Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 7. mai 2003 17 Lagt er upp til, at Marjun Kalsø, flogbóltsspælari í Mjølni, skal røkka landsdysti nummar eitt hundrað í hesum árinum LANDSLIÐSMET Jóannes Hansen Um alt gongur, sum tey í Flogbóltssambandinum ætla og vóna, at tað fer at gera, so verður merkisvert jubileum eina ferð í ár. Vónin og ætlanin er, at hetta skal verða í finaluni á Oyggjaleikunum í summar. Tað, sum vit sipa til, er, at Marjun Kalsø skal røkka landsdysti nummar eitt hundrað í flogbólti. Um hetta skal verða í finaluni á Oyggjaleikunum, so eru tvær fyritreytir, ið skulu ganga upp. Onnur er, at íslendingar skulu taka av innbjóðingini at spæla tveir landsdystir í Føroyum, áðr- enn føroyska liðið fer til Oyggjaleikirnar (innbjóð- ingin er send fyri tíð síðani, men enn er einki svar kom- ið), og hin er, at føroysku kvinnurnar skulu spæla seg í finaluna á Oyggjaleikun- um. Higartil er Marjun skrásett fyri 92 flogbólts- landsdystir, og tað eru væl fleiri enn nakar annar flog- bóltsspælari. – Eg hugsi ikki so nógv um hetta dagliga, men tað hevði verið hugaligt, um vit eina ferð enn rukku final- uni í Oyggjaleikunum, og um vit høvdu vunnið gull, og eg samstundis kundi spælt landsdyst nummar hundrað, heldur Marjun Kalsø. Tá ið vit fingu orðið á hana í gjár, var hon á veg heim úr Keypmannahavn, har hon hevur verið við fjúrtan ára gomlum flog- bóltsspælarum hjá Mjølni. Marjun er 40 ára gomul, nú hon er úttikin til Oyggjaleikirnar. Niclas Joensen, sum er javngamal við Marjuna, hevur verið landsliðsvenjari í nøkur ár. Hann staðfestir, at Marjun er ikki úttikin fyri at røkka teimum hundrað landsdyst- unum, men tí hon avgjørt framvegis er við til at bera liðnum: – Marjun er miðdepulin á liðnum. Hon hevur ongan- tíð roynt at sloppið sær undan, men hon hevur altíð gingið undan. Hon er hev- ari, hon hevur gott eyga fyri spælinum, og so hevur hon royndirnar, sum eru so sera týdningarmiklar, tá ið tað stendur nógv á. Veikleikin er sjálvandi, at hon ikki er av størstu spælarunum, men dygdirnar gera, at Marjun framvegis er sjálv- skrivað á liðnum, og higar- til hevur tað verið nóg mik- ið til, at hon hevur verið á vøllinum nógv størsta part- in av tíðini, sigur venjarin. Stórur aldursmunur Tá ið vit spyrja Marjuna, nær hon fyrstu ferð var á landsliðnum, leitar hon eitt sindur í huganum, áðrenn hon minnist aftur á fyrstu dystirnar, sum vóru á úti- vølli ímóti Noregi. At hon leitar eina løtu er kanska ikki so undarligt, tí tað var í 1979, tá ið Marjun var seytjan ára gomul, at Før- oyar spældu tveir dystir yviri á Førde. Síðani tá hev- ur hon luttikið í nógv flestu dystunum, men hon kundi longu havt rokkið hundrað landsdystum: – Eg var ikki við í fyrstu Oyggjaleikunum, sum vóru á Isle of Man í 1985, og eg var ikki við í Álandi í 1991. Eg fekk boð báðu ferðirnar, men tað lá ikki fyri, sigur Marjun. Hon eigur tvær gentur. Onnur er fjúrtan ára gomul, og hin yngra varð fødd stutt undan Oyggja- leikunum í 