mikudagur 7. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 86 - 7. mai 2003
Nr. 86 - 7. mai 2003
3
Landsverkfrøðinguri
n fer at kanna, um
vegsamsnkomingin í
Líðini í Kollafirði er
nóg trygg, ella um
ábøtur skulu gerast.
Fleiri óhapp og ein
deyðsvanlukka eru
hend á staðnum
FERÐSLUTRYGD
Edvard Joensen
Kollafirði: Landsverkfrøð-
ingurin fer at kanna eftir,
um vegsamakomingin, har
bygdarvegurin kemur inn á
landsvegin inni í Líðini í
Kollafirði, er nóg trygg.
Fólk hava vent sær til
landsverkfrøðingin og gjørt
vart við, at tey halda ikki, at
vegastrekkið í Líðini og inn
á Langasand er nóg trygt
sum er. Skeltingin kundi
verið betri, halda tey, og
sjálvur vinkulin, har bygd-
arvegurin kemur inn á
landsvegin, kundi kanska
eisini verið øðrvísi, verður
víst á.
Oyvindur
Brimnes,
landsverkfrøðingur, sigur,
at allar slikar áheitanir á
Landsverkfrøðingsstovnin
verða kannaðar, og vísir tað
seg, at talan kann vera um
kravdar ábøtur, verða tær
gjørdar.
Kollfirðingar, sum hava
gjørt vart við støðuna, vísa
á, at á hesum staðnum eru í
hvussu er trý óhapp og ein
vanlukka,
sum
kravdi
mannalív, hend. Í trimum
førum, sigur kelda okkara,
stoyttu bilar saman, og í
hvussu er einaferð, varð eitt
barn ákoyrt, tá tað fór av
bussinum, sum steðgaði við
buss-steðgiplássið, sum er
beint við vegsamankom-
ingina.
Tað, at buss-steðgistað er
beint við smankomingina,
hevur landsverkfrøðingurin
merkt sær, og sigur Oy-
vindur Brimnes, at tað
verður ikki hildið vera nóg
trygt. Tí er eisini gjørt av at
gera eitt nýtt steðgipláss
inni á Langasandi, við
vegamótið til Oyrareingir
og Signabøar. Steðgiplássið
úti í Líðini verður so niður-
lagt, sigur hann.
Fólk hava gjørt vart við,
at skeltingin við landsvegin
í Líðini er ikki nóg góð.
Serliga er tað norðaneftir,
bilarnir koyra skjótt, og teir
síggja ikki skelti, sum sigur
frá bygdum øki, fyrr enn
teir mestsum eru á kroppin-
um á ti, siga kollfirðingar.
Skeltið, sum vísir, at
komið verður í bygt øki,
stendur í einum vegbugi, og
er so mikið innalaga, at tað
er áraka bygdarvegin, har
hesin kemur í landsvegin.
Á sama stað eru eisini
skeltini til bussin.
Ført verður fram, at tað
átti at verið umhugsað at
sett eitthvørt skelti upp
longri norðuri í Líðini, sum
sigur frá, at her kemur ein
bygdarvegur út. Og í øðr-
um lagi at flutt skeltið, sum
sigur frá, at komið verður í
bygt øki, longur norður.
Til tað sigur Oyvindur
Brimnes, at ikki er vanligt
hjá okkum at hava skelti,
sum ávara um, at nú kemur
ein til ein bygdarveg, sum
liggur út í landsvegin. Tað
er júst skelti, sum sigur frá
bygdum øki, sum skal
ávara um tað. Og greiðar
reglur eru fyri, hvussu langt
eitt slíkt skelti skal standa
frá staðnum, har bygdar-
vegurin ella bygda økið
byrjar.
Í hesum førinum inni á
Langasandi
innan
fyri
Líðina, byrjar bygda økið
við eina upptrekta linju, og
haðani verður so mált, hvar
skeltið skal standa. Tað er
so grundin til, at tað stend-
ur júst har, tað er, sigur
hann.
Øll slík mál verða annars
viðgjørd í Landsferðslu-
nevndini, sum fær við-
merkingar og kærur til við-
gerðar, sigur Oyvindur
Brimnes.
