mikudagur 7. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 86 - 7. mai 2003
Nr. 86 - 7. mai 2003
5
Hundraðtals føroy-
ingar lupu avstað, tá
tey frættu, at Sir Paul
McCartney skuldi
hava konsert í Keyp-
mannahavn. Fríggja-
kvøldið var stóra
slagið, og vit hava hitt
tríggjar teirra eftir
konsertina. Gissur
Patursson, Niclas
Johannesen og Birgir
Kruse vóru ovfarnir
SIR PAUL Í PARKINI
Ingi Rasmusssen
Upp undir konsertina hjá
Paul McCartney fríggja-
kvøldið
suðaði
Keyp-
mannahavn av spenningi.
Inni á matstovum, á Strøj-
num og í Nýhavnini hoyrdi
tú fólk siga, at tey vóru
komin á konsert. Úr Jút-
landi. Úr Noregi, Svøríki
og Íslandi. Og úr Føroyum.
Hundraðtals føroyingar
hava brúkt fleiri túsund
krónur tilsamans at síggja
meistaran, tá hann legði
leiðini framvið. Og teir
angra tað ikki. Vit hava
fregnast hjá nøkrum teirra
eftir konsertina fríggja-
kvøldið.
Eina bússu til Paul
Gissur
Patursson,
sum
hevur handilin »3-arin«, fór
til Danmarkar saman við
konuni og fleiri vinfólkum.
Hann nýtti konsertina í
djúpari andakt.
– Konsertin var heilt
einastandandi. Eg havi ong-
antíð verið so friðarligur
sum bæði undir og aftaná
konsertina. Tað var heilt
óveruligt. Paul McCartney
var genialur. Super!
Gissur
og
vinfólkini
høvdu fyrireikað seg væl til
konsertina, so tey fingu
sum best burturúr. Hin
navnframi HB-arin, Eirikur
Rasmussen, sum er inkar-
neraður Beatles- og Liver-
pool-viðhaldsmaður, hevði
skaffað atgongumerkini í
góðari tíð, og tað ráddi um
bæði at hoyra og síggja so
væl sum gjørligt.
– Vit høvdu kikara við, so
vit fingu eisini hugt væl og
virðiliga eftir bólkinum.
Hann var stak góður og ser-
liga trummusláarin var
genialur. Vit sótu á 8A, sum
er uppi við síðuna, so vit
hoyrdu eisini væl. Ljóðið
var sera gott, og tað rann
ikki saman, sum tað onkun-
tíð ger við so stórar kon-
sertir, sigur Gissur.
Persónliga var hæddar-
punktið, tá sangur nummar
30 á konsertini fekk tús-
undtals tendrarar á loft.
– Mín persónligi favo-
rittur er Let it Be. Tá hann
kom, krassjaði fullkomiliga
hjá mær, sigur Gissur
Patursson, sum viðgongur,
at nógvar kenslur bylgdust
inn í honum..
Hetta var eisini eitt upp-
livilsi, sum hann hevur sæð
fram til í nógv ár.
– Eg og konan hava í
fleiri ár havt ein bússu til
Paul McCartney og Eric
Clapton, um teir skuldu
komu hendanvegin. Nú
bleiv tað til Paul McCart-
ney, og tað passaði mær
væl. Eg havi altíð elskað
Beatles, og serliga Paul
McCartney. Tað var antin
Stones ella Beatles, tá eg
var ungur. Eg átti allar
beatlespláturnar. So hetta
var stórt.
Totalt imponerandi
Niclas Johannesen er tóna-
smiðurin, sum bæði er
vorðin kendur fyri at skriva
tónleik til Skeyk, hitt til
Brand Enni og harðan rock
saman við Chase. Hann var
saman við sínum sangfugli
Lenu Andersen farin á
konsert hjá Sir Paul.
– Er tað ein av øllum
teimum gomlu klassikar-
unum, sum eg vildi sleppa á
konsert hjá, so er tað Paul
McCartney.
