týsdagur 6. mai 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 85 - 6. mai 2003
Nr. 85 - 6. mai 2003
21
Ein ringur
um Paul
Paul McCartney
hevði ikki tíð at
tosa við journal-
istar, tá hann varð í
Keypmannahavn.
Bara tveir sluppu
framat. Ferðin tók
bara átta tímar, og
tímalønin var góð
PAUL MCCARTNEY
Ingi Rasmussen
Vit gjørdu okkara ítarsta.
Men har var onki at gera.
Paul McCartney gav
onga samrøðu ella svar-
aði nøkrum spurningum,
tá hann var á konsertferð
í Keypmannahavn.
Bara tveir journalistar,
ein frá donskum útvarpi
og ein frá donskum
sjónvarpi, sluppu at
práta við Paul McCart-
ney,
upplýsti
Trine
Sandner frá EMI-Music
okkum, eftir at vit í
fleiri dagar høvdu roynt
at funnið onkran veg inn
til sjálvan kongin.
Heilt erligt. Tað var
heldur ikki óvæntað.
Hann man hava svarað
øllum
spurningunum
umaftur og umaftur. Og
tað blívir ikki við at vera
stuttligt.
Tað var heldur ikki langt
ímillum Hello og Good-
bye hjá Paul McCartney í
Danmark. Hann kom
seint seinnapartin fríggj-
adagin, gjørdi ljóðroynd í
Parkini, hevði konsert í
tríggjar tímar og fleyg
síðan beinanvegin heim-
aftur til sín sjálvs í sínum
privata Hawker-flogfari
um midnáttarleiti.
Tilsamans vardi hansara
danmarkarferð
ikki
meira enn átta tímar. Og
lønin var ikki so galin.
Sum skilst fekk hann 15
milliónir krónur. Persón-
liga skuldi hann fáa 10
milliónir burturúr. Ikki
so galið eftir átta tímum.
Tey flestu tóktust at
halda, at hann var verd-
ur hvørja krónu av mill-
um 500 og 650 krónun-
um, sum atgongumerk-
ini kostaðu.
Sir Paul í toppformi í Parkini
Paul McCartney sang,
spældi og undirhelt í
tveir og ein hálvan
tíma út í eitt. Í Park-
ini fríggjakvøldið.
Hann gav fólkum
akkurát tað, tey vildu
hava. Og meira aftur-
at. 36 løg, teirra mill-
um 25 beatles-sangir.
Ríkasti beatlin og
tónleikarin yvirhøvur
var verdur hvørja
krónu. Hann gav alt,
hann hevði í sær.
Tónleik, kærleika og
rúsandi kenslur. Vit
vóru til staðar, tá
lunnar brustu og
Parkin skalv
PAUL MCCARTNEY
Ingi Rasmussen
Við einari endaleysari røð
av heimsins bestu popp-
sangum nakrantíð. Við ein-
um orkestri, sum ikki verð-
ur nógv betri. Og við einari
livandi
legendu,
einari
ímynd, sum gav fólki akk-
urát tað, tey vildu hava. So
kundi tað ikki ganga heilt
galið.
Men at Paul McCartney
sum 60 ára gamal skuldi
sparka
beinini
undan
47.000 fólkum, so takið
mundi flogið av Parkini,
tað hevði eg kortini ikki
roknað við. Sum hann stóð
har á pallinum, í forvask-
aðum
kovboybuksum,
ljósabláum jakka, reyðari
blusu og tiltikna bassinum
frá beatlestíðini, var hann
fullkomiliga í toppformi.
Tað sást og hoydist, at
langa turnéin »Back in the
world«, sum byrjaði í USA,
hevur mýkt honum rødd-
ina, so hon var næstan líka
einaráðandi sum í ungum
døgum. Og tað er eitt
óhoyrt bragd av einum 60
ára gomlum. Sjálvt um
hann er bæði Sir og kongur.
