mikudagur 7. mai 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 86 - 7. mai 2003
Nr. 86 - 7. mai 2003
9
Nú er klárt at fara
undir nýggja
miðnámsskúlan í
Suðuroy og hann
verður liðugur á várið
í 2006
SKÚLABYGGING
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Nú skal nýggjur
miðnámsskúli byggjast í
Suðuroy.
Tað
hevur
Løgtingið
endaliga samtykt.
Løgtingið hevur samtykt
at geva landsstýrismannin-
um í mentamálum, Høgna
Hoydal, heimild til at fara
undir byggingina.
Skúlin skal byggjast í av-
bera natúruvøkrum plássi
vesturi á Vatninum í Vági
og hann skal kosta í mesta
lagi 50,4 milliónmir. Men
av teimum skulu nakrar
kommunur í Suðuroynni
betala 5,4 milliónir, sum
tær hava játtað at betala til
eitt meginbókasavn, sum
eisini skal vera í skúlanum.
Miðnámsskúlin í Suðuroy
hevur havt eina umskifti-
liga tilveru. Upprunaliga
helt hann til í hølum bæði í
Vági og á Tvøroyri. Síðani
varð hann fluttur til Vágs
burturav, men hann hevur
altíð húsast í fleiri húsum
og tað hevur alla tíðina
verið størsta ynski at funnið
eina varandi loysn.
Nú er tann varandi loysn-
in funnin og á várið 2006,
verður flutt í flunkandi
nýggjan skúla vesturi á
vatninum.
Við at byggja vesturi á
Vatninum
kann
skúlin
gagnnýta fótbóltsvøllin og
ítróttarhøllina hjá VB, ið
eru beint við.
Skúlin verður bygdur
eftir
tekningum
hjá
arkitektavirkinum hjá Árna
Winther, ið vann arkitekta-
kappingina um skúlan.
Virkin partur í
samfelagnum
Tað hevur alla tíðina verið
ætlanin, at skúlin skuldi
verða ein virkin partur í
samfelagnum
og
geva
møguleikar fyri at binda
saman undirvísing, mentan,
arbeiðslív og vinnulív í
oynni.
Í skúlanum verða sostatt
samkomuhøll. Samstundi
gjørdi Vágs Býráð greitt, at
greitt, at hon hevði áhuga í
at hava býarbókasavn á
skúlanum.
Úrslitið av tí er, at eitt
meginbókasavn verður í
skúlanum, har ið kommun-
urnar í Suðuroy skuldi be-
tala ein part av útreiðslun-
um.
Í tí sambandi hava Por-
keris
kommuna,
Hovs
kommuna, Famjins komm-
una og Vágs kommuna
boðað frá, at tær eru sinn-
aðar at vera við í fíggingini.
Hinvegin hava Hvalbiar
kommuna, Sumbiar komm-
una og Tvøroyrar kommuna
boðað frá, at tær ikki taka
undir við ætlanini.
Meginbókasavnið verður
kortini veruleiki og tær
kommunur, sum taka undir
við ætlanini, betala so part-
in hjá kommununum.
Byrjað í summar
Ætlanin er at byrjað upp á
skúlan í summar, tá ið jørð-
arbeiðið verður boðið út og
so kann sjálvt arbeiðið
byrja í august.
Sjálvt
byggiarbeiðið
verður boðið út komandi
vár.
Ætlanin er, at øll bygg-
ingin skal taka trý ár og at
skúlin skal verða klárur at
taka í nýtslu á vári í 2006.
Skúlin verður bygdur til
umleið 150 næmingar og
gólvvíddin verður einar
2800 fermetrar. Av teimum
verður sjálvt meginbóka-
savnið 700 fermetrar.
Tá ið útreiðslurnar, sum
kommunurnar skulu betala
av bókasavninum, verða
lagdar
afturat,
verður
kostnaðurin fyri alla bygg-
ingina beint omanfyri 50
milliónir.
Enn er Landsverk-
frøðingurin ongan
veg komin at kanna
um nýggi Smyril
kann leggja at á
Gomlu Rætt heldur
enn í Havn
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Enn er Landsverkfrøðing-
urin ongan veg komin at
kanna um tað fer at bera til
hjá nýggja Smyrli at leggja
at á Gomlu Rætt, ístaðin
fyri at sigla til Havnar.
Tað var herfyri, at lands-
stýrismaðurin í Vinnumál-
um, Bjarni Djurholm, bað
Landsverkfrøðingin kanna
møguleikarnar hjá Smyrli á
Gomlu Rætt.
Kannast skal, um nýggi
Smyril kann brúka havnina
á Gomlu Rætt og um,
hvørjar broytingar skulu til,
fyri at hann kann brúka
havnina.
Tað hevur hann gjørt í
kjalarvørrinum á umrøðuni
av umstøðunum í Tórs-
havnar Havn, ið summi
siga er ógvuliga trong til
tey bæði skipini, Norrønu
og nýggja Smyril.
Oyvindur Brimnes sigur,
at enn veit hann ikki, nær
kanningarnar verða.
