Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 VRUMM! VRUMM! VRUMM! Á landsvegnum strúka bilarnir aftur og fram. Per- sónbilar, bussar og lastbilar drøna framvið, so at skervur og asfalt fúka frá dekkun- um. Hvønn einasta minutt koyra næstan tveir bilar eftir landsvegnum millum Kollafjørð og Hósvík. Í ferðini eru tað helst tey fægstu sum geva sær stór- vegis far um tann appelsin- gula bygningin, omanfyri landsvegin, skamt norðan- fyri Kjalnestanga. Eita ikki Landsfjós! Hetta er Maskinmiðstøðin hjá Landsverksfrøðingin- um. Millum manna betri kend sum Landsfjósið. Eitt navn, sum starvsfólkini kortini ikki vilja kennast við.Tá ið Sosialurin ringdi og spurdi um tað var Lands- fjósið var svarið stutt og greitt »nei!«, og so varð hornið lagt á. Aðru ferð – tá ið vit spurdu eftir Maskinmið- støðini – riggaði betri. – Her á staðnum er tað at bannast, um tú kallar okk- um fyri Landsfjós. Ið hvussu so er millum teir eldru mennirnar, smílist leiðarin á Maskinmiðstøð- ini, Niels Juul Kristiansen, tá ið hann tekur ímóti okk- um á skrivstovu síni. Minni virksemi Flestøll akfør og flestar maskinur hjá Landsverk- frøðinginum koma á Maskinmiðstøðina. Eisini persónbilar og vøruvognar eins og aldu- og streymmát- arar hjá stovninum. Men kreppan hevur sett síni spor. Tá vega- og tunn- Lívæðrin í veg ALMENT STARV. Á Maskinmiðstøðini norðanfyri Kollafjørð arbeiða einir 20 mans við at umvæla og viðlíkahalda maskinparkina hjá Landsverkfrøðinginum. ilsgerðin steðgaði fyrst í 90- unum rakti tað eisini Maskinmiðstøðina. – Tá ið eg byrjaði her fyri átta árum síðani vóru vit 32 mans. Nú eru vit bert stívliga 20, sigur Niels Juul Kristiansen. Einki stress Hendan dagin var ið hvussu so er ógvuliga friðaligt á verkstaðnum. Menn tóku sær góðar stundir at práta. Aðrir støðgaðu á og ballaðu sær eina sigarett meðan teir lýddu á samrøðuna. Einki stress. Friðsælan kann tó eisini hava eina nattúrligu forklár- ing, tí virksemið hjá Lands- fjósinum liggur lutvíst utt- anfyri sjálvan verkstaðin. Brotnar ein asfalttrumla í Funningi ella ein kavaplógv í Skopun, verða smiðirnir nevniliga boðsendir beinan- vegin. Landsfjósið ambætar øllum maskinum í Norðaru helvt av Eysturoynni, í Streymoynni, Vágum og Sandoynni. Hini økini í landinum hava sínar egnu økisverkstaðir. Fløktar umvælingar Í teirri stóru verkstaðarhøl- lini – hjartanum í Lands- fjósinum – standa einar 10 maskinur. Her stendur ein nýmálað og nýsandblást gravkúgv. Ein gamal og slit- in lastbilur treingir til eina bøtandi hond. Og í hinum endanum á høllinum verður arbeitt uppá eitt ljósaggre- gat, sum stendur inni í eini stórari bingju. Við ein hvørvistein stend- ur ungi Gunnfríður Dahl- Olsen og brýnir ein meitil. – Hugurin hevur altíð ver- ið til at skrúva, sigur Gunn- fríður, sum er í ferð við at skifta turbinuna á eini grav- kúgv. Hann er lærlingur og honum dámar væl hjá tí almenna. – Tað góða við hesum ar- beiðinum er, at tú sleppur at gera nógvar fløktar rep- aratiónir. Á einum