Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 87 - 8. mai 2003 Nr. 87 - 8. mai 2003 7 - Tær uppgávur, sum lagdar verða út til kommunurnar, krevja størri umsitingarligar royndir. Tí ynskja vit, at samstarvað verður um hesi økir, so tey kunnu umsitast á skilagóðan og gagn- ligan hátt, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum umsat kommunumál í fýra ár ATKVØÐUGREIÐSLA Vilmund Jacobsen Tað eru ikki so mong ár síðan, at landsmyndugleik- arnir løgdu seg út í viður- skiftini hjá kommununum og meira ella minni vildu kroysta tær til at samstarva ella leggja saman. Hóast umsitingarligi parturin hjá kommununum er vaksin seinastu árini og fer at veksa enn meira, tá ið eldraøkið eisini verður lagt út til kommunurnar at um- sita, eru røddirnar í lands- stýrinum nú meira mildar. Tað var Anfinn Kalls- berg, ið umsat kommunu- mál, sum fyri fimm árum síðan setti út í kortið av nýggjum, soleiðis at eingin tvungin samanleggin verð- ur. Tað var Høgni Hoydal, sum tók yvir kommunumál, tá ið Anfinn slepti fyri einum ári síðan. Eingin uppiblanding Nú veljarar í seks kommun- um í norðrara parti av Streymoy og Eysturoy týs- dagin atkvøddu um saman- legging, harav meiriluti fyri samanlegging var í teimum fimm, sigur løgmaður, Anfinn Kallsberg, at lands- stýrið fer ikki at leggja seg út í, um kommunur velja at leggja saman ella at sam- starva. - Hetta er ein spurningur, sum fólkið í kommununum sjálvt skal taka støðu til. Ynskja kommunur at leggja saman, fara vit ikki at nokta teimum tað. Vit hava gjørt eina nýggja kommunulóg og eina lóg- gávu fyri samanlegging, um tað verður gjørt, men tað er fult og heilt upp til fólkið í kommununum, hvussu tær skipa seg við samstarvi ella samanlegg- ing. Løgmaður vísir á, at jú fleiri økir verða løgd út til kommunurnar at umsita, tess fleiri umsitingarligar royndir krevur hetta. - Málið er at veita eina nøktandi tænastu til borg- ararnar, og tí er avgjørt neyðugt, at samstarvað verður um hesi økir. Skulu kommunurnar umsita fleiri økir, krevst eisini, at tær eru førar fyri at lyfta hesa upp- gávuna. Innlýsandi samstarv Anfinn Kallsberg sigur, at tá ið kommunurnar sam- starva á mongum økjum, soleiðis sum gjørt hevur verið í eitt nú Sundalag- num, er væntandi, at spurn- ingurin um samanlegging við tíðini gerst aktuellur, tí spurningurin verður at enda, hvussu nógv mál liggja uttanfyri samstarvið. - Sjálvur havi eg alla tíðina rokna við, at sam- starv ella samanlegging millum kommunur fer at verða gongda leiðin, sigur Anfinn Kallsberg, løgmað- ur. Hann vísir á, at eldra- økið, sum leggjast skal út til kommunurnar at umsita, krevur, at samstarvað verð- ur, soleiðis at vit fáa eina góða og nøktandi skipan, sum fer at tæna borgar-un- um kring landið. - Eg dugi ikki at siga, hvat hevur staðið øðrum bygdaráðum á Eiði í boði, men sit- andi bygdaráð hevur onga innbjóðing fingið um at verða við í samanleggingini – ei heldur í víðkaðum samstarvi millum kommunurnar, sigur Tordur J. Niclasen, bygdaráðsformaður á Eiði SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen - Eg dugi ikki at siga, um vit vildu verið við í sam- anleggingini ella ikki. Men sitandi bygdaráð hevur so einki høvi fingið til tess. Vit hava onga innbjóðing fingið um at vera við í sameiningarbólkinum, sum tær seks kommunurnar, ið atkvøddu um samanlegging týsdagin, hava havt sitandi. Bygdaráðsformaðurin á Eiði, Tordur J. Niclasen, vísir til úttalilsini hjá Heð- ini Zachariassen, bygda- ráðsformanni í Hvalvík, sum hevur sagt, at Eiðis kommuna er boðin at vera við í samstarvinum við hin- ar kommunurnar. - Vit mugu ikki blanda tingini saman. Tað, sum Heðin sipaði til, er sam- starv og ikki samanlegging. Samstarv alneyðugt Tordur leggur dent á, at Eiðis bygdaráð hevur ikki havt møguleikan at leggja málið um samanlegging út til fólkaatkvøðu, tí