Sang og sigraði
Paul McCartney kom, sang
og sigraði í Keypmanna-
havn fríggjakvøldið. Og lat
meg bara siga sum er: Mær
vantar orð. Tí hvussu kann
nakar billa sær inn, at tað
ber til at ummæla Paul
McCartney. Bara navnið
klingar av onkrum gud-
dómligum. Onkrum ævig-
um sannleika.
Í staðin fyri at gera mær
nakra vón um at meta ella
døma uttanveltað um kon-
sertina við Paul McCart-
ney, so lurtaði eg bara.
Nýtti at vera so priviliger-
aður at sleppa at uppliva tað
saman við næstan hálvt-
hundraðtúsund øðrum beat-
lesfjepparum. Once in a
lifetime.
Tey vóru har í øllum
aldri. Kanska tey flestu
vóru úr 40 árum og upp-
eftir, men eisini vit onnur
vóru væl umboðað, hóast
vit ikki høvdu sæð dagsins
ljós, tá Beatles legði heimin
fyri sínar gyltu føtur. Har
vóru tey vælbjargaðu og
vælklæddu í klædnings-
jakkum. Har vóru tey eitt
sindur meira slitnu, sum
máttu djúpt niður í lumman
eftir dýru atgongumerkj-
unum. Og so øll tey for-
elskaðu pørini í miðjum
aldri, sum mintust aftur á
góðar løtur við einum smíli
og kanska onkrum tári.
Eg skal viðganga, at hár-
ini reistust fleiri ferðir, og
tá McCartney einsamallur
við
gittarinum
spældi
»Blackbird« rivaði tað fyri
mær, hvussu stórt hetta var.
Øll hava sín favoritt, sum
sigur teimum okkurt ser-
ligt. Hjá teimum flestu við
mær, vóru hæddarpunktini
fleiri. Bæði bleytu ballad-
urnar og hørðu rock-klass-
ikararnar fær hann at sita,
sum ongin annar. Men
einsamallur á pallinum var
hann so tætt við, at eg
kundi nortið við hann.
Mintist tey farnu
Alt byrjaði við einum
psykodeliskum
sirkusi.
Myndir á stórskíggjanum
frá Akropolis og India. Í
stóra rúminum sveimaðu
risaballónir, og millum
fólkini og á pallinum dans-
aðu og tustu fólk, ið vóru
ílætin sum fólk í 1700 talin-
um. Í parykkum, síðum
kjólum og parasollum. Síð-
an komu techno-rútmurnar,
og alt varð rættiliga undar-
ligt, meðan vit royndu at
finna okkum til rættis á
gólvinum.
Tá Paul McCartney loks-
ins trein á pallin kl. 20.30
og treiv í Hello Goodbye,
fagnaðu fólk honum so
stórliga, at hann mátti
bakka ein metur fyri lógva-
brestunum
frá
næstan
100.000 hondum.
Vit skundaðu okkum
fram móti kantinum á
brotsteiginum, og hóast vit
vóru nakað uttarlaga í
vinstru síðu, sóu og hoyrdu
vit væl.
Fleiri hæddarpunkt vóru
løgd inn í skránna, og áveg-
is gjøgnum tilsamans 36
løg, harav 25 teirra vóru
beatlessangir, vóru eisini
nakrar rørandi løtur.
Paul McCartney mintist
tey mongu týdningarmiklu
fólkini í hansara lívi, sum
alt ov tíðliga eru farin und-
an honum. »Here Today«
skrivaði hann fyri 22 árum
árum síðan, tá John Lennon
doyði, og sangurin var inni-
liga framførdur í Parkini,
sum gav Lennon eina heils-
an, ið illa kann gerast eftir.
George
Harryson
varð
heiðraður, tá Paul spældi
»Something« á ukulele, eitt
fýrstreingjað ljóðføri, sum
teir plagdu at skemta sær á.
Útsetingin var mergjað og
margháttlig samstundis, og
var tað einasta lagið, sum
McCartney ikki sjálvur átti
á konsertini. Og Linda
McCartney fekk eisini eina
heilsan við vakra kærleiks-
sanginum »My Love«, sum
er skrivaður til hennara.
