mikudagur 3. februar 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I
|
JAVNADUR — BROÐRALAG
Biadíóik. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
rgdarblaðstjóri: Jan Miller
At Fyritaksstjóri Krisjan Dahí
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Utgevar: P/ Sosialurin
Uppsetng PA Saslalurin
Prent: Pt Pressan 1981
Jústínus Eldesgaard
Tølgton: 11820
66. ÁRGANGUR
Postadr : Postsmoga 78
110 Tórshavn
Tøletax 14720
Argjum
Treytaleyst?
FØROYSKA samfelagið er sum heild alt
ov skuldarbundið og í svårari kreppu av
hesi orsøk. Vinnulívið og peningaskipanin
hjá okkum hevur ikki tolt ta fríu kappingina
frá Europa, har statskassar av ymiskum
slagi hava verið við til at niðurgoldið allar
ílagur soleiðis, at vinnan í Europa í dag
kappast út frá heilt ødrum fyritreytum enn
okkara skuldarbundna vinna ger
HEILT óvæntað er hetta íkki komið, og teir
privatu vinnulivsrekandi byrjaðu fyri ein
um tveimum árum síðani at sanera teirra
skuld soleiðis, at teir saman við bankunum
syrgdu fyri, at landskassin kom at missa alt
sitt tilgóðarhavandi í virkjum. So hildu teir,
at »den hellige grav var vel forvaret=
SOLEIÐIS varð ikki, og tað kundu øll, sum
fylgdi nøkulunda við, forutsiggja. Bankar-
nir royndu at hava sítt á ti turra í staðin fyri
at sleppa, meðan væl var, soleiðis a* virð-
ini av vinnutólunum vórðu niðurskrivað við
bæði tí, sum landskassin veðhelt fyri og
eins stórum parti sum tí, bankarnir hovdu í
klemmu
HETTA sær út til at koma peningastovn-
unum aftur um brekku nú. Avskrivingarnar
í bankunum eru i dag av neyð so stórar, at
okkara peningaskipan í dag í veruleikan-
um liggur í knúsi. Tað sigst, at peninga-
stovnarnir hjá okkum hava umleið 2— 2 1/2
mia. bundnar í vinnulívstólum, og hvat
kann lesast av roknskapum fyri síðsta ár
munnu teir hava avskrivað 1,5 mia. til-
samans. Hetta fer ikki at vera langt av leið
TAD »beklagiliga« er so, at hesar avskriv-
ingar ongantíð eru komnar vinnulivinum til
góðar
LANDSSTYRIÐ bjargaði Sjóvinnubank-
anum Í fjør heyst og koyrdi 500 mió. inn í
bankan, sum nú eru mistar. Bankin hevur I
tí tíðarskeiði, sum farið er, ligið púra deyð-
ur, ja, tað kann sigast, at bankin fór í bak-
lás. Landsstýrið hevur sum eigari av Dank -
anum ikki fingið nakað innlit í, hvat er hent,
og landsstýrið hevur heldur ikki havt aðra
ávirkan á eigararnar í bankanum enn tað,
atteir møttu upp og skuldu brúka einar 350
mió. afturat, soleiðis at bankin kundi yvir
iva
VIGAÐ hevur verið aftur og fram millum
politikararnar, um bankin skuldi fara ella
ikki, men allur sakkunnleiki — bæði innan
og uttanlands — ráddu frá, at hetta skuldi
henda, tí so fer peningaskipanin í knús, og
so fer tað føroyska samfelagið upp á ein
gang
NU er so henda loysnin funnin, cg eftirsum
legmaður sigur, kann væntast. at trygd er
skapt í peningaskipanini, soleiðis at hon
ikki fer einaferð afturat. Alt týðir uppá, at
hetta er so, tí partar av sáttmálanum við
donsku stjórnina vísa, at har er ávís hædd
tíkin fyri, at hetta ikki skal henda.
HYGGJA vit nú eftir fólksins peninga-
stovni, ið hesin bankin nu må elta, sum vit
hava skotið 850 mió. kr. i — hetta er næstan
ein heil árslíkning í landsskatti — so må eitt
minstamát vera, at vit fáa at vita, hvat
hendir í bankanum. Hvat hevur bankin
brúkt tær 500 mió. kr. til, sum teir fingu í
heyst? Hvat ætla teir at brúka hesar 350
mió. til nú? Verða tey virkini, teir hava av-
skrivað, veruliga handað ødrum eigarum
fyri litlan ella ongan pening? Tí hetta er í
veruleikanum ein fyritreyt fyri, at vit yvir-
hevur skulu megna at kappast við fyritok-
urnar á meginlandinum. Vit skulu senda
ein langan, hvítan pil eftir at kunna bjóða á
leið sama pris sum fyritokur á meginland
inum kunnu bjóða, um vit ikki hava virki
sum í veruleikanum eru niðurskrivað til á
leið 0. Hetta krevst, so tey hava eitt grund
arlag at arbeiða út frá, ið kann verða eitt
grundarlag fyri at skapa ein matvoruidnað
í Føroyum. Tað er væl klárað av vinnuliv
inum, at teir eru komnir so frægt áleiðis
sum teir eru, og eigur tað at vera ein
bankaskylda, at teir lata vinnulívið halda
fram á tí positivu leið, sum er gingin
Harafturat skulu vit, sum hava innlit í, hvat
gongur fyri seg í Suðurstreymi, hava í
huga, at okkara banki hevur hótt við at
niðurlagt eitt av teimum stóru og mest
avanseraðu arbeiðsplássunum. Her verð-
ur hugsað um Elektron. Kanningar hava
víst, at tað liggja ætlanir í landsstýrinum,
sum visa, at Elektron kann dyggjast upp til
at verda ein stovnur, sum kann vera tæn-
astuveitandi innan informatikk til føroysk-
ar peningastovnar, og annars til føroyskt
vinnuliv. Hetta krevur nakad av umlegg-
ing, men ætlanirnar eru greiðar og greiðar
at seta í verk. Allir standa og bíða eftir bert
stødutakanini hjá okkara banka.
