Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 86 - 7. mai 2003 Nr. 86 - 7. mai 2003 13 -Tað er alneyðugt, at lærarayrkið fær ta tign og ta virðing, sum tað hevur uppi- borið. Til tess krevst eisini, at sáttmála- samráðingar fara at snúgva seg um inni- haldið og virðið í undirvísingini, held- ur enn um tey stríð, vit higartil hava havt um arbeiðstíð og nið- urskurðir segði Høgni Hoydal, lands- stýrismaður m.a. í røðu á aðalfundi hjá Føroya Lærarafelag, sum vit prenta í heilum líki - Hetta er triðju ferð eg havi fingið tann heiður, at røða á aðalfundi Føroya Lærara- felags. Tað fegnist eg um og takki fyri. Ja, satt at siga, so kann eg ikki ímynda mær nakað forum, har tað kann vera týdningarmeiri at sleppa at siga sína hugsan og at skifta orð við fund- arfólkið, tá ræður um fram- tíðina í hesum landi. Tit eru røktarar, íblásarar og arbeiðsfólk hjá tí dýra- bærasta og broytiligasta, livandi tilfeinginum, vit eiga. Hvør gerð í tykkara yrki skapar nýggjar møgu- leikar fyri hvønn einstakan og fyri samfelagið. Skapar vitan. Skapar ræsurnar til nýggjan lærdóm. Skapar persónar. Skapar sosialar samanhangir og møguleik- ar. Skapar fólk og samfe- lag. Tí vóni eg eisini, at tit fara at loyva mær at siga mína erligu hugsan um fólkaskúlan. Bæði um ítøkilig viðurskifti og um tær politisku visjónirnar frameftir. Neyvan eru tit samd við mær í øllum, og nógv er sjálvsagt rættiliga merkt av míni politisku sannføring. Men eg haldi tað vera neyðugt at vit tosa erliga og fáa eitt veruligt politiskt kjak um fólka- skúlan. Ikki minst til tess at fylgja tí arbeiðinum upp, sum Annlis Bjarkhamar hegnisliga setti í gongd - bæði við síni rundferð kring landið í SÚS-verk- ætlanini, menningarætlan- ini fyri fólkaskúlan og øðrum, sum eg skal venda aftur til. Vit hava enn ein danskan skúla á føroyskum 1. januar 2002 gjørdist skúlin føroyskur burturav. Okkara ábyrgd fult og heilt. Tað haldi eg átti at verið størsti íblásturin og størsta avbjóðingin undir øllum, sum vit gera frameftir. Men vit hava higartil ikki megnað at sett sjálvstøðug- an føroyskan skúlapolitikk veruliga á breddan. Vit hava politiskt framvegis ilt við at viðgera føroyskan skúlapolitikk sum annað enn seinkaða eftirgerð av donskum skipanum. Og vit hava framvegis ilt við at síggja føroyskan skúlapoli- tikk sum annað enn onkus- vegna eina undirskipan í eini danskari skipan. Øll okkara skúlaskipan er í veruleikanum ein avleggari úr Danmark. Vit hava havt og hava enn eina danska skúlaskipan á føroyskum. Alt gott um danskan skúlaskap og danskan skúlapolitikk, misskilji meg ikki. Men vit mugu síggja og menna føroyska skúlan sum ein sjálvstøð- ugan skúla, lagaðan til okk- ara samfelag og við málin- um um, at vit skulu virka og taka lut beinleiðis í al- tjóða samfelagnum. Tað er eitt ódnartak at fara undir í allari okkara skúlaskipan. Men fólkaskúlin og tit lærarar í fólkaskúlanum eru grundarlagið. Og tað krev- ur áræði av okkum øllum at fáa ein nútímans, føroyskan skúla. Tann neiligi fólkaskúlin Seinastu nógvu árini hevur viðgerðin av fólkaskúlan- um og viðurskiftunum kring hann, verið merkt av neiligum anda og nógvum stríði. Bæði orsakað av búskaparkreppuni, ið var. Men eisini av nýggju fólka- skúlalógini, sum varð sett í verk í endanum á einum valskeiði. Hon fekk eina lítið visjónera politiska viðgerð og elvdi síðani til eitt langt stríð millum politiska myndugleikan og