hósdagur 8. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 87 - 8. mai 2003
Nr. 87 - 8. mai 2003
11
Spælimenninir. Landsfundirnir hjá Fiskimanna-
felagnum. Grand Prix-tónleikakappingin. Polit-
iskir landsfundir. Filmsfelagið Klipp. Barna-
dansur.... Vit kundu hildið fram, men vit steðga
við barnadansinum, og spyrja, hvat nevndu tiltøk
hava í felag? Jú, Norðurlandahúsið, sum í dag er
20 ára gamalt.
Annað kunnu vit ikki siga, enn at Norðurlanda-
húsið hevur havt stóran týdning fyri føroyskt
felagslív og føroyska og norðurlendska mentan
yvirhøvur. Sigast kann, at Norðurlandahúsið
hevur verið ein norðurlendskur sýnisgluggi, hóast
tann norðurlendska skráin tykist hava verið minni
í seinri árum.
So kunnu vit spyrja, um Norðurlandahúsið hevur
verið ein sýnisgluggi fyri føroyska mentan, lív og
virki úteftir? Óivað kunnu vit siga, at Norður-
landahúsið er ein sambindingarliður við hini
Norðurlondini. Men spurningurin er, um leiklut-
urin ikki kundi verið størri í so máta?
Hinvegin leggja nógvir norðurlendingar - og út-
lendingar sum heild - leiðina fram við Norður-
landahúsinum. Ikki minst í summarmánaðunum,
og tá hevur tað týdning, at okkurt áhugavert og
forvitnisligt er at síggja. T.d. ein listaframsýnin,
ein frímerkjaframsýning ella okkurt heilt annað.
Men tykist hugflogið skorta viðhvørt. Ein kaffi-
muður er góður, men í sjálvum sær er húsið ikki
eitt vitjunarmál í sjálvum sær.
Føðingardagsbarnið eitur Norðurlandahúsið í
Føroyum. Hetta er óivað fyri at staðfesta, at tiltøk
skulu ikki bara vera í sjálvum húsinum, men at
virksemið í húsinum eisini skal síggjast ella
hoyrast úr Sumba norður til Hattarvíkar. Um tað
er eydnast, er torført at meta um. Fyri tey bæði
ella øll fimm, sum kanska eru komin til at hoyra
ein floytuspælara ella ein violinsnilling, er kon-
sertin eitt stórt upplivilsi - og so er endamálið jú
rokkið!
Summi hava lyndi at halda hánt um norðurlendskt
samstarv og siga, at tað er bara fjant og fjas. Men
Norðurlandahúsið er eitt gott dømi um, hvussu
gott og fruktargott norðurlendska samstarvið er
og kann vera. Sum heild kunnu vit siga, at
Norðurlandahúsið í Føroyum hevur givið nógvum
av okkum góðar løtur. Góð og rík upplivilsi. Tað
hevur verið mennandi fyri føroyskt andslív og
hevur givið mongum føroyingi royndir og
avbjóðingar. Norðurlandahúsið kom sum eitt
frískligt várlot, sum framvegis kýnir oyggjarnar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hevur savnað og givið
íblástur!
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Javnaðarflokkurin
8. mai 2003
Javnaðarflokkurin ynskir Norðurlandahúsinum hjartaliga
tillukku, nú tjúgu ár eru liðin, síðan hesin stovnurin fór
undir at fáa norður-lendska mentan til Føroya og føroyska
mentan til onnur norðurlond.
Við hesum húsinum hevur tað borið okkum til at bera
fram afturljóð úr føroyska samleikanum og at menna
umhvørvið fyri vøkstri fyri føroyskari mentan í øllum
hennara fjølbroytni.
Vit gleðast um, at arbeiðið er gjørt á slíkan hátt, at hetta
mentanarhúsið gjørdist ein stovnur, sum fólk veruliga
tóku til sín.
Góðan byrð framyvir.
Norðurlandahúsið tjúgu ár
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin tann 17. mai
verður eitt stórsligið ment-
unartiltak í Vestnorður-
lendska mentunarhúsinum í
Hafnarfirði (við síðuna av
Fjörukránni). Tiltakið er frá
kl. 14:00 til 16:00 er ó-
keypis og opið fyri øllum.