TAÐ má vera púra greitt, at sjálvt um allar
reddir í bankaverðini í dag tosa danskt og
okkurt annað útlendskt mál, so kunnu
føroyski skattaborgarin og føroyska løg-
tingið ikki góðtaka, aftan á at hava flutt
kanska næstan eina heila landsskatta-
ålikning niðan í bankan, at hesin ikki er for-
pliktadur til og hevur eina medåbyrgd at
varðveita arbeiðspláss í hesum landinum
Alt annað má vera úra óakseptabult. Ser-
stakliga nú ið bankin eisini uppsigur fólk
sjálvur, er tað ein moralsk skylda hjá teim-
um at koma við eini avgerð viðvíkjandi in-
formatikktørvinum hjá teimum, eina posi-
tiva avgerð, sum gongur føroyingum á
meti, og soleiðis at arbeiðið við at umskipa
hesa stóru EDB-fyritoku heldur fram, og
hetta púra uttan drál
VERÐUR hetta ikki gjørt, so er fryktandi
fyri, at bankin, sum ju skal liva av goodwill
frå brúkaranum, tað verið bæði frá teimum
eigarum, hann hevur, og vanliga fólkinum
á gøtuni, ið skal brúka hann, verður ein
krypilsbanki framyvir. Um so lívið er lagað,
og tað er tað nokk, men so kann tað skjótt
verða eitt krypilsliv
Pensionistarnir
verða eyðrændir
Í sambandi vid at pension-
istarnir verða trektir fyri
stórar skattaupphæddir, so
stórar at teir ikki vita síni
livandi ráð, einstøk verða
trekt fyri umleið 500 kr. og
hjún fyri uml. 1.000 kr. um
már., er at siga, at slíkt ber
slett ikki til.
Fyri tað fyrsta er at siga, at
pensionistaupphæddin er
alt ov lítil frammanundan,
og skulu tey so gjalda eitt
mánaðargjald, sum her frá
sagt, so eru tey veruliga á
hungursmarkinum. Og tað
var væl ikki ætlanin við tí
pensiónsskipan, sum vit
hava.
Orsøkirnar til hesar stóru
skattaupphæddir eru uttan
iva nógvar, ein er so tann,
sum við loyvi løgtingsins
nú um dagarnar fer fram,
har loyvi varð givið før-
oyskum kommunum at
hækka skattaprosentið upp
til 25%. Hetta varð samtykt
av gllum flokkum á tingi, og
hetta førir so við sær, at
pensionistarnir koma undir
skatt.
Sambært lógini er hetta
rætt, men tå løgtingid við-
tekur slíkt, sum fær so
álvarsligar avleiðingar fyri
tey gomlu og sjúku, so eigur
nakað at verða gjørt fyri at
verja hesar veikastu bólk-
arnar í samfelag okkara
Tað hevur ikki verið ætlan-
in, at so skuldi verða, og tí
eigur og skal skatta- og al-
mannanevndin kanna hesi
viðurskifti og beinanvegin
koma við einari lóg, sum
veitir okkara pensionistum
endurgjald fyri tað hækkaða
skattaprosentið.
Tað, sum nú hendir,
kunnu vit ikki lata viðfarast
okkara pensionistum, tí um
hetta heldur fram, so er
veruleikin tann, at tá tey
hava goldið hvørjum sitt, so
sum el, telefon v. m
einki eftir at liva av.
Hettamål hevur skund og
eigur at verða avgreitt við
afturvendandi kraft, áðrenn
næsta útgjalding fer fram.
Eg rokni ikki við, at løg-
ungslimur við hesum loyvi
til kommunurnar hevði
roknað við at hetta fór at
raka okkara pensionistar so
meint, men nú skaðin hend-
ir, verður løgtingid beinan-
vegin at gera tær broyting-
ar, sum skulu til, so at
okkara pensionistar fáa so
mikið, at teir óttaleysir
„, SO Er
kunnu sita í egnum bústaði
og hava so mikið, at teir
hava livilig kor.
Tad er lika avgerandi, at
tryggja Sjóvinnubankan.
pensionistum
greiðast beinanvegn.
Sverre Midjord
okkara sjúku og gomlu,
sum hava svarad gjøldini; ið
samfelagið hevur lagt á tey,
eitt langt lív, tað er líka av-
gerandi fyri meg, at tey
verða tryggjad, so sum nú
alt landið er á gosi fyri at
Viðurskiftii hjá okkara
skulu av-
A