Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mai 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 86 - 7. mai 2003 Nr. 86 - 7. mai 2003 19 UTTAN ÚR HEIMI Byggimeistari skal takast Mundugleikarnir í Turkalandi leita nú eftir byggimeist- aranum, sum stóð fyri arbeiðinum at byggja skúlan, sum rapaði í jarðskjálvtanum seinasta hósdag. 84 børn og ein lærari, sum vóru í skúlanum, doyðu. Ríkisákærin í Ankara, Ali Erbay, heldur, at byggi- meistarin er sekur, og kemur rætturin til somu niður- støðu, kann maðurin fáa upp í fýra ára fongsul. Vanlukkan hevur elvt til nógv orðaskifti í Turkalandi. Víst verður á, at umfatandi korrupsjón og líkasæla hava gjørt, at nógvir almennir bygningar eru als bygdir eftir umstøðunum í jarðskjálvtaøkjum. Tað hevur millum annað víst seg, at byggimeistarar, sum hava bygt fyri tað almenna, hava nýtt ov vánaligt tilfar, uttan at tað almenna byggieftirlitið hevur lagt uppí. Kirchner á odda Nógv bendi á, at tann lutfalsliga ókendi guvernørurin Nestor Kirchner fer at vinna forsetavalið í Argentina tann 18. mai. Tann seinasta veljarakanningin sigur, at Kirchner fer at fáa 65,3 prosent av atkvøðunum, meðan hitt val- evnið, fyrrverandi forsetin Carlos menem, bert fær 26,1 prosent. Í fyrra valumfarinum fekk Menem 24 prosent og Kirchner 22. Men nógvir argentinar vilja ikki hava Carlos Menem aftur í forsetaembætið. Tey vilja vera við, at hann var upphavsmaðurin til tær nógvu fíggjargølurnar, sum skakaðu Argentina í árunum frá 1989 til 1999, og at hann tískil eisini hevur skyldina av teirri sera vánaligu búskaparstøðuni í landinum. Kreppan hevur havt við sær, at arbeiðsloysið er um 25 prosent, samstundis sum umleið 60 prosent av fólkinum liva á ella undir fá- tækramarkinum. Bush revsar grannarnar Mánadagurin var halgidagur í Meksiko, og sum siður er, helt amerikanski forsetin, George W. Bush, røðu hendan dagin til heiðurs fyri teir nógvu meksikanarar- nar, sum búgva í USA. Men eygleiðarar løgdu til merkis, at Bush nevndi ikki meksikanska forsetan, Vincent Fox, í røðuni. Tað hevur hann gjørt hini árini, og eygleiðararnir ivast ikki í, at broytingin hesaferð komst av, at Meksiko var ímóti amerikanska álopinum á Irak. Upprunaliga skuldi Bush verið í hinum grannaland- inum, Kanada, á almennari vitjan, men ferðin varð av- lýst. Kanada var eisini ímóti krígnum í Irak, og heldur ikki kanadiumenn sluppu undan einari viðmerking frá Bush. Sama dag, sum hann skuldi verið farin til Kana- da, rósti hann avstralska forsætisráðharranum, John Howard, tí hesin hevði tikið undir við krígnum í Irak og sent avstralskar hermenn til Persaflógvan. Tók eina milliard við sær Amerikanska blaðið New York Times vil vera við, at sonur Saddam Hussein, Qusay, tók eina milliard doll- arar úr irakska tjóðbankanum nakrar fáar tímar undan tí fyrsta amerikanska rakettálopinum á Bagdad. Sam- bært blaðnum var talan um 900 milliónir dollarar og 100 milliónir evrur. Keldurnar hjá New York Times hava greitt blaðnum frá, at Qusay fekk ein av næstu ráðgevunum hjá faðiri sínum at skriva eina formliga áheitan á tjóðbankan um at útflýggja pengarnar. Alt varð útgoldið í seðlum, men teir fyltu so nógv, at tjóðbankin noyddist at pakka pengarnar í tvær bingjur. Eingin veit, hvar pengarnir