týsdagur 6. mai 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 6. mai 2003
25
Talan var um heldur
linligan dyst í Sarpis-
gerði, men spenn-
ingurin um víðari
luttøkuna helæt alla
tíðina nervanum
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Hóast fótbóltslíkindini ikki
vóru av teimum bestu kring
landið, so var tað ikki hetta,
sum bilti í Sarpisgerði
sunnudagin. Eitt lot var
eftir vøllinum, og tað var
nakað ráligt, men tað átti tó
at verið gjørligt, at fingið
ein so toluliga góðan fót-
bóltsdyst burturúr kortini.
Lingligt
Men hetta kom tó als ikki
upp á tal. Snøgt sagt, so var
talan um ein dyst av teim-
um heldur linligu, har
spælið fram eftir vøllinum
ongan tíð gjørdist serliga
skipað, og har tað tí var
sera langt ímillum teir
hendinga málmøguleikar,s
um sum stungu seg upp.
Frá byrjan var tað sjón-
ligt, at fyri báðar var tað úr-
slitið, heldur enn tað vakra
spæli, sum tað ráddi um
hendan dagin. Dentur varð
lagdur á verjuspælið, har
báðir partar vóru sera væl
skipaðir. Ikki minst vága-
menn, sum í Ara Thomas-
sen og Jóhannis Joensen
hava tveir leikarar, sum av-
gjørt teljast millum teir
frægu, tá spælið skal leggj-
ast niðaneftir kantunum,
men sum hinvegin eisini
teljast millum stinnastu
miðverjarnar í landinum.
Var talan um nakað veru-
ligt yvirtak, so mundi tað
vera heimaliðið, sum hevði
hetta. Ofta fingu teir sett
hampuligt av á miðvøllin-
um, soleiðis at spælið varð
spjatt oman eftir síðunum,
men so gekk tað heldur ikki
meira. Sera sjáldan komu
álopini somikið langt, at
talan gjørdist um nakra
vandamikla støðu framman
fyri málinum, og tað er
helst nóg so sigandi, at
størsti
møguleiki
fyri
steðgin kom eftir óneyðugt
bólttap á Vágaverjuni.
Eingi mál
Seinna umfarið var ikki
stórt øðrvísi. Vindurin var
kanska vaksin eitt vet, men
hóast gestirnir høvdu hend-
an undan, so tóktust teir
ikki vilja satsa tað, sum var
neyðugt. Heldur varð vóna,
at Clayton Soares og Bjarni
Prior kundu skapa okkurt
einsamallir, men hóast tað
onkuntíð var upptrekk til
slíkt, so kom ikki nakað
ítøkiligt burturúr. Næstur at
skora var helst Bjarni, tá
hann av miðjuni hevði sæð
málverjan hjá GÍ nakað
langt úti, men skotið fór
framvið málinum.
Hinvegin megnaði GÍ at
skapa eina veruliga yvir-
vág, og seinastu løtuna
kundu teir við eitt sindur av
hepni havt fingið okkurt
málið.
Ikki
minst
tá
Krzystof Poipczynski ta
einu ferðina var komin
mest sum ígjøgnum, áðrenn
hann legði útfrá til Símun
Samuelsen, men skot hans-
ara varð blokkað av verju-
leikara.
Tí varð neyðugt við um-
dysti, og nú gjørdist alt
meira sannlíkt, at brots-
spørk skuldu til. Óttin fyri
at tapa var snøgt sagt størri
enn viljin at vinna, og eftir
120 málleysar minuttir
skuldu venjararnir so velja
teir fimm, skuldu skjóta
brotsspørkini.
Og ikki kann sigast ann-
að enn, at væl varð valt.
Teir fyrstu fim hjá hvørjum
parti sendu allir skotini í
málið, og so var tað ein og
ein. Her misnýttu vága-
menn í fyrstu royndini, tá
málverjin, Jákup Joensen,
sendi beint á Jacek Przyu-
ilski, sum ikki lat seg snýta
til aðra síðuna, og hevði GÍ
dystarbóltin. Hesin varð
latin í hendurnar á blað-
unga Hanus Jacobsen, og
hann var ísakaldur, tá hann
sendi trygt í netið.
Sostatt eru gøtumenn
víðari, og einki er at taka
seg aftur í, at úrslitið var
tað týdningarmesta, sum
hendi í Sarpisgerði hendan
dagin. Spælið í áðrar mátar
var einki at reypa av, men
enn er so nakað av tíð at
betra um hetta, áðrenn tað
av álvara fer at telja hjá lið-
unum í landskappingini.