Lennon-
McCartney eru ein fyri-
mynd hjá øllum tónleik-
arum, og serliga McCart-
ney hevur skrivað nøkur av
teimum bestu løgunum, ið
eru til, sigur Niclas Jo-
hannesen.
Vit fylgjast av konsertini
inn ímóti býnum, og tað
suðar av fólki. Fantastiskt,
hoyrist aftur og aftur, og tað
eru eisini orðini hjá Niclas.
– Eg helt konsertin bleiv
betri og betri, sum hon leið.
Hon byrjaði væl, men
seinna helvt var heilt
fantastisk. Vit sótu nokk so
aftarlaga, og tað var tað
einasta minussið reint ljóð-
liga. Men tað kundi faktiskt
gera tað sama, tí tað var
heldur ikki poengið. Onk-
ursvegna ráddi tað bara um
at vera har, sigur Niclas.
Hann fær ikki peikað á
nakran
yndissang
hjá
Beatles ella Paul McCart-
ney. Heldur ikki hetta
kvøldið var nakað ávíst
hæddarpunkt. Har vóru
snøgt sagt ov nógv.
– Tað er júst trupulleikin
við honum. Hann hevur
simpulthen gjørt so nógv
gott, at tað ber ikki til at
nevna nakran favoritt-sang.
Har vóru nógv, øgiliga
nógv góð løg, sigur Niclas.
Tey bæði Lena og Niclas
sótu bara friðarliga og lurt-
aðu.
– Vit kenna øll løgini og
sótu bara og nýttu tað.
Kanska eitt sindur av fjáltri.
Ein hetja er ein hetja, óan-
sæð hvussu gamal tú ert
blivin, sigur Niclas.
Hóast Paul McCartney er
komin upp í árini, vísti
hann seg at vera væl fyri,
og tað undraði Niclas.
– Eg var totalt bilsin av,
at hann orkaði so væl.
Hann syngur nógv betri nú
enn fyri 10 árum síðan. Tá
virkaði hann eitt sindur
slitin, men nú er hann helst
komin í form av turnéini í
USA, og hann syngur næst-
an sum í ungum døgum.
Hann syngur í sama tóna-
lagi, í sama tempo. Einki
tvætl. Og tað er totalt im-
ponerandi av einum 60 ára
gomlum
manni,
sigur
Niclas.
Ein leiðarastjørna
Birgir Kruse er serliga
kendur fyri sítt mentanar-
liga starv. Og nú hann
hevur verið á konsert við
Paul McCartney, samanber
hann Sir Paul við ein
grundleggjara av tí partin-
um av mentanini, sum eitur
rokktónleikur. Og tað var
stórsligi at uppliva.
– Tá vit tosa um nútíðar
rokktónleik, so eru beatl-
arnir grundlógarnevndin.
Síðani Hank Williams hev-
ur eingin sum beatlarnir
definerað rokktónleik á
plátu. Til innhalds og í
tónagongd. Eingin ivi. At
møta helvtini av livandi
Grundlógarnevdini er stórt.
Og at syngja na-na-na-na
kórið í Hey Jude nakrar
metrar frá Sir Paul í Parkini
er enn størri, sigur Birgir
Kruse, sum stóð heilt
frammi við pallin, tá kon-
sertin kókaði yvir.
Í
góðum
føroyskum
ferðalagi upplivdi hann
hetta fríggjakvøldið. Nak-
rar metrar frá meistaranum
Paul.
– Ein meistari er hann, tí
hann hevur skapt størstu
klassikararnar í nýggjaru
rokksøguni á plátu og er
enn frammi. Hevur ikki
narkotiserað seg í hel, ella á
annan hátt latið seg slúka
upp av destruktivu undir-
haldsmaskinuni.
Undir
teim hevjaðu eygnabrúnum
stara sakleysu Bambi-eyg-
uni okkum enn beint ímóti.
Har er eingin slingur í vals-
inum, sigur Birgir Kruse.
Eisini hann var imponer-
aður av stórforminum hjá
60-ára gamla Paul McCart-
ney.