1991. Liðið, sum í summar fer niður á Guernsey, er mann- að við góðari blanding av ungum og eldri og royndum og minni royndum spælar- um. Næstan 41 ára gamla Marjun er elsti spælarin. – Yngsti spælarin eitur Karin Mikkelsen. Hon er úr SÍ og er sera evnarík. Hon er sekstan ára gomul, sigur Niclas Joensen. Vit kunnu harvið staðfesta, at aldurs- munurin millum Marjuna og yngsta spælaran er 24 ár. – Vit hyggja at, hvussu spælararnir standa seg, og Marjun er úttikin á lands- liðið, tí hon framvegis verður roknað sum ein av bestu spælarunum, stað- festir venjarin. Fleiri møguleikar Marjun Kalsø roknar ikki við, at hon verður so ógvu- liga drúgv á landsliðnum afturat. Hon sigur, at tað so smátt er farið at kennast í liðunum, at hon hevur spælt flogbólt so nógv og leingi. Spurningurin er, um hon røkkur eitt hundrað lands- dystum, um íslendingar ikki koma henda vegin undan oyggjaleikunum, og um Føroyar ikki megna at spæla seg í finaluna. – Eg haldi, at vit hava eitt sera gott lið. Vit venja nógv og miðvíst, og karmarnir eru so nógv professionell- ari nú, enn teir vóru fyri einari fjórðingsøld síðani. Tað sigur seg sjálvt. Fyrsti ósvaraði spurningurin hjá mær er, hvussu tað verður við førleikanum at spæla. Eg vóni, at tað fer at bera til, og eg havi skilt, at tað undir øllum umstøðum verður skipað fyri lands- dystum í komandi leikári, so møguleikin fyri at røkka hundrað landsdystum er framvegis har, veit Marjun at siga. – Um vit megna at fáa fíggjarligt grundarlag til vega, so fara vit at luttaka í C bólkinum í EM. Tað er ikki enn greitt, hvar kapp- ingin verður, men tað er greitt, at hon verður spæld í desember ella í januar. So alt bendir á, at Marjun fer at røkka eitt hundrað lands- dystum, sigur Niclas Joen- sen. Tølini Í síðstu viku gjørdu vit burturúr, at Óli Johannesen sum fyrsti føroyski fót- bóltsspælarin nakrantíð rakk 60 landsdystum. Tað var eftir hetta, at onkur vísti okkum á, at fyrsti føroying- urin var á veg ímóti eitt hundrað landsdystum í flogbólti. Vit hava roynt at spurt okkum fyri, um tað eru onnur ítróttarfólk, sum hava rokkið so nógvum landsdystum. At fáa svar upp á ein sovornan spurn- ing í føroyskum ítrótti er ikki sum at siga tað. Burtursæð frá fótbóltshagtølunum, so er tað ikki bara sum at siga tað at fáa fatur á øðrum tølum. Tey finnast í hvussu so er ikki á heimasíðunum. Men tað eru onkur onnur met, sum vit fara at venda aftur til seinni í vikuni. Og so var tað Marjun Kalsø. Ivaleyst eru allir føroyingar spentir í, um og nær tað fer at eydnast henni at røkka teimum eitt hundr- að landsdystunum. Fyrrverandi KÍ- verjuleikarin sigur, at feløg hava forhoyrt seg, men enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Verjuleikarin, Rúni Eltør, og KÍ hava valt siga sam- starvið upp. Partarnir eru komnir ásamt um at strika sáttmálan. Rúni Eltør beit seg av álvara fast á KÍ-liðið í fjør, og hann var eisini við á ferðini hjá landsliðnum í Malaga í februar. Í ár hevur Rúni havt torført við at