Dysturin í tølum
GÍ-FSV 6-5 eftir
brotsspørk, 0-0
Dómari: Eiler Rasmussen:
Átti at vera nógv harðari í
revsingini av mongu takl-
ingunum aftanífrá.
Ikki óvæntað eru tað
leikarar úr KÍ, sum
eru bulurin á kvinnu-
landsliðnum, sum um
knappar tveir mán-
aðir skal verja før-
oysku litirnar á
Oyggjaleikunum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinastu Oyggjaleikirnir
vóru teir fyrstu, har kvinnu-
fótbóltur var á skránni, og
ikki kann sigast annað enn,
at føroysku umboðini stóðu
seg væl. Fyri tað allar-
mesta, so var talan um alt
ov veika mótstøðu hjá okk-
ara, og vegurin fram til
finaluna varð mest sum
lagdur oman á stórsigrar.
Sjálv finalan varð tó ein
gysari av teimum stóru,
men við tíggju kvinnum á
vøllinum eydnaðist loksins
hjá okkara at skora avger-
andi málið í 5-4 sigrinum á
Álandi.
Tað verður hetta, sum
ætlanin er at endurtaka á
Guernsey nú í summar, og
fríggjadagin boðaði lands-
liðsvenjarin frá, hvørjar 18
hann ætlar sær at hava við í
hópinum.
Eingin Helga
Ikki óvæntað, so eru tað
greipuvinnararnir úr KÍ,
sum eiga bulin á liðnum.
Ikki færri enn sjey av teimu
km18 eru úr hesum feløg-
um, og tá so tær tríggjar
útisetarnir
eru
lagdar
afturat, gevur hetta átta
leikarar til hini feløgini í
landinum. A vheum hevur
HB tær fýra, meðan GÍ,
B68 og B36 so mugu býtast
um hinar.
Tað, sum kanska er mest
merkisvert við úttøkuni, er
annars, at eingin Helga
Ellingsgaard er í hópinum.
Ivaleyst fremsti føroyski
kvinnuligi leikarin seinnu
árini hevur ikki longur
stundir til fótbóltin, og tó at
landsliðsvenjarin vónaði til
tað seinasta, at hon fór at
gera nakað við venjingina,
so varð hetta tó av ongum.
Hinvegin er einki at ivast
í, at tað aftur í ár er ein
hópur, sum kann koma heilt
langt. Flestu av leikarunum
hava nú royndirnar frá
seinastu Oyggjaleikum, og
afturat teimum eru so fleiri
ungar og evnaríkar gentur
komnar, sum ivaleyst vilja
gera sítt til at fáa spælitíð á
vøllinum.
Komandi tveir mánaðirnir
fara kvinnurnar at venja
eftir skrá, sum er fastløgt av
landsliðsvenjarunu,
Álvi
Hansen. 10 av hesum venj-
ingum eru á skránni, og
seinast í juni mánaði verður
kósin so sett móti Guernsey.
Leikararnir
á
kvinnulandsliðnum
eru
hesar:
Anna Kristian Joensen, GÍ
Heidi Heinesen, GÍ
Randi S. Wardum, HB
Eyðfríð Kristiansen, HB
Kristina D. Simonsen, HB
Halltóra Joensen, HB
Vivian Bjartalíð, KÍ
Annelisa Justesen, KÍ
Una Olsen, KÍ
Bára Skaale, KÍ
Ragna B. Andreasen, KÍ
Malena Josephsen, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Ása Dam á Neystabø, B36
Maibritt Olsen, B68
Sólva Joensen, FV Køben-
havn
Ann Silja á Borg Madsen,
FV København
Eyðvør úr Dímun, Bårse IF
GÍ-FSV 6-5 eftir brotsspørk, 0-0:
Brotsspørk áðrenn málið varð funnið
Kvinnurnar eru klárar
Tað vóru sjáldan ábendingar um nakað mál í Sarpisgerði sunnudagin, og tí gjørdist tað at enda neyðugt við brotsspørkum
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað eru fyrst og fremst meistararnir og steypavinnararnir úr Klaksvík, sum eiga bulin á
landsliðnum
25
24
Nr. 85 - 6. mai 2003
Tað varð eitt øgiligt
drama beint undan at
tað bleiv greitt, at
umdystur mátti til
fyri at avgera lands-
liðsbólkin og harvið
FM-heitið. Somu-
leiðis varð neyðugt
við umdysti í ung-
lingabólkinum
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Undan
seinasta
umfari
býttu tríggir telvarar fyrsta
plássið. Martin Poulsen,
Ólavur Simonsen og før-
oyameistaran frá í fjør,
Hans Kristian Simonsen.
