Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 6. mai 2003 27 Hóast FCK enn eina ferð meiri enn hálv- snávaði, so gjørdi Todi Jónsson við ein- um máli og sannfør- andi avriki teimum til skammar, sum í sein- astuni hava róð upp- undir, at føroyski spælarin einki hevur lagt í at vísa sínar dygdir í FCK ÚTISETAR Jóannes Hansen Jón Rói Jaocbsen var ikki á Brøndby liðnum, sum leyg- ardagin megnaði at vinna 2–1 í Esbjerg. Michael Laudrup er framvegis sera væl nøgdur við tað, sum Jón Rói hevur víst. Men verjuspælarin var so óhepp- in at koyggja fótin, tá ið hann var í Føroyum og spældi ímóti Kasakstan. Tað darvar honum eitt sind- ur. FCK meiri enn hálvkiks- aði sunnudagin. Teir høvdu vitjan av grannunum úr AB. Gestirnir løgdu seg framum 1–0. Málskjútti var egypt- iski Mohamed Zidan, sum gjørdi sær dælt at kiksi í heimaverjuni. AB hevði rimmar møguleika at økja um leiðsluna, men Jesper Sørensen misnýtti brots- spark. Tað stóð illa til hjá FCK, sum trýsti, og tað var ikki fyrrenn tað bara restaðu tveir minuttir, at teir megn- aðu at javna. Málskjútti var Todi Jónsson. Hóast FCK misti tvey stig, so var talan um stóran sigur fyri Toda. Síðstu vikurnar hevur Todi fingið lítið rós í donsku pressuni. Tá ið Tipsblaðið í næstsíðstu viku royndi at finna orsøkir til vánaligu gongdina í FCK, vístu teir m. a. á, at teir hildu Todi ikki vísti nakran íblástur. Sunnudagin var Todi millum teir fyrstu ellivu. Hann var í álopinum saman við Jörgen Pettersson. Tað hevði við sær, at hann helt Peter Møller, sum eina løtu mikukvøldið var partur av danska landsliðnum, á beinkinum. Todi var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Hann var ágangandi og væl upplagd- ur, og stutt fyri leiklok skoraði hann eftir horna- sparksinnlegg. Harvið var maðurin, sum leiðslan í felagnum í vetur og í vár hevur viljað hildið so langt frá teimum fyrstu ellivu, sum tað bar til, aftur í mið- deplinum, tá ið tíðindafólk- ini eftir dystarenda vildu finna serligu søgurnar. – Tað hevði kanska verið freistandi at lúta við høvd- inum og at geva skarvin yvir, tá ið eg í februar fekk boðini um, at eg ikki skuldi við á venjingarlegu í Suðurafriku, og tá ið eg ikki var partur av liðnum í venjingardystunum. Men eg valdi eina aðra loysn. Tað ráddi um at halda høvdið høgt og stríðast, eisini fyri viðhaldsfólkini, sum hava havt so stóran týdning fyri meg. Undir venjing havi eg so at siga strítt afturpartin úr buksun- um, og sjálvandi eri eg fegin um, at tað nú gekk væl, sigur Todi Jónsson. Hurðin er á gloppi Hóast tað hevur verið kalt millum FCK og serliga ítróttarstjóran Niels Christ- ian Holmstrøm og Toda Jónsson síðani tað í februar var greitt, at teir ikki kundu semjast um treytirnar fyri framhaldandi samstarvi, so vil Todi ikki heilt nokta fyri, at hann kanska fer at halda fram í felagnum: – Í fótbólti eru tveir mánaðir long tíð. Eg vil ikki útiloka, at tað kanska fer at spyrjast ein nýggjur sáttmáli millum FCK og meg. Eg havi ongantíð fjalt yvir, at mær hevur dámað sera væl í felagnum, men tað er eingin loyna, at eg segði nei takk til treytirnar, sum teir bjóðaðu mær fyri framhaldandi samstarvi. Men tað hava ongar sam- ráðingar verið síðani í februar millum FCK og meg, sigur Todi Jónsson. Hann er ikki bangin fyri at gerast arbeiðsleysur: – Eg kann skriva undir sáttmála í morgin, um tað skal vera. Eg havi fleiri áhugaverd tilboð frá øðrum feløgum í Danmark og aðra staðni frá í Skandinavia, sigur Todi. Tað kann tykjast sum um, at hann spælir høgt spæl við at bíða og halda