– Útvið tríggjar tímar av
undirhaldi av bestu skuffu
uttan ein sjónligan sveitta-
dropa, tað gerst ikki betri
av einum, sum nærkast eft-
irlønaraldri í poppverðini.
Eitt lýsandi eksempul. Ein
leiðarstjørna. At honum
ikki dámar grind, leggi eg
líka í. Paul skal verða væl-
komin aftur í Verðina.
Føroyingar
fagnaðu
McCartney
Gissur, Ingrid, Jóngerð og Birgir á konsert hjá Paul McCartney í Parkini
McCartney er ein leiðarastjørna, heldur Birgir Kruse, sum stóð
fáar metrar frá meistaranum í Parkini
– Men Páll á Reyna-
túgvu sigur ósatt, tá
hann letst ikki at hava
hoyrt míni sjónarmið
fyrr, sigur Finnur
Helmsdal, sum longu
undir 1. viðgerð boð-
aði flokkinum frá, at
hann ikki tók undir
við at taka av stuðulin
til uppihaldspening
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
Tað var samvitskan hjá
Finni Helmsdal, sum forð-
aði honum at atkvøða fyri
uppskotinum hjá Pálli á
Reynatúgvu um at taka av
lógina um stuðul til uppi-
haldspening, ið fráskild
skulu rinda fyrrverandi
maka ella ógift skulu rinda
børnum hjá sær undir 18 ár.
Mikil orðadráttur stóðst í
løgtinginum fríggjadagin,
tá Finnur Helmdsdal, sum
hevur sæti á tingi sum vara-
maður fyri Annitu á Fríðr-
iksmørk, noktaði at at-
kvøða fyri uppskotinum hjá
Páll á Reynatúgvu.
– Eg havi ikki samvitsku
at atkvøða fyri einum slík-
um uppskoti, sum ger tað
fíggjarliga tyngri hjá einum
bólki, sum frammanundan
hevur tað tungt, sigur Finn-
ur Helmsdal, sum als ikki
skilir grundgevingarnar hjá
meirilutanum í Trivnaðar-
nevndini.
Meirilutin í Trivnaðar-
nevndini (Jørgin Niclasen,
Jenis
av
Rana,
Rúni
Hentze, Marjus Dam og
Alfred Olsen) siga m. a. í
álitinum, at »meirilutin
fegnast um, at uppskotið
javnstillar gift og ógift so-
leiðis, at tað ikki verður ein
fíggjarligur ófyrimunur at
liva saman gift«.
– Tað einasta, sum eg fái
burtur úr hasum er, at nøkur
fólk, sum kanska av átrún-
aðarligum orsøkum eru
trælabundin í einum hjún-
arbandi, sum tey vilja
sleppa burturúr, nú kunnu
gnýggja sær í hondunum, tí
onnur nú verða verri fyri.
Har er als eingin logikkur í
hasum setninginum, segði
Finnur Helmsdal í løgting-
inum fríggjadagin.
Hann heldur, at hesin
margháttligi
setningurin
varð funnin, tí at meirlutin
eingi verulig argument
hevði fyri at samtykkja
uppskotið.
Finnur hevur
persnónlig motiv
Tá Finnur Helmsdal boðaði
frá støðu síni í løgtinginum,
boðaði Páll á Reynatúgvu,
landsstýrismaður frá, at
hann tók uppskotið aftur.
Men samstundis nýtti hann
høvi frá tingsins røðarapalli
at harta Finn Helmsdal.
– Hetta líkist einum mis-
áliti, og mær tykir tað
ógvuliga løgið, at ein vara-
løgtingsmaður kemur við
so sterkum ákærum, og at
hann kemur við hesum so
seint í forløpinum, segði
Páll á Reynatúgvu.
Víðari segði hann, at
hann helt, at Finnur Helms-
dal hevði persónlig motiv
til at handla á henda hátt,
og at hann vildi baka sína
egnu kaku.
– Tað er einki at ivast í, at
Finnur Helmsdal heldur
enn fegin vildi sitið í lands-
stýrissessinum, sum Páll á
Reynatúgvu situr í, segði
landsstýrismaðurin,
og
legði afturat, at gerðin hjá
Finni Helmsdal luktaði av
øvund.