Flóvin Tór Næs var beint í
hølunum við hálvum stigi
færri. Avgerandi hólm-
gongurnar í seinasta um-
fari, vórðu hesar: Ólavur
hevði hvíta fólkið móti
Martini, Hans Kristian
hevði hvítt móti yvirritaða,
meðan Flóvin skuldi royna
seg móti IM Sævar Bjarna-
son.
Framanundan varð mett
av teimum flestu, telvarum
og áskoðarum, at Hans
Kristian
hevði
bestan
møguleika fyri at minst
ognað sær sæti í umdysti.
Hann hevur góðar royndir
av at leika móti Carl Eli -
eitt nú vann hann móti
sama
mótstøðumanni
í
seinasta
og
avgerandi
umfarinum í fjør FM - og
hevði hann eisini hvíta
fólkið. Fáur væntaði at
Flóvin fór at røkka einum
umdysti, tí so skuldi hini
úrslitini fløska seg ómeta-
liga væl, samstundis sum
hann skuldi vinna á Sævar,
sum hevði havt eina góða
kapping.
Martin
hevur
seinastu árini havt gott tak
á Ólavi, men orsakað av at
hann skuldi stýra svarta
herinum, javnvigaði nøkun-
lunda kjansirnar í tí talvin-
um.
Ótrúlig vend
Tá talvini øll vóru komin
inn í triða tíman, høvdu
bæði Ólavur og Hans
Kristian góðar støður, um-
framt materilistiskan yvir-
vág. Flóvin stóð væl verri,
men hevði møguliga okkurt
mótálop í skjáttuni.
Við eitt, og at kalla í
somu stund, hendi óvænt-
aðar og avgerandi hending-
ar í øllum trimum talvun-
um. Til stórt spell fyri
Ólavur, gav hann í enda-
talvinum, við tveimum
meirfinnum, eina finnu
ókeypis til Martin. Martin
takkaði fyri gávuna, og
fekk tryggjað sær javn-
leikin.
Flóvin hevði ørkymlað
íslendaran somikið við
kontraálopi sínum, at ís-
lendarin mátti geva skarvin
yvir. Carl Eli útnyttaði eini
tveir feilir hjá Hans Krist-
iani, sum stutt framan-
undan hevði vinnandi leik,
og vann lættliga endatalvið
við riddara í yvirskoti.
Flóvin býtti sostatt pláss-
ið við Hans Kristian, og
skuldi nú út í umdyst við
Martin og Ólavi.
Martin vísti format
Kviktalvsumdysturin (25
min hvør + 10 sek pr. leik)
bleiv leiktur stutt eftir
seinasta umfar. Ein skipan,
sum ikki áður hevur verið
brúkt. Tað er gott fyri
fyriskiparnir og áskoðarar,
at føroyameistari verður
funnin sama dag sum FM
endar,
men
telvararnir
sjálvir høvdu kanska vilja
sæð, at ein vanligur nær-
talvsumdystur varð telv-
aður, eitt nú í summar, eins
og tað bleiv gjørt í 2000, tá
Flóvin vann FM-heitið.
Men hesar fyritreytir vistu
allir luttakararnir undan
kappingarbyrjan.
Ólavur vildi havt vunnið
FM, vegna betri mótstøðu-
stig í sjálvar FM-kapping-
ini, um hann endaði á
deildum fyrsta plássi í um-
dystinum. Fyrsta talvið
varð millum ein sera upp-
settan Martin og Flóvin,
sum bert tyktist fegin um at
hava fingið hendan møgu-
leika, sum hann á morgni
sama dag als ikki hevði
væntað.
Talvið er við í blaðnum í
dag, og sum tað sæst, leikti
Martin væl, og vann uppi-
borið hetta talv og FM, tá
hann í seinna talvinum eis-
ini vann á Ólavi. Ein lítil
søga
fylgir
við
í
tí
talvinum. Ólavur helt nevn-
liga at hann mátti vinna á
Martini, fyri at kunna hava
nakran møguleika at ognað
sær fyrsta plássið. Men so
var veruleikin ikki. Javn-
leikur móti Martini, og síð-
ani ein sigur á Flóvin, hevði
givið honum FM-heitið!
