Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 6. mai 2003 23 B68–KÍ 4–4 (1–3) umdystur 1–1 (0–1) brotssparkskapping 4–5: Sannur steypadramatikkur á Svangaskarði B68, sum hevði ligið undir mesta partin av tíðini, hevði í brots- sparkskappingini matchbólt, men teir tóku ikki av, og so vann KÍ, eftir at mál- verjin hjá teimum hevði bjargað LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Um fótbóltsdystir verða lyftir og lættir á vágskálini, har mál og skifti í gongd og spenningi eru mátini, sum uppgerðirnar verða roknað- ar eftir, so taldist uppgerðin millum B68 og KÍ á Svangaskarði leygardagin millum tær bestu. Eftir 90 minuttir – ella rættari eftir 93 minuttir – stóð 4–4. Í umdystinum skoraðu liðini eina ferð í part, og í brotssparkskapp- ingini var tað ikki fyrrenn seks spælarar høvdu roynt seg fyri hvørt liðið, at tað var greitt, at klaksvíkingar verða partur av hálvfinal- uni. Tað var einki at siga til, at toftamenn iðraðu seg. Teir lógu mestu tíðina undir, men kortini høvdu teir at enda avgerðina í sínum hondum. Í síðstu sekundun- um av teimum trimum min- uttunum, sum dómarin hevði lagt afturat, javnaði B68 til 4–4. Alexander Djordjevic royndi at sparka burtur úr KÍ brotsteiginum, men hann rakti ikki nóg væl, og so sigldi bólturin í bleytum boga upp um KÍ málverjan og niður við tvørtrænum. Í umdystinum skoraði innskifti Fríðin Ziskason eitt rimmarmál fyri KÍ. Eft- ir innkast í vinstru og fram- legging frá eisini innskifta Erlingi Fles fekk Fríðin stundir í brotsteiginum at lata bóltin støkka eina ferð í vøllin, áðrenn hann smekk- aði upp í nettakið við nærra stólpan. Men B68 svaraði enn eina ferð aftur. Øssur Hansen og innskifti Øssur Jacobsen áttu uppspælið í í vinstru, og miðverjin Dáni- al Hansen tveitti seg fram- um verjuna og stútaði í málið. So var neyðugt við brots- spørkum. Hóast kuldin var bítandi og lotið rættuliga frískt, so stóðu og sótu áskoðararnir sum á nálum. Ove Nysted, sum var komin seg eftir haldið í rygginum, sendi triðju KÍ royndina í tvørtræið. Allir hinir spælararnir skoraðu, og so hevði Hans Fróði Hansen allar møgu- leikar at avgera B68 til fyri- munar, tá ið hann trein fram at avgreiða fimta og síðsta B68 skotið. Men landsliðs- miðverjin kiksaði. Hann sendi bóltin í tvørtræið, og tá ið Fríðin Ziskason hevði skorað í síðstu royndini fyri KÍ var neyðugt at útseta nátturðan eina løtu afturat. Men ikki so ógvuliga leingi. Karstin Joensen tveitti seg til røttu síðuna og møtti skotinum hjá Øssuri Jacobsen, og Erling Fles sendi afturum Albert Sæv- arson. Eftir hálvan triðja tíma í bítandi kulda var dramat- ikkurin av, og klaksvíkingar á og kring vøllin fegnaðust so nógv, at tað tóktist sum um teir høvdu vunnið í finaluni! Skinklaðu í verju- partinum At ein fótbóltsdystur endar 4–4 boðar frá málsóknum spælarum. Men úrslitið boðar eisini frá, at tað man hava verið so sum so við verjupartinum. Steypadyst- ir, har alt skal avgerast, eru altíð nakað heilt fyri seg. Tí eiga ikki avgjørdar niður- støður at verða gjørdar eftir sovorna uppgerð. Men tá ið fjórðingsfinalan á Svanga- skarði er sodnað, so er heildarmyndin, at tað var ov lætt at gera mál, bæði hjá KÍ, sum mesta partin av tíðini var á odda við einum og tveimum málum, og hjá B68, sum støðugt hevði moral at stríða seg uppí aftur. KÍ hevði bara Eyðun Klakstein á toppinum. Hjalgrím Elttør var á mið- vøllinum saman við fýra øðrum. Hann arbeiddi fyri fleiri, og tað eydnaðist væl hjá honum. KÍ setti eftir eitt korter hol á eftir horna úr høgru. Ove Nysted var hægstur og stútaði bóltin fyri føturnar á Harley Bertholdsen, sum skoraði. Hjalgrím Elttør økti tveir minuttir seinni. Fínt álop í høgru endaði við, at Hjalgrím gjørdist leysur og setti framvið B68 málverjanum. Tá tóktist tað, sum um KÍ skuldi av- gera, men B68 var beinan- vegin við aftur. Ein av evnaríku ungu monnunum, Jóhan Petur