sitandi bygdaráð hevur ikki fingið møguleikan at vera við í sameiningarbólkinum. Ei heldur hava hinar kommun- urnar, sum vóru við í sam- einingarbólkinum, vent sær til Eiðis bygdaráð um víðk- að samstarv. - Men vit eru avgjørt áhugaðir fyri gagnligum samstarvi við hinar komm- unurnar, og vit halda eisini, at vit hava nakað at bjóða suðureftir – eftir nærri fyrisettum avtalum, sum Tordur tekur til. Tordur vísir á, at nýggj ítróttarhøll júst er bygd á Eiði, og hann heldur, at henda íløga átti at komið øllum økinum til gagns. Á Eiði er eisini fótbóltsvøllur, sum bygdirnar sunnanfyri eisini brúka. Heilt síðan Felagsskúlin á Oyrarbakka varð bygdur, hevur Eiðis kommuna verið við í samstarvinum um skúlan. Annað samstarv millum Eiði og hinar grannabygdirnar er læknin, sum hoyrir til økið. - Eg haldi, at tað er neyðugt at samstarva, og nú ymiskar uppgávur aftrat skulu leggjast út til kommunurnar at umsita, er hetta alneyðugt – ikki bara her um okkara leiðir, men kring alt landið, har tað annars er møguligt, sigur hann. Sum áður Spurdur, um Eiðis bygda- ráð fer at taka nøkur stig, nú fimm kommunur har norðuri í Streymoy og Eysturoy hava gjørt av at leggja saman, sigur Tordur J. Niclasen. - Nei, tað haldi eg ikki. Vit fara framhaldandi at húsast innan teir karmar, vit hava. Hinvegin er ógjørligt at siga longu nú, hvat henda samanlegging fer at merkja, og hvussu sam- starvið millum kommun- urnar her í økinum fer at síggja út í framtíðini, sigur bygdaráðsformaðurin á Eiði. Vit hava onga áheitan fingið um samanlegging Landsstýrið leggur seg ikki út í, um kommunur leggja saman ella velja at samstarva - Eg havi alla tíðina roknað við, at samstarv ella samanlegging millum kommunur fer at verða gongda leiðin, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum umsat kommunumál í fýra ár - Vit fara framhaldandi at húsast innan teir karmar, vit hava, sigur Tordur J. Niclasen, bygdaráðsformaður á Eiði, sum annars er áhugaður og heldur tað vera neyðugt við góðum samstarvi, nú fleiri økir skulu leggjast út til kommunurnar at umsita Hósvíkingar valdu sjálvstýri á fólkaat- kvøðuni týsdagin. Borgarstjórin, sum var fyri samanlegging við hinum kommun- unum í Sundalag- num, ásannar, at hann tapti. Hann væntar, at tað verður tungt at fara undir eitt komandi valskeið, tí nógv er, sum skal byggjast upp av nýggjum EFTIRVERKIR Edvard Joensen Hósvík: Eitt komandi bygdarráð í Hósvík skal byrja frá botni í fleiri førum. Eitt nú er einki sløkkilið og eingin um- hvørvisnevnd í kommununi meira, vísir Jógvan Mørk- øre, borgarstjóri á, nú hós- víkingar hava gjørt av at standa uttan fyri ta nýggju, stóru Sunda Kommunu. Við 81 atkvøðum í móti kommunujsamanlegging, og 71 fyri, gjørdu veljarar- nir í Hósvík av ikki at fara upp í tað nýggju Sunda Kommunu. – Tað er so avgerðin hjá fólkinum her, sigur Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík. Tað merkir væl, at fólk halda, at tað er gott, sum er. Sjálvur haldi eg tað vera skeiva avgerð at hava tikið, men hon verður so ikki broytt fyri tað, sigur hann. Jógvan Mørkøre dylur ikki fyri, at hann var fyri samanlegging. Hann held- ur, at tað verður øgiliga tungt hjá einum nýggjum bygdarráði, sum skal taka við eftir komandi val, sum verður næsta ár. – Har vera fleiri ting, sum samráðast skal um av nýggjum. Heilt frá botni av, vísir hann á. Tí Hósvík hevur verið við í kommu- nalum samstarvi í Sunda- lagnum í longri tíð, og sam- an hava kommunurnar fingið fleiri ting upp at standa, sum Hósvíkar Kommuna í framtíðini ikki fer at fáa lut í. Kastað burtur Hósvíkingar kastaðu burt- ur, nú burðurin var komin á tíð. Nú skal byrjast av nýggjum við at fáa upp at standa slíkt, sum í áravis hevur verið sjálvfylgja, vís- ir borgarstjórin á. Serliga tvey dømi tekur hann fram. Annað er sløkkiliðið, og hitt er