mikudagur 7. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 86 - 7. mai 2003
Nr. 86 - 7. mai 2003
7
Lýsingarfyritøkan
Team 85 og Tjóð-
veldisflokkurin eru
ósamd um støddina á
rokningini fyri val-
stríðið hjá flokkinum
í fjør, og tí hevur
fyritøkan stevnt
ROKNING
Stefan í Skorini
Tjóðveldisflokkurin vil eft-
ir øllum at døma ikki rinda
tað, sum Team 85 krevur
fyri at hava gjørt lýsingar
fyri flokkin uppundir løg-
tingsvalið í fjør. Tí hevur
fyritøkan stevnt flokkinum
fyri at fáa teir kravdu peng-
arnar. Sambært rættarlist-
anum var fyrireikandi rætt-
arfundur týsmorgunin.
Málið snýr seg um eina
nógv umstrídda lýsing. Stór
gøla stóðst av hesi lýsing
hjá Tjóðveldisflokkinum,
sum stóð í Sosialinum stutt
fyri valið. Flokkurin vildi
ikki kennast við innihaldið
í hesi lýsingini, og Team 85
átók sær ábyrgdina av hes-
um mistaki.
Lýsingin vísti helvtina av
andlitinum á Lisbeth L.
Petersen setta saman við
helvtini av andlitinum hjá
Anders Fogh Rasmussen,
og áskriftin var hálvdanskt.
Eisini var helvtin av andlit-
inum hjá Jóannesi Eides-
gaard sett saman við Poul
Nyrup
Rasmussen,
og
hendan samansetingin varð
kallað hálvføroysk. Síðani
varð andlitsmynd av Høgna
Hoydal, og hetta varð kall-
að "føroyskt".
Tjóðveldisflokkurin
heldur, at virðið av øllum
teirra valstríði minkaði
munandi av hesi lýsingini,
hvørs innihald flokkurin
ikki vil kennast við. Ósemj-
an snýr seg sostatt um
samlaðu rokningina fyri
valstríðið.
Hvørki Johnny Gaard,
stjóri á Team 85, ella Høgni
Hoydal, formaður Tjóð-
veldisfloksins, vilja gera
viðmerkingar til málið.
Heldur ikki bar til at fáa
upplýst, hvussu nógvur
peningur liggur í buktini.
Væntandi er tó, at part-
arnir koma til eina semju,
og at Føroya Rættur ikki
skal avgera hesa trætuna
millum partarnar.Málið er
útsett fleiri ferðir áður, og
partarnir hava roynt at
funnið eina semju.
Team 85 stevnir Tjóðveldisflokkinum
Lítla miðjalhavsoygg-
in Malta er vorðið eitt
mekka hjá útlendsk-
um investorum, sum
flokkast til landið.
Hetta er úrslit av eini
miðvísari ætlan hjá
teimum stýrandi, og
úrslitið er, at vinnu-
lívið gerst meira
fjølbroytt enn áður, tá
ferðavinnan var tað
einasta, sum landsins
íbúgvar dúvaðu uppá
VINNULÍV
Stefan í Skorini
– Smáir oyggjabólkar sum
Føroyar og Malta nýta ofta
støddina sum umbering fyri
brek og vánaligar umstøður
í samfelagnum. Vit geva
støddini skyldina fyri alt.
Hetta
er
tann
serligi
oyggjamentaliteturin, sum
mangan leggur fót fyri
framburði, sigur Ernest
Azzopardi av Malta, sum í
hesum døgum er í Føroyum
og vitjar.
Ernest
Azzopardi
er
leiðari av búskapardeildini
á University of Malta. Har-
umframt er hann stjóri á
kanningarstovuni
fyri
vatntøknifrøði og stjóri fyri
vatnveitingini á Malta, sum
er ein almenn fyritøka.
Hann er í hesum døgum í
Føroyum og kunnar um
ymisk viðurskifti á Malta
og leiklutin hjá smátjóðum
í einum globalum búskapi.
Hann er sannførdur um,
at man eisini kann nýta
støddina til egnan fyrimun
við at gagnnýta tað menn-
iskjaliga tilfeingið betur.
Malta er á stødd við Eystur-
oynna, og har búgva tilsam-
ans 400.000 fólk á trimum
oyggjum.
– Malta hevur einki natt-
úrligt tilfeingi, og tí hava
vit verið noydd til at gagn-
nýta tað menniskjaliga,
sum er arbeiðsmegin, ístað-
in. Og tað at vit hava ein
sera væl útbúna arbeiðs-
megi er okkara størsta til-
feingi, sigur hann.