Tað nærmast syrgiliga er, at
Ólavur hevði í talvinum ein
kláran javnleik, sum hann
væl sá, men ikki helt var
nøktandi...
Norður og Suður
Eyðkent heitið til stóru
80´ara sjónvarpsrøðina um
amerikanska borgarakrígg-
ið. Og í unglingabólkinum
varð tað nevnliga ein norð-
oyingur og ein suðringur,
sum høvdu høvuðssleik-
lutirnar. Rani Baldursson úr
Klaksvík
og
Sjúrður
Thorsteinsson av Tvøroyri
fingu báðir 6,5 stig av 8, og
umdystur mátti tí til fyri at
finna føroyameistaran.
Dysturin bleiv leiktur
samstundis sum tann í
landsliðsbólkinum, og tí
varð eisini stórur hyggjara-
skari til unglingatelvingina.
16 ára gamli Rani Baldurs-
son er eftirhondini ein telv-
ari við nógvum royndum,
eitt nú NM fyri unglingar,
og var hann eisini tætt við
at vinna FM í fjør. Í ár gekk
betur hjá honum, og vann
hann eftir góða telving 1,5
— 0,5 á tí sera drúgva
tvøramanninum, sum vit
uttan iva fara at síggja meir
til. Talentið er eyðsæð hjá
Sjúrða, og so situr hann
eisini niðri við talvborðið at
kalla
alt
talvið!
Ein
eginleiki sum unglingar
yvirhøvur als ikki hava.
Vaksnir telvarar eru ei
heldur heilt ósekir í hasum
førinum...
Talvið hesa vikuna
Martin Poulsen (2259) - Flóvin Tór Næs (2317)
FM-umdystur, 19.04.2003
1.d4 Rif6 2.Rif3 e6 3.Bg5 d5 4.e3 h6 5.Bh4 c5 6.c3
(Varðlig telving av Martin, men hinvegin eisini
sunn) 6...Ric6 7.Ribd2 Be7 8.Bd3 0—0 9.dxc5
Bxc5 10.0—0 Be7 11.Fe2 e5 12.Bxf6 Bxf6 13.e4
dxe4 (Helst hevði d4 verið sunnari. Støðan opnast
nú upp, og Martin fær lítlan fyrimun) 14.Rixe4 Be7
15.Rig3! (Hvítur útnyttar rúmdina á borðinum, við
at seta á e-finnuna, samstundis sum riddarin peikar
á f5,h5 puntarnar og bispurin vendir sær ímóti
konginum) 15...Fc7 16.Rfe1 Re8 17.Fe4 (Gevur
svørtum fleiri veikleikar kring kongin 17...g6
18.Bc4 Kg7 19.Rixe5 (Djarvt, men hinvegin ikki
besti leikur, tá svartur kann svara leikinum aftur við
19...Bg5! og støðan verður óklár) 19...Bd6? (men
nú hevur Martin møguleikan, og hendan tekur hann)
20.Bxf7!
Støðan eftir 20. Bxf7
Rixe5 21.Bxe8 Bf5 22.Rixf5+ gxf5 23.Fa4 Fe7
24.Bh5 f4 25.Rad1 Rf8 26.Rxe5? (Óneyðugt, men
Martin ætlaði sær at fáa bispin við næsta leikinum,
men so varð ikki. Tó hevur hvítur enn greiðan
fyrimun við meirfinnum. Báðir vóru í hesu løtu í
tíðarneyð) 26...Fxe5 27.Fd7+ Be7 28.Fxb7 (Nú
kundi svartur lagt kongin, men hann treiskast
sjálvsagt í hesum týðandi umdysti. Ein kann jú ikki
vinna nakað talv við at gevast) 28...Rd8 29.Ff3
Rxd1+ 30.Fxd1 Bc5 31.Bf3 Fe6 32.a3 a5 33.Fe2
Ff5 34.h3 (Nú verður so ikki mát í botninum...)
34...a4 35.Fe4 Ff6 36.Fxa4 Bb6 37.Fd7+ Kf8
38.a4 Fe5 39.Fc8+ Kg7 40.Fb7+ Bc7 41.Fe4 og
tíðin hjá Flóvini gekk undan í hesari kortini
vónleysari støðu 1—0
Tá Martin bleiv
føroyameistari
Spenningurin var í hæddini,
tá Martin Poulsen um
páskirnar gjørdist nýggjur
føroyameistari í talvi.
Umdystir móti tveimum
øðrum telvarum máttu til,
áðrenn heitið varð veruleiki
C
M
Y
K
24