eru, men summar keldur vilja vera við, at nakrar bingjur vórðu fluttar úr Irak til Sýrialands. Um tær báðar bingjurnar við pengunum úr tjóðbankanum vóru millum teirra, er tó ikki greitt. Vinstrasinnaðir upp- reistrarmenn í Kol- ombia hava avrættað tíggju gíslar, teirra millum ein fyrrver- andi verjumálaráð- harra. KOLOMBIA Árni Joensen Síðani tann 21. apríl hava stjórnarhermenn í Kolom- bia leitað eftir tíggju monn- um, sum vórðu burturfluttir undir einari skrúðgongu. Nú eru líkini av teimum tíggju funnin. Kolombiska stjórnin váttaði í gjár, at hermennin- ir høvdu funnið líkini av Gilberto Echeverri, fyrr- verandi verjumálaráðharra, Guillermo Gaviria, guvern- øri og átta hermonnum. Sambært stjórnini hava uppreistrarmenninir fram- vegis umleið 80 fólk sitandi gíslar. Teirra millum eru ein tinglimur, eitt forsetaval- evni, ein guvernørur, fleiri løgreglumenn og tríggir amerikanskir ríkisborgarar. Teir tríggir amerikanararnir vóru í einum flogfari, sum uppreistrarmenninir skutu niður. Uppreistrarrørslan hevur kravt at fáa nakrar fangar leysar í býti við gíslarnar, men hesum hevur Alvaro Uribe, forseti víst aftur. Allir gíslarnir avrættaðir Fyrrverandi kolombiski verjumálaráðharrin, Gilberti Eccheverri, er funnin avrættaður Walter Sisulu deyður Kendi suðurafrik- anski mannarætt- indastríðsmaðurin Walter Sisulu er deyður, 90 ára gamal. SUÐURAFRIKA Árni Joensen Walter Sisulu, ið saman við Nelson Mandela stóð á odda í stríðnum ímóti apartheidstýrinum í Suð- urafrika, doyði mánadagin. - Í 62 ár vóru lív okkara tvinnað saman. Vit hava býtt gleðina og pínuna av tí at liva. Vit høvdu felags sjónarmið og átóku okkum ábyrgd. Vit gingu lið um lið ígjøgnum deyðans dal, røktu sárini hjá hvør øðrum og styðjaðu hvør annan, tá beinini ikki orkaðu meiri. Tað er tómligt, nú hann er farin. Ein partur av mær er burturi, segði Mandela í einari kunngerð, stutt eftir at deyðsboðini av gamla vinmanninum og stríðsfel- aganum vóru komin. Walter Sisulu var føddur í 1912 ella sama árið, sum suðurafrikanska frælsis- rørslan ANC varð stovnað. Longu sum smádrongur fekk hann at kenna sviðan av fátækradømi og rasu- skilnaði. Saman við Nelson Mandela og Oliver Tambo, sum doyði í 1993, stóð Walter Sisulu á odda fyri ungdómsdeildini hjá fræls- isrørsluni, og í 1949 varð hann valdur til aðalskrivara í ANC. Í 1963 vórðu hann og fleiri aðrir svartir leiðarar dømdir lívlanga fongsuls- revsing fyri landasvik, og tey næstu 26 árini sat hann í ymsum fangalegum, tó meginpartin av tíðini á Robben Island saman við Nelson Mandela. Tá Walter Sisulu varð latin leysur í 1989, var tað eitt tekin um, at dagarnir hjá apartheid-stýrinum vóru taldir. Nakrar mánaðir seinni varð Nelson Man- dela eisini latin leysur, og Sisulu var tann fyrsti, sum møtti Mandela, tá hann kom út um fongsulsdyrnar. Vinmenninir og stríðsfelag- arnir Walter Sisulu og Nelson Mandela Gøtu Kommuna pdf Frá Runavíkar Skúlastýri Lýsing eftir lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2003/2004. Talan er um • 5 størv á 26,5 lønartíma fyri lærarar í farloyvi • 1 starv á 26,5 lønartímar vegna lækka tímatal og avlopstímar. Serliga er brúk fyri lærarum, sum kunnu undirvísa í handverk og list, ítrótti, teld, alis/evnafrøði og serligan tørv. Størvnini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1. og 27.4. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at ringja 447331 ella 217331. Møguligar umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 23. mai. Runavíkar Skúlastýri v/ Malan Rasmussen Bakkavegur FO-645 Søldarfjørður Tofta skúli Vegna farloyvir, avlopstímar og stuðulstímar til næmingar við serligum tørvi,verður søkt eftir 4 lær- arum í Tofta Skúla. Størvini eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2003/2004. 3 av størvunum eru til fulla tímatalvu,26,5 tímar um vikuna, meðan 1 starv er til 24,0 tímar um vikuna. Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokk- unum 18.1-27.4. Umsóknirnar skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. mai 2003. Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum viðmæl- um. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at tosa við skúlaleiðaran, telf. 447332. Skúlafyri fyri Tofta skúla v/ Jóhannus Danielsen 650 Toftir. Starv sum avloysari Starv sum avloysari er leyst at søkja á lønarbókhaldinum á gjaldstovuni í tíðarskeiðinum 1. juli ella sum skjótast - fyribils til 29. februar 2004. Uppgávurnar fevna m.a. um : • Lønarskráseting/-málsviðgerð • Lønarkoyring • Skráseting og rætting • At stemma av lønarkoyringar • Aðrar uppgávur t.d. svara lønarfyri- spurningum og arkivering Persónlig krøv til umsøkjaran : Tann, ið settur verður, skal vera álítandi, røkin og hava góð samstarvsevni. Krøv til útbúgving og royndir : Viðkomandi, sum verður settur, skal helst hava nøktandi royndir innan almenna lønarumsiting. Um viðkomandi ikki hevur slíkar royndir, so skal tann, ið verður settur, hava útbúgving innan roknskap e.t. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í III flokki Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðny Simonsen, deildarleiðara, tlf. 352410 Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða send til : Føroya Gjaldstovu Traðagøtu 39 Boks 2009 165 Argir Umsóknarfreist : 22. mai 2003 kl. 12 Reingerðarfólk Til framsýningarnar hjá Føroya Fornminnissavni í Brekkutúni 6 og í Hoyvíksgarði verður søkt eftir álítandi reingerðarfólki/fólkum fyri summarið 2003 at byrja 19. mai 2003. Framsýningarnar eru opnar hvønn dag fram til sunnudagin 14. september 2003. Arbeiðstíðin er 22 tímar um vikuna. Skrivlig umsókn skal vera Fornminnissavninum í hendi í seinasta lagi 14. mai. Føroya Fornminnissavn Postboks 1155 110 Tórshavn tlf. 310700 Ferjurampan í Vestmanna til sølu Við hesum verður ferjurampan inni á Fjørð í Vestmanna lýst til sølu. Boð skulu latast Landsverkfrøðinginum í seinasta lagi 16.05.2003. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Ewald Kjølbro, deildarleiðara, á tlf. 311333 ella teldupost ewald@lv.fo Landsverkfrøðingurin Vestmanna Skúli Søkt verður eftir lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2003/2004 fyri lærara í farloyvi, lækkað tímatal o.a.; 3 fulltíðarstørv og 1 parttíðarstarv. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúla- leiðaran, tlf. 470100 ella 424360, ella frá Jógvan í Dávastovu, formann í skúlastýrinum, tlf. 424566. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi 20. mai 2003. Vestmanna Skúlastýri v/ Jógvan í Dávastovu 350 Vestmanna C M Y K 19 18