leygardagur 6. februar 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
= ti Ól n d Á ræs: — JAVNAÐUR — BROÐRALAG
Ábyrgdarbiaðstjóri. Jan Múller
Fyritaksstjóri Krisjan Datí
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Baðfóik. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: P/t Seslaturin
Uppsetng PÆ Sosialurin
Prent PA Pressan 1981
Justinus Eldesgaard
Telefon: 11820
66. ARGANGUR
| Bústaður Argjavegi 28 i Postad: Postsmoga 76
Argjum 110Térshavn
Taletax 14720
Í dag fer løgtingi5 at viðgera avtaluna,
sum landsstýrið og danska stjórnin
gjørdu seinasta vikuskifuið og sun
hevur ul endamál at tryggja Sjóvinnu
bankan og annars gjaldføri
landskassans í hesum ári og vónandi
longri fram í tíðina
TAÐ eigur als ikki at vera nakrð ivi
millum ungmenn um hesa avtalu. Teir
eiga rætt og slætt at taka undir við
henni. Men harvið er ikki sagt, at vit
ikki skulu hava eitt orðaskifti um hesa
avtalu og serliga um, hvat skal henda
aftaná. Vit eru avgjørt ikki líka fegin
um allar tær treytir, sum eru lagdar í
hesa og serliga ikki í oktoberavtaluna
og ikki minst eru vit ónggdir vid
mannagongdina, sum eitt nú danska
bankatilsýnið hevur brúkt í hesum
álvarsmáli. Men tað er so farið
NU mugu vit ul at tosa um framtíðina,
og tað má tí vera eitt krav til teir ting
menn, sum fara á rødarapallin í dag, at
teir vilja tosa um, hvat vit kunnu og
vilja í komandi tíðum. Eitt nú hvat vit
skulu fara at tosa við donsku stjórnina
um, nú tá forsætisráðharrin hevur játtað
at taka upp meira nágreiniligar og langt-
røkkandi samráðingar við okkara lands-
stýrið um framtíðar gongdina í hesum
landi. Her nyttar ikki at brúka tíð upp á
tað, sum farið er. Vit mugu líta
frameftir og saman finna fram til,
hvussu vit skulu loysa okkara egnu
trupulleikar - eisini saman við dønum
TAÐ er nógv fyri at hoyra fólka-
floksmenn og ikk: minst
tjóðveldismenn rópa upp um, hvussu
ringir danir eru ul hetta og hatta, nú vit
í veruleikanum als ikki kunnu vera
teirra stuðul fyriuttan. Antin tú er
Y
= mi
sambandsmaður
ramasti ella
loysingarmaður, so eiga vit at viðgera
núverandi stóðu sum vóru og eru vit
føroyingar og ætla at liva í hesum landi
í framtíðini eisini og ikki minst vilja
skapa møguleikar fyri komandi ættar-
liðum at búgva her. Tað gera vit ikki
vid at leggja skyldina á danir, vid at
biðja danir fara har piparið grør osfr.
Vit hava brúk fyri at hava skilafólk til
at stinga út í koruð og ul at byggja
uppaftur tað álit og trúvirði, sum vit
mist hava serstakliga uttanfyri
landamark.
AT tjóðveldismenn leika í og reka val-
propagandu í einum so álvarsligum
máli sum hesum er nógv fyri. Men tað
er skiljandi, tí teir hava tað lætt. Teir
sita í andstøðu og kenna onga ábyrgd.
Hana vilja teir heldur ikki hava, tí tá ber
ikki so væl til at koyra gomlu plåtuna
um, at danir hava alla skyldina. Men tað
er einki minni enn ábyrgdarleyst, tá vit
hoyra formannin í tingbólkinum hjá
tjóðveldinum siga, at tað hevði verið
betri stætt um vit søgdu nei til avtaluna
og lótu tað heila fara. Alternati
hansara er so at danir skulu taka á seg
alla okkara skuld og so kvetta. Orð og
aftur orð. Nakað annað er hvat vit í
komandi samráðingum við danir kunnu
semjast um í sambandi við okkara stóru
uttanlandsskuld. Og tað er nettup hetta
sum bæði Marita Petersen løgmaður «
Atli Dam, fólkatingsmaður rógva
uppundir at vit skulu tosa við danir un
efur hesa viðgerð. Og har vit ti hava
brúk fyri at vísa okkum sum áliusmenn
ið aðrir kunnu trúgva og stóla uppá
MEN hvussu menga vit hetta við einum
fólkaflokki, sum hesar seinastu
dagarnar hevur víst somu ábyrgdarleysu
virðing fyri dønum og okkara løgmanni
sum júst tjóðveldismenn!
Fólkafloksmenn sita í samgongu men
kunnu ikki semjast so frægt innanhysis
at teir duga sær vanliga fólkaskikk
Meðan formaður teirra ger avtalu í
Danmark fara teir í fjølmiðlar og geila
upp ein misstemning móti okkum
føroyingum, sum vit bert kenna frá
ráðum Breckmans á fólkatingi. Hetta
átti nýggi løgmaður ikki at lauð sær
lynda. Tí tað hesir menn gera, Svend
Áge og John og nú eisini Breckmann er
at fara út um landoddaranar við sínum
argipoliukki. Tað er nóg mikið, at hesir
menn brúka stóran part av síni tíð her
heima til at arga og seta kílar í millum
sínar egnu samgongumenn, men at fara
út um landoddarnar við hesum
dreingjalóta- og skilaleysa argi átti ikki
at verið teimum loyvt.