Hann sigur, at ætlanin
hevur verið at gera sigli-
kanningar í simulatori í
Danmark, men tað eydnað-
ist ikki at sleppa framat í
fyrstu syftu.
Men Landsverkfrøðing-
urin heldur, at tað eisini
verður neyðugt at gera
modelroyndir.
Sostatt skal málið takast
upp fyri at vita, hvat skal
gerast.
Landsverkfrøðingurin
sigur, at hann hevur ikki
fígging til eisini at gera
modelroyndir. Sostatt má
hann tryggja sær fígging, tí
hann sigur, at tað helst
verður neyðugt at gera
modelroyndirnar eisini.
Landsverkfrøðinguri
n fer so skjótt sum
gjørligt undir kann-
ingarnar at vita, um
tað ber til at gera
tunnilin ímillum
Øravík og Hov niðri í
dalinum
HOVSTUNNIL
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Landsverkfrøð-
ingurin fer nú beinanvegin
at seta kanningasr í verk
fyri at vita, hvussu møgu-
leikarnir eru fyri at gera
tunnil ímillum Øravík og
Hov longur niðri í dalinum,
enn upprunaliga ætlað.
Landsverkfrøðingurin
hevur skotið upp at gera
Hovstunnilin nakað uppi í
hæddini. Men síðani er
komið fram, at norska fel-
agið NCC heldur seg kunna
gera tunnilin longri niðri í
dalinum fyri einar 30 milli-
ónir minni enn hon tunnilin
kostar longri uppi.
Øll eru samd um, at fyri
ferðsluna er hesin tunnilin
niðri i dalinum tann besti.
Men ivi hevur verið
sáddur um, antin undir-
lendið er egnað at bora
tunnil ígjøgnum.
Hetta skal nú kannnast út
í æsir.
Landsverkfrøðingurin
sigur, at hann fer so skjótt
sum gjørligt at seta kann-
ingar í verk.
Oyvindur Brimnes sigur
at teir eu í ferð við at fyri-
reika kanningarnar og at
kanningarnar verða nú í vár
og í summar.
Skuldi landsverkfrøðing-
urin sjálvur gjørt arbeiðið,
hevði tað tikið ímillum
tríggjar og fýra mánaðir.
Men Oyvindur Brimnes
sigur, at teir fara at royna at
fáa útgerð uttanlands fyri at
arbeiðið kann ganga skjót-
ari.
Men akkurát, hvussu
langa tíð, tað fer at taka,
veit hann ikki.
– Vit fara at bera so skjótt
at sum gjørligt, so at so
nógv grót sum gjørligt úr
tunlinum kann brúkast-
treytað av, at løgtingið
játtar pening til tunnilin.
Men stóri spurningurin
er so, um tað yvirhøvur ber
til at gera tunnilin niðri í
dalinum, men tað er so tað,
sum kanningarnar skulu
vísa.
Kanningarnar, sum skulu
gerast, eru eitt nú kjarnu-
boringar.
Nýggjur studentaskúli í
Suðuroy liðugur um trý ár
Um trý ár stendur flunkandi nýggjur miðnámsskúli fyri 50 milliónir klár at taka í nýtslu í Vági.
Í skúlanum verður eisini meginbókasavn fyri alla Suðuroy og samkomuhøll
Ongar kanningar gjørdir enn
Gera so skjótt av sum gjørligt
Enn er onki kannað fyri at
vita, um nýggi Smyuril kann
brúka Gomlu Rætt
Her sæst, teir báðir møguleikarnir, sum eru nevndir at gera
tunnil ímillum Øravík og Hov. Upprunaliga varð ætlanin at
gera tann ovara tunnilin. Semja er kortini um, at niðari
tunnilin er nógv tann betri og nú skal kannast, um tað letur seg
gera at bora hann har
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
7. mai. Flavia, deyð í umleið ár 95. Henda abbadóttir keisaran Vespasianus gjørdist
kristin og varð rikin í útlegd.
Jona Michaelsen
í Funningsfirði
50 ár
Í dag, 7. mai, fyllir Jona
Michaelsen í Funningsfirði
50 ár. Jona er ættað úr
Klaksvík og uppvaksin í
Elduvík. Hon arbeiddi í
mong ár í køkinum á Eyst-
uroyar Ellis- & Røktar-
heimi í Runavík. Jona var
ein av fyrstu føroysku
kvinnunum, sum fekk starv
í oljuvinnuni. Fyri tveimum
árum síðan fekk hon,
ígjøgnum Eurest Føroyar,
starv sum hjálparfólk á
boriplattforminum Sover-
ign Explorer í sambandi
við oljuleiting við Føroyar.