bilverk- staði snýr tað seg bara um útstoyt, oljuskift og stoyt- doyvarar. Lærlingalønin hjá Gunn- fríði er 1.400 krónur um vikuna. Ei dáni í, at hann kundi hugsa sær tað væl- løntu yvirtíðina, sum møgu- leikar eru fyri hjá tí privata. – Her liggur arbeiðstíðin millum klokkan 8 og 5, slær tann ungi lærlingurin fast, meðan neistarnir fúka um oyrini á honum. Drama á hávetri Tað er ikki minst á hávetri, at boð eru eftir teimum á Maskinmiðstøðini. Tá ið kavastormarnir herja er umráðandi, at maskinurnar fáa grivið mill- um bygda. Brotnar ein maskina ella skal slitstálið skiftast á eini kavaskuffu, eru snarboð eftir smiðun- um. – Hetta er tann mest dramatiska tíðin í okkara arbeiði, sigur leiðarin á Maskinmiðstøðini. Niels Juul Kristiansen ivast stórliga í, um tænastan hevði verið eins góð um verkstaðurin var á privatum hondum. Ein privat fyritøka noyðist at hugsa um pen- ingaliga vinningin, og tí hevði vandi verið fyri, at almennar uppgávur – so sum kavarudding – máttu víkt fyri øðrum meira løn- andi uppgávum. – Mann kann spyrja seg sjálvan, hvat ið hevði hent um t.d. tvær ella tríggjar maskinur brotnaðu. Hevði ein privatur verkstaður so vilja átikið sær ta almennu uppgávuna fram um t.d. eitt trolspæl. Uppiløgudagar eru sum kunnugt dýrir, sigur Niels Juul, og rør harvið fram undir, at eitt privat Landsfjós hevði umhugsa støðuna væl og virðiliga áðrenn tað avsegði ein privata kunda. 20.000 eykalutir Inni á eykalutagoymsluni situr Hergi Hádal. Einaferð var Hergi pensioneraður. Men bara í eina viku. So vóru boð eftir honum um at koma aftur í Landsfjósið at røkja starvið sum leiðari á eykaluta- goymsluni eina tíð afturat. Hann er 69 ára gamal. Á eykalutagoymsluni liggja okkurt um 20.000 eykalutir, sum Hergi og teir skjótt finna fram til við at trýsta á nakrar knøttar á telduni. Men tá ið maskin- urnar brotna á landvegnum er mangan neyðugt at ringja uttanlands eftir serligum eykalutum. Høvuðsleverandørur er Caterpillar, sum hevur høv- uðsstøð í Belgia. Vanliga ganga 14 dagar til eykalut- irnir eru frammi í Føroyum. Hevur tað bráskund kunnu eykalutirnir vera frammi eftir einum samdøgri. – Eg eri eitt sovorið A- menniskja, so eg møti tíðliga. Í morgun kom eg klokkan 6. Tú fært nógv av skafti, tá ið tú ikki alla tíðina verður órógvaður av telefon og telefaxi, sigur Hergi, sum longu hevði fingið fleiri bíleggingarnar frá hondini, tá ið hini komu til arbeiðis hendan morgunin. Hergi heldur skil á, hvat ið eykalutirnir verða brúktir til. Hetta so, at høvuðsbók- haldið kann staðfesta, hvat ið landsins pengar verða brúktir til. Løn til tíðina Mitt í maskinhøllini stendur Eyðbjørn Johansen og um- vælir eina stóra hvíta Wirt- gen-asfaltmaskinu. Á gólv- inum liggur sjálvur motor- blokkurin, sum teir hava skift út. Motorurin var í skeljasori. Hjá Eyðbirni stóð valið millum Tórshavnar Skipa- smiðju og Landsverksfrøð- ingin, tá ið hann skuldi velja sær lærupláss. Hann angrar ikki, at hann valdi landið fram um Poul Mohr. – Hetta er eitt gott