Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 87 - 8. mai 2003 Nr. 87 - 8. mai 2003 9 Framgongdin í búskapinum er steðgað. Og tí kendi Karsten Hansen seg noyddan at forða fyri, at samlaða lønar- hækkingin næstu tvey árini verður 11 prosent. Tað kann koppa búskapinum, sigur landsstýrismað- urin, nú fakfeløgini leggja hann undir at renna ørindi fyri arbeiðsgevararnar og skerja samráðingar- rættin SAMRÁÐINGAR Ingi Rasmussen Tað reina humbug. Tað var fyrsta viðmerking- in hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni, til sein- asta uppáhaldið hjá fakfel- øgunum beint upp undir evstamarkið fyri samráð- ingunum millum tey fimm arbeiðarafeløgini og Ar- beiðsgevarafelagið. Tey fimm arbeiðarafel- øgini vilja vera við, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur lagt seg út í rættin hjá fakfel- øgum at samráðast við ar- beiðsgevarar, tí hann aftur- virkandi hevur vrakað sátt- málan millum SEV og Maskinmeistarafelagið, sum er útgangsstøðið fyri samráðingunum. Skulu góðkennast Karsten Hansen vil ikki kennast við, at hann leggur seg út í samráðingarrættin. – Eg havi ikki lagt meg út lønarsamráðingarnar. Sam- bært lógini skulu sáttmálar hjá SEV góðkennast av av- varðandi landsstýrismanni. Tað stendur eisini í reglu- gerðini fyri SEV. Hetta er ikki nakað, sum stingur seg upp beint nú, tí eg havi longu fyri meira enn einum mánað síðan boðað SEV frá, at eg helt lønarhækk- ingina vera ov stóra, og tað kann eg ikki góðkenna, sum landið liggur, sigur Karsten Hansen. Hóast hetta, so hevur SEV goldið sínum maskin- meistarum løn sambært nýggja sáttmálanum. – Eg kann bara siga, at tað er spell, tí eg havi gjørt SEV púra greitt, at eg ikki góðkenni sáttmálan. SEV átti at bíðað eftir einari góðkenning, sigur Karsten Hansen. Koppa lessið Fakfeløgini siga hinvegin, at hann brýtur eina sið- venju, ið hevur vunnið hevd. – Áður hevur hetta ikki verið nakar trupulleiki, tí tá hava arbeiðarafeløgini ver- ið undan hinum. Hesaferð leggur SEV støðið, og tí íkemur trupulleikin. Eg skilji væl, at fakfeløgini leggja tann sáttmálan sum grund, men eg noyðist eg at tala at. Eg havi eina ábyrgd fyri øllum búskapinum í hesum landinum, sigur Karsten Hansen. Og búskapargongdin er ikki tann, hon hevur verið. – Allir spádómar siga, at nú er vend komin í eftir nøkur góð ár. Búskapar- frøðingar vænta ikki sama búskaparvøkstur, og tað mugu vit taka hædd fyri. Harafturat kemur, at vit hava latið 125 milliónir krónur í skattalætta. Skulu 11 prosent í lønarvøkstri leggjast omaná, so eru vit um at koppa lessið. Eg havi sum landsstýrismaður skyldu til at kempa ímóti, sigur Karsten Hansen. Ongi ørindi Fakfeløgini siga, at Karsten Hansen rennur ørindi fyri arbeiðsgevararnar, og tosar teirra søk. Men tað aftur- vísir landsstýrismaðurin, ið situr tungt á kassanum. – Tey vita fullvæl, at ongin skal fortelja Karsten Hansen, hvat hann skal halda. Tann dagin eg meti, at eg ikki gera tað besta fyri føroyska búskapin, so er tíðin komin at leggja frá mær, sigur Karsten Hansen. Hann vónaði framvegis mikudagin, at Føroyar sluppu undan verkfalli á midnátt, men alt bendi á tann bógvin. Tey