mikudagur 7. mai 2003síða 1
Tekstur á síðuni
1
Síða 4
Síða 7
Síða 5 & 27
Finnur kendi seg
hóttan av Pálli
Síða 3
Lagnuval í seks
kommunum
Føroyingar í Parkini:
HEY JUDE
Reklamuvirki stevnt flokki:
Vallýsing endaði
í rættinum
Nr. 86 Mikudagur • 7. mai 2003 • 77. árgangur • Kr. 12,00
Áðrenn tingið fór til hús fríggjadagin, sendi Finnur Helmsdal, tingmaður Tjóðveldis-
floksins, løgmanni bræv, har hann ger vart við, at Páll á Reynatúgvu hevur hunddálkað
seg og hótt sesg við privata starvi sínum á Barnaheiminum
Í brævinum til løgmann sigur
Finnur Helmsdal m. a.: at
aftaná, at Páll á Reynatúgvu
hevði skírt seg bæði eitt og
annað, segði hann við seg í
tingsalinum fríggjadagin 2.
mai:
»Tú ert kanska leiðari á
Barnaheiminum, men har hev-
ur tú einki at siga. Har havi eg
eisini alla maktina«.
– Tá eg síðani havi hoyrt frá
tíðindastjóranum í Svf persón-
liga, at hann hevði spurt lands-
stýrismannin, hvar hann nú
ætlaði at finna peningin, hevði
landsstýrismaðurin sagt, at
hesin kanska var at finna á
Barnaheiminum, sigur Finnur
Helmsdal.
Tingmaðurin sigur, at brævið
ikki er ein klaga.
– Men tá hevndarhugur
landsstýrismansins
er
væl
kendur millum manna, haldi
eg, at landsins ovasti umsiting-
arligi leiðari eigur at vita um
hetta, áðrenn eg fari at kenna
sviðan, sigur Finnur Helmsdal
í brævinum til løgmnann, sum
Sosialurin hevur fingið innlit í.