ar- beiðspláss. Fyrimunurin er, at arbeiðið er so fjølbroytt. Vit gera allar umvælingar, líka frá hjólbørum til stórar gravkýr, dumparar og last- bilar, sigur maskinsmiðurin, sum heldur vil hava trygd fyri inntøkuni enn høga løn. – Eg havi arbeitt hjá tí privata. Tað er ein stórur fyrimunur, at tú veist, at tú fært tína løn. Um hon er eitt sindur minni enn á privata arb min tíði teku On Ung hjál teir unu ven ing star hjál F fek støð bro ver sen ið m at gon akta Á men Hjá um tron ljóð Eyðbjørn Johansen umvælir eina asfaltmaskinu, sum skal vera við til at tryggja føroyska ve Tað er einki galið við motivatiónini hjá fólki í almennum arbeiði, heldur ovastin fyri Maskinmiðstøðina, Niels Juul Kristiansen. Hann roknar við, at tænastustigið hevði lækkað, skuldu privat umvælt landsins maskinur Dánjal Højgaard Myndir:Jens Kr. Vang Bla›stjórn Nr. 1 ¥ h—sdagur ¥ 16. mars 2000 ¥ 74. ‡rgangur K@T@-horniÝ Tíðindablaðið Sosialurin, Postboks 76, 110 Tórshavn, Telefon 311820, Telefax 314720 • T-postur til KT-hornið: kthornid@sosialurin.fo • Lýsingar: lysing@sosialurin.fo • Ábyrgdarstjóri: Jan Müller Blaðstjórn: Steinbjørn í Dali, Finn Jensen • Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin • KT-hornið er fastur táttur í Sosialinum hósdag • Evsta mark fyri lýsingar er mánamorgun kl. 10.00. Finn Jensen Steinbjørn í Dali Nr. 7 · hósdagur 4. mai 2000 · 74. árgangur Eitt n‡tt slag av magnetflís (chip) ver›ur royndarkoyrt í USA, har ein flokkur av granskarum vi› Naval Rea- search Laboratory hava ment eina goymsluchip, sum skal kunna goyma upp til 400 Gigabyte á einum kvadrat- sentimetri. Eftir ætlan ver›ur flísin framleidd seinni í ár, og ey›nast verkætlanin fer vanligi har›diskurin í søg- una. Granskarnir siga, at tørv- urin á eini skjótari goymslu- skipan fer at økjast í fram- tí›ini, har mobilar loysnir, sum hond-teldur og fartele- fonir vi› atongd til Alneti› og kalendara- og teldupost- skipanir, fara at hava ein stóran leiklut í tøkniliga samskiftinum. Stór telduvirki sum IBM, Motorola og Honeywell ar- bei›a vi› eini líknandi verk- ætlan, men Naval gransk- arnir eru komnir longri enn kappingarneytarnir. Um ta› ver›uliga letur seg gera, at goyma 20 fer›ir so nógv, sum dagsins 60 Gigabyte har›diskur, er talan um koll- veltandi frambrot á økinum. Goymsla av stórum data- mongdum í smáum tólum, eitt nú talgildismyndatólum og hondteldum, er ein av størstu avbjó›ingunum hjá KT mennarum. Hetta kemst av at fólk arbei›a alsamt meira vi› margmi›latøkni (multimedia) og myndum. Fyrimunurin vi› goymslu- flísini, frammum vanligu harddiskarnar og magnet- bondini, er at magnetiskir komponentum ikki n‡tist tí› til at starta upp. So skjótt sum streymurin er settur til tóli›, eru uppl‡singarnir atkomiligir. Uppl‡sningar um gransk- ingarstovnin, Naval Re- search Laboratory, kunnu fáast vi› at fara inn á teirra heimasí›u: http://www.nrl.navy.mil/ N‡ggj tøkni: 400 Gigabyte á einum cm2 Edvard Joensen Formula.fo hevur slept standard skei›unum