Føroya Lærarafelag. Tíverri ikki eitt stríð um innihald og framtíðarætlan- ir. Men eitt stríð um fryml- ar og prosentir og promillur og niðurskurðir og krónur og oyru og gamlar, óloystar spurningar um savnsrøkt og so framvegis. Tað harmist eg um. Men eg haldi, at vit kunnu siga her í dag, at øgiliga nógv av stríðsmálunum hava fingið eina loysn. Og at avtalur, sum vit hava gjørt, eru nú settar í verk. Eg kann bert nevna savnsrøktina, floks- lærarakunngerðina, bóka- savnstímarnar og ymsar niðurskurðir. Eitt stórt mál afturat, nevniliga arbeiðs- tíðin, hava tit í løtuni upp- skot um til hoyringar. Komið og stríðist um framtíðina So eg vóni, at vit í dag kunnu siga: Nú er stundin komin, at fólkaskúlin og tykkara arbeiði verður sett í eitt jaligt ljós. Nú má tað verða innihaldið, menning- in, atgerðarætlanin og krøvini til okkum sjálv, vit fara at brúka mestu orkuna uppá. At skapa tann góða føroyska fólkaskúlan, sum kann menna okkara børn til føroyskar heimsborgarar. Har næmingar trívast. Og har lærarar trívast og kenna seg virdar fyri sítt arbeiði. Eg eri tí eisini ómetaliga fegin um tær ætlanir, sum Annlis Bjarkhamar megn- aði at loysa úr lagdi, áðrenn hon tíverri varð loyst úr starvi. Og eg havi lagt stór- an dent á at fylgja hennara málum og at fáa tey framd. Eg skal nevna 4 mál, sum hon setti í verk: 1. Menningarætlanin fyri fólkaskúlan: - Eftir rundferðina hjá Annlis Bjarkhamar verður nú arbeitt við at seta menningarætlanina í verk fyri fólkaskúlan. Her verða ávís evni og økir vald at menna komandi árini. 2.Tilboð til næmingar við atferðartrupulleikum: - Samráðingar og ætlanir eru byrjaðar um eitt ítøkiligt pláss og høli til at skapa eitt tilboð til næmingar við atferðar- trupulleikum. Ein loysn, sum møguliga eisini kann sameinast við at plássið kann nýt- ast til setursskúla summar partar av árin- um. 3. At endurskoða sernáms- frøðiliga økið: - Stig eru tikin til at gera uppskot um, hvussu sernámsfrøðin verður endurskoðað, bygt á álitið, sum varð gjørt, og tað aðalorðaskiftið, sum Løgtingið hevði um málið. Dentur skal leggjast á samskipan millum skipanirnar í al- mannaverkinum og í undirvísingarverkinum. 4. At endurskoða lærara- og pedagogútbúgvingina: - Nevndin er farin til verka. Endamálið er at samskipa lærara- og pedagogútbúgvingina, gera føroyska útbúgv- ing frá grundini og at samskipa læraraa- og pedagogútbúgving við hægri lestur og gransk- ing. Fólkaskúlalógin eftirmetast Hetta eru alt stig til at skapa ein føroyskan skúla á egn- ari grund, sum eisini skal virka í altjóða samfelag- num. Eg havi eisini um- hugsað, at hóast nýggja fólkaskúlalógin er so mikið ung, so er tørvur á at eftir- meta hana og gera broyt- ingar í henni. Men tað skal byggjast á royndirnar av tí, sum nú verður sett í verk, so vit ikki hava alt ov nógv tógv á snælduni, meðan vit binda pløgg og royna at fáa tey at sita. Arbeiðstíðaruppskotið – ábyrgd og liðiligheit Og tað fær meg at nema aftur við tað stóra málið, sum tit í løtuni verða hoyrd um: Uppskotið um at skipa arbeiðstíðina hjá lærarum. Eg eri sera fegin um tað arbeiðið og ta semjuna, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt. Onkur knútur var, sum vit hava loyst, áðrenn vit sendu uppskotið út. Eg haldi, at uppskotið eigur at vísa aftur tí ótta og iva, sum eg veit, at fleiri lærarar hava havt um ar- beiðstíðaruppskotið. Hetta er ikki eitt amboð, sum skal elva til