Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 86 - 7. mai 2003 Nr. 86 - 7. mai 2003 11 Gongdin í føroysku tænastuvinnuni fylgir fiski- og ali- vinnuni við nøkrum ára forskjótilsi. Búskaparkreppan, ið var uppá tað hægsta í 1992 – 1993, hevði fyri ein stóran part sín uppruna nøkur ár frammanundan. Partar av fiskivinnuni eru í kreppu í løtuni, vit kunnu bert hyggja at rækjuflotanum. Alivinnan er í kreppu, og fram- leiðslan av alilaksi tey komandi árini verður bert ein lítil partur av tí, sum roknað var við fyri bert tveimum trimum árum síðani. Lítið verður sett út, og so kann man rokna út, hvussu tey komandi árini fara at síggja út, sjálvt um batar skuldu verið í prísi og handfaring av sjúku. Bilasølan hevur havt eina markanta niðurgongd, og er hetta ein sera góður indikator fyri, hvønn veg búskapurin fer, ella í hvussu so er hvønn veg, brúkarin heldur, hann fer. Vit kunnu fara ein túr til Vágs, og síggja hvussu standurin er. Tað hjálpir einki hjá einstaklingum, ið missa arbeiðið at vita, at landskassin og bankarnir eru so og so nógv betur fyri, enn undan seinastu kreppu. Viðkomandi einstak- lingar merkja tað eins hart, at sita uttan arbeiði og skula forrenta hús og breyðføða børnum, sum undir seinastu kreppu. Eisini eiga vit at duga at skyna ímillum reyp og veruleika. Tað eru ikki meiri enn trý ár síðani, tá vit hoyrdu, um at summi alifeløg ikki nýttust at brúka bankar meir, so væl tær vóru fyri. Skjótt gongur hvønn vegin, má ásannast. Landskassaroknskapurin vísti eitt avlop, ið er nógvar hundrað milliónir lægri enn blokkstuðulin, ið eftir er. Útsøgnirnar um hvussu nær vit eru við ein sjálvberandi búskap vísa seg at verða meira ynski enn veruleiki. Tí- verri, eru ivaleyst øll samd um, men veruleikanum sleppur man nú einaferð ikki undan. Kanska átti hetta at fingið okkum at endurskoða okkara mát í samband við búskaparpolitikk sum heild. Tað verður frá Búskaparráðnum fokuserað sera nógv uppá brutto- tjóðarúrtøku sum mát. Hetta mát, ið sigur hvussu nógv verður framleitt av vørum og tænastum er sjálvandi eitt mát, ið skal fylgjast, men man eigur at diskutera, um so stór bruttotjóðarúrtøka sum møguligt skal verða málið í Føroyum. Nytta er ikki altíð tað sama, sum tað, ið goldið verður. Tað at man setur dupult so nógv fólk til sama arbeiði merkir ikki altíð, at nyttan er tann dupulta. Um eitt fólk ella tvey fólk lata hurðina upp fyri tær, ger ikki mun. Onkustaðni má útflutingisvirði inkluderast hjá Búskapa- rráðnum. Vit kunnu ikki liva av at byggja hús til hvønn annan og selja hvørjum øðrum bilar. Eginframleiðslan í Føroyum er ov lítil til, at vit kunnu forbrúka okkum burtur úr einari kreppu. Lat bara hesa og hasa vinnuna fara á heysin, tí marknaðar- kreftirnar tryggja, at vinnan umstillar seg. Hetta sjónar- mið er tað mest vanliga í dag, og er grundað á einari eitt sindur naivari uppfatan av búskapi – serliga tá tað ræður um eitt lítið samfelag sum tað føroyska. Trupulleikin við hesum er, at umstillingin kann taka ár og verða sera píni- full. 1990 – 1995 var ein "umstilling", um tað endiliga skal koma ann uppá tað. Munurin var bara, at yvir- skjótandi arbeiðsmegi flutti av landinum, heldur enn til tekstilvinnu ella líknandi. Hetta má ikki henda aftur. DAGSINS MEINING Sosialurin Búskapargongdin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Finnur Helmsdal Í samband við ein