og er fari› undir at halda skrædd- araseyma› skei›, gjørd so- lei›is sum kundin ynskir tey. Jens Godik Højen, út- búgvingarlei›ari, sigur, at eitt ta› fyrsta hann gjørdi, tá hann kom á Formula.fo í vár, var at kollvelta allan skei›- politikkin. Sjálvandi eru ta› kundar, sum ynskja vanligu skei›ini, sum allir kappingarneytarnir eisini hava, men sjálvur hev- ur hann tann málsetning, at tú skalt fáa eitt upplivilsi gjøgnum tína útbúgving. So hví ikki gera útbúgvingina solei›is, sum kundin vil hava hana, og so fáa nøgdar kundar? Jens Godik Højen sigur, at ta› hevur veri› ein stuttlig uppliving at gera skei›ini til tørvin hjá kundanum. Tá ber til at fáa nógv størri úrtøku úr einum skei›i, sigur hann. Og ta› grundar hann á, at tá kundin bara kemur at læra ta›, hann veit, at hann hevur brúk fyri, ver›ur áhugin eis- ini størri av tí sama. Ta› er hóast alt munur á at hava kundar, sum fara avsta› vi› 100% úrtøku í mun til ta› vanliga, tá tey kanska dugdu tey 50%, á›renn tey komu. Sum skei›lærari í edv gjøgnum fleiri ár hevur Jens Højen lært, at fólk ofta vita, hvat tey vilja hava, á›renn tey koma á skei›. Ásannandi hetta hevur n‡ggi útbúgving- arlei›arin valt bara at hava skei›, sum eru umbi›in eftir ynski. Skei›ini ver›a skipa› eftir ynski. Ein dag, fleiri dagar, hálvan dag, um ta› ber til, og so framvegis. Tó sigur Jens Højen, at hann plagar at rá›- geva fólki, um hann heldur, at ynski teirra eru órealis- tisk. Ta› ber tó framvegis til at fáa teldukoyrikortini frá For- mula.fo, sigur hann. Eisini ta› stóra koyrikorti›. Fólk vilja nevniliga hava eitthvørt skriftligt prógv upp á sína vitan, sigur hann. Og tá tú skal byggja eitthvørt, eisini eitt telduskei›, er ta› skila- gott at hava grundina í lagi fyrst. Í heyst ver›ur fari› undir Mous skei›ini. Ta› vil siga at geva certificat í Office pakkanum. Hesi skei›ini er hann sera spentur uppá, sig- ur Jens Godik Højen, út- búgvingarlei›ari hjá Formula.fo. Hesi skei›ini byggja nógv upp á egin avrik og ikki bara »tangapassarapedagogikkin, sum hann nevnir ta›, har veitarin bara fyllir á, og kundin tekur ímóti. Ta› gongur meira út uppá, at tann, sum undirvístur ver›ur, sjálvur undirvísir. Ta› skuldi helst enda› vi›, at fyritøkurnar ikki skulu hava fyri ney›ini at fara út a›ra- sta›ni eftir serkunnleikan- um, men hava superbrúkaran heima hjá sær sjálvum, sigur Jens Højen. Í heyst ver›ur eisini fari› undir sonevnd »ole« skei›, sum Jens Højen er sera spentur uppá. Ta› eru skei›, har undir- víst ver›ur upp á tvørs av súlunum, sum skei›ini van- liga byggja á. Skei› har tú rætt og slætt lærir at brúka tær skipanir, sum maskinan goymir, í sambandi hvør vi› a›ra. Til dømis Word, Exel og Acces. Undirvísingin hjá Formula.fo fer fram í fleiri stø›um. Bæ›i úti vi› Velba- sta›vegin í Havn, har Formula.fo hevur høvu›s- stø›, og vi› Tinghúsvegin, har telducaféein er. Og júst í hesum døgum ver›ur gjørd n‡ggj skúlastova í kjallara- num vi› Tinghúsvegin. Í Rokkjallaranum, sigur Jens Godik Højen. Eisini