týsdagur 6. mai 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 6. mai 2003
29
Kvinnumanningin á
Jarnbardi datt í evstu
løtu úr A-bólkinum,
men í seinasta
róðrinum vunnu tær
tryggan sigur í B-
bólkinum
Kappróður
Jákup Mørk
Hetta vikuskiftið hevur
HM-kappingin í gig-róðri
verið á Scilly oyggjunum.
Ein kapping, har føroyingar
við misjøvnum úrslitum
hava tikið lut seinnu árini.
Avgjørt besta úrslitið áttu
kvinnurnar á Jarnbardi, tá
tær fyri trimum árum síðani
gjørdust nummar fimm.
Mistu í evstu løtu
Tí vóru vónirnar ikki heilt
ongar undan kappingini
hesaferð. Og leingi sá eisini
út
til,
at
føroysku
kvinnurnar í øllum førum
skuldu
kappast
ímóti
teimum allarbestu.
Róðrarnir í kappingini
eru skipaðir soleiðis, at
fyrst rógva allir bátarnir
saman, fyri at finna so
nøkunlunda útav, hvussu
styrkislutfallið er. Undir
slíkum róðr við nógvum
bátum
eru
tó
nógvir
smálutir, sum kunnu ávirka
plaseringina, og tí verða
eftirfylgjandi tveir róðrar,
har ávíkavist bestu og
veikastu bátarnir í ymsu
bólkunum flyta upp og
niður.
Allan leygardagin – tveir
róðrar – vóru tær av
Jarnbardi í A-bólkinum, og
tí skuldu tær bert halda seg
av botnsessunum í fyrsta
róðrinum
sunnudagin,
áðrenn finalan sjálv stóð á
skránni, men hetta gekk
ikki. Sum skilst, so gekk alt
annars á leið soleiðis, sum
tað skuldi gera, men tær
fingu bara ikki bátin at
ganga nóg væl, og máttu tí
taka til takkar við einum
plássi í B-bólkinum undan
seinasta róðrinum.
Men her var so eingin
bøn.
Ivaleyst
høvdu
føroysku
jarnkvinnurnar
nakað at vísa í seinasta
róðrinum. Og fyri at siga
tað spakuligt, so hølvaðu
tær alt av. Einar 6-7
bátslongdir vóru aftur til
næsta bátin.
Hetta var sjálvandi at
fegnast um hjá teimum,
men kortini skerst ikki
burtur, at tær heldur vildi
havt
pláss
í
sterkasta
bólkinum Avrikið í seinasta
róðrinum sýndi eisini, at
tað mundi vera her, at tær
áttu heima, men eins og í
2002, so gjørdist tað ikki til
meira enn ein B-sigur.
Væntandi javnvág
Annars verður sagt av
Scilly, at veðrið hesaferð
ikki var heilt so gott, sum
tað vanliga hevur verið.
Rógvingin gekk fyri seg í
sjask-veðrið, og tó at
føroysku kvinnurnar eru
vanar við slíkt, so kom
hetta illa við.
Í gig-róðri er tað nevnliga
í nógv størri mun ein
spurningur um at hava
javnvág í bátinum. Ein
javnvág, sum er nógv verri
at halda, um tað samstundis
rullar nakað. Her eru fleiri
av mótstøðumanningunum
nakað væl betri vandar við
hetta
bátaslagið
enn
okkara.
Júst hetta við javnvágini
gav
annars
nakað
av
trupulleikum,
tá
rógvararnir av fyrstan tíð
skuldu venja seg við bátin.
Við føroysku bátunum er
tað
vanliga
so,
at
rógvararnir verða settir eftir
styrki, soleiðis at báturin
fær røttu javnvágina. Hetta
varð so eisini gjørt á Scilly,
men har bar einki til.
Báturin gekk als ikki, sum
hann skuldi, men dróg alla
tíðina til annað borðið. Tað
vísti
seg
seinni,
at
trupulleikin var vektbýtið í
bátinum. Við at halda somu
sessir, sum tær hava gjørt í
Føroyum, varð vektin á
manningini
samstundis
skotin yvir í annað borðið,
og var tað hetta, sum fekk
skeivu gonguna á bátin.