fyri- spurning frá Jóannesi Eid- esgaard til Høgna Hoydal um, hvussu stóran part vit veruliga nýta av blokkin- um, søgdu umboð fyri Sambands- og Javnað-ar- flokkin tað enn einaferð. Nevniliga, at høvdu vit fram haldandi havt endur- gjaldsskipanina heldur enn blokkin, so vóru almanna- og heilsu- og skúlaøkið væl betur útbygd og dagførd. Tá vit høvdu endurgjaldsskip- anina, var tað soleiðis, at danir høvdu ábyrgdina av nevndu økjum. Tann pen- ingur, sum kom inn í skatti og avgjøldum kundi tí nýt- ast til onnur endamál. Longu mitt í sjeytiárun- um vórðu danir greiðir yvir, at best var hjá teimum at sleppa undan endur- gjaldsskipanini, annars kundi endin væl verið tann, at teir komu at hanga upp á eitt ovurhondsdýrt føroyskt almanna- og heilsuverk og ditto skúlaverk. Men føroy- ingar vildu ikki so fegnir hava aðra skipan t.d. blokk- skipanina, sum vit hava ídag. Hóast føroyingar ikki tóku av tilboðnum um blokkstuðulsskipan tá, so fóru danir beinan vegin í sjeytiárunum at virka sum um blokkstuðulsskipanin longu var sett í verk. Danir góvust nevniliga í sjeytiár- unum at við at útbyggja og dagføra almanna- og heilsuøkið. Og tað sama var galdandi fyri øll øki, sum danir vardu av. Við hesum vildu teir tvinga føroyingar at taka egna ábyrgd av útbyggingini og dagføringini av sam- felagnum. Teir vildu tvinga føroyingar til sjálvar at raðfesta, hvussu peningurin bleiv nýttur. Og teir fingu sín vilj. Tíbetur. Blokkurin bleiv veruleiki 1988. Og føroyingar yvirtóku fleiri útbyggingar og dagføringar uppgávur. Áðrenn ta tíð vóru føroyingar sjálvir farnir undir at útbyggja og dagføra almannaøkið, sum teir eisini rindaðu fyri. Tá blokkurin kom, yvir- tóku vit tískil ikki eitt al- manna- og heilsuøkið, sum danir høvdu útbygt og dag- ført. Og mær lysti at møtt tí, sum vil mótmæla, at tað eru føroyingar sjálvir, sum hava útbygt og dagført al- mannaøkið til tað, tað er ídag. Mær lysti at hoyrt grundgevingarnar. Niðurstøðan av hesum kann tí ikki vera onnur, enn at føroyska almannaverkið ikki bleiv útbygt og dag- ført, fyrr enn føroyingar sjálvir fingu ábyrgdina av tí. Og niðurstøðan kann heldur ikki vera onnur, enn at føroyingar hava nýtt blokkin til m.a. at útbyggja og dagføra almannaverkið. Sonni Jacobsen Sørvági Ein viðmerking til Holgar Jacobsen til viðmerking hjá honum í Sosialinum 29.4.2003. Eisini vil eg siga nøkur orð til tey mín upprunaliga viðmerking var til. Hevði eina viðmerking í bløðunum herfyri um, eftir mínum tykki, óbótaligu skaðagerðina eg sá verða framda niðri á flúgvara- bedingini niðri við Vatn í Vágum. Mín viðmerking var ikki vend móti nøkrum ávísum fólki ella felag, men móti einari gerð. Eg nevndi í viðmerk- Hans Jensen Hvalvík Jeg takker min Skaber for at jeg ikke er født i Sunda kommune i disse dage. Jeg havde simpelthen ikke haft nerver til at leve under det pres, der i øjeblikket ligger på kommunens indbyggere. Hele nationens øjne hvil- er på jer i disse dage. I – og alene I afgører Sundalagets skæbne i dette historiske øjeblik. Vi – de små forsultne kuldsejlede kommuner står som forsultne Biafrabørn uden for jeres dør, og banker bedende på med vore tomme madskåle. Skal I vise jeres kristne sindelag eller skal I bare opføre jer naturligt – ja, det er ikke noget nemt valg. Ikke fordi – det er heller ikke nemt for os småfolk i de forarmede kommuner. Skal vi virkelig: – Igen til at købe ind