hósdagur 21. januar 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Mayen sakin og vit
Í HESUM døgum sita danir og
norðmenn hjá altjóða dómstól-
inum í Haag og royna hver í sín-
um lag at verja síni sjónarmið
um, hvar markið eigur at vera
millum Grønland og Jan Mayen.
Dómur fellur í málinum einaferð
í summar, og tað er ómøguligt at
siga nakað um úrslitið.
NÚ er so spurningurin, hvat ein
dómur í hesum máli kann fáa at
týða fyri samráðingarnar millum
Føroyar/Danmark og Bretland
um markið millum Føroyar og
Bretland. Í blaðnum í dag royna
vit at viðgera henda spurningin
og fara vit eisini í næstum at
fylgja hesum evni upp.
MEÐAN norðmenn krevja mið-
linju galdandi, so siga danir, at
200 fjórðinga mark eigur at
verða. Danmark vísir á, at meðan
Jan Mayen er ein óbygd oyggj
uttan nakran búskaparligan tørv,
so er Grønland eitt land við ein-
um fólki, sum livir av havinum
og f framtidini eisini kemur at
hava tørv å at liva av ti, sum
møguliga finst í undirgrundini.
Danir visa so eisini á, at norð-
menn hava gjørt avtalu við
Biaðfólx. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Jústínus Eidesgaard
Utgevar: P/1 $astalurin
Uppseting PA Seslalurin
Prent: P/t Pressan 1981
[sland, um at Island skal hava
200 fjórðingar mark móti Jan
Mayan. Og tå norðmenn hava
sagt A, so mugu teir eisini siga B
og góðtaka eitt tílíkt mark móti
Grenlandi eisini.
TAÐ er ikki bara sum at siga tað
at skula meta um, hvør nú hevur
rætt í hesum og hasum málinum,
tí spurningar, sum viðvíkja slí-
kum ósemjum um mark millum
lond, eru sera torfgrir at greiða
og semjast um. Nettup tí enda
fleiri teirra hjá dómstólinum í
Haag. Um hetta eisini verður
endin á trætu okkara við Bretland
er enn óvist. Tað hevur í hvussu
er verið nevnt, at hetta kann blíva
endin, um bretar ikki vilja víkja
frá nýggjastu krovum sínum.
SO kann ein spyrja, um aðrir
dómar tá antin kunnu skaða ella
gagna okkum. Hetta vita vit ikki,
men tað verður sera áhugavert at
síggja, hvat dómstólurin í Haag
fer at leggja til grund fyri einum
dómi um markið millum Grøn-
land og Jan Mayen. Fer hann at
góðtaka danska kravið út frá
princippinum um strandalongd
ella út frá sjónarmiðinum um, at
Jan Mayen er ein óbygd oyggj og
sum tí ikki hevur tørv á fiski- ella
oljurikidømi!
DANSKI samrådingarleidarin i
Haag leggur stóran dent á hetta
seinasta og verður tað avgerandi
fyri einum dómi, sum gongur
Danmark á meti, so er tað posi
tivt fyri okkum, men verður
strandalongd avgerandi fyri dóm-
inum, so er tað sera óheppið fyri
okkum. Hvat nú um dómstólurin
ikki tekur undir við Danmark
men góðtekur norska kravið um
miðlinju! Tá kann ein siga, at
hetta vil vera heppið fyri okkum
Nú er so spurningurin í hvønn
mun dómstólurin brúkar úrskurð
ir í eini sak til at døma í øðrum
sakum.
VIT halda tað vera so upplagt, at
Danmark vinnur sakina móti
Noregi, júst tí at Jan Mayen er
ein óbygd oyggj og út frá hesum
halda vit tað vera burturvið, um
bretar í víðari samráðingunum
við okkum fara at vísa til Jan
Mayen-sakina. Norska kravið um
miðljuni við Jan Mayen kann
eftir okkara hugsan ikki
sammetast við Føroyar-Bretland
út frå tí sannroynd, at Jan Mayen
er ein 6bygd oyggj.
ANNARS mugu norsku krøvini
sigast at vera ógvuliga marg
háttlig fyri ikki at siga diskrimi-
nerandi. Hví skulu teir játta
66. ÁRGANGUR
Bústaður. Argjavegi 28 | Postadr : Postsmoga 78
Argjum 110Térshavn
Tøleton: 11820 Telefax: 14720
íslendingum 200 fjórðinga mark
móti Jan Mayen og ikki grøn-
lendingum. Eru grønlendingar
minni verdir enn íslendingar!
Hóast teir eru færri hava teir ikki
brúka fyri fiskileiðunum og
møguligari olju í undirgrundini.
Og hvat hava norðmenn í heila
tikið at gera við Jan Mayen, nú tá
hetta als ikki er nakað samfelag
við ávísum tørvi sum so! Tað er
eisini út um alt mark, tá norð-
menn við Jan Mayen krevja mið-
linju, meðan teir við Bjarnoynna
rætt og slætt hava dikterað sær
sjálvum 200 fjórðinga mark út
móti Bjarnoynni. so norðmenn
gera júst sum tað hóvar teimum
best.
VIT munnu so bert vóna, at
føroysku krøvini til eina miðlinju
móti Bretlandi fara at vinna
frama sum frálíður, og verður tað
so, at aðrir og komandi dóms-
úrskurðir koma at ávirka eina
møguliga komandi sak millum
Føroyar og Bretlandi, so kunnu
vit bert vóna, at hesir verða til
okkara fyrimun. Tí alt annað enn
ein midlinja millum Føroyar og
Bretland vil vera órættvíst. Hetta
áttu bretar longu at havt skilt,
men teir koma helst upp á betri
tankar sum frálíður.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, Tórshavn, afholdes
Torsdag den 11. febr. 1993 kl. 11.00
Tvangsauktion (AS nr. 546/92) over
matr. nr. 26 b, Fuglafjørdur beligende
Fuglafjørdur.
Auktionen er begæret af advokat
Frida Patursson, Advokatskrivstovan,
100 Tórshavn, tlf. 1.1145 (j.nr.
920899) på vegne en pant- og ud-
lægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 572 kvm. stor grund, det bebygg-
ede areal udgør 105 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 19 01 93
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 11. febr. 1993 kl. 11.40
tvangsauktion (AS nr. 577/92) over
matr. nr. 1265 g, Tórshavn beligg-
ende Oman Vidarlund 15.
Auktionen er begæret af advokat
Frida Patursson, Advokatskrivstovan,
100 Tórshavn, tlf. 1.1145 (j.nr.
920944) pá vegne en pant- og ud-
lægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus pá
en 479 kvm. stor grund, det bebygg-
ede areal udgør 120 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 19 01.93
Mette Søgaard-Nielsen
dfm.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, Tórshavn, afholdes
Torsdag den 11. febr. 1993 kl. 11.20
tvangsauktion (AS nr. 568/92) over
matr. nr. 1 fo, Hoyvík, beliggende Hoy-
vík.
Auktionen er begæret af advokat Fríða
Patursson, Advokatskrivstovan, 100
Tórshavn, tlf. 1.1145 (j.nr. 920943) på
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 540 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 80 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 19.01.93
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
——Æ————E1)J