Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 87 - 8. mai 2003 Nr. 87 - 8. mai 2003 5 Poppduoin Creamy hevur ongan plátu- sáttmála í løtuni, og tær báðar genturnar hava ikki spælt nógv seinastu tíðina TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Tað er ikki longur sama ferðini á Creamy, sum tað plagdi at vera, tá ið sangir sum Æblemand og Krabbe- sangen tóku donsk og føroysk børn á bóli. Føroyska Rannvá og danska Rebecca vóru tað heilt stóra í donskum tón- leiki fyri tveimum og trim- um árum síðani, men nú gera tær ikki nógv um seg. Fløgunar hjá Creamy vóru givnar út av RecArt í Århus, men í løtuni er einki samstarv millum partarnar. – Avtalan, sum vit høvdu við Creamy, er útgingin, og í løtuni hava vit ongar ítøki- ligar ætlanir um at gera nakað nðtt samstarv, sigur Jens Ove Friis, stjóri fyri RecArt. – Vit tosa tó av og á við managerin hjá teimum, og hvør veit, hvat tað kann hava við sær í framtíðini, sigur hann. Sett ymiska kós Jens Ove Friis heldur, at Creamy var nakað heilt serligt, tá ið tær komu fram, men nú eru tær ikki longu børn, og tí gevur tað onga meining, at tær gera eina nðggja fløgu við barna- sangum. – Eg veit, at Rannvá og Rebecca framvegis eru góðir vinir, men tey hava sett eitt sindur ymiska kós. Rannvá er farin á háskúla, meðan Rebecca hevur klárað seg væl í sang-leik- inum um Gummi Tarzan. – Tað er trupult at siga, um Creamy nakarantíð fer at geva eina fløgu út aftur, men møguliga kunnu tær koma fram hvør í sínum lagi sum songkvinnur, sigur Jens Ove Friis. Tað verður tó møguleiki at hoyra Creamy á palli seinni í ár, tí tær báðar genturnar skulu hava onkr- ar framførslur á festivalum í summar. Creamy við lágum blussi – Hetta má halda uppat beinanvegin, sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins, um opna stríðið ímillum tveir av sínum floksfeløgum OPIÐ STRÍÐ Áki Bertholdsen – Orðadrátturin ímillum Finn Helmsdal og Páll á Reynatúgvu eru barnalótir. Tað heldur Høgni Hoydal um hvassa stríðið seinastu dagarnar ímillum tveir av floksfeløgum hansara, Páll á Reynatúgvu, landsstýris- mann, og Finn Helmsdal, sum hevur havt sæti á ting- ið fyri Annitu á Fríðriks- mørk. Men tað er eisini at kalla tað einasta, hann vil siga um tvídráttin ímillum tei báðar. Stríðið ímillum teir báðar bleiv óinballað lagt fyri al- menningin í Løgtinginum fríggjadagin, tá ið Finnur Helmsdal ikki vildi at- kvøða fyri einum uppkoti frá Páll á Reynatúgvu um at avtaka stuðulin til uppi- haldspening. Tað fekk Páll á Reyna- túgvu at siga, at Finnur var bara varamaður á tingið og at hann var bara øvundsjúk- ur inn á landsstýrissessin. Hetta fekk Finn Helms- dal í rættiligari hvassorðað- ari grein í Sosialinum í gjár at kalla Páll á Reynatúgvu perfidan. – Eg havi sagt tað fyrr og eg kann siga tað aftur: Eg geri ikki viðmerkingar til persónlig stríð yvirhøvur, sigur Høgni Hoydal. Hann vil ikki taka dagar ímillum, hvør av teimum báðum hevur gjørt hetta til eitt persónsmál. Men hetta er barnalótir, sum mugu halda uppat beinanvegin, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at tað polit- iska, sum fór fram í tingin- um hendan fríggjadagin, er nógv meiri álvarsligt enn persónsmálið ímillum teir báðar tingmenninar. – Tað, sum hendi var, at tjóðveldisflokkurin breyt eina avtalu, sum er gjørd í samgonguni. – Og tað er sera álvars- ligt, tí eg havi altíð lagt stóran dent á at tjóðveldis- flokkurin skal halda tær av- talur, sum eru gjørdar, hvussu truplar tær enn eru, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur tí, at málið fer at verða tikið upp í flokk- inum skjótast gjørligt. Sigur ósatt Høgni Hoydal sigur eisini, at Finnur Helmsdal sigur beinleiðis ósatt. – Finnur Helmsdal sigur, at hann hevur kunnað meg um hansara støðu í málin- um, tá ið tað var til 1. viðgerð langt fyri páskir. Tá skal eg hava lovað honum at taka málið upp í flokkin- um, men tað gjørdi eg ongantíð. – Eg skilji ikki, at hann kann føra hetta fram, tí hetta er beinleiðis ósatt. Tað, sum hendi, var, at táið málið var til 