Síðan hevur hon arbeitt á
hotelboriplattformum
í
Norðsjónum. Hon trívist
væl í hesum starvi, og
starvsfelagarnir siga, at hon
er sera arbeiðssom og góð
at samstarva við. Jonu
dámar væl at ganga í
náttúruni og er hon virkin í
gongufelagnum í Eystur-
oynni. Hon hevur verið
limur í fimleikafelagnum
Støkk í yvir 30 ár. Í dag er
hon nevndarlimur og kassa-
meistari í Støkk. Jona eigur
tveir synir og eina dóttur. Í
sambandi
við
føð-
ingardagin verður opið hús
heima hjá Jonu í Funnings-
firði komandi leygarkvøld.
Hermann
Oskarsson 50 ár
Í dag, 7. mai, fyllir Her-
mann Oskarsson í Havn 50
ár. Hermann er sonur Onnu
og Oskar Hermansen í
Havn. Sum ungur var hann
arbeiðsmaður og var onkan
túr til skips. Hann er virkin
innan vinstravongin í før-
oyskum politikki og gekk á
odda í orðaskiftinum um
t.d. Nato og ES. Frá 1989-
94 læs hann búskaparfrøði
við lærda háskúlan í Keyp-
mannahavn. Eftir at hava
fingið prógv sum búskap-
ar-frøðingur í 1994, var
hann lærari á Kambsdali í
eitt ár. 1. november 1995
var hann settur í starv sum
fulltrúi á Hagstovu Føroya,
har hann hevur verið stjóri
seinastu fýra árini.
Hann var skrivari í bú-
skaparráðnum frá 1. januar
1997 til 31. desember
1999. Síðan 1. januar 2002
hevur hann verið formaður
í búskaparráðnum. Seinnu
árini hevur hann ofta tikið
lut í orðaskiftinum um bú-
skaparlig og samfelagslig
viðurskiftir sum heild, bæði
í skrift og í talu. Hann hev-
ur birt lív í mangt kjakið,
ofta um evnir sum annars
verða tagd burtur. Hann
dugir sera væl at leggja síni
sjónarmið fram. Hermann
er giftur við Onnu Mariu, f.
Nielsen, úr Havn. Børnini
hjá teimum eru: Bárður,
Marin og Turið. Hann er
burturstaddur føðingardag-
in.
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
ella hvar tað skal vera, ið hevur ein
merkisdag sum t.d. rundan
føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag
ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv
ella annað, so sig okkum frá.
Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann
persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av
restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd.
Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur.
Navn:.....................................................................................................................
Bústaður:.............................................................................................................
Bygd/býur:..............................................................Tel:.....................................
Evt. arbeiðspláss:..............................................................................................
Merkisdagurin er: ............................................................................................
Innsendari: ....................................................................Tel:...............................
Sendið lepan, í brævbjálva, til:
• Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni"
Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir
okkara kring alt landið:
Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo
Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo
Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo
Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo
Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo
Elsa Birgitta
Petersen fyrsti-
lærari í Hvalba
Frá 1. august 2003 er Elsa
Birgitta P. Petersen sett sum
fyrstilærari
í
Hvalbiar
Skúla. Elsa Birgitta er 54
ára gomul, dóttir Elinborg,
f. Samulesen, úr Havn og
Poul E. Petersen úr Sør-
vági. Foreldrini vóru bæði
lærarar og búðu í Havn.
Hon tók læraraprógv í 1971
á Th. Langs Seminarium í
Silkeborg. Hon var lærari í
Danmark frá 1971-75 og í
Runavíkar Skúla frá 1975
og settur deildarleiðari frá
1998-99.
Umframt
eftirútbúgvingarskeið, ser-
liga í donskum, kristni og
heimkunnleika til fram-
haldsdeildina, hevur hon
eisini verið á ársskeiði í
1992-93. Elsa Birgitta var
nevndarlimur
í
Føroya
Lærarafelag frá 1980-84 og
1994-97 og formaður frá
1999-2003. Hon var nevnd-
arlimur í Bókamiðsøluni
frá 1982-85, nevndarlimur í
bókmentanevnd Bókadeild
Føroya Lærarafelags síðan
1996
og
limur
í
skúlanevndini í Runavík frá
1992-96.
Hon
hevur
skrivað skúlabøkurnar Vit
arbeiða við Nýggja Testa-
menti 1 og 2.
Fríðfinnur
Johnsson fyrsti-
lærari í Leirvík
Frá 1. august 2003 er Fríð-
finnur Johnsson settur sum
fyrstilærari
í
Leirvíkar
Skúla. Fríðfinnur er 48 ára
gamal, sonur Oliviu, f.
Hansen, og John Joensen,
bæði úr Leirvík. Hann er
giftur við Juliannu Næs úr
Havn. Hann tók lærara-
prógv á Føroya Lærara-
skúla í 1981. Hann hevur
verið lærari í Fuglafirði og
á Oyrabakka. Frá 1984-87
var hann lærari á Føroya
Fólkaháskúla og limur í
stjórnini í Føroya Fólka-
háskúla. Frá 1. august 2002
hevur hann verið á Føroya
Handilsskúla. Hann hevur
verið virkin í politikki og
okkurt tíðarskeið verið for-
maður í Eysturoyar Tjóð-
veldisfelag.
C
M
Y
K
9
8