allar dyr opnar. Tað hevur ikki gingið nakað serligt, men nú hevur treisknið og áræðið, sum áður hevur borið talentið so langt fram, aftur bent fót- bóltsleiðini á rætta kós. Meistarastríð FCK hevur verið oddalið í superliguni fimtan tey síðstu umførini. Við 2–1 sigirnum í Esbjerg leygar- dagin vann Brøndby seg upp á fremsta plássið, og tá ið FCK bara megnaði javn- leik ímóti AB, varð Brønd- by oddalið eftir 26. um- farið. Í vár hevur Brøndby vunnið átjan av 24 stigum, meðan FCK bara hevur fingið níggju stig. Tað boðar frá, hvat av teimum báðum oddaliðunum er á aldukambinum, og hvat av liðunum er í dalinum. Næsta vikuskifti verður aftur sera spennandi. Leyg- ardagin fer FCK at spæla í Farum. Tann dysturin verður vístur á TV3+ rásini. Einki man vera at ivast í, at Todi Jónsson verður mill- um teir fyrstu ellivu hjá FCK. Men kappingin um plássið verður størri, enn hon var sunnudagin, tí nú er Zuma ikki leikbannaður longur. Sunnudagin fer Brøndby at spæla á heimavølli ímóti AGF. Hóast Brøndby er oddalið, og AGF er á niður- flytingarplássi, so verður tað mett, at uppgávan hjá Brøndby verður ivaleysa stór, nú AGF tykist hava fingið nýggjan íblástur í stríðnum at varðveita plássið í bestu deildini. Brøndby og FCK eiga ein dyst á. Hann verður á Brøndby stadion, og tað kann væl fara at vísa seg, at hann verður alt avgerandi fyri, hvat at føroysku úti- seta feløgunum fer at vinna meistaraskapin. Síðstu løtuna misti føroyska liðið í Noregi 2–0 leiðsl- una, sum vendist til javnleik og harvið støðu langt frá toppinum NOREG Jóannes Hansen Tað gongur einki serligt hjá Molde. Eftir skaðan í fingrinum undir venjing við landsliðnum mána- dagin í síðstu viku kundi ikki roknast við, at Jákup Mikkelsen fór at vera á liðnum. Tað var hann heldur ikki, men hann var á beinkinum, tá ið Lyn vitjaði í Molde. Tað tóktist leingi, sum um at Molde skuldi vinna fyri aðru ferð í ár. Fyrstu tíggju minuttir- nar av seinna umfarin- umskoraðu teir tvey mál, men so mundu teir kenna seg ov tryggar. Gestirnir skoraðu í 75. og 82. minutti – fyrra málið var stút eftir frísparksinnlegg og tað seinna langskot frá 17 ára gomlum debutanti – og so var lagið ikki gott í Molde. Undan kappingarbyrj- an varð Molde mett sum besta boðið upp á hóttan móti Rosenborg, men tað sær svart út nú. Ros- enborg var á heimavølli ímóti uppflytaraliðnum úr Aalesund. Heimaliðið var ikki serliga sann- førandi, men teir vístu dygdirnar, sum góð lið ofta vísa. Hóast tey ikki spæla væl, so vinna tey. Rosenborg vann 1–0 og hevur nú vunnið fýra ferðir á rað. Undanfarnu árini hev- ur tað ofta verið eitt sindur striltið hjá ellivu falda meistaraliðnum í fyrstu umførunum, men soleiðis er tað ikki hesa ferð. Teir hava vunnið alt, og tað er sera torført at ímynda sær annað meistaralið enn Rosen- borg. Sogndal megnar fram- vegis at hanga uppií topppinum, men hesa ferð fingu teir ikki fult. Teir vóru á útivølli ímóti Vålerenga, og har var rættuliga undirhaldandi. Úrslitið var 3–3. Odd Grenland var norðuri í Tromsø. Odd málverjin eitur Erik Holten. Hann stórspældi og vísti harvið, hví hann er landsliðsmálverji. Heimaliðið hevði fleiri góðar møguleikar, men landsliðsmálverjin bjargaði øllum. Odd skoraði tvey mál og fekk harvið trý týdningar- mikil stig. Hjá Lillestrøm gongur tað, soleiðis sum tað gjørdi størsta partin av kappingarárinum í fjør. Í staðin fyri at vera við í oddastríðnum, so mugu teir hyggja niður eftir. Hesa ferð vóru teir í Bergen og spældu ímóti Bryne, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar at vinna 3–1. Stabæk og Bodø/ Glimt spældu málleysan javnleik. Molde snávaði enn eina ferð Todi styrkti sína støðu Todi Jónsson var á vøllinum samfullar 90 minuttir, og stutt undan leikloki kvittaði hann við útjavnandi málinum hjá FCK 27 26 Nr. 85 - 6. mai 2003 Heimaliðið var meiri avgjørt í nærdystun- um og vísti størri kvikleika í spælinum, tá ið NSÍ annað árið á rað gjørdi av við HB í steypakappingini LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen HB er ikki partur av steypa- kappingini í hálvfinaluni. Kanska er hetta ikki rætti høvuðssetningurin at leggja fyri við. Heldur skuldi tað havt verið, at NSÍ fram- vegis hevur møguleika at endurvinna tað, sum teir vunnu ólavsøkudag í fjør. Men tá ið felagið, sum hevur vunnið 25 av teimum 46 finalunum, ið higartil eru spældar, fellur so tíð- liga sum í fjórðings- finaluni, so er tað í tíð- indahøpi ein stórhending. Men uttan mun til hvussu vit venda og snara hesum, so er tað ein veruleiki, at NSÍ enn eina ferð steðgaði HB í steypakappingini. Líkindini vóru einki at rópa hurrá fyri við Løkin. Umstøðurnar at vísa rættu- ligt fótbóltsspæl vóru vána- ligar, og ivaleyst eru tey fleiri, sum kundu ynskt sær, at uppgerðin varð útsett til eitt kvøld í hesi vikuni, tá ið veðrið verður betri. Men spurningurin er, um tað yvirhøvur hevði borið til at fingið polerað fótbóltsspæl burturúr í knald eller fald uppgerð, har so nógv stend- ur upp á spæl. Í sovornum dystum er tað oftast meiri stríðsviljin, sum ber sigurin við sær, heldur enn fótbóltsspælið, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Trýstu ov lítið HB hevði fríska lotið undan fyrra umfarið. Tað átti at havt møguleikar við sær at leggja heimaliðið undir stórt trýst á økinum framm- an fyri málið hjá Jens Martini Knudsen, men tað tóktist, sum um gestirnir hveptu seg eitt sindur við. Teir fluttu ikki fólkið í nóg stóran mun fram á vøllin, soleiðis at verjuspælararnir hjá NSÍ kundu koma undir tað trýstið, sum ofta ber við sær, at mistøk verða gjørd, sum tað ber til at sekta. At nýggja NSÍ miðverjan kann gera mistøk sást væl, tá ið fyrra umfarið var um at vera hálvrunnið. Óli Hansen, sum saman við Messias Perreira stríddist væl í miðverjuni, misti bóltin, og teir báðir HB álopsspælararnir, Andrew av Fløtum og Karsten From struku avstað. Karsten gjørdist púra leysur, og Jens Martin hevði ongan møgu- leika. Leiðslumálið var ov tepurt at dúva upp á, og tað lá í kortunum, at HB noyddist at gera eitt mál afturat, um teir skuldu leggja størsta dentin á verjupartin eftir steðgin. Men HB hevði trupulleikar at seta seg á spælið, og tað kom sum køld pøs av vatnið – í øllum regninum! – tá ið tað dygst undan hvíldini eydnaðist NSÍ at javna. Eftir uppspæl í vinstru sendi Jónstein Petersen flatt innfyri, bólturin fór framvið verjuni og yvir til Gert Langgaard, sum fekk frið at temja og snara sær á, áðrenn hann sendi í málið, og so vóru tað teir í NSÍ, sum fóru at heita seg við sinniliga yvirskotinum. Stríðsviljin avgerandi Heilt tíðliga í seinna um farinum legði NSÍ seg framum. Málið var heppið, og í sovornum støðum kost- ar tað mótstøðumonnunum eyka nógv at fáa heppin mál ímóti sær. Bárður Johannesen royndi at boksa burtur, eftir at bólturin var komin innfyri, men ólukkutíð fyri hann og HB, so rakti bólturin í nakkan á Jan C. Dam og fór í málið. HB royndi at gera sítt fyri at koma afturíaftur, men teir høvdu ikki tyngdina og viljan, sum skuldi til. Teir á heimaliðnum vóru grammir og avgjørdari í nógvu nær- dystunum, og