Útlendskur kapitalur
er lykilin
Fyri at fáa útlendskan pen-
ing til landið, hevur stjórn-
in fyri stuttum sett í verk
ein nýggjan skatttapolitikk,
sum gevur nýstovnaðum
fyritøkum stórar fyrimunir.
Hetta átakið, sum nevnist
Business Promotion Act,
lokkar fyritøkur at gera
íløgur í landinum.
Í stuttum hevur landið
sett inntøkuskattin mun-
andi niður, soleiðis at
nýggjar
fyritøkur
bert
gjalda 5 prosent íinntøku-
skatti sjey tey fyrstu árini.
Síðani fer tað upp á 10 pro-
sent næstu seks árini, og at
enda fer tað upp á 15 pros-
ent seinastu fimm árini í
hesum tíðarskeiðnum.
Hetta gevur fyritøkunum
eina blíða byrjan, so at tær
hava lættari við at fóta sær
tey fyrstu árini, sum mang-
an eru torfør hjá nýggjum
fyritøkum.
Eisini leggur landið seg
eftir at veita bíligar verk-
smiðjubygningar og bílig
lán, og hetta eggjar fólki at
fara undir ídnað og fram-
leiðslu av ymsum slag.
Av tí sama hevur Malta
tey seinastu árini upplivað,
at alt fleiri altjóða fyritøkur
velja at flyta sína fram-
leiðslu til landið, og tær
leggja pening eftir seg og
geva íbúgvunum arbeiði.
– Hendan verkætlanin
hevur til endamáls at lokka
útlendingar at gera íløgur í
okkara landi. Hetta hevur
stóra ávirkan á vinnulívið,
sum gerst nógv meira fjøl-
broytt enn áður, sigur
Ernest.
Hann leggur dent á, at
fyri lítil lond sum Føroyar
og Malta er tað umráðandi
at hava fjølbroytt vinnulív.
Ein stórur veikleiki hjá Før-
oyum er, at vit einans hava
fiskivinnuna at dúva uppá.
Á Malta var ferðavinnan
nógv tann størsta vinnan,
men nú eru verða aðrir
vinnuvegir eisini troyttir.
Malta leggur stóran dent
á at hava eina væl útbúna
og fjølbroytta arbeiðsmegi,
sum vinnulívið kann njóta
gott av. Tí fáa lesandi stuðul
eins og í Norðanlondum, so
at øll skulu hava møguleika
at nema sær útbúgving.
Hetta hjálpir eisini fyritøk-
um við at koma í gongd.
Bangin fyri framtíðini
Á eini fólkaatkvøðu gjørdi
fólkið á Malta av at fara
uppí ES. Meirilutin fyri
ES-limaskapi var sera tep-
ur. Ernest metir, at lima-
skapurin er ein fyrimunur
fyri landið.
– Fyri tað fyrsta fáa vit
við ES-limaskapinum betri
marknaðaratgongd og har-
við betri møguleikar at
selja okkara vørur. Eisini
verða vit vard ímóti árinum
frá globaliseringini, sigur
Ernest Azzopardi.
Hann skilir tó, at føroy-
ingar altíð hava verið sera
negativir yvirfyri ES. Hann
heldur, at hetta ofta eyð-
kennir lítil samfeløg. Tey
eru bangin fyri, at tann stóri
fer at gloypa tí lítla, og at
tann minni parturin onga
ávirkan fær í felagsskapin-
um.
Eisini heldur hann, at
oyggjabúgvar mangan eru
bangnir fyri framtíðini, og
spyrja seg sjálvar, hví tað er
neyðugt at broyta tað
verandi.
Hóast hann dugir at
síggja nógvar fyrimunir við
at vera ein lítil tjóð, eru
eisini fleiri vansar, sum ein
skal varða seg fyri. Eitt nú
er eitt land sum Malta
meira viðkvæmt fyri broyt-
ingum runt um í heiminum.
Eisini hava smærri lond
lyndi til at leggja alla sína
orku í eina serstaka vinnu -
fiskivinnu í Føroyum og
ferðavinnu á Malta. Tí er
umráðandi at hava eitt fjøl-
broytt vinnulív, og Ernest
Azzopardi heldur, at Malta
hevur gjørt átøk, sum
byrgja fyri slíkum trupul-
leikum.