Finnur hevur boðað
frá
Men tað passar ikki, at
Finnur Helmsdal ikki hevur
boðað frá støðu síni í
góðari tíð.
– Eg havi fyri langari tíð
síðani boðað bæði Páll á
Reynatúgvu
og
Høgna
Hoydal frá støðu míni, og
bað Høgna Hoydal um at
fáa málið tikið upp í flokk-
inum, men einki hendi, sig-
ur Finnur Helmsdal.
Tað harmar Finn Helms-
dal, at lokal áhugamál altíð
verða tikin framum, tá
sparingar skulu finnast.
Hann sigur, at landsstýris-
menn o. o. sálda fyrst tað
frá, sum gevur teimum at-
kvøður, og tí verður spart
eitt nú á hesum øki, har
fólk frammanundan eru illa
fyri og illa fáa vart seg. Her
er tað, at samvitskan hjá
Finni Helmsdal sigur stopp.
Finnur Helmsdal sigur, at
hann veit dømi um menn,
sum rinda einar 50.000 kr
árliga í uppihaldspeningi.
Hjá teimum merkir tað, at
25.000 krónur í einum
verða tiknar.
– Tað er ikki rímuligt, og
er tað so, at tað kortini er
politiski viljin, at hesin
stuðul ikki skal latast, so
hevði tað verði rímuligt at
tikið hann í stigum, heldur
Finnur Helmsdal.
Finnur Helmsdal er held-
ur fáorðaður, tá vit spyrja
hann um brikslið um, at
hann er fornermaður.
– Eg tími ikki at úttala
meg um hatta, fólk kunnu
sjálv meta um, hvat tey
halda um Páll á Reyna-
túgvu, og tað hann, hann
ger. Men eg eri als ikki for-
nermaður, eg havi tað fínt,
havi eitt gott starv.
Finnur Helmsdal við-
gongur, at hann helt seg
vera eitt boð upp á lands-
stýrismann, men at flokkur-
in valdi nakað annað, og
tað er so tað. Hann leggur
skemtandi afturat, at nógvir
øvundaðu Richard Burton,
tá hann fekk Elizabeth
Taylor…
Upp á fyrispurningin um
støðu sína í Tjóðveldis-
flokkinum eftir hetta, sigur
Finnur Helmsdal, at var
hon ring áðrenn, so verður
hon verri nú.
Finnur Helmsdal er ikki
tingmaður meira, tí nú hev-
ur Annita á Fríðriksmørk
tikið sætið aftur. Hon hevur
verið í barnsburðarfarloyvi
síðani 19. februar.
Samvitskan fekk meg at siga nei
– Eg havi fyri langari tíð síð-
ani boðað bæði Páll á
Reynatúgvu og Høgna Hoy-
dal frá støðu míni, at eg ikki
kundi taka undir við upp-
skotinum. Eg bað Høgna
Hoydal um at fáa málið tikið
upp í flokkinum, men einki
hendi, sigur Finnur
Helmsdal
– Tjóðveldisflokkurin
breyt gjørdar sam-
gonguavtalur á ting-
fundinum fríggja-
dagin. Hetta kostar
landskassanum 10
milliónir krónur, og
tær sparingarnar
eigur Tjóðveldis-
flokkurin at finna á
sínum egnu málsøkj-
um, heldur Fólka-
flokkurin
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
Fólkaflokkurin leggur nú
trýst á Tjóðveldisflokkin,
og biður formann floksins,
Høgna Hoydal, nú fáa skil á
sínum tingmonnum.
Hetta hendir í kjalarvørr-
inum av, at Tjóðveldisflokk-
urin breyt tvey samgongu-
lyft fríggjadagin, sambært
Óla Breckmann, formanni
Fólkafloksins á tingi.
Óli Breckmann hevur tí
skrivað Høgna Hoydal eitt
bræv.