Trolarin Hýasint er
seldur til Kroatia.
Hýasint, sum er gamli
Smaragd, er tikin úr
flotanum, og veiði-
loyvið flutt øðrum
skipi
SKIPASØLA
Edvard Joensen
Vágar: Partafelagið Vest-
urvón hevur selt trolaran
Hýasint til Kroatia. Fólk er
komið eftir skipinum.
Hýasint er gamli Sma-
ragd, sum partrolaði við
Brillant, sum var av sama
slagi. Skipini eru bygd í
Eysturtýskalandi í sekstiár-
unum.
Smaragd varð lagdur, tá
táverandi eigararnir keyptu
annað skip og góvu tí sama
navnið. Gamli Smaragd
fekk tá navnið Hýasint.
Partafelagið Vesturvón
keypti so skipið og flutti
veiðiloyvið til annað trol-
parið, felagið framman-
undan hevði, og Hýasint
varð síðan løgd.
Skipið hevur staðið á
sølulista, og nú er tað selt
til Kroatia, sigur Ólavur
Petersen, reiðari á Vestur-
vón.
Hvat skipið skal brúkast
til í Kroatia, veit han ikki,
men metir kortini, at tað
verður til fiskiskap. Fólk er
komið til skipið, og onkur
fer at koma afturat, so farið
verður fyrsta dagin, sigur
hann. Hann vil ikki siga,
hvusu nógv Hýasint er seld
fyri.
Hýasint seld til Kroatia
Fara at kanna ferðslutrygdina
Arbeiðsbrúgvin,
sum løgd varð um
Leynará í samband
við ger av undir-
sjóvartunlinum, er
tikin niður og
goymd burtur
AVRIGGING
Edvard Joensen
Leynar: Tað sæst alt
minni til, at tað nakran-
tíð hevur verið arbeitt
við undirsjóvartunli í
Leynum. Brúgvin, sum
koyrt varð eftir, meðan
arbeitt varð, er nú eisini
burtur.
Gamla arbeiðsbrúgvin
er tikin niður. Lands-
verkføðingurin
eigur
brúnna og hevur havt
hana lýsta til sølu. Men
eingin legði í at keypa,
sigur Oyvindur Brim-
nes, landsverkfrøðingur.
Men brúgvin skuldi
takast burtur, og tað varð
hon so. Løgd á ein stór-
an blokkvogn og flutt
norður um Kollafjørð til
Landsfjósið at liggja, til
funnið verður fram til,
hvat hon kann brúkast
til.
– Brúgvin er fín, sigur
Oyvindur
Brumnes.
Breið og sterk, og kann
saktans nýtast í samband
við vegagerð onkun-
staðni.
Okkurt er, sum bendir
á, at hon kemur aftur til
heiður og æru.
Gamla brúgvin
flutt
Hýasint, sum eina tíð hevur ligið við bryggju í Miðvági, fer nú niður á sólríka Adriatarhavið at
fiska undir kroatiskum flaggi. Fínt skal tað vera
Mynd: Edvard Joensen
Arbeiðsbrúgvin um Leynará er tikin niður og flutt
norður til landsfjósið, har hon verður goymd
Mynd: Edvard Joensen
Kollfirðingar
kæra um, at
vegamóti í Líðini
er ov ótrygt.
Fleiri óhapp og
vanlukkur eru
hend á staðnum,
og skeltingin átti
at verið betri,
halda teir.
Lands-verkfrøð-
ingurin lovar at
kanna trygdina
á staðnum og
hyggja at, hvat
gerast kann.
Bussteðgiplássini
verða flutt, sigur
hann
Mynd: Edvard
Joensen
Onkur hevur tikið avleiðingarnar og ávarar sera harðliga um
støðuna á staðnum
Mynd: Edvard Joensen
Jógvan Mørkøre, sum
áður hevur verið
ivasamur um saman-
legging, heldur, at
tíðin nú er komin, har
fólkið í kommunun-
um, sum eru við í
kommunufelagsskapi
num í Sundalagnum,
sleppur at taka støðu.