HESIR menn eru við ul at máa grund-
arlagið undir eini avtalu, sum teir sjálvir
taka undir við. Tá vit gera avtalur
úteftir, so mugu vit vera til at líta á
Hverjum áhugamáli tænir tað, at umboð
fyri samgonguna skapa øsing í
donskum fjølmiðlum um ein tunnil og
um at hesir pengarnir als einki muna,
sum danir nú skulu ul at læna okkum.
Okkara búskaparliga trúvirði er farið
ella nærum tað. Skulu nú hesir menn
sleppa at forkoma tí, sum annars er
eftgir av okkara trúvirði! Orðið vit
kunnu brúka um hesar menn er eittans:
skomm. Teir áttu allir sum ein at fingið
átalu frá okkara samgonguleiðara.
|
EFTA -sáttmálar á tingi
-og verða somuleiðis til gangs
fyri høvudsvinnuna, heldur
Tummas Arabo, landsstyris-
madur. Sambandsflokkurin vil
heldur hava tættari samband
vid EF
Seinraparturin hósdagin
fór í tinginum allur at
viðgera teir fýra handils-
sáttmálarmnar, sum lands-
stýrið hevur gjørt við Fin-
land, Ísland, Noreg og
Svøriki. Tingmenn vóru
sera Ójavnir á máli um,
hver dygd var í såttmål-
unum. Nakrir tingmenn
hildu, at vit als ikki skuldu
góðtaka sáttmálarnar, og
aðrir hildu teir vera til
miklan bata fyri okkum
øll.
Hergeir Nielsen úr Tjóð-
veldisflokkinum var ein
teirra sum segði seg ivast
stórliga í, um flokkur hans-
ara fór at atkvøda fyri sátt-
málunum. Tj6dveldisting-
maðurin helt, at sáttmál-
amir forðaðu fyri, at vit
veittu stuðul til nýggj ar-
beiðspláss innan fiskivinn-
una.
Helena Dam á Neystabø
úr Sjálvstýrisflokkinum
var eisin rættiliga ivasom.
Hon segði seg ivast í fyri-
muninum av, at innfluttar
verur verða bíligari.
-Er tað ikki júst innflut-
ningurin, sum hevur rent
okkum um koll, spurdi
hon.
Drúgva viðgerð
Olaf Olsen úr Fólka-
flokkinum, sum eisini er
formaður í Marknaðar-
nevndini, segði seg har-
mast um, at Marknaðar-
nevndin ikki er kunnað um
hesar sáttmálar. Millum
annað ti má nevndin nú fáa
góða tíð at viðgera teir.
Framsøgumadur fókafloks-
ins vild: vera við, at sátt-
málarnir eru til fyrimuns
fyri okkum. Verða teir ikki
samtyktir, fáa vit GATT-
toll á allar verur úr hesum
londum, segði hann.
I EF
Formadur Sambands-
floksins, Edmund Joensen,
hevdi ikki nógv gott at
siga um såttmålarnar.
Hann helt tó, at tað var
ivasamt hvussu nógv teir
høvdu at siga, ti tey trý av
løndunum, sum sáttmáli nú
er gjørdur við, fara skjótari
upp í EF enn upprunaliga
varð hildið. Edmund
Joensen mælti heldur til at
taka upp nærri tingingar
við FF.
-Tað fer at muna, og vit
fáa fyrimunir. Tá høvdu
vit rættiliga kuna brynja
okkum út til eina størri
útflutningsvinnu vip fleiri
nýggjum arbeiðsplássum,
segði Edmund Joensen.
Skipaði viðurskifti
Tummas Arabo, lands-
stýrismaður helt, at sátt-
málarnir vóru væl brúki-
ligir, og fóru at geva okk-
um ávísar fyrimunir í mun
ul ongan såttmåla at hava
vid hesi lond.
-1 fyrista lagi er ein
fyrimunur, at vit hava
skipaði viðurskifti við
útheimin. Innflutningur
verður bíligari og kemur
tað øllum til góða, eins og
høvudsvinnan fær fyri-
munir, segði Tummas Ara-
bo, sum ikki helt sáttmál-
arnar forða fyri stuðli til
nýggj arbeiðspláss innan
fiskivinnuna.
Upp i part
Bædi Tummas Arabo,
landsstýrismaður og
Marita Petersen, løgmaður,
neyndu nýggjar møguleik-
ar við sáttmálunum. Nú
kunnu vit tingast nærri um
møgulcikar hjá føroying-
um at nema sær kunnleika
i hesum EFTA-londum å
jøvnum stødi vid tey, sum
har búgva. Somuleiðis eitt
útbygt samstarv innan
gransking er møguligt.
tór.-
Ringið!
- og vit skriva
(011820 }