Ernest Azzopardi av Malta:
Vit skulu nýta støddina til egnan fyrimun
Ernest Azzopardi av Malta
heldur, at føroyingar áttu at
lagt seg eftir at fáa eitt meira
fjølbroytt vinnulív. Hann
vísir á átøkini hjá Malta,
sum hava lokkað útlendskar
fyritøkum til landi í stórum
tali
Mynd: Álvur Haraldsen
Barnaprixið nærum fullteknað
Aftur í ár fara Mark
Joensen og James
Olsen at skipa fyri
Nósabarnaprixi, og
longu nú eru tær
flestu kappingarnar
fullteknaðar. Fleiri av
undanumførunum
vera á stevnum kring
landið, og hetta fer
møguliga at vekja enn
meira ans fyri hesi
serstøku sangkapping
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
2. árið á rað verður skipað
fyri nósabarnaprixi, og aft-
ur í ár er áhugin ómetaliga
stórur. Tey flestu umførini
eru nevniliga fullteknað.
– Tað er avgjørt brúk fyri
eini slíkari kapping fyri tey,
sum eru yngri enn fimtan
ár, tí eingin kapping hevur
verið fyri børn fyrr, sigur
ein av fyrireikarunum Jam-
es Olsen.
Í fjør var prixið um
heystið, men í ár verður til-
takið um summarið, og
fleiri av umførunum vera á
stevnum, og finalan verður
á ólavsøku.
– Tað eru ikki serliga
nógv tiltøk fyri børn á
stevnunum sum heild, og tí
eru útlit fyri, at vit kunnu
fáa enn fleiri áskoðarar til
tiltøkini, sigur Mark Joen-
sen, sum aftur í ár er við til
at skipa fyri sangkapping-
ini.
Lutakast um
luttakarar
Tá fleiri tekna seg, enn
pláss er fyri, mugu fyrireik-
ararnir
gera
av,
hvør
sleppur við, og hvør verður
við sviðusoð. Hetta verður
gjørt við lutakasti, og fyri-
reikararnir ásanna, at onkrir
góðir sangarar kunnu detta
burturímillum á hendan
hátt.
Slagið av sangum spennir
víða. Fleiri velja at syngja
kendar
sunnudagsskúla-
sangir, meðan onnur syngja
vanligar barnasangir. Øll í
aldrinum 7 til 14 ár kunnu
luttaka.
Mark og James seta seg
eisini í samband við for-
eldrini fyri at kanna, um til-
meldingin er í lagi, so at
sleppast kann undan, at for-
eldur ella børn hava boðað
frá luttøku í óðum verkum.
– Vit vóru snøgt sagt
tiknir á bóli síðsta ár, sigur
Mark, tá tosað verður um
støðið á kappingini í fjør.
– Tey flestu børnini duga
ómetaliga væl at syngja, og
við
hesum
tiltakinum
sleppa tey at vísa, hvat tey
duga. Nógv verður gjørt
við sang í skúlum og sam-
komum kring landið, og
hetta ger, at kappingin er
sera jøvn, sigur James
Olsen.
Fløguútgáva
Til finaluna, sum verður
28. juli, verður møguleiki
at keypa eina fløgu við tólv
løgum. Allir finalistarnir
fáa eitt lag á fløguna, og tað
er ein gularót, sum allir
luttakararnir kunnu elta.
Upptøkurnar verða gjørdar,
tá undanumførini eru fing-
in frá hondini. James Olsen
letur ikki illa at søluni av
fløguni, sum varð givin út í
fjør.
Vinnarin verður 10.000
krónur
ríkari,
meðan
nummar tvey og trý fáa
smærri peningagávur, men
enn er ikki heilt greitt,
hvussu stórir hesir vinning-
arnir vera.
Tilsamans
sleppa
60
luttakarar við til tey seks
undanumførini, og tað vera
so tíggju sangarar við í
hvørjum umfari. Ein slepp-
ur víðari úr hvørjum um-
fari, men í Havn sleppa
tvey víðari til finaluna.
Meðan tiltøkini ætla fyri-
reikararnir at hava ymisk
stuttlig happenings fyri
børnini. Ætlanin er at hava
klovnar og gestatónleikarar
fyri at gera tiltakið meira
fjølbroytt. Aftur í ár er
Føroya Banki høvuðsstuðul
fyri tiltakinum. Meira kann
lesast um nósabarnaprixið
á www.barnaprix.fo.
Mark Joensen og James Olsen
fara aftur í ár at skipa fyri
sangkapping fyri børn, nevnd
nósabarnaprixið
Mynd: Álvur Haraldsen
Nær og hvar
7. juni í Roynhøllini í Hvalba
14. juni í KÍ-høllini í Klaksvík
21. juni í teltinum í Kollafirði (Sundalagsstevna)
28. juni í badmintonhøllini í Havn
5. juli
í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
(Varmakeldustevna)
12. juli í bygdarhúsinum í Miðvági (Vestanstevna)
28. juli finalan í badmintonhøllini í Havn
Øll tiltøkini eru frá kl. 19 til 21.