vinna sær fast pláss á KÍ-liðnum, og sum skilst, so er tað høvuðs- orsøkin, at partarnir hava endað samstarvið. Spurdur um hann hevur fingið fyri- spurning frá nøkrum felagi, svarar Rúni, at okkurt felag hevur forhoyrt seg, men enn er einki ítøkiligt komið burturúr. – Tað er ov stutt fráliðið, at eg kann siga nakað ítøkiligt, og framvegis um- hugsi eg støðuna, sigur Rúni Elttør í stuttari við- merking. Rúni sigur at enda, at hann framvegis ætlar sær at spæla 1.deildarfótbólt, og næstu vikurnar fer hann at avgera, hvat fyri felag hann fer at umboða Marjun hómar hundrað talið »The Grand Old Woman« í føroyskum flogbólti, Marjun Kalsø, hevur møguleika at røkka teimum hundra landsdystunum í ár. Fyrsti landsdysturin hjá Mjølnir-leikaranum var heilt afturi í 1979, og sostatt hevur Marjun verið um landsliðið í samfull 24 ár. Mynd: Savnsmynd Rúni Eltør og KÍ farin hvør til sítt Rúni Elttør og KÍ hava valt at siga samstarvið upp. Vantandi spælitíð hjá verjuleikaranum er høvuðsorsøkin til, at hann fer at finna sær annað felag Mynd: Savnsmynd 17 Nr. 86 • hósdagur • 7. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Lærurík ferð í Danmark Í løtuni verður arbeitt við at skipa fyri einari kapping millum fimleikalið í øllum norðanlondum. FIMLEIKUR Páll Holm Johannesen Um vikuskiftið vóru seni- orarnir hjá Havnar Fimleik- afelag í Danmark og kapp- aðust um danska meistara- heitið í amboðsfimleiki. Kappingin varð hildin í Odense, og føroysku fim- leikararnir endaðu á einum samlaðum fjórða plássi. Hetta má kennast eitt sindur hugtungt hjá kvinn- unum úr Havnar Fimleika- felag, tí í báðum seriunum endaðu tær á triðja plássi, men í samlaðu støðuni rakk tað tó ikki meir enn til eitt fjórða pláss. Kappingin var skipað í tveimum serium, einari fríari og einari amboðsseriu. Guð- run Gudjohnsson, sum er venjari hjá seniorunum hjá Havnar Fimleikafelag sigur, at tær høvdu vóna at fingið eitt triðja pláss í kappingini, men soleiðis skuldi tað bara ikki ganga hesaferð. Fimleikaliðið úr Greve vann kappingina sannfør- andi, men munurin millum nummar tvey og fýra var sera lítil, og tí kundu før- oysku kvinnurnar eins væl endað á einum heiðurs- merkjaplássi. Seniorarnir hjá Havnar Fimleikafelag sýndu somu seriu, sum tær vunnu Stór- kappingina við í mars mán- aði. Í Odense stóðu tær seg enn betri enn á Kambsdali, tí stigatalið var væl hægri, enn til Stórkappingina. Luttøkan í DM í amboðs- fimleiki er gjørd við tí fyri eyga, at føroysku fimleik- ararnir, eftir tógvi stríð allan farna vetur, fáa ein eyka gularrót. Nógv tíð fer við við at venja seriurnar, og tá tað bert er ein kapping um árið í rútmiskum fim- leiki, kennist tað væl hjá fimleikarunum, at tær fáa høvi at sýna síni kynstur uttanfyri Føroyar Liðið hjá Havnar Fim- leikafelag letur væl at ferð- ini í Danmark, sum var sera lærurík, og hevur givið nógvan íblástur til komandi fimleikaár. Havnarkvinnur- nar vísa á, at tær fingu eina frágera góða móttøku frá dønum, sum vístu satt