– Vit halda tað vera
sjálvsat, at Tjóðveldisflokk-
urin innan egin málsøki
finnur somu upphæddir,
sum tær, ið orsakað av av-
talubrotunum koma til út-
gjaldingar í ár, so at hesar
eykajáttanir verða útreiðslu-
neutralar fyri landskassan,
sigur Óli Breckmann.
Hann sipar til tær o. u.
seks milliónirnar, sum ætl-
anin var at spara við upp-
skotinum hjá Páll á Reyna-
túgvu, landsstýrismanni,
við at taka av stuðulin til
uppihaldspening, og upp-
skotið hjá Jacob Vester-
gaard, landsstýrismanni í
fiskivinnumálum um mán-
aðarligan minstaforvinning
til útróðrarmenn. Hetta
skuldi spart landskassanum
o. u. fýra milliónir.
Tilsamans kostaðu av-
talubrot Tjóðveldisfloksins,
sambært Óla Breckmann,
landskassanum 10 mió, og
hann heldur tað verða sera
órímuligt, um hetta skal
ganga út yvir málsøkini,
sum Fólkaflokkurin umsit-
ur í landsstýrinum.
–
Tjóðveldisflokkurin
brey gjørdar samgonguav-
talur og helt tingið fyri
gjøldur við at skifta støðu
og kúvenda í málum, tá
atkvøtt varð, stikk ímóti tí,
hann hevði avrøtt og enntá
undirskrivað
við
aðrar
flokkar og tingmenn, sigur
Óli Breckmann.
– Vit vóna, Tjóðveldis-
flokkurin skjótt klárar at
tryggja innanhýsis floksaga
til at »geva samgonguni ein
seinasta kjans«, sum for-
maður floksins alment tók
til, tá hann setti seg í sessin
sum landsstýrismaður í
mentamálum, sigur Óli
Breckmann.
Tjóðveldisflokkurin má finna 10
mió krónur
Óli Breckmann og hini í
Fólkaflokkinum mæla nú
Høgna hoydal til stjótt at
tryggja innanhýsis floksaga í
Tjóðveldisflokkinum, so
flokkurin megnar at liva upp
til at »geva samgonguni ein
seinasta kjans«, sum Høgn
Hoydal fleiri ferðir hevur sagt
Tingmaður kært
landsstýrismann
fyri løgmann
Finnur Helmsdal, ting-
maður í Tjóðveldisflokk-
inum hevur kært atburð
hjá landsstýrismanninum
Páll á Reynatúgvu fyri
løgmann. Í grein í blaðn-
um í dag (síða 27) skrivar
Finnur Helmsdal, at hann
fríggjadagin skrivaði løg-
manni bræv sum landsins
hægsta
umsitingarliga
leiðara og upplýsti um
tað, Páll á Reynatúgvu
hevði sagt um seg og sítt
arbeiðspláss, aftaná at
hann hevði hunddálkað
seg á tingsins røðarapalli.
Finnur Helmsdal skrivar
m.a.: -Tá Páll á Reyna-
túgvu heldur fram við
sínum átálmaða perfidit-
eti og annars at koma við
ósannindum um bæði
meg og málið, so haldi eg
tíðin er komin at siga eitt
sindur meira skrivar hann
og vísir á, at landsstýris-
maðurin í tinginum kom
við meira og minni fjald-
um hóttanum móti sær,
sínum
starvi
og
ar-
beiðsplássi.
Og
hann
heldur fram: -Soleiðis
sum støðan er og soleiðis
sum alt gongur fyri seg
m.a. í flokkinum, hendir
helst ikki nógv annað, enn
at fólk uppa øksl. Tað tyk-
ist ikki, sum nakað mað-
urin ger ella sigur, skal
fáa avleiðingar. Tí tók
tingmaðurin og skrivaði
løgmanni bræv um at-
burðin hjá landsstýris-
manninum.
Finnur
Helmsdal er eisini sera
bersøgin tá hann umrøður
rikna politikkin: -Í før-
oyskum politijkki eru
hugtøk sum maktgirdn og
einaræðislyndi komin í
hásæti.
C
M
Y
K
5
4