minutt-eftirlit við stoppuri. Tvørturímóti byggir uppskotið í fyrsta lagi á tær semjur og skipan- ir, sum eru gjørdar seinastu árini. Og í øðrum lagi kann hetta gerast amboð til betri pedagogiskar møguleikar, liðiligheit og ábyrgd hjá einstaka læraranum og ein- støku skúlunum. Uttan eina arbeiðstíðar- skipan, sum er liðilig, ger- ast pløggini alt ov trong til at vit fáa arbeitt fyri at menna fólkaskúlan og givið rúmd fyri egnum loysnum og nýggjum møguleikum. Burtur frá sentralstýr- ingini til størri ábyrgd Málið fyri at menna ein føroyskan fólkaskúla liggur í at hava minni sentral- stýring og at sleppa undan einum stívum bygnaði, har øll orkan fer til at tosa um smálutir og prosent og niðurskurð. Vit vilja eina liðiliga skipan, har nógv størri ábyrgd er hjá einstaka skúl- anum, leiðsluni og lærarun- um. Vit skuu seta nakrar karmar og nøkur minstu- krøv frá politisku umsiting- ini, men síðani skal tað vera upp til lærara, leiðslu og næmingar at røkka krøvun- um við sínum egnu loysn- um. Vit skulu burtur frá hugtøkum sum pultstímar á 45 minuttir og heldur tosa um lærdóm og undirvísing í nógv breiðari høpi. Sum alt tað arbeiðið og tann lær- dóm, ið verður skaptur á skúlunum og tí umhvørvi, ið skúlin virkar í. Skúlarnir skulu hava um- støður at ganga nýggjar og egnar leiðir í at røkka Høgni Hoydal á aðalfundi Føroya Lærarafelags Vit hava enn ein stirvnan, danskan skúla – á føroyskum Høgni Hoydal, landsstýrismaður helt røðu á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag Framhald á næstu síðu Johan Petersen Tjóðveldisflokkurin ger sær dælt av vantandi lóg- argrundarlagi fyri Út- varpi Føroya. Ei undur í, at hesin flokkurin nú í fimm ár hevur forðað fyri, at skil fæst á við at fáa sett í gildi eina fjøl- miðlaábyrgdarlóg, so leingi flokkurin kann misnýta útvarpið, og so leingi útvarpið letur seg misnýta. Ein av fortreytunum fyri, at nýggja kringvarpslógin kundi virka sum ætlað, var, at ein fjølmiðlaábyrgdarlóg bleiv sett í gildi. Tjóðveld- isflokkurin hevur nú í fimm ár havt hetta málsøki í landsstýrinum og hevur øll hesi fimm árini forðað fyri, at slík lóg er samtykt. Hví ger Tjóðveldisflokk- urin hetta, kann verða spurt. Hevur flokkurin fyri- mun av vantandi lógar- grundarlagi fyri útvarpin- um? Eingin ivi er um, at júst hetta er orsøkin til, at flokkurin higartil hevur forðað fyri hesum: • hyggja vit at bygnaðinum í útvarpinum, so er tað landsstýrismaðurin í mentamálum, sum er tjóðveldismaður (Høgni Hoydal), sum er hægsti myndugleikin, og sum setur og loysir stjóran í og úr starvi • varastjórin (í hvussu so er til hetta starvið fyribils varð niðurlagt) er ting- maður og býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin (Jógvan Arge) • programmleiðarin er tingmaður og býráðslim- ur fyri Tjóðveldisflokkin (Jógvan Arge). Negativ donsk tíðindi, sjálvstýristíðindi og fullveldismálið Í mínari tíð í gomlu út- varpsnevndini, sum nú er farin í søguna, var aðalmál- ið, at útvarpið hvørki mátti kunna misteinkjast fyri ella enn minni at vera floks- politiskt. Tann stóri spurn- ingurin er so, um broytti bygnaðurin sæst aftur í virksemi útvarpsins, og eingin ivi er um, at hetta í alt størri mun ger seg galdandi í virkseminum: • Tað er rárasta hending, at positiv donsk tíðindi verða borin fram. Donsk tíðindi hava sum oftast ein negativan undirtóna. Nøkur dømi: • týdningarmikli danski ES-formansskapurin, sum fær