- Eg vænti ikki, at
samstarvið, sum Hós-
víkar kommuna hev-
ur við bygdirnar í
Sundalagnum, fer at
halda fram sum
higartil, um vit velja
at standa uttanfyri,
sigur hann
ATKVØÐUGREIÐSLA
Vilmund Jacobsen
Í gjár høvdu fólk í tilsam-
ans seks kommunum í
norðara parti av Streymoy
og Eysturoy høvi at at-
kvøða um samanlegging.
Ein sameiningarbólkur
við tveimum umboðum úr
Haldórsvíkar
kommunu,
Hvalvíkar
kommunu,
Saksunar kommunu, Hós-
víkar kommunu, Sunda
kommunu og Gjáar komm-
unu hevur seinastu mánað-
irnar arbeitt við ymiskum
málum og hevur gjørt nak-
rar niðurstøður.
Í prinsippinum skuldi
bólkurin ikki neyðturviliga
arbeiða við at skipa eina
fólkaatkvøðu um saman-
legging, men úrslitið, sum
at enda spurdist burtur úr
hesum arbeiði, var ein
fólkaatkvøða.
Ja ella nei
Á atkvøðuseðlinum eru
møguleikarnir tvinnir – ja
ella nei fyri samanlegging
av
hesum
seks
kommununum.
Atkvøðugreiðslan
fór
fram á vanligu valstøðun-
um í nevndu kommunum,
og valstøðini vóru opin frá
kl. 10-14 og 16-20 í gjár.
Sosialurin fór til prent-
ingar tíðliga seinnapartin í
gjár, so vit høvdu ongan
møguleika at hava úrslitið
við í hesum blaðnum.
Í gjáramorgunin fóru vit
kortini fram við í Hósvík
ein túr. Har hittu vit
bygdarráðsformannin, Jóg-
van Mørkøre, sum nú situr
triðja skeiðið í bygdarráðn-
um og sum formaður á øðr-
um skeiði.
Jógvan hevur ikki sitið í
sameiningarbólkinum fyri
Hósvíkar kommunu, tí tá ið
bólkurin varð skipaður, helt
hann seg ikki hava stundir
til tess. Umboðini hjá
kommununi í bólkinum
hava verið Jákup Klein
Olsen og Jónhild Herman-
sen.
Samstarv
Jógvan vísir á, at í komm-
unufelagsskapinum í Sun-
dalagnum samstarva bygd-
irnar á fleiri økjum.
- Vit fingu ferð eftir ferð
skriv frá landsstýrinum um
at tosa saman og um at taka
støðu til samanlegging –
fyrst frá Signari á Brúnni,
síðan frá Eilifi Samuelsen.
Vit valdu tó at halda fram
við at samstarva heldur enn
at leggja saman.
Hóast hann hevur veirð
ivasamur um samanlegging
av kommununum, heldur
Jógvan nú, at tíðin er kom-
in, har hetta stigið eigur at
verða tikið - »áðrenn aðrir
taka tað fyri okkum«, sum
hann tekur til.
Jógvan sigur, at komm-
unufelagsskapurin í Sunda-
lagnum hevur somu um-
hvørvisnevnd, har hann
sjálvur er formaður. Síðan
eru kommunurnar felags
um eitt nú brunanevnd,
tannlæknaskipan, ellis- og
røktarheim í Streymnesi og
Felagsskúlan á Oyrarbakka,
har Eiði eisini er við.
- Í hølunum á Oyrar-
bakka, har umsitingin av
hesum felagsmálum er,
hava vit eisini læknahøli,
heilsusjúkrasystir
og
heimahjálpina.
Í føstum starvi sum
skrivari hjá kommunufel-
agsskapinum,
er
Jens
Marius Dalsgaard, sum
áður hevur verið skrivari í
Føroya
Kommunufelag.
Sum formaður í umhvørv-
isnevndini,
er
Jógvan
Mørkøre í hálvtíðarstarvi
við fleksiblari tíð.
Kommunufelagsskapurin
hevur sína egnu fíggjar-
ætlan.
Atkvøður ja
Jógvan vísir á, at hóast
eingin
atkvøðugreiðsla
hevur verið í bygdarráðn-
um um samanlegging, met-
ir hann, at tríggir av fimm
bygdarráðslimum eru fyri,
meðan tveir, har millum
hann sjálvur, hava verið í
iva.