i SMS i Havn – til at køre til Kollefjord for at købe benzin – købe grillmad i Runavik – få sig en øl i Cafe Natur – købe maling Hjá Fróði – bruge posthuset i Tofte – flytte alle vore skolebørn fra fællesskolerne – og værst af alt flytte alle vores penge hjem under hovedpuden. Det bliver ikke nemt – men hvad skal vi gøre, hvis I mentalt sprænger broen over sundet i luften. Så vi beder jer inderligt og ydmygt – lad os komme ind i varmen. Vi er parat til alt – ja selv til at lade Schandorff blive Vicesherif for hele området, hvis I vil lade jeres nådes sol skinne på os. Villeiðandi upplýsingar – villeiðandi propaganda Nationens Brændpunkt Vandalisma - enn einaferð Framhald á næstu síðu Rógvi Danielsen Torbjørn Jacobsen er farin í beinleiðis samstarv við Óla Breckmann. Sum eitt menn- iskja, ið kennir seg sannført um, at fasistar eiga at hald- ast burtur frá valdi her í samfelagnum, "frystast burtur", ræðir tað meg sjálv- sagt vaknandi-upp-um-nátt- ina-ýlandi, at "Che Tobbi" og "Pinochet Óli" eru blivnir vinir. Kanska havi eg misskilt, hvør Tobbi er. Tað, eg sipi til, er sjálv- andi fyrst og fremst tað, at teir herfyri saman komu við eini inniligari áheitan um at fáa arbeiðsfrið í samgong- uni. Vorherre bevares! Tobbi, ið sum landstýris- maður við mentamálum kallaði løgmann danskan skutilsvein o.a., og Óli, sum frá tingsins røðarapalli samanbar tjóðveldisflokkin á tingi við banafólk Krists. Men undan hesum - ið helst var lokabragd móti formanninum í Tjóðveldis- flokkinum, sum við nógv- um bátslongdum er tann betri av teimum báðum (men tað er so annað kjakevni) - tykist eitt óhugnaligt vinarlag at hava útviklað seg millum hesar báðar ekstremu "ideologar- nar". Vit hava eitt nú mang- an sæð teir samarbeiða - saman við øðrum - rætti- liga kontroversielt í fíggj- arnevndini. Hetta kann sjálvsagt tulkast sum, at teir av tilvild hava havt somu prinsippiellu fatanir. Eg eri heldur ikki ósamdur í øllum, teir hava fingist við í hesum arbeiði. Men eg havi verið vitni til eina telefonsamrøðu - ert tú í somu stovu sum tann, ið snakkar í telefon við Tor- bjørn Jacobsen, so hoyrir tú hann - har orðalagið var so ja-ligt mótvegis Óla Breckmann, at eg bleiv illa tilpassar og mátti sleppa mær út. Til tey av tykkum lesar- um, sum hugsa: "Neimen, tað er jú burturvið, sum hasin Rógvi skrivar! Ein eigur ikki at vera per- sónligur í politikki!", fari eg at siga "JÚ!!!" Tað var persónurin Óli Breckman, sum fór á vitjan hjá apart- heid-regiminum í Suður- afrika á sinni - tá tað hevði verið at skotið seg sjálvan í fótin hjá einum og hvørjum politikara aðrastaðni á okk- ara leiðum, uttan í Føroyum - fyri at sýna sín persónliga stuðul til hetta regimið, sum bukaði ovurintelli- genta og ófatiliga skyn- sama og siðiliga andstøð- ingin Steven Biko til deyðis. BUKAÐI til deyð- is!!! Fólkatingsvalið eftir fekk Óli ein fjórðing av atkvøð- unum!! Eg má spyrja: Eru føroyingar eitt fólkaslag við heilt øðrum grund- leggjandi hugsjónum enn londini, føroyingar annars plaga at dáma at samanbera seg við? Tað sýnist sannil- iga so. Tað var menniskjað Óli Breckman, ið persónliga og virkið sýndi nú falnað apartheidstýrinum í Suður- afrika stuðul við teirri grundgeving at t.d. Nelson Mandela og Steven Biko bert vóru kommunistiskir ófriðarkroppar. Tað var ómenskan Óli Breckman, sum hevði hesa stuttu, køldu og óndu við- merkingina um