gestablíðni. Arbeiða við eini norðurlendskari kapping Guðrun Gudjohnsson sigur, at í løtuni verður arbeitt við fáa eina kapping í amboðs- fimleiki millum norðanlondini í lag. – Tað er spennandi at luttaka í DM, men vit eru framvegis bara gestalið, tí vit ikki eru undir danska fimleika-sambandinum, og tað ætla vit at broyta. Vit arbeiða við at skipa eina kapping millum øll norðan- londini, so vit kunnu kappast á jøvnum føti við hini liðini, greiðir Guðrun Gudjohnsson frá. Seniorarnar hjá Havnar Fimleikafelag vóru um viku- skiftið, og kappaðust um DM í amboðsfimleiki. Havnar- kvinnur lata væl at ferðini, sum var sera lærurík. Mynd: Savnsmynd Hóast stutt er frálið- ið, so tykist vera greitt, at tað vera KÍ og HB, sum fara at kappast um meistara- heitið í kvinnudeild- ini í ár KVINNUR Páll Holm Johannesen Eftir, at fýra umfør eru leikt í kvinnudeildini, tykist rættiliga greitt, at KÍ- kvinnurnar aftur í ár fara at gerast drúgvar. Í løtuni er tað bert HB, sum tykist kunna hótta greipuvinnar- arnar í fjør. Undan umfarin- um um vikuskiftið høvdu KÍ-kvinnurnar skotið 30 mál í trimum dystum, og eftir fjórða umfar hevur KÍ framvegis tíggju mál í miðal fyri hvønn dyst. Sunnudagin hevði KÍ vitjan av B36, og vunnu sannførandi 10-0. B36 fekk silvurkrónurnar í kapping- ini í fjør, og tí er rættiliga óvæntað, at so stórur styrk- ismunur skal vera á liðun- um í ár. Úr Klaksvík verður sagt, at talan var um ein- vegis ferðslu á B36-málið, og at havnarliðið hevði lítið at bjóða uppá. Í hinum dystinum í kvinnudeildunum millum FS Vágar og GÍ, vóru tað gøtukvinnur sum vóru om- aná. GÍ vann dystin 7-2, eftir 4-0 í hálvleikinum. Ringa veðri gjørdi sítt til, at tað var langt millum góða spælið í Vágum. GÍ hevði leikliga yvirvág allan dyst- in, og sum úrslitið sigur, so var ongantíð nakar ivi um úrslitið av dystinum. Dystirnir millum Sumba- AB og EB/Streym-B68 vórðu báðir útsettir, vegna veður. B71 hevur tikið sítt lið úr kvinnudeildini, og sostatt eru níggju feløg eftir í kvinnudeildini. 4.umfar í tølum: KÍ-B36 10-0 (4-0) 1-0 Vivian Bjartalíð 2-0 Rannvá Andreasen 3-0 Vivian Bjartalíð 4-0 Vivian Bjartalíð 5-0 Rannvá Andreasen 6-0 Malena Josephsen 7-0 Bára S. Klakstein 8-0 Sjálvmál 9-0 Bára S. Klakstein 10-0 Rannvá Andreasen FS Vágar-GÍ 2-7 (0-4) 0-1 Hansa Mikkelsen 0-2 Anja Klæmintsdóttir 0-3 Heidi Heinesen 0-4 Hansa Mikkelsen 1-4 Mai Prior 1-5 Heidi Heinesen 1-6 Unn Jarnskor 2-6 Birgit Khaliqhey 2-7 Hansa Mikkelsen Sumba-AB útsettur EB/Streymur-B68 útsettur Støðan í kvinnudeildini eftir fýra umfør D V J T Mál Stig KÍ 4 4 0 0 40-0 12 HB 3 3 0 0 15-3 9 B36 4 1 1 2 5-13 4 GÍ 3 1 0 2 10-8 3 B68 1 1 0 0 3-2 3 EB/Streymur 2 1 0 1 3-10 3 FS Vágar 3 0 1 2 2-18 1 AB 1 0 0 1 1-9 0 Sumba 3 0 0 3 0-16 0 KÍ skotið tíggju mál í miðal KÍ-kvinnurnar fara aftur í ár at gerast drúgvar í kvinnukappingini. Sunnudagin stóð B36 fyri tørni, og máttu tær leggja rygg til eitt 10-0 tap. Greipuvinnararnir hava nú skotið tíggju mál í miðal hvønn dyst C M Y K 16