um- hvørvisnevndin. Um sløkkiliðið sigur hann, at tað kann ikki rokn- ast við, at Hósvíkar Komm- una fær nakað at siga yvir sløkkiliðnum, sum í dag er í Sundalagnum. – Vit hava tikið okkum úr sam- starvinum, og skulu vit gera brúk av sløkkiliðnum í framtíðini, mugu vit á knæ at biða um samstarv við tey, sum eiga útgerðina, vísir hann á. Tó er tað ikki so, at sam- ráðast skal her og nú, um brúk verður fyri tí. Men tá samstarvið formelt heldur uppat, tá valskeiðið er úti, standa vit við ongum, vísir hann á. Og so skal nýggj avtala gerast. Eitt annað er felags um- hvørvisnevndin í Sunda- lagnum, sum Hósvík nú eisini fer burturúr. Her mugu hósvíkingar rokna við, at nú er liðugt við sjálvur at seta út í kortið. Í framtíðini er alt, sum bendir á, at nú skal gangast undir tey krøv, sum Heilsufrøðiliga Starvsstov- an setir. Og tað skal vera, tá tey verða sett. Í tí førinum verður sjálvstýrið ikki meira enn so, at her kemur kommunan undir umsiting, vísir borgarstjórin í Hósvík á. Men eisini onnur mál eru, sum koma at merkja framtíðina í Hósvík øðrvísi, enn um lagt varð saman. Barnagarður verður tung- ur at fáa nú, væntar Jógvan Mørkøre, men samstarvið um ellis- og røktarheimið í Streymnesi fer so at halda fram kortini, sigur hann. Men tað verður tungt fíggj- arliga, tí Hósvíkar Komm- una er bundin av teirri lántøkuni, sum gjørd er. Og henni kemur komandi bygdarráð at knógva undir. So er tað Felagsskúlin, sum helst eisini einaferð skal byggjast út. Har er Hósvíkar Kommuna eisini uppií. Skal eisini gjaldat fyri lántøku har, fær kom- andi bygdarráðið ikki pláss fyri nóvum øðrum enn at gjalda lán, fryktar Jógvan Mørkøre fyri. Hyggja skeivan veg Hósvíkingar hugdu skeivan veg týsdagin, staðfestir Jógvan Mørkøre, borgar- stjóri. Teir hugdu aftur eftir heldur enn frameftir. Hann metir, at í summum førum var tað beinleiðis gamalt agg, sum gjørdi av, at tey atkvøddu nei. Slíkt, sum liggur heilt aftur til tíðina, tá Hósvík lá saman við Hvalvík í eini kommnu. – Tað eru summi fólk, sum enn ganga og minnast aftur á, at tá skuldi einki henda i Hósvík. Alt varð lagt í Hvalvík, siga tey. Og hetta kemur so til sjóndar enn, hóast kommunurnar fóru sundir í 1955, sigur hann. Hann heldur tað vera løgið, at slíkt kann ávirka fólk enn. Væl var ikki tað stóra í Hósvík fyri 50 árum síðan. Men her er nógv broytt, og tað er ikki bara av tí, at Hósvík gjørdist egin kommuna. Tað eru aðrar umstøður, sum hava gjørt tað, staðfestir hann. Hósvík var heppin, tí menningin i samfelagnum yvirhøvur kom júst, tá loyst varð. Nú broytist so aftur, og politiska rákið í løtuni er tað, at nú skulu kommunur- nar sjálvar taka sær av alt fleiri málum. Og tá fer at standa á hjá 280 fólkum at lyfta. Men nú mugu so hesi somu fólk, sum hava valt hetta, taka um endan, sigur borgarstjórin í Hósvík. Sjálvur fer hann at verða sitandi, til valskeiðið er liðugt, men so er eisini liðugt við tí, sigur hann. So mugu tey, sum ikki vildu leggja saman, taka yvir. Men hann væntar, at tað kann verða skjótt, at tey fara norður eftir við taskuni at biða lova sær uppí. Tí at liggja einsamallur so lítil kommuna millum tvær stórar, fer at merkjast. Tá verður lítið, sum lagt verður í Hósvík, væntar Jógvan Mørkøre. Jógvan Mørkøre stilla rikki upp aftur til komandi kommunuval, sigur hann. Honum hevur dámt væl at verið við, men nú metir hann ikki, at grundarlag er fyri at halda fram, sum støðan er. Nú er sjálvstýri Hóast Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík, gjørdi sítt til, at Hosvík fór upp í nýggju Sunda Kommunu, valdi ein meiriluti borgarunum í bygdin at standa uttanfyri. Ein avleiðing er so, at borgarstjórin leggur frá sær, tá valskeiðið er úti Hósvík fer í framtíðini at liggja sum ein geiri millum tvær stórar kommunur. Tórshavnar Kommunu sunnanfyri, og Sunda Kommunu norðanfyri C M Y K 7 6