illgerðirnar hjá Augusto Pinochet: "Tú kanst ikki gera eina omelet uttan at bróta nøkur egg"! Eftir at vera komnir til valdið við hernaðarkvetti á sinni - við amerikanskari strategihjálp og hernaðarút- gerð - stúvaðu høgravendu fasistarnir í Chile stuðlar- nar hjá stórmenninum Salvador Alliende (einasta demokratiska kommunist- iska ríkisleiðara, eg veit um í søguni) inn í eitt fót- bóltstadion og sorlaðu tey til deyðis. Nógv av líkunum vóru so illa hagreidd, at avvarðandi ikki kendu tey aftur. Tilvildarligar pín- ingar og avrættingar uttan rættartrygd hildu fram í mong, mong ræðulig ára- tíggjur. Hugsjónarmaðurin í Fólkaflokkinum, Óli Breckman, hávirdi hetta, í hansara avbronglaðu veru- leikauppfatan, "liberala" samfelag. Eigur slík ómenska sum Óli ikki - í so stóran mun sum gjørligt - at boykottast av politikarum sum Tobba??? Men hvør er Torbjørn Jacobsen í grundini? Hesin maður, sum hongdi fjepp- aramyndina hjá sær av Che Guevara upp á kontórinum og í buldrasligu landsstýris- karrieru síni av eintingum skippaði grundlógardagin sum hálvan frídag til frama fyri altjóða arbeiðaradagin. Hann hoyrir væl til ytsta vinstravongin í føroyskum politikki, eins væl og Óli til ytsta høgravongin!? Glo- balt sæð hava hesir báðir ekstremu vengrir tað í felag, at teir hava lyndi til at skipa seg í samfeløg, ið týna skilagóðar politiskar andstøðingar við teirri grundgeving, at hesi eru "ímóti kollveltingini" ella annað slíkt. Hetta hava teir djarvaru av mínum sam- kyndu brøðrum sannað í t.d. Kuba og Chile. Ella er tað í veru- leikanum kanska so, at Torbjørn als ikki hoyrir til á ytsta vinstravongi. Eru hetta bara kávalótir. Er hann liberalistur, kapital- istur og liggja nógv av hansara sjónarmiðum upp at teimum hjá Óla. Er or- søkin til, at hann tosar um Che Guevara og Allende, at hetta var partur av ideal- unum, sum ungdómurin í hansara samtíð gekk inn fyri. Við øðrum orðum, tað eru kanska ikki idealini, men heldur nostalgiin, sum fær Torbjørn at tosa um sam- hald og "pease, love, hare- krishna". Tað er faktiskt rættiliga genialt, tí tað pass- ar Torbjørni at vera origi- nalur, og tað fríheldur hann fyri at fella í bólk við hini slipsafólkini. Í so fall byggir hansara politiska karriera á eina vandamikla lygn. ----- Persónliga ætli eg mær at stríðast av øllum alvi ímóti øktum fasistiskum føroysk- um sjálvræði og fyri per- sónligum sjálvræði; eisini fyri fólk, sum falla uttan fyri ófatiliga smalkaða sjónarringin hjá "gerandis- góðum", góðborgarligum (halda tey!) føroyingum. Tobbi + Óli!??? ingini, at eg havi einki ímóti »rossafólkunum«, og tað havi eg framvegis ikki. Sjálvt um Holgar rør upp undir, at mín viðmerking skuldi meira vera skriva av illvilja móti teimum heldur enn av harmi yvir flúgvara- bedingina. Veruleikin er kortini øvugtur, eg skilji væl at Vága Ríðingarfelag roynir at skaffa sær umstøður til sítt virksemi. Og mín harm- ur um flúgvarabedingina er sanniliga ektaður. At eg ikki eri fegin um hesa einstøku gerðina hjá Vága Ríðingarfelag, er so ein onnur søk. Veruleikin er og var annars tann, at mín viðmerking als ikki var til Vága Ríðingarfelag, og tað er hon framvegis ikki. Eg meti meg ikki at hava nakað útistandandi við felagið. Mín viðmerking var til myndugleikarnar. Sum eg segði, skilji eg væl at áhugabólkar royna at skapa sær umstøður til sítt virksemi, men eg skilji ikki, at myndugleikarnir