altjóða rós, verð- ur als ikki viðgjørdur. Bert ein hissini tíðinda- stubbi 13. desember 2002 um ES-víðkanina við 10 londum • nýggjárstala Anders Fogh Rasmussens verður ikki viðgjørd annað enn sum ein viðmerking til nýggj- árstalu Hans Enoksens 6. januar 2003 • neyðtøka av føroyskari kvinnu verður viðgjørd nærmast sum ein fram- haldssøga 7. januar, 8. januar og 15. januar 2003 • reinari havumhvørvi eftir føroyska yvirtøku 17. januar 2003 • danir ikki so mikið sum kunna føroyingar um Kunngerðablaðið B 7. apríl 2003 • Grønlendsk sjálvstýris- tíðindi hava sera høgan prioritet. Nøkur dømi: • eitt langt tíðarbil virkar Kupik Kleist nærmast sum tíðindamaður út- varpsins • langt innlegg frá nýggj- árstalu Hans Enoksens 2. januar 2003 • aftur innlegg frá nýggj- árstalu Hans Enoksens 4. januar 2003 • aftur innlegg frá nýggj- árstalu Hans Enoksens 6. januar 2003 • sama dag sum stutti tíð- indastubbin um danska ES-formansskapin verð- ur nevndur, er langt bandað innlegg við for- manni IA’s • Føroyska fullveldismálið hevur hægsta prioritet. Nøkur dømi: • blaðgrein hjá Kristinu Háfoss verður viðgjørd 11. mars 2003 • innlegg frá Hermanni Oskarssyni á landsfundi Tjóðveldisfloksins unm lagaligu løtuna at skera blokkin burtur verður viðgjørt sum tema í send- ingini Føroyar í dag 22. apríl 2003. • Innleggið hjá Hermanni Oskarssyni á landsfundi T j ó ð ve l d i s f l o k s i n s verður aftur viðgjørt sum tema í sendingini Sostatt 23. apríl. Útvarpsverturin sigur beinleiðis, at kjakið er horvið, og útvarpið vil tí kveikja lív aftur í málið. Bert Tjóðveldis- flokkurin er umboðaður í báðum sendingunum, og Høgni Hoydal hevur orð- ið mestsum alla tíðina. Lurtari við øðrum sjónar- miði verður avbrotin. • innlegg við samrøðu við Høgna Hoydal um grein hjá Sjúrða Skaale 27. apríl kl. 14. • innlegg við samrøðu við Hergeiri Nielsen um støðu Tjóðveldisfloksins um kríggið í Irak 27. apríl kl. 18.30. • til samanbering kann nevnast, at ES-ráðgevi av føroyskari ætt, sum á landsfundi Sambands- floksins vísti á føroyskan isolatiónspolitikk, bleiv ikki tikin upp á tungu. Ikki óheftan og nøktandi tíðindaflutning Sum heild kann sigast, at tann, sum ikki hevur aðrar tíðindakeldur enn útvarpið at dúva uppá, fær ikki óheftan og nøktandi tíð- indaflutning. At sjálvur løgtingsins umboðsmaður hevur átalað manglandi lógargrundarlag útvarpsins, sigur ikki so lítið. Hetta vísir við allari týðiligheit, at Tjóðveldis- flokkurin ikki virðir demo- kratisku spælireglurnar. Tjóðveldisflokkurin mis- nýtir beinleiðis sína ávirk- an á útvarpið, og enn verri: útvarpið letur seg misnýta. Tjóðveldisútvarp? VIÐMERKINGAR TÍÐINDASKRIV Í fjølmiðlunum síggja vit, at Karsten Hansen, lands- stýrismaður hevur upplýst, at hann ikki vil góðkenna sáttmálan, sum Maskin- meistarafelagið og SEV hava gjørt. Lønarhækkingin hjá maskinmeistarunum svarar til uml. kr. 16,50 um tíman, um prosentini, sum maskinmeistararnir hava fingið, verða umroknaði til lønartalvuna hjá teimum ófaklærdu. Vit hava fingið upplýst, at maskinmeistararnir hjá SEV 2 ferðir hava fingið løn útgoldna eftir nýggja sáttmálanum, og at Fíggjar- málaráðið ongantíð tey seinastu uml. 15 – 20 árini hevur kravt at fingið sátt- málarnar hjá SEV og Maskinmeistarafelagnum til góðkenningar. Hvør er grundin til út- talilsini hjá Karsten Hansen? Sum skilst hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag roynt at fáa