hevur Formula.fo eina skúlastovu á Sjómansheiminum í Runa- vík, har vanliga fólk ha›ani av lei›ini koma. Uttan at nevna naka› tal, letur útbúgvingarlei›arin væl at undirtøkuni. Og kundagrundarlagi› er breitt, sigur hann. Jens Godik Højen sigur, at hann veit ikki um nakran av kappingarneytunum, sum rekur skei›virksemi á hend- an hátt vi› individuellum skei›um. Um kapping sigur hann annars, at hana dámar honum væl. Hon gevur íblástur til at fara undir okkurt n‡tt, sum eingin ann- ar enn hevur funni› uppá. Ta› ver›ur nógv vanligari vi› eftirútbúgvingum í Før- oyum í framtí›ini, enn ta› er í dag, er Jens Højen ivaleys- ur í. Edv broytist dagliga, so ta› er rætt og slætt ney›ugt vi› endurútbúgving, sigur hann. Og hann metir eisini, at føroyingar eru vi› at broyta hugbur› tann vegin, at teir síggja, at ta› er ney ›- ugt. Fyrr hevur ta› veri› so- lei›is, at tá tú ert li›ugur vi› eina útbúgving, so er bara li›ugt. Men solei›is er ta› ikki meira. Tey ungu í dag hava a›ra uppfatan. Menn- ingin gongur eisini alt meira burtur frá standardisering til individualismu, sigur Jens Godik Højen, útbúgvingar- lei›ari hjá Formula.fo. Gera skei› eftir ynski Formula.fo ger skei›, sum brúkarin ynskir at fáa tey. Tí›in vi › standard telduskei ›- um har í húsinum er farin, sigur útbúgv- ingarlei›arin N‡ggj tøkni hevur vi› sær, at ta› nú ber til at filma alt, sum hendir í førarahúsinum í einum flogfari. Sjálvt myndatóli› er til støddar sum viskile›ri› á einum bl‡anti, og rokna› ver›ur vi›, at hesin háttur kann loysa trygdartrupulleikarnar umbor› á ein betri hátt, og neyvari vísa orsøkir til at flogfør detta ni›ur. Lítil filmstól avloysa svarta kassan Smátí›indi: KT-risin Damgaard, i› mill- um anna› ger fíggjarskipan- ina Concorde, fer nú í gongd vi› e-handil, og hevur í hes- um sambandi keypt 10 % av partabrøvunum í e-handils- fyritøkuni proAcitv. Partabrøvini eru mett til 100 milliónir krónur, har Damgaard sostætt eigur fyri 10 milliónir í partabrøvum. Ætlanin vi› partabrævakeyp- inum er at fáa atgongd til n‡ggjastu tøknina innan e- handil, ver›ur sagt í almenn- um tí›indaskrivi frá fyritøk- uni. Vit hava ongar ætlanir um at reka nethandil, men vi› hesi íløgu ver›a vit medeigarar í fyritøku, sum hevur sett e- handil ovast á breddan. Hetta fer at geva okkum vitan, i› vit kunnu n‡ta í menningini av n‡ggjum handilsskipan- um, sigur Preben Damgaard. Sí›an stovnanina í 1997 er ProActive vaksi› munandi. Felagi› hevur ment tøkniliga infrastrukturin hjá millum ø›rum IBM, Lego, Vubi.com, HABURI.com og fløguhandlinum Boxman. Máli› er at fáa ein umsetning uppá 100 milliónir í ár. Vit eru í stórari menning, og ynskja at vinna størri førleika vi› alheims menn- ingarskipanum. Vi› n‡ggj- um kapitali og førleikanum hjá Damgaard, eru vit rust- a›ir til n‡ggjar útfordringar, sigur stjórin hjá ProActive, Max Swejbæk. Damgaard letur upp e-handil Á heimasí›uni hjá Damgaard ver›ur l‡st vi› integrera›um virkisloysnum Jens Godik Højen, útbúgvingarlei›ari