hava givið sítt viðmæli í hesum førinum og til hetta virksemi júst á hesum staðnum. Eg havi nú eftirfylgjandi sett meg betur inn í málið, og nú veit eg so hvørjir syndararnir eru. Og teir eru ikki fyrst og fremst Vága Ríðingarfelag, men Frið- ingarnevndin og Lands- verkfrøðingurin. Tað eru hesir stovnar, sum hava givið loyvi til oyðilegg- ingina. At vit hava ein lands- verkfrøðing, sum sýnir so lítla vitan og virðing fyri okkara søguligu støðum, má eg siga, ræðir meg. Tað er ikki góð vón fyri framman fyri okkara søgu og mentan við slíkum fólk- um við ræði. Hvat verður tað næsta? Hvar í landinum fara teir næstu ferð, uttan ávarðing, at geva loyvi til at søgulig og mentanarlig virði verða løgd í oyði? Har má sigast, at landsverk- frøðingurin so avgjørt ikki hevur verið sína stóru ábyrgd og uppgávu vaksin. So eru tað friðingar- myndugleikarnir, sum í sínari tíð t.d. »noktaðu« Sørvágs kommunu at leggja eina væl niður- grivna, goymda og tyrvda vatnleiðing á Fjallavatn at fáa eyka vatn til bygdina tá turkur er. Eg veit væl, at ein heilt onnur nevnd situr nú, men nú tekur henda nevnd- in ein líka tápuliga avgerð, bert við øvugtum forteknið, nú verður »játtað« at oyðileggja eitt søguligt og órørt stað. Tað skal valdast at loypa úr einari grøv í aðra… Holgar Jacobsen vil vera við, at flúgvarbedingin ikki var í so góðum standi, sum eg segði, og at órudd stundum hevur ligið har og at tað átti eg eisini at hava mótmælt. Hugsar ein um, at bedingin er 62 ára gomul so var hon í ótrúliga góðum standi og hon sá framvegis gott út. Betongið var púrt einki sliti og óruddi var tikið burtur nú, hvør so hevur gjørt tað, Vága Ríð- ingarfelag ella onnur. Óruddið skaddi ikki bed- ingina, men at seta ein broytt at grava allan bakkan burt og at tyrva stóran part av bedingini, tað ger skaða. Undir mold rotnar betongið skjótt burt, tað sum ikki longu er grivið burt. At bert tveir »teymar« sum hann sigur eru tyrvdir, heldur hann bilar ikki. Hesir »teymar« eru altso betonggøtur og eitt parker- ingspláss til flúgvara og ein grund undir einum neysti, ið hoyrdi til bedingina. Tað hoyrdu annars trý par- keingspláss til bedingina, tvey eru undan enn. Annars er nakað tyrvt oman á sjálvan vøllin, umframt at alt umhvørvið á staðnum er missfari og nærum ikki til at kenna aftur. »Teir heyggjar ið nú eru slætt- aðir, eru ikki nattúru- heyggjar, men gjørdir av maskinum undir seinna heimsbardaga«, (tí bilar tað ikki um teir eru burt ?), heldur Holgar. Har tekur Holgar aftur feil, júst tað, at heyggjarnir, so at siga hoyrdu til verkið, gjørdi teir søguligar - kanska meira søguligar enn um teir »bara« vóru nattúr- ligir heyggjar - tað eru tað jú so nógvir heyggjar ið eru. Holgar heldur tað vera løgið, at eg mæli til at virk- semið hjá ríðingarfelagnum skal vera har uppi, tað longu var, tí tann banin liggur á gamla bygdaveg- num, sum væl er fornminni (heldur Holgar). Um tað er fornminni ella ikki, skal eg ikki siga, men har var skaðin hendur, so ístaðin fyri at »víðka um skaðan« við eisini at oyðileggja flúgvarabedingina, nevndi eg bert, at betur hevði verið at havt virksemið har, tað longu var. Har er heldur ikki so stóru jarðarmunur, sum Holgar vil vera við. Men har krevst loyvi frá haganum, og um slíkt hevði verið givið, er so ein annar spurningur. Mín orsøk Holgar sigur at enda »spell at summi fólk altíð mót- mæla, tá okkurt verður gjørt, um tað er av persón- ligum orsøkum, peninga- ligum ella bara fyri at verða hoyrd, skal verða ósagt.