Dr. Eyðun Andreassen
professari í fólkalívfrøði
við Fróðskaparsetur Før-
oya heldur fyrilestur um
føroyska
dansin
(á
skandinaviskum)
Havnar dansifelag sýnir
ymiskan dans og gestir
fáa høvi at luttaka.
Vésteinn Ólason fyri-
støðumaður í Árna Mag-
nússonar stovni heldur
fyrilestur um íslendsk
kvæði við sama uppruna
sum tey føroysku
Ragnvald Larsen heldur
fyrilestur um fyrsta flog-
samband Føroya við um-
heimin/Ísland og stovnan
av Flogfelag Føroya
Føroyskur dansur, øll eru
vælkomin uppá gólv
Leygarkvøldið 17. mai
verður 60 ára hátíðarveitsla
í Víkingasali
á
Hotel
Loftleiðum. Húsið opnar
kl. 18.30 og farið verður til
borðs kl 19.30. Boðið
verður upp á durasnaps og
borðreitt
við
trimum
rættum og kaffi. Ernst
Olsen verður veitslustjóri.
Aftaná borðhaldið spæla
Twilight til dans. Ymsir
gestir vera saman við okk-
um hetta kvøld m.a. Dr.
Eyðun Andreassen fólka-
lívsfrøðingur, Jákup Sim-
onsen
deildarleiðari
í
mentamáladeild Tórshavn-
ar Kommunu, Þórólfur
Árnason
borgarstjóri
í
Reykjavík, Jan Christian-
sen borgarstjóri í Tórshavn
og frú Elsa Maria Bærent-
sen. 32 fólk úr Havnar
Dansifelag hjálpa okkum at
seta dám á tann føroyska
dansin, sum er ómissandi
eitt tílíkt kvöld. Eisini
syngur Breiðfirðingakórið
fyri okkum.
Vit vænta nógv fólk
koma at hátíðarhalda dagin
við okkum.
Heilsan nevndin
Elin Svarrer Wang,
formaður, 552 2368,
elinwang10@hotmail.com
Marina Svabo Ólason
næst form.,
567 3460 / 896 0791
marina@mi.is
Palma Rasmussen
kassameist.
564 4804 / 865 6993
palmagoa@li.is
Leila Arge, skrivari
565 9255
leila@mi.is
Gunnar Christiansen
nevndarlimur
567 9219 / 822 8837
gcimport@isholf.is
Mortan Holm
tiltakslimur, 862 5237
mch@visir.is
Marianna Dam Vang
tiltakslimur
690 3862 / 588 7179
vangma@hotmail.com
Føroyingafelagið í Reykjavík 60 ár
tann 15. mai
Kristian Magnussen
løgtingsmaður og
Rættarnevndarlimur fyri
Javnaðarflokkin
Í blaðgrein í Sosialinum
síðsta
leygardag
undir
yvirskriftini »Støðuleysir
tingmenn« verða formaður-
in í rættarnevndini, Jógvan
á Lakjuni, og Høgni Hoy-
dal endurgivnir fyri ymisk
sjónarmið um uppskotið
hjá Høgna Hoydal at broyta
lógina um viðgerð av per-
sónsupplýsingum.
Upp-
skotið varð ikki liðugt
viðgjørt, áðrenn tingið fór
heim og má tí metast at
verða burturdóttið. Upp-
skotið hevði m. a. um tað
var samtykt, steðgað Gjald-
skipanini hjá peningastovn-
unum.
Eg skal ikki bera í bøtu-
flaka fyri formannin í
Rættarnevndini, men tó
rósa honum fyri, at hann lat
sín iva koma tí ákærda
(Elektron/vinnuni) til góðar
og ikki ákæranum Høgna
Hoydal.
Landssýrismaðurin hevur
í sínum grundgevingum
fyri at fáa broytt lógina ført
fram, at lógin ikki verður
umsitin sambært tingsins
vilja, og hann hevur í tí
sambandinum víst til álitið,
ið rættarnevndin lat frá sær,
tá lógin um viðgerð av per-
sónsupplýsingum uppruna-
liga varð samtykt í 2001.