- Men í dag eri eg ikki í
iva, og tí havi eg greitt at-
kvøðu fyri samanlegging,
sigur hann.
Jógvan sigur, at sum for-
maður í umhvørvisnevnd-
ini við ábyrgd av hesum
málum – eisini í øðrum
bygdum enn Hósvík, ivast
hann í, hvussu demokrat-
iskt ein slík skipan er, tí
sum hann sjálvur sigur, so
er hann fólkavaldur í Hós-
vík, men ikki í hinum bygd-
unum í kommunufelags-
skapinum.
Hann er annars ikki
samdur við teimum, sum
siga, at umsitingin er dýrari
við tí samstarvi, sum er.
- Eg haldi, at fólk hugsa
ov lítið um, hvussu stórur
partur barnaansingin og
skúlin eru vorðin av fíggj-
arætlanini hjá kommun-
unum, sigur Jógvan.
Við ella uttanfyri
Bygdarráðsformaðurin
í
Hósvík væntar, at Hósvíkar
kommuna við tíðini fellir
uttanfyri verandi samstarv,
sum er millum kommun-
urnar í Sundalagnum, um
fólkið velir ikki at fara
uppí, nú høvið er til tess.
- Velja vit at standa uttan-
fyri, vænti eg, at vit verða
ótrúliga uttarliga, tá ið sam-
anum kemur, sigur Jógvan
Mørkøre, bygdarráðsfor-
maður í Hósvík.
EFTIR FISH FAIR
Vilmund Jacobsen
Sosialurin fer at hava meira
tilfar frá altjóða fiskivinnu-
og alistevnuni, North At-
lantic Fish Fair, sum varð
hildin á havnalagnum í
Saltangará týsdagin, miku-
dagin og hósdagin í síðstu
viku.
Ein av greinunum, sum
eftir er, fer at snúgva seg
um maskinverkstaðin, Nor-
mek í Gøtu, ein onnur um
felags básin hjá Bátafel-
agnum á Bakka og Forna á
Glyvrum og ein triðja um
básin hjá Statoil.
Áhugavert projekt
Sosialurin fer eisini at tosa
við fyritøkuna, Marel í Ís-
landi, sum hevði bás saman
við formula.fo.
Samrøðan
við
næst
ovasta mannin hjá Marel er
ógvuliga áhugaverd, tí her
greiðir hesin frá eini ser-
stakari uppgávu, sum fyri-
tøkan
hevur
fingið
í
Lofoten.
Marel fekk nevniliga til
uppgávu at framleiða eina
maskinu til tosk og hýsu,
sum »nappar« beinini úr
fiskaflakinum.
Hendan maskinan verður
nú royndarkoyrd, og úrslit-
ini eru ógvuliga áhugaverd.
Orsøkin til uppgávuna úr
Lofoten er, at kinverjar við
síni bíligu arbeiðsmegi
rættiliga hava tikið kapp-
ingina upp við fiskafram-
leiðarar í eitt nú Noregi.
Neyðugt er tí at gera
framleiðsluna bíligari á
tann hátt, at færri fólk eru
um uppgávurnar.
Størri úrtøka
Í staðin fyri, at fleiri fólk
standa og kílaskera, er ætl-
anin við nýggju maskinuni,
at beinini skulu »nappast«
úr flakinum.
Úrtøkan í fiskinum er
eisini størri, tá ið kílin situr
eftir í flakinum – við ong-
um beinum.
Meira tilfar kemur
um Fish Fair
Verða vit ikki við, enda vit uttanfyri
Her atkvøður bygdarráðsformaðurin í Hósvík, Jógvan Mørkøre,
ja til samanlegging
Mynd: Jens Chr. Vang
- Summi hava stóran áhuga fyri atkvøðugreiðsluni, meðan onnur eru meira avslappað, sigur
Jógvan Mørkøre
Mynd: Jens Chr. Vang
Sosialurin fer at hava nakrar greinar aftrat um altjóða
fiskivinnu- og alistevnuna, North Atlantic Fish Fair
C
M
Y
K
3
2