Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 87 - 8. mai 2003 Nr. 87 - 8. mai 2003 3 Stórur munur er á nýggja flaggskipi føroyinga, Norrønu, og Smyrli, ið sum flaggskip føroyinga í 1975 breyt upp úr nýggjum við sigling í Atlantshavi FLAGGSKIP Eirikur Lindenskov Mong vóru tey, sum ógv- aðust, tá Smyril á sumri í 1975 stevndi inn á Havnar- vág. Útróðrarmenn høvdu blokkerað havnina í Havn í nakrar dagar, so Smyril kom ikki á Havnina á fyrsta túrinum – hann slapp bara at bryggju á Tvøroyri. Men eftir fyrstu uttanlands- ferðina til Noregs, stevndi hann so loksins á Havnina, og tá var mikil móttøka. Fólk tóku til, hvussu stórt hetta skipið var, og tá Ritan sigldi fram við Smyrli, sást rættuliga, hvussu STÓRT skipið var. Á Strandferðsluni minn- ast tey væl orðini hjá Jógv- an Arge, útvarpsmanni, tá portrið fór upp á fyrsta sinnið undir havnarskriv- stovuni. Hann segði, at nú fór portrið upp til tað for- jettaða landið, og at bil- dekkið var so stórt sum ein heilur fótbóltsvøllur… At dimensiónirnar á nýggju Norrönu eru mun- andi størri enn á Smyrli, er myndin á hesi síðu, sum Árni C. Joensen hevur tikið, týðuligt prógv um. Men fyri at samanbera, so fáa vit her nøkur fakta um Smyril og um Norrönu: Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, sum varð sýnt okkum, tá kæri pápi, verpápi og abbi okkara Jóanis Wardum Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prestin Sonju Klein fyri vøkru orðini. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og kórið. Tøkk fyri kransar og blómur. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Hjartans tøkk øll somul Fyri tey avvarðandi Børnini v/ familju Munur á ferjum … Norröna: Longd: 164,5 m Breidd: 30 m Deyðvekt: 4.300 t Bruttotonnaga: 36.000 brt Ferðafólk: 1.482 Bilar: 800 (ella 120 trailarar) Høvuðsmotorur: 30.000 Hk Manning: 130 Prísur: 700 mió krónur Byggiár: 2003 Smyril: Longd: 87,52 m Breidd: 16,52 m Deyðvekt: 4.300 t Bruttotonnaga: 2.430 brt Ferðafólk: 800/495 Bilar: 110 – Høvuðsmotorur: 4 X 2.520 Hk Manning: 130 Prísur: umleið 25 mió Byggirár: 1969 Flaggskip føroyingar í 1975 og flaggskip føroyinga í 2003. Her er sanniliga munur á ferjum… Mynd: Árni C. Joensen C M Y K 3 2