Hetta varð tó rættað undan
róðrunum, men heldur ikki
tað var so nóg mikið at
tryggja
sessin
í
A-
bólkinum.
Saman
umtikið,
so
munnu
føroysku
kvinnurnar tó hava alla
orsøk at bera høvdið høgt.
Við sannførandi avrikinum
í seinasta róðrinum sýndu
tær í øllum førum, at tær
vóru ov sterkar til B-bólkin,
og so er bert eftir at tryggja
sær enn eina luttøku til
kappingina. Hetta verður í
øllum førum tað, sum
kappast skal um hetta fram
til ólavsøku.
Kvinnuliðið hjá
Havnar Fimleikafelag
gjørdist nummar í
DM-kappingini um
vikuskiftið
FIMLEIKUR
Jákup Mørk
Við at vinna føroysku stór-
kappingina herfyri, tryggj-
aðu kvinnurnar hjá Havnar
Fimleikafelag sær rættin at
vera vitjandi gestalið, tá
DM-kappingin í amboðs-
fimleiki varð hildin um
vikuskiftið.
Í fjør eydnaðist gentun-
um úr Havn at vinna hesa
kappingina, og tó at tað
ikki gekst heilt so væl
hesaferð, so er einki at taka
seg aftur í, at tær kunnu
vera væl nøgdar við avrik-
ið.
Endaliga
úrslitið
hjá
linum gjørdist eitt fjórða
pláss, eftir at tær annars
gjørdust nummar trý í fríu
seriuni. Sum skilst á lagn-
um, so vóru onkur smáveg-
is lýti í framførsluni hjá
liðnum, men samlaða stiga-
tali var tó nakað væl hægri,
enn tað var í stórkappingini
herfyri, og eitt pláss millum
fýra tey bestu í ríkinum
man heldur ikki vera heilt
at forkasta.
Kvinnurnar hjá Havnar
Fimleikafelag komu aftur
til Føroya mánadagin, og
varð tá skipað fyri móttøku
í Hølini á Stórheyggi.
Andrew av Fløtum
HB
7
Clayton Soares
FSV
6
Carsten From
HB
6
Magni á Lakjuni
EB/S
5
Hjalgrím Elttør
KÍ
5
Julian Johnsson
B36
4
Sorin Anghel
EB/S
4
Krzystof Popczynski
GÍ
4
Jónstein Petersen
NSÍ
4
Sonni L. Petersen
NSÍ
4
Jákup á Borg
B36
3
John Petersen
B36
3
Fróði Benjaminsen
B68
3
Súni Fríði Johansen
B68
3
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
3
Marek Wierzbicki
EB/S
3
Bjarni Prior
FSV
3
Eyðun Klakstein
KÍ
3
Helgi L. Petersen
NSÍ
3
Óli Hansen
NSÍ
3
Palli Augustinussen
VB
3
Dánjal Hansen
B68
2
Johan Petur Poulsen
B68
2
Kristian Anton Andreasen B68
2
Jens Erik Rasmussen
FSV
2
Kim Poulsen
FSV
2
Zdislaw Janik
GÍ
2
Erling Fles
KÍ
2
Ove Nysted
KÍ
2
Hanus Thorleifsson
Skála
2
Birgir Jørgensen
VB
2
Predrag Zivkovic
VB
2
Vórðu best av teimum næstbestu
Longu eftir fyrsta róðurin vóru føroysku jarnkvinnurnar í A-bólkinum, men tær mistu í evstu løtu, og máttu tí taka til takkar við
sigri í B-bólkinum
Fingu fjórða pláss
Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag endaðu sum nummar fýra, tá kappast varð um DM í
amboðsfimleiki
Málskjúttar,
løgmanssteypið
29
28
Nr. 85 - 6. mai 2003
C
M
Y
K
28