fíggjarmálaráðharra okkara at leggja seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá Maskinmeistarafelagnum og SEV, og endamálið er at leggja undirritaðu feløgum forðingar í vegin fyri at fáa somu lønarhækking, sum aðrir starvsbólkar í sam- felag okkara hava fingið. Landsstýrismaðurin leyp á leistum fyri privatu ar- beiðsgevarunum, hóast stórur ivi helst er um heim- ild hansara, nú Landsstýrið fyri fyrstu ferð í 15 – 20 ár tykist at vísa sáttmálaviður- skiftunum hjá Maskin- meistarafelagnum og SEV nakran áhuga, tí neyvan kann Karsten Hansen bróta siðvenjuna um, at Fíggjar- málaráðið ikki leggur seg út í hesi sáttmálaviður- skifti. Karsten Hansen stuðlar framhaldandi øking í lønarmuninum millum tey lægtsløntu og tey við hægri inntøkum Við úttalilsum sínum er Karsten Hansen miðvíst farin í part við privatu ar- beiðsgevarunum, sum ikki tykjast vilja unnna vanliga ófaklærda arbeiðaranum somu hækking upp á tíma- lønina, sum tey hægri løntu fáa. Vit spyrja okkum sjálvi hví arbeiðsgevararnir og landsstýrismaðurin ikki kunnu unna tí lægstlønta sama krónutal upp á tíma- lønina, sum aðrir starvs- bólkar hava fingið. Fakfeløgini átala ódám- ligu uppíleggingina hjá Kartsen Hansen Undirritaðu fakfeløg átala harðliga úttalilsini hjá Karsten Hansen, tí tað er eyðsæð, at orsøkin til hesa uppílegging er at royna at forða limum okkara at fáa somu lønarhækking, sum aðrir starvsbólkar hava fingið. Hesin ágangur hevur tó styrkt samanhald okkara enn meira, og vit skulu gera fíggjarmálaráðharranum greitt, at vit standa rimm- arfast við krøv okkara, tí vit fara ikki at góðtaka, at lønarmunurin millum limir okkara og tey hægri løntu framhaldandi fer at økjast. Tórshavn, 05.05.2003 Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Fakfeløgini átala Karsten Hansen pedagogisku málunum fyri útbúgving fólkaskúl- ans, og fyri at røkka mál- inum um trivnað, menn- ing og sosiala ábyrgd hjá okkara børnum. Pengar farnir til stríð – heldur enn til at byggja nýtt upp Eg fari eisini at loyva mær at koma við einum hjartasuffi. Vit hava hesi seinastu árini stríðst um pengar og um játtanina til fólkaskúlan. Síðani 1997, tá nýggja fólkaskúlalógin kom í gildi hava vit økt játtanina til fólkaskúlan við meiri enn 50 prosentum. Men millum lítið og onki av hesum er farið til økta undirvísing í mun til ein- støku næmingarnar. Meg- inparturin ar farin til at loysa gomul stríðsmál um løn og tímar, til ymsar niðurskurðir í undirvís- ing, og so sjálvsagt nakað til økta næmingatalið. Satt at siga, eru pengarnir farnir til at rudda í goml- um óloystum stríðsmál- um. Tí skal eg aftur vóna, at vit nú hava lagt hetta aft- urum okkum og fara at tosa um at menna fólka- skúlan. At vit gevast at seta kikaran á tað, sum ikki hevur verið. Men á tað sum skal verða. Tign og virðing sum lærarar Eg haldi, at tað er alneyð- ugt at lærarayrkið fær ta tign og ta virðing, sum tað hevur uppiborið. Til tess krevst eisini eftir mínum tykki, at sátt- málasamráðingar fara at snúgva seg um innihaldið og virðið í undirvísingini, heldur enn um tey stríð, vit higartil hava havt um arbeiðstíð og niðurskurð- ir. Eg haldi, at vit eru komin hartil. Eg skal at enda takka fyri samstarvið við nevndina í Føroya Lær- arafelag og við fráfarandi formannin, Elsu Birgittu Petersen. Eg ynski kom- andi formanni og nevnd alt tað besta við vón um gott samstarv. Framhald av síðu 12 C M Y K 13 12