tað hevði við sær, at teir høvdu bóltin meiri, og at teir høvdu fleiri møguleikar enn gestirnir. Fyri HB, sum undan hes- um kappingarárinum misti flestu av royndu verjuspæl- arunum, var tað dyggur smeitur, tá ið Jan C. Dam, eftir at NSÍ var komið framum, noyddist at fara skaddur av vøllinum. Tað noyddist hann eftir sam- anstoyt við mótstøðumann. Ungi Rani D. Christiansen, sum hevur fín fótbóltsevni, men sum tvey tey undan- farnu árini hevur verið nógv skaddur, varð settur í miðverjuna. Talan var um rættuligan Uriaspost hjá so ungum og óroyndum spæl- ara, men eftir umstøðunum stóð Rani seg væl. Hóast NSÍ yvirvágini, so varð intensiteturin varð- veittur, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá royndi miðvallarin í vinstru, Jón- stein Petersen, seg við skoti úr tredivu metrum. Bárður Johannesen var eitt sindur uttarlaga staddur í brots- teiginum, og bólturin sigldi undan vindinum og yvir høvdinum á málverjanum. Fagnaðurin í NSÍ leguni var stórur. Tað var ikki so undarligt, og tað var heldur ikki so undarligt, at teir í HB lútaðu við høvdinum. NSÍ–HB 1–3 (1–1) 0–1: Karsten From 1–1: Gert Langgaard 2–1: sjálvmál 3–1: Jónstein Petersen NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard, Ian Højgaard, Kári Hansen, Jónstein Petersen – Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen HB: Bárður Johannesen – Hallur Danielsen, Jan C. Dam, Eli Thorsteinsson, Janus M. Joensen – Tór–Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, Rógvi Jacobsen – Andrew av Fløtum, Karsten From NSÍ–HB 1–3 (1–1): NSÍ stríddi seg í hálvfinaluna Tað kemur illa við hjá HB, at royndi verjuleikarin verð- ur burtur frá kom- andi seks vikurnar SKAÐI Jákup Mørk Frá nógvum síðum varð undan kappingarárinum mett, at verjuparturin skuldi gerast veikasta punktið hjá verjandi føroyameistarunum úr HB. Steypakappingin hevur tó ikki treytaleyst váttað hesar gitingar. Tvørtur ímóti hevur ein partvíst nýggj verja, við Jan Dam sum roynda stýrimanninum verið sera sannførandi til tíðir. Kendist ikki rætt Tí man tað eisini koma meira enn illa við, at veteranurin nú er skadd- ur. Í dystinum móti NSÍ var Jan somikið óhepp- in, at bróta stórutánna. - Eg fór niður í ein bólt, sum mann so ofta ger, men tá eg reisti meg aftur, kendi eg, at alt var ikki rætt. Har var ikki annað at gera enn at verða skiftur úr, og á skaðastovuni varð brotið staðfest, sigur Jan Dam, sum sjálvandi harmast skaðan. - Tað merkir í øllum førum, at eg eri úti til einaferð í juni mánaði, men koritni haldi eg ikki, at vit skulu vera so øgiliga svartskygd. Vit hava allíkavæl tveir sera góðir miðverjar í Eli Thorsteinsson og Martin Christiansen (skaddur í løtuni, blðm.), og so fer Símun Eliansen eisini at koma heim nakað skjótt, so eg haldi ikki, at vit hava orsøk at stúra fyri nøkrum, heldur Jan. Tað er tó einki at ivast í, at flestu viðhaldsfólk- ini í felagnum tó munnu vera nakað meira svart- skygd enn skaddi leik- arin sjálvur er. Tað er nevnliga ikki bert leikarin, Jan Dam, sum við hesum verður tvung- in til ein steðg. Eins nógv man tað vera leið- arin, Jan Dam, sum av sonnum hevur verið bindiliðið í defensiva partinum av spælinum hjá HB í ár. Hansara royndir er tað so eingin annar á liðnum, sum hevur. Jan úti í seks vikur Tað var fyrst og fremst stríðsviljin, sum var á muni, tá NSÍ sendi HB úr steypakappingini sunnudagin HB noyðist komandi seks vikurnar at vera Jan Dam fyriuttan, og spurningurin tykist í løtuni vera, hvørt hann verður spæliførur hesumegin summarsteðgin C M Y K 26