« Hartil skal sigast, at eg ikki havi havt til vana at mótmæla. Tað er nógv hent t.d. í Sørvági, sum eg kundi havt mótmælt, hevði mín einasta orsøk verið »at mótmæla«. T.d. eru fleiri søgulig hús tikin niður í bygdini seinastu árini og eg havi ikki sagt eitt orð. Grundin er tann, at eg stórt sæð havi verið samdur við bygdarráðnum, at hesi hús stóðu so fyri, at tey ikki kundu standa longur, skuldi bygdin liva eitt vanligt lív. Tey stóðu einfalt til fortreð. Eisini skal sigast, at t.d. bygarráðið altíð hevur kunnað um sínar gerðir tá slíkt hendir í góðari tíð, so ein kundi mótmæla, um ein hevði hug. Í hesum førinum við flúgvarabedingini var hetta ikki so, sum eg nevndi í fyrru viðmerkingini, so stóð henda støðin als ikki til fortreð fyri nøkrum. Her hevur so eisini landsverk- frøðingurin staði fyri, og er alt hent í duldum. Eingin visti av nøkrum fyrr enn ein ovurvaksin broyt longu sóð og gróv økið upp. Eisini hetta er dømi um sera ódámligan og ódemokrat- iskan framferðarhátt. Í slíkum føri er dekan og sent at fara og tosa við mynd- ugleikar og at spyrja seg fyri. Ein kundi sjálvandi ringt og deilt, men eg hugsi ikki tað hevði nyttað stórt. At tað skulu vera pen- ingaligar grundir undir mínum mótmæli latið eg fara, eg rokni við at eg missi meira peningaliga enn eg vinni við at tala at hesum – soleiðis er tað bara. Eg latið meg bara ikki ræða av tí. »Fyri tí tú veitst er rætt, doyggj um so má vera…« er tað ikki soleiðis vit so vakurt syngja? Spurningurin er bara, meina vit nakað við tað? Til tað seinasta, at eg mótmæli fyri at vera hoyrdur ella fyri at gera vart við meg sjálvan, latið eg eisini fara, eg havi faktist so frætt av fantasii, at eg kundi funnið upp á hundrað aðrar, áhugaverd- ari og populerari mátar at gjørt vart við meg upp á, var tað mín einasta orsøk. Men eg skilji væl, okkurt skal ein siga, tá einum fattast argumentir, og eg taki tað als ikki illa upp, eg havi longu fyrigivi tí. Eg havi, sum eg longu havi sagt, einki útistandandi hvørki við Holgar Jacobsen ella Vága Ríðingarfelag, og tað ynski eg skal vara við. Mítt mótmæli var og er framvegis móti myndug- leikunum. Og sum Holgar, sum mær faktist dámar væl, sigur: »sjálvandi er ymiskir mátar at frambera síni sjónarmið.« Jú, ein kann møta upp hjá myndugleikunum í nálastrípaðum klædningi og við sakførara undir liðini, ein kann fara á gøturnar við bannarum og plakatum, ella ein kann skriva eina viðmerking í bløðunum. Eg vældi so tað seinasta… Eg skal eisini siga, at tað eru fleiri, serliga eldri fólk í Sørvági, sum hava sagt mær, at tey bart út sagt eru skelka av tí sum fram er fari í hesum málinum – so tað er ikki bara Sonni Jacob- sen, sum er forharmaður av at tí, sum hent er við flúgv- arabedingi. Persónliga sakni eg, at landsstýrið vaknar og fær steðga hesi vandafullu gongd, sum nú er við at taka seg upp, áðrenn ov seint er! Helst er lands- verksfrøðingsstovnurin ikki rætti myndugleiki at umsita slík virði? – Hetta dømi sýnist at benda á tann bógvin. Eisini hetta, at eitt øki, sum í sínari tíð var ognar- tikið til flogvøll frá hagun- um, nú verður latið til heilt annað endamál og til heilt onnur fólk, sýnir ikki stór- vegis virðing fyri uppruna- ligu eigarunum. VIÐMERKINGAR Framhald av síðu 10 C M Y K 11 10