Meistarligt band
Alt var væl spælt og timað
av bólkinum, sum bakkaði
meistaran so meistarliga
væl upp í Parkini. Rusty
Anderson spældi sum ein
dreymur á gittara og vísti,
at Georg Harryson hevði
eitt sera gott oyra fyri
melodiøsum solospæli. Hin
guitarleikarin, Brian Ray,
sum eisini loysti Paul
McCartney av sum bass-
spælara, tá hann heldur
vildi spæla gittar ella klav-
er, var solidur men meira
anonymur. Paul Wickens á
tangentunum er so góður, at
hann er biðin aftur, tí hann
hevur áður verið í vasi
saman við Paul McCartney.
Og so var tað litfagri
trummuleikarin Abe Labr-
oil Jr. Eitt orkuhav, sum
minti meira um okkara
egna James Olsen enn
Ringo Starr.
Tilsamans kanska tað
besta orkestrið, sum Paul
McCartney nakrantíð hevur
spælt saman við. Og tað
sigur ikki so lítið. Tað besta
var kortini, at teir vóru
trúgvir ímóti gomlu beatl-
unum. Tað ljóðaði sum tað
átti, og bara heilt smáar
broytingar vóru gjørdar
onkra hissini ferð.
Parkin skalv
Tá skráin nærkaðist endan-
um, gjørdist alt eitt stórt
klimaks. Fyrst »Live and
let die« við fýrverki og
bumbum. Síðan »Let it be«
afturvið túsundtals livandi
ljósum. Og at enda »Hey
Jude«, har Sir Paul fekk øll
at syngja við, so Parkin
skalv.
Sir Paul takkaði fyri seg.
Men kom so brestandi inn-
aftur. Tað bleiv bara við.
»The long and winding
road«, »Lady Madonna« og
»I Saw her standing there«.
Og uppaftur meira umaftur.
Tá kom tann størsti av
øllum: »Yesterday!« Sum
segði alt um, at vit í Parkini
livdu í einari farnari tíð,
sum legði so nógv eftir seg.
Men ikki sorgarbundið. Tí
hvør morgun bjóðar ein
nýggjan dag, sum McCart-
ney syngur.
Paul McCartney rundaði
um 23-tíðina av við »Sgt.
Peppers« til hann at enda
lendi við »The end«. Hann
kundi hildið á, men tað
mátti jú fáa ein enda.
The love you gave
Fleiri av løgunum hava
ongantíð áður verið spæld
live. Og tað sást, at Paul
McCartney elskaði at geva
tey frá sær. Hann elskaði at
býta tey við okkum. Ella
sum hann endaði konsert-
ina við at syngja: »But in
the end. The love you take
is equal with the love you
give.«
Hann gav alt, hann hevði
í sær. Tónleik, kærleika og
rúsandi kenslur.
Well, I saw him standing
there...
SANG-SKRÁ
1. Hello Goodbye
2. Jet
3. All My Loving
4. Getting Better
5. Let Me Roll It
6. Lonely Road
7. Your Loving Flame
8. Blackbird
9. Every Night
10. We Can Work It Out
11. Carry That Weight
12. The Fool On the Hill
13. Here Today
14. Something
15. Elenor Rigby
16. Here, There and Everywhere
17. I’ve Just Seen a Face
18. Calico Skies
19. Two of Us
20. Michelle
21. Band on The Run
22. Back In the USSR
23. Maybe I’m Amazed
24. Let’em in
25. My Love
26. She’s Leaving Home
27. Can’t Buy Me Love
28. Birthday
29. Live and Let Die
30. Let it be
31. Hey Jude
EYKALØG
32. The Long and Winding Road
33. Lady Madonna
34. I Saw Her Standing There
EYKA EYKALØG
35. Yesterday
36. Sgt. Peppers Lonely Hearts Club Band / The End
Hetta atgongumerkið kostaði 550 krónur.
Men tað var eisini hvørja krónu vert
60 ára gamli Paul McCartney sparkaði beinini undan 47.000
fólkum, so takið mundi flogið av Parkini.
Mynd: NORDFOTO
C
M
Y
K
21
20