Poulsen, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru, varð feldur í brots- teiginum, og Dánial Han- sen var tryggur úr ellivu metrum. Eyðun Klakstein, sum arbeiddi nógv, økti undan steðginum. Hjalgrím Elttør breyt ígjøgnum í høgru og legði innfyri. Kristian Ant- on Andreasen minkaði um munin til 3–2, tá ið ungi álopsmaðurin varð einsa- mallur við KÍ málverjanum og var nóg kaldur, og Hjal- grím Elttør økti til 4–2, tá ið hann var fyrstur á fløtum innleggi úr høgru frá Arn- oldi Joensen. B68 royndi at flyta fólkið fram sum seinna umfarið leið. Men tað var merkis- vert, at Øssur Hansen fyri tað mesta helt seg aftarlaga í vinstru (hann hevði verið góður at roynt seg við skot- um útifrá), og at landsliðs- miðvallararnir Fróði Benja- minsen og Jan Ingi Petersen ikki vóru so eyðsýndir, sum tað kanska kundi roknast við eftir uppgerðirnar ímóti Kasakstan. Tað eydnaðist Jóhan Pet- ur Poulsen at minka um munin til 4–3, og so var tað, at Alexander Djordjevic í evstu løtu gjørdi sjálvmál, og at tað var neyðugt við umdysti og brotssparks- kapping, áðrenn KÍ hevði tryggjað sær pláss í hálv- finaluni. B68: Albert Sævarson – Bogi Petersen, Dánial Han- sen, Hans Fróði Hansen, Øssur Hansen – Kristian Poulsen (Øssur Jacobsen, 68.), Jan Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Jóhan Petur Poulsen – Súni Fríði Johannesen (Mannbjørn Nesá, 79.), Kristian Anton Andreassen (Jan Joensen, 108.) KÍ: Karstin Joensen – Atli Danielsen, Ove Nysted, Al- exander Djordjevic, Símun Joensen – Arnold Joensen (Sámal Eyðfinn Akurs- mørk, 85.) Allan Joensen, Jan Andreasen, Hjalgrím Elttør, Harley Bertholdsen (Fríðin Ziskason, 78.)– Eyðun Klakstein (Erling Fles, 72.) Dysturin í tølum B68–KÍ 4–4 (1–3) umdyst- ur 1–1 (0–1) brotssparks- kapping 4–5 0–1: Harley Bertholdsen 14. 0–2: Hjalgrím Elttør 16. 1–2: Dánial Hansen br 18. 1–3: Eyðun Klakstein 34. 2–3: Kristian Anton Andreasen 54. 2–4: Hjalgrím Elttør 71. 3–4: Jóhan Petur Poulsen 82. 4–4: Sjálvmál 90. 4–5: Fríðin Ziskason 101. 5–5: Dánial Hansen 116. Brotssparkskapping 1–0: Dánial Hansen 1–1: Allan Joensen 2–1: Albert Sævarson 2–2: Jan Andreasen 3–2: Øssur Hansen Ove Nysted á tvørtræið 4–2: Fróði Benjaminsen 4–3: Hjalgrím Elttør Hans Fróði Hansen í tvør- træið 4–4: Fríðin Ziskason Øssur Jacobsen – Karstin Joensen bjargaði 4–5: Erling Fles Kanskak kundu verjuarnar verið meira sannførandi, men dramatikkinum bilti einki, tá B68 og KÍ hittust á Toftum leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen 23 Nr. 85 • týsdagur • 6. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Enn er ikki greitt, um tað verða havnarmenn ella teir í EB/Streymi, sum skulu stríðast við KÍ um hitt plássið í finaluni á ólavsøku LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen GÍ ella NSÍ verða annað liðið í steypafinaluni ólav- søkudag. Tað varð greitt sunnudagin. GÍ sendi eftir brotssparkskapping FS Vágar úr kappingini, og NSÍ var enn eina ferð omaná ímóti HB. NSÍ og GÍ skulu spæla hálvfinalu ímóti hvørjum øðrum. Harvið er greitt, at í hvussu so er eitt av teimum fimm 1. deildarfeløgunum í Eysturoy verður í finaluni. Leygardagin varð greitt, at KÍ verður annar parturin í hini hálvfinaluni. KÍ vann á Svangaskarði ímóti B68. Um KÍ skal spæla ímóti EB/Streymi ella B36 er ikki greitt. Fjórðingsfinalan, sum skuldi havt verið á Eiði, varð útsett til í annað- kvøld. Landnyrðingurin stóð so mikið harður inn á Mølina, at tað var ikki mett vera ráðiligt at spæla fót- bólt har sunnudagin. Taktikkurin burtur Felags fyri allar tríggjar fjórðingsfinalurnar, sum vórðu spældar í Eysturoy í vikuskiftinum, var, at talan var um stóran spenning og rættan steypadramatikk. Vanliga hava steypakapp- ingar altíð verið skornar eftir cup leistinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað í einum og sama dysti hevur verið gjørt av, hvat av tveimum liðum hevur megnað at spælt seg víðari í kappingini. Soleiðis er tað ikki