Vil tú sleppa av við
roykingina skjótt og
lætt so er danski ter-
apeuturin Mette
Fønss kanska svarið.
Hon kemur nú til
Føroya og fer at
halda skeið fyri fólki,
sum vilja gevast við
at roykja.
TÍÐINDASKRIV
Først holdt Barbara op, så
sagde Katrin stop, derefter
gjorde Andrias det for
sidste gang! Nu giver de
andre Færinger mulighed
for at gøre summen af last-
er mindre.
Barbara,
Katrin
og
Andrias er alle blevet
røgfri ’the Easyway’ hos
den danske rygestopter-
apeaut Mette Fønss.
’De fleste rygere ville
gerne holde op, men er
bange for at det bliver
svært. De ville til gengæld
allesammen ønske at de
aldrig var startet. Men
hvad nu hvis det var nemt
at holde op?’
spørger
Mette Fønss, som repræs-
enterer Allen Carrs The
Easyway to Stop Smoking
i Danmark, en ny og bane-
brydende metode til ryge-
stop.
Uden brug af viljestyr-
ke, skræmmekampagne,
nåle eller nikotinerstatn-
ing afvænner Mette Fønss
stor- og smårygere på et
fem timers kursus. Vel og
mærke uden at de efter-
følgende tager på i vægt
eller føler at de lever et liv
i afsavn. Hun er så sikker
på sin succes, at folk får
pengene retur hvis det
ikke lykkes dem at holde
op. På baggrund af denne
pengene-tilbage-garanti,
bliver over 90 % røgfri.
Katrin í Gongini fra
SMS, Maria Smith fra
Hotel Føroyar og Andrias
Jacobsen fra Shell går nu i
spidsen for at gøre Fær-
ingerne til ’glade ikke-
rygere’ og har derfor invit-
eret Mette Fønss til Thors-
havn fra d.12. til d. 21
maj, hvor hun afholder
rygestopkurser for medar-
bejderne fra SMS, Hotel
Føroyar, Shell og Atlantic
Airways.
Man behøver dog ikke
at være ansat i førnævnte
firmaer for at få mulighed
for at blive røgfri ’the
Easyway’. Torsdag d. 15.
maj afholder Mette Fønss
rygestopkursus for alle
interesserede kl. 15.00 på
Hotel
Føroyar,
Við
Oyggjavegin, Thorshavn.
Tilmeldning kan ske på
tlf. 0045 5190 3536 eller
www.easyway.dk
Mette Fønss er på en
mission og har en vision!
Ring hvis I ønsker at høre
nærmere om hvordan og
hvorfor.
Gevist at roykja við
Mette Fønss
Stutt fyri midnátt
mánakvøldið varð
boðað frá eldsbruna í
KÍ-høllini. Fólk var í
høllini um hetta
mundið, og sløkki-
liðið var tí skjótt á
staðnum
ELDSBRUNI
Stefan í Skorini
Eldurin kyknaði í einum
ventilatiónsrúmi í sunnara
enda á høllini. Fólk fund-
aðist í norðara enda, og
umsjónarmaðurin var eisini
til staðar. Tí varnaðust fólk
eldin ógvuliga skjótt, og
boð vórðu send eftir sløkki-
liðnum beinanvegin.
Kári Kjelnæs frá sløkki-
liðnum sigur, at fyrstu
sløkkiliðsmenninir vóru á
staðnum, tveir minuttir
eftir at teir fingu boðini.
Teir fingu tamarhald á
eldinum rættiliga skjótt.
Tá hevði umsjónarmað-
urin longu verið inni í rúm-
inum við einum pulvur-
sløkkjara, og hetta basti
eldinum nakað.
Løgreglan veit enn ikki
at siga við vissu, hvussu
eldurin kyknaði. Umframt
at hýsa ventilatiónsskipan-
ini, verður rúmið eisini nýtt
sum goymslurúm av eitt nú
gloymdum klæðum, og eld-
ur hevur verið í klædna-
dunganum. Løgreglan sig-
ur eisini, at umsjónar-
maðurin hevði verið inni í
rúminum stutt framman-
undan, men hann dugdi
ikki at geva nakra frágreið-
ing um eldsbrunan.
Nakað av skaða stóðst av
eldinum, og høllin var fylt
við royki. Helst verður
høllin stongd í nakrar dag-
ar, meðan ruddað verður
upp, og umvælingar verða
gjørdar.
Eldur í KÍ-høllini
C
M
Y
K
7
6