1. viðgerð, fekk eg at vita, at Finnur Helmsdal ikki vildi at- kvøða fyri. Tá ringdi eg til hansara og boðaði frá, at talan var um eina avtalu í samgonguni og tað var hann bundin av. Tí bað eg hann lata vera við at siga nakað undir 1. viðgerð, og hevði hann trupulleikar, mátti hann sjálvur taka tað upp. – Tað má sjálvsagt vera so, at eru tingmenn ónøgdir og vilja hava okkurt broytt, mugu teir sjálvir taka stig til at viðgera málini so at tey verða broytt. Tað kann ikki vera uppgávan hjá ein- um floksformanni at finna útav, nær ein tingmaður er ónøgdir. Eru teir ónøgdir, eiga teir sjálvir at taka trupulleikan upp, so at hann kann verða loystur. Eru tinglimir bundnir ella ikki? Men tað er beinleiðis álagt einum tinglimum at at- kvøða eftir síni egnu sann- føring? – Sjálvsagt hava ting- menn frælsi til bæði at tala og gera, sum teir vilja. Men politikarar eru valdir fyri ein flokk. Og skal ein flokkur kunna virka, verður hann noyddur at gera semj- ur. – Og eitt tað týdningar- mesta í politikki er, at tað ber til at líta á, at ein flokk- ur stendur við tær avtalur hann ger, tí tað er sjálv for- treytin fyri at fáa framt politikkin hjá flokkinum í verki, sigur Høgni Hoydal. Vit kunnu leggja afturat, at í grein 23 í stýriskipanar- lógini stendur, at »løgtings- maður er bert bundin av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum«. Sambært løgtingsfor- manninum, Edmund Joen- sen, merkir hetta eisini, at ein løgtingsmaður er ikki bundin at politiskum avtal- um. Tað skilst á Høgna Hoy- dal, at hann metir tað sera álvarsamt, at tjóðveldis- flokkurin hevur brotið eina avtalu og at málið fer at vera tikið upp. Hevur so Finnur Helms- dal nakra framtíð í flokk- inum eftir hetta? – Hetta er ein trupulleiki hjá tjóðveldisflokkinum, sum vit mugu taka upp fyri at tryggja, at vit kunnu halda tær avtalur, vit gera. Og persónsviðurskifti havi eg framvegis ongar við- merkingar til, tí tað sigi eg við rætta viðkomandi Ein stórur trupulleiki Vit spurdu eisini formann tjóðveldisfloksins, hvat hann sigur til tað, sum Páll á Reynatúgvu hevur ført fram um, at Finnur Helms- dal er bara varamaður og er øvundsjúkur inn á lands- stýrissessin. Er tað ikki eitt sindur niðurgerðandi ímóti einum tingmanni? – Eg geri ikki viðmerk- ingar til tað persónliga í málinum. Tað havi eg ongantíð gjørt. Tjóðveldisflokkurin hev- ur havt trý landsstýrisfólk, Tórbjørn Jacobsen, Annlis Bjarkhamar og Páll á Reynatúgvu. Tað skerst ikki burtur, at tað hevur verið rættililiga nógv stríð um júst hesi trý landsstýris- fólkini. Nú hevur tú havt ein týðandi leiklut, tá ið tey skuldu tilnevnast í lands- stýrið. Ert tú nøgdur við tína egnu dømikraft, tá ið landsstýrisfólk skulu velj- ast? – Eg geri ikki viðmerk- ingar til persónsmál yvir- høvur. Men tá ið landsstýr- isfólk verða tilnevnd, eru tað heilt aðrar metingar, sum vera gjørdar, enn met- ingar um tað persónligar. Vit skulu lata politisku av- rikini tala. Vit skulu eisini hava við í metingunum, at virksemið hjá landsstýris- monnum er rættiliga nógv frammi í fjølmiðlunum. – Og eg haldi, at tað er ein ógvuliga stórur trupul- leiki í føroyska samfelagn- um, at alt verður gjørt til persónsmál. Tað verður ómetaliga stórur dentir lagdur á at dyrka persónlig- ar ósemjur, heldur enn at viðgera tey veruligu polit- isku málini og tí tað er ógvuliga oyðileggjandi. Men er tað løgið í hesum føri, tí orðavalið í lesara- brævinum hjá Finni Helms- dal í Sosialinum í gjár, er óhoyrt, serliga tá ið hugsað verður um, at hann er vara- maður á tingi og at talan er um hansara egna landsstýr- ismann? – Eg havi ongar viðmerk- ingar til persónsstríð, tí tað eru barnalótir, sum vit eiga at halda uppat við beinan- vegin. Stríðið ímillum Finn og Páll eru barnalótir – Høgni Hoydal vil ikkisiga um hann er nøgdur við sína dømikraft, tá ið landsstýrisfólk hjá tjóðveldisflokkinum eru tilnevnd. Men hann heldur, at tað eru tey politisku avrikini sum telja og at tað er ein ógvuliga stórur trupulleiki, at so stórur dentur verður lagdur á persónsmál C M Y K 5 4