long- ur í kappingini um løg- manssteypið. Av fleiri skilagóðum orsøkum varð fyri nøkrum árum síðani gjørt av, at kappingin skuldi skipast í bólkar. Bólkaum- farið er gagnligt fyri dystarvenjingina, men spurningurin er, um hálvfinalu umfarið ikki átti at havt verið skipað á sama hátt, sum fjórð- ingsfinaluumfarið er tað ella næstan á sama hátt. Í fjórðingsfinaluni er cup skipanin galdandi. Um- framt í finaluni er hetta einasta ferðin, at alt verður avgjørt í einum dysti. Tað borgar fyri undirhaldi, ser- liga um annað liðið skjótt megnar at gera mál. Í hálvfinaluni verður spælt í tveimum umførum. Ofta hevur tað víst seg, at fyrri dysturin í hálvfinaluni er taktiskur soleiðis at skilja, at liðini leggja nógv størri dent á ikki at tapa heldur enn at royna at vinna. Um tær báðu hálv- finalurnar vórðu avgjørdar ein dag, hevði intensitet- urin, sum var í fleiri av fjórðingsfinalunum, iva- leyst verið at sæð aftur. Í fjórðingsfinaluni eiga liðini, sum hava staðið seg best í bólkaumfarinum, heimavøll. Tað er ein góð skipan. Tað ræður um, at onkrar gularøtur eru at renna eftir í bólkaumfarin- um. At tað er ein fyrimunur at eiga heimavøll, vísti NSÍ sunnudagin. GÍ var á heimavølli, tá ið teir spældu seg í hálvfinaluna, og B68 var á heimavølli, tá ið teir taptu fjórðingsfinaluna. Í báðum førum var tað eftir umdyst og brotssparkskapping. Um hálvfinalurnar vórðu avgjørdar ein og sama leik- dag, so hevði tað ivaleyst verið rættast at spælt á uttanveltaðum staði. Í Ong- landi verða hálvfinalurnar í FA Cup kappingini spældar á uttanveltaðum vølli. Tað hevði verið rættuliga undir- haldandi at sæð NSÍ og GÍ spælt eina hálvfinalu í onkrum av hinum bygdun- um í Eysturoy. Steypatraditiónin burtur Tað hevur verið spælt um hetta løgmanssteypið síðani 1999. Higartil hevur KÍ vunnið tað eina ferð, GÍ eina ferð, B36 eina ferð og NSÍ eina ferð. Øll hesi feløgini hava møguleika at vinna steypið aftur í ár. Merkisvert er tað, at HB enn ikki hevur fingið sítt navn í løgmanssteypið, og at teir hava mist møguleik- an at vinna steypið í ár, nú kappingin um hetta steypið verður hálvrunnin. Síðani tað í 1955 varð farið undir steypakapping í Føroyum hevur HB vunnið 25 ferðir. Tað er ongantíð áður komið fyri, at eldra havnarfelagið ikki hevur vunnið steypa- kappingina fimm ár á rað. HB heimasíðan veit at siga, at tað síðani 1984 bara eina ferð er komið fyri, at tað liðið, sum á veg ímóti finaluni hevur vunnið á HB, ikki hevur vunnið finaluna. Tað var í 1994, tá ið B71 vann á HB í hálv- finaluni, men tapti finaluna ímóti KÍ. NSÍ hevur fram- vegis møguleika at stað- festa, at tað er soleiðis, at tann, sum vinnur á metliðn- um í steypakappingini, eis- ini vinnur finaluna. Fjórðingsfinalan ímillum EB/Streym og B36 skuldi eftir ætlan verið leikt á Eiði sunnudagin. Veðurlík- indini vóru tó eingi serlig, og tí avráddu partarnir at útseta dystin. Eftir ætlan skal nýggjur dystur spælast mikukvøldið. -jm Vinstrabeinti leikarin kemur heim í næstum, og fram til august mánað verður tað á Toftum, at hann fer at royna seg FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Ein av leikarunum, sum í fjør fór úr B68, var John Heri Dam. Hann boðaði í fjør frá, at leiðin nú gekk til Danmarkar í útbúgvingar- ørindum. Í Danmark royndi hann eitt skifti at vinna sær pláss á liðnum hjá Hvidovre, men seinastu tíðina hevur hann ístaðin spælt fyri ÍF Føroyar. Tað er tí lítið at ivast í, at venjingarstøðan er góð, og tí man tað kenn- ast kærklomið á Toftum, at John Heri kemur inn aftur, nú hann í tíðarskeiðinum, mai til august verður staddur í Føroyum. Útsettur Eysturoyggin eigur annað plássið í finaluni John Heri aftur í B68 John Heri Dam kemur heim í næstum, og fram til august mánað verður hann partur av liðnum hjá B68 KÍ, GÍ, B36 og NSÍ hava hvør sítt partabræv í nýggja løgmanssteypinum, og enn hava tey øll møguleikan at vinna tað fyri aðru ferð C M Y K 22