøtu 32, húsini hjá navnframa Dia á Verthúsinum. Teir hildu hetta avbera vakra húsið við søgu og atmosferu og vælklingandi navnaassosia- tión vera sum skræddara- seymað til teirra ætlanir. Eigararnir Marjun LaMain og Halgerð Midjord vóru fúsar at leiga og so varð far- ið til verka. Húsið er bygt í 1925. Tað varð teknað fyri ein dansk- an meiarist av H C W Tór- garð. Hann teknaði hesi húsini, Sjónleikarhúsið og Meiaríðið um somu tíð. Meiaristurin búði ikki leingi í húsunum, tá Dia á Vertshúsinum keypti tey. Johan Mortensen sigur, at teir høvdu fyrst ætlan um at “innflyta” eina skotska ella írska pub, men komu til ta niðurstøðu, at hetta er vanahugsan og átti man heldur at gera eitt før- oyskt vertshús - og hvør var nærri enn Tróndur Paturs- son at heita á. Tróndur hev- ur skrýtt nýggjastu Here- ford Beefsteuw í Herning og er hann uttan iva kend- asti listamaður okkara utt- anlanda. Fyribils hevur Tróndur skrýtt miðhæddina, har barrin verður. Litirnir og naknu damulampurnar eru annarleiðis, vakrar og hava sterka ávirkan á fólk heldur Johan Mortenen. Húsið annars verður eitt per- manent gallarí hjá Trónda. Vertshúsið, sum letur upp seinast í mai, fer at at leggja dentin á dygdarbjór til skilagóðar prísar siga stig- takararnir og leggja aftrat: - Her verður eisini gott vín, gott kaffi og sukurlátur og gott whisky at fáa. Í kjall- aranum verður eitt spæli- og danistað. Teir vænta og vóna, at kjallarin fer at verða nógv brúktur til framførslur. Ovara hæddin er ætlað at leiga út til føðingardagar, samkomur, móttøkur, priv- atan fimmara, bindiklubbar og jólafrokostar. Í summar verður hvønn fríggjadag seinnapart uttan- dura konsert frammanfyri Vertshúsið og attraktiv “fyraftensbajer” tilboð. Í garðinum verða borð og stólar settir út. Samantumtikið er ætlan- in, at Vertshúsið skal verða eitt mekka hjá øldrekkar- um, tónleikaelskarum og lívsnjótarum yvirhøvur sum teir báðir stigtakarar- nir taka til. Listamenn hittast í Vertshúsinum. Jóanis Nielsen, rithøvundi, sum eisini hevur givið Restorffs eina hjálpandi hond, tá brúk var fyri tí her saman við Trónda Paturssyni, listamanni, sum hevur givið nýggja vertshúsinum í Havn lív við sterku litum og glasi sínum. Mynd Jan Müller Sterki reyði liturin setur sin serstaka dám á Mynd Jan Müller Leygardagin var eitt stórt tiltak í gamla kommunuskúlagarð- inum í Havn og í gongugøtuni. Felagið Tórshavn og fim- leikafelagið Ljósið skipaðu fyri móta- framsýning, har handlarnir í mið- býnum sýndu fram nýggjasta vár- og summarmótan TILTAK Orð: Magnus Gunnarsson Myndir: Jens Kristian Vang Í sambandi við at langur leygardagur varð í Havn seinasta leygardag, skipaðu Felagið Tórshavn og fim- leikafelagið Ljósið fyri felags tiltaki í gamla kommunuskúlagarði og í gongugøtuni. Tiltakið byrjaði við at Brandur Enni sang, síðan høvdu handlar- nir í miðbýnum mótafram- sýning við nýggjasta vár- og summarmótanum, har vórðu sýnd fram klæðir til ung og eldri, nýggjasti hár- mótin, make-up, prýðis- lutir, brillur, skógvar o.a. Frásøgumaður varð James Olsen. Ein dansibólkur frá fimleikafelagnum Ljósin- um varð eisini á pallinum. Annars varð nógv annað í miðbýnum leygardagin, so sum loppimarknaður, kafé, skreiðibani, fjarstýrdir bát- ar, fiskidammur, søla av kaffi, køkum, pylsum og øðrum. Kl. 16.00 spældi Havnar Hornorkestur. Handlarnir høvdu opið til kl. 17.00 hendan dagin. Frá Kunningarstovuni verður sagt, at tiltakið eydnaðist sera væl, tá hugsað verður um, at veðurvánirnar ikki vóru so góðar fyri hendan dagin. Hóast tað var nakað av vindi og kalt, vóru nógv fólk í býnum og gjørdu brúk av tilboðunum, sum handlarnir í miðbýnum høvdu. Kaféin kom eisini væl við, nú Kondittaríið er stongt. Væl eydnað tiltak í miðbýnum Hóast tað var kalt leygardag, var tað eingin forðing fyri at sýna undirklæði fram Durita sýnir her nýggjasta brillumótan Tiltakið byrjaði við at Brandur Enni sang C M Y K 19 18