fimm ar- beiðarafeløgini vilja hava at vita frá samgongu- flokkunum, um teir stuðla uppí- leggingini hjá Karsten Hansen í sáttmála- samráðingarnar SAMRÁÐINGAR Ingi Rasmussen Tey fimm arbeiðara- feløgini hava sent teimum fýra sam- g o n g u f l o k k u n u m bræv, har tey harðliga átala framferðina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni. Tey siga, at hann miðvíst og beinleiðis hevur lagt seg út í sáttmála- samráðingarnar. Orsøkin er, at Karsten Hansen um somu tíð, sum seming verður roynd, hevur sent leiðsluni fyri SEV bræv, har hann ger greitt, at hann ikki góðtekur sáttmálan við Maskinmeistara- felagið. Tað úrslitið, 11 prosent yvir tvey ár, er minstakravið hjá fakfeløgunum. Fakfeløgini vísa á, at úrslitið hevur verið greitt í 4-6 vikur, og at leiðslan í SEV tvær ferðir hevur útgoldið løn eftir nýggja sátt- málanum. Tey siga eis- ini, at tað ikki er kom- ið fyri síðstu 15-20 árini, at ein landsstýr- ismaður hevur vrakað eitt sáttmálaúrslit hjá SEV. – Hetta er ein so kloss- utur og avdúkandi framferðarháttur, at vit vænta, at sjálvt ikki Karsten Hansen fer at nokta fyri, at endamál hansara er at forða fel- øgum okkara í frítt at samráðast um egnu sáttmálaviðurskifti okkara, siga fakfeløg- ini. Tey vilja hava at vita frá flokkunum í sam- gongu, um teir stuðla landsstýrismanninum hjá Tjóðveldisflokkin- um. Tey kravdu svar beinanvegin. Svarið skal brúkast til at vísa limunum í arbeiðara- feløgunum, hvat Fólkaflokkurin, Tjóð- veldisflokkurin, Mið- flokkurin og Sjálvstýr- isflokkurin halda. Asbest er heiti á nýggjari fløgu, sum føroyska kamarkórið í Keypmannahavn, Mpiri, hevur givið út. Á fløguni er bara nýskrivaður føroyskur kórtónleikur FLØGUÚTGÁVA Ingi Rasmussen At ein fløga kemur á marknaðin, har bara nýfør- oyskur kórtónleikur er skrivaður, er ikki gerandis- kostur. Men tað er so hent, nú Mpiri júst hevur givið út fløguna Asbest. Mpiri er eitt lítið føroyskt kamarkór í Keypmanna- havn, sum er mannað við 13 útisetum. Kórið hevur fimm ár á baki og hevur verið sera virkið. Í 2000 tók navnframi Sunleif Rasmus- sen við leiðsluni, og á fløg- uni, sum nú kemur út, stjórnar hann kórinum. Fløgan hevur fingið heit- ið Asbest eftir einum verki hjá Tróndi Bogasyni. Eitt verk, ið samantvinnar vak- ran, modernaðan ljóm, ind- iskan sang, føroyskt stev, rapptónleik og annað. Til hetta verkið er eisini eitt videolag givið út. Tróndur Bogason syngur sjálvur tenor í kórinum og hevur skrivað sjey verk til kórið, síðan tað varð stovnað. Mpiri hevur altíð virkað fyri at fáa til vega nýggjan føroyskan kórtónleik. Bí- løgd eru verk frá føroysk- um tónaskøldum, og á nýggju fløguni eru eisini verk eftir Kára Bæk og Paula í Sandagerði, sum hava tvey verk hvør á fløg- uni. Tróndur Bogason eigur fýra, og eitt verk er eisini eftir Bjarna Restorff. Øll verkini uttan eitt eru skrivað síðan 1994. Undan- takið er vakra verkið »Dimmið« hjá Vagn Holm- boe, sum hann skrivaði í 1977 til yrking eftir Christian Matras. 