mikudagur 7. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 7. mai 2003
15
Í síðstu viku læt
Bakkabúðin í Leirvík
aftur fyri seinastu
ferð. Seinastu áttati
árini hevur hesin
handil verið ein part-
ur av bygdarlívinum
hjá leirvíkingum
ORÐ OG MYNDIR
Rúna Sivertsen
- Fyrsti handilin, sum læt
upp í Leirvík, var ein út-
handil hjá Klaksvíkshandl-
inum. Hann man hava latið
upp einaferð í 1850’unum,
beint eftir at einahandilin
varð avtikin. Hetta sigur 82
ára gamli, Theodor Eliasen
í Leirvík.
- Aðrir handlar komu
seinni,
m.a.
tann
hjá
Guttormi
Christiansen,
sum var ættaður av Skála.
Guttorm var abbi Anfinn
Kalsberg, veit Theodor at
siga.
Tá í tíðini vórðu allir
handlar bygdir niðri við
sjóvarmálan,
tí
eingin
handlaði, uttan so, at hann
eisini keypti fisk.
Niðri við sjóvarmálan,
beint undir, har Bakka-
búðin er nú, stóðu einaferð
3 handilsbygningar, men
undir seinna veraldarbar-
daga, einaferð í 1944, fóru
allir tríggir handlarnir av
eini minu.
Ein av hesum handlum
var handilin hjá Hjalmari,
sum seinni flutti niðan har
handilin hevur verið nú í
eina hálva øld. Handilin
fekk navnið, Bakkabúðin,
og er tað sonur Hjalmar,
Jógvan Elias og kona
hansara, Kristianna, sum
hava rikið handilin seinastu
nógvu árini.
Bakkabúðin farin
í søguna
Fetini eru ikki so løtt, sum tá hann sum smádrongur plagdi at renna í handilin hjá Hjalmari. Theodor Eliasen harmast um, at
Bakkabúðin nú letur aftur
Bert trappan og nakað av
grundini er eftir av gamla
handlinum, sum varð, eins
og flestu handlar tá, bygdur
niðri við sjóvarmálan. Undir
seinna veraldarbardaga fóru
teir tríggir handlarnir, sum
her stóðu, av eini minu
15
14
Nr. 86 - 7. mai 2003
24. apríl hevði Havnar
Sjónleikarfelag aðalfund.
Heðin Mortensen, sitandi
formaður og Eyvør Paturs-
son, nevndarlimur bóru seg
undan vali.
Nýggja nevndin hevur
skipað seg við Jytte Joen-
sen sum formanni, Karin
Djurhuus er næstformaður,
Anna
Sofía
Egilstrøð
kassameistari, Sólva Jóns-
dóttir, skrivari og Nicolaj
Falck nevndarlimur.
Nógv er á skránni hjá
Havnar Sjónleikarfelag ta
komandi tíðina.
6., 7. og 10. mai hevur
barnasjónleikarskúlin við
Hedvig Vesterlund leiksýn-
ingar í Sjónleikarhúsinum.
24. mai verður árligi
marknaðardagurin.
Frá 17. juni til 26. august,
undantikið á ólavsøku,
bjóðar
Sjónleikarhúsið
hvørt týskvøldið til tey
vælumtóktu Føroyakvøld-
ini. Í ár eru tað Birita Mohr
og Egi Dam sum leik-
stjórna.
Í juli verður ólavsøku-
kabarettin
sjálvandi
á
skránni og til heystar er tað
»Álvaleikur« eftir Hans
Andr. Djurhuus sum kemur
á pall. Hedvig Vesterlund
leikstjórnar.
Vónandi vitja nógv fólk
inn á gólvið til tiltøkini hjá
Havnar Sjónleikarfelag.
TÍÐINDASKRIV
Havnar Sjónleikarfelag fer
nú undir tær síðstu sýning-
arnar á bygd, við skemti-
leikinum Einki er sum
mammusa gras.
Leikurin hevur verið
sýndur í Klaksvík og í
kvøld gongur leiðin til
Fuglafjarðar, har leikurin
verður sýndur í Mentan-
arhúsinum.
Leygardagin
10. mai verður farið vestur
í Vágarnar, har leikurin
verður sýndur í Miðvágs
skúla og mikudagin 14. mai
verður leikurin sýndur í
Eydnuni á Oyrarbakka.
Atgongumerkir
á
kr.
100,- kunnu keypast á
Kunningarstovnuni í Fugla-
firði tilleikin í Fuglafirði
og í Mylluni í Miðvági til
leikin har vesturi, ella við
dyrnar 1 tíma undan sýn-
ing. Allar dagar kl. 19.30.
Síðstu sýningarnar á bygd
Jytte Joensen forkvinna
í Havnar Sjónleikafelag
Jytte Joensen
C
M
Y
K
14