300 ár eru liðin, síðan sálmaskaldið Thomas Kingo doyði, og tað ger Mpiri eisini burturúr. »Jeg vil mig Herren love« hjá Bjarna Restorff er kendur og ofta sungin av Tórshavn- ar Manskóri. Á fløguni Asbest verður hann sungin av eini manskvintett. »Lover mig nu Herren« hjá Kára Bæk samantvinnar gamla føroyska sálmalagið við týska lagið til sama tekst. Fløguna hevur Tutl givið út og hon er komin í handl- arnar í Føroyum og Dan- mark. Sosialurin hevur leysliga lurtað eftir fløguni, og vit kunnu bara siga, at hetta er føroyskur kórtón- leikur, tá hann er best. Karsten knallar lokið á kassan Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sigur seg vilja forða fyri, at lessið koppar, men hann noktar fyri, at hann rennur ørindi fyri arbeiðsgevarar, sum fakfeløgini vilja vera við Kórsangur tá hann er Asbest Fiskurin er búmerkið hjá Mpiri. Eitt sereyðkenni við fløguni Asbest er, at á permuni eru hondkliptir fiskar í ymsum liti. Ikki tvær fløgur eru eins Fakfeløgini krevja samgongu til svars NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 8. mai. Stanislaus, deyður í 1079. Biskupur í Karkow. Hann varð tikin av døgum, tí hann hevði at konginum Boleslav. Tjóðarhalgimenni hjá póllendingum. Frank Petersen, landpostboð, 60 ár Í dag, hósdagin 8. mai, fyllir Frank Petersen, land- postboð (avgreiðslupost- boð) 60 ár. Frank er føddur í Kaldbak í tí Harrans ári 1943. Foreldrini vóru Herborg (fødd Vang) og Ingvard Petersen. Frank var miðlingur av teimum 9 systkjunum, 5 brøðrum og 4 systrum. Frank fer frá, sum land- postboð 1. juni í ár, og er tað eisini í hesum sam- bandi, at vit starvsfelagar í postútberingini í Suður- streymoy ynskja at bera honum eina lítla heilsu. Frank er ein av teimum seinastu tænastumonnun- um innan Postverk Føroya. Hann varð settur í starv í 1972, 4 ár áðrenn post- verkið varð yvirtikið. Áðrenn hann byrjaði at starvast í postútberingini koyrdi hann oljutangabil fyri Shell, eisini koyrdi hann hýrivogn. Sum blað- ungur arbeiddi Frank fleiri ár uppi í Mjørkadali. Tí var tað ógvuliga hósk- andi, at Frank hevði sín seinasta útberingardag á rutuni, Inni á Gøtu, Hvíta- nes, Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak. Á hesum leiðum hevur Frank samvitskufult avgreitt sín dagliga arbeiðs- setning. Komin aftur av rutini seinasta útberingar- dagin sást eisini á øllum brøgdum, at viðskiftafólk- ini hava sett stóran prís uppá tað dygdararbeiðið Frank hevur lagt fyri hvønn arbeiðsdagin. Blái post- jeepurin var fullur við gávum og viðurkenningum til Frank. Ein samfeld tøkk frá viðskiftafólkunum á landpostrutu 51. Vit starvsfelagar í post- útberingini í Suðurstreym- oy eru eisini takksamir fyri tíðina vit hava starvast saman við Frank. Frank er greiður í meiningum, orð- um og talu, einki verður ballað inn! Men samstundis vinsælur, blíður, fyrikom- andi og sera skemtingar- samur. Ikki so sjáldan hev- ur eyðkendi látur Franks runga og lívgað okkum, fyrst í gomlu boðstovunum á Vaglinum, og síðani nýggjaru boðstovunum uppi á Óðinshædd. Alt dygdir, sum hava gjørt Frank til ein góðan og holl- an starvsfelaga. Frank hevur altíð verið sera aktivur í frítíð síni. Innløgumaður, sum fáur, umframt at verða ein sera dugnaligur, sjálvlærdur all- round handverkari. Her hevur Frank verið í mong- um vasi. Tað man eisini verða stuttligt hjá teimum 6 abbabørnunum at eiga ein so aktivan, lívligan og stutt- ligan abba. Síðsta rutan er gingin, men ein aktivur maður, sum Frank fer so ikki at keða seg, nú hann fer at fáa sítt otium aftaná at hava stríðst á arbeiðs- marknaðinum síðan 14 ára aldur. Stóra takk fyri tey 31 árini okkum untist at starv- ast saman við tær, Frank! Tær og Almu við børnum og barnabørnum verður ynskt alt tað besta í fram- tíðini. Og hjartaliga til- lukku við teimum 60 árunum. Starvsfelagarnir í Suðurstreymoy Jacob Horn datamatikari TietgenSkolen boðar frá, at Jacob Horn í Havn hevur fingið prógv sum datamatikari í apríl 2003. Sofus Bogi Hansen djóralækni Fødevaredirektoratet boðar frá at Sofus Bogi Hansen úr Føroyum 10. apríl 2003 fekk "autorisation som dyrelæge" Demmus Hentze - ein rættleiðing Í týsdagsblaðnum skrivaðu vit at Demmus Hentze var landsstýrimaður frá 1975- 81, valdur í Sandoyar val- dømi. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Hann var valdur í løgtingið í Sandoyar val- dømi. Hann sat í løgting- inum frá 1966-74 og frá 1978-80, undantikið tíðarskeiðið tá hann var landsstýrismaður. 8. mai vóru liðin 25 ár síðan bilasølan P/F Reyni Service byrjaði sítt virk- semi í Hoyvík. Fyritøkan flutti í 1978 í nýggjan bygning við Vegin Langa. Grundøkið var 5000 fer- metrar og gólvvíddin á bygninginum var 1300 fermetrar. Í dag er samlaða gólvvíddin uml. 4000 fer- metrar. Reyni Service hevði hildið til í Rættará síðan 1947, so tað var ein ómetaliga stór broyting at flyta inn í nýggja bygning- in. Í 1978 arbeiddu tilsam- ans 12 fólk í fyritøkuni, í dag eru tey umleið 50. Reyni Service seldu bil- merkini Morris og Ley- land. Í 1980 fingu teir Toyota, og fyri nøkrum árum síðan fingu teir eisini Iveco. Jefri Justinussen 50 ár í fiski- vinnuni 23. apríl hevði Jefri Justinussen í Havn arbeitt 50 ár í føroysku fiskivinn- uni. Hann fór til skips við sluppini Lizzie, hjá Jógvan Simonsen á Høgabóli, 23. apríl 1953. Jefri er føddur og uppvaksin í Leirvík, sonur Minu, f. Vang, úr Kálvhúsinum á Glyvrum og Absalon Justinussen, vanliga nevndur Absalon á Garði, í Leirvík. Eftir at hava siglt við Lizzie í 4 ár róði hann út í Leirvík, til hann fór á skiparaskúla í 1959 og tók prógv á sumri í 1960. Hann sigldi sum dekkari við línubátinum Bresti hjá P/F Kimbil frá 1961-63. Brestir var fyrsta føroyska fiskiskip, sum fekk kraftblokk, hetta var í 1962. Frá 1963-72 sigldi hann sum stýrimaður við Beinir hjá sama reiðaríi. Hann sigldi sum stýrimað- ur við Norðborg hjá P/F Hvalnes frá 1972-88. Jefri var arbeiðsformaður á flakavirkinum Frost í Leir- vík frá 1989 til 1993, tá hann fór umborð aftur á Norðborg, har hann er enn. Um árskiftið 1998/99 bleiv Norðborg seld til Klaks- víkar, og í 2000 bleiv ein onnur Norðborg (ex. Gardar) keypt. Jefri giftist í 1961 við Gunnvør, f. Berg- hamar úr Havn, og tey búsettust í Havn. Tey eiga børnini: Absalon, Annika, Sigurð og Tróndur. Jefri hevur upplivað tær ómeta- liga stóru broytingarnar frá gomlu sluppunum til nú- tímans fiskifør. Hann trívist enn sera væl sum sjómaður. Reyni Service 25 ár í Hoyvík C M Y K 9 8