Landsstýrismaðurin
villleiðir
Í Sosialinum leygardagin
verður Høgni Hoydal end-
urgivin fyri at siga »Tað er
ov lætt at siga, at man ikki
rættuliga veit, hvat man
skal halda. Eg meini, at
løgtingið skyldar okkum
øllum at taka eina støðu.
Við onga støðu at tora at
taka lata tingmenn tað vera
upp til tilvildarligar pen-
ingastovnar at tulka lógina
um
persónsupplýsingar
sum teimum lystir. Tað er
ikki haldbær«"
Er endurgevingin røtt, so
roynir Høgni Hoydal at
villleiða lesaran, tí tað eru
ikki tilvildarligir peninga-
stovnar, ið tulka lógina. Tað
er Dátueftirlitið, ið tulkar
lógina og harvið tingsins
vilja, og tað hevur eftirlit
við, at lógin verður fylgd.
Elektron søkti á vári í 2001
Dátueftirlitið um loyvi til at
menna sokallaðu Gjald-
skipanina í samstarvi við
Pengeinstitutternes Betal-
ingsservice, ið føroysku
peningastovnarnir
eru
partaeigarar í, og fekk hetta
loyvi.
Tað sum Høgni Hoydal
ætlaði við lógaruppskotin-
um, aftan á at Elektron í
skjótt 2 ár hevur ment eina
lógliga skipan, ið er farin at
virka, var at ólógliggera
hesa afturvirkandi. Harum-
framt ætlaði hann at fáa
løgtingið til, við lóg at
múra Elektron inni, soleiðis
at fyritøkan framyvir ikki
skuldi hava møguleikan at
meta um hvat, ið tænir
henni best og í síðsta enda
pengapunginum hjá borgar-
anum.
Henda
framferð
sigur nakað um rættarfatan-
ina hjá Høgna Hoydal og
eisini nakað um manglandi
álit á vinnuna.
Lógin heimilar lands-
stýrismanninum sum er við
kunngerð at áseta reglur um
flutning av persónsupplýs-
ingum til útlond, herundir
steðga ella avmarka flutn-
ingi til útlond. Er tað so, at
kunngerðin, ið landsstýris-
maðurin lýsti í 2001, og
sum Dátueftirlitið hevði við
í viðgerðini, tá Elektron
fekk loyvi at fara undir at
menna
Gjaldsskipanina,
ikki var nóg greið, so er tað
kleyvaskapur hjá landsstýr-
ismanninum, ið ger seg
galdandi í hesum máli og
átti heldur hann og ikki
Elektron, at staðið til svars
fyri løgtinginum, um lógin
ikki verður umsitin eftir
tingsins vilja.
Samd vinna mælti frá
uppskotinum
Undir nevndarviðgerðini av
uppskotinum vóru Felagið
Peningastovnar, Elektron,
KT-felagið, Kaupting, Før-
oya Lívstrygging, Trygg-
ingarfelagið Føroyar og
Postverk Føroya, á fundi
við Rættarnevndina. Ongin
av teimum hevði nakað
positivt at siga um lógar-
uppskotið, og fleiri meintu,
at uppskotið hevði eitt
politiskt sikti, ið ikki var í
tráð við endamálið við
lógini um viðgerð av per-
sónsupplýsingum.
Dátu-
eftirlitið, ið eisini kom á
fund við nevndina, metti at
teirra arbeiði gjørdist trupl-
ari og ógreiðari, um upp-
skotið varð samtykt.
Øll hesi, ið vóru á fundi
við nevndina, hava neyvan
nakað ynski um at skaða
føroyska KT-vinnu ella at
leggja henni forðingar í
vegin, hóast Høgni Hoydal
møguliga ikki hevur tað
álitið á teimum.
Av eini ella aðrari orsøk
ynskir Høgni Hoydal at
broyta lógina, ið snýr seg
um persónsvernd hins ein-
staka, til eina vinnu-vernd-
arlóg, tó uttan at hann við-
urkennur at so er. Heldur
enn at undirgrava verandi
lóg um persónsvernd, eigur
hann at koma í løgtingið
við einum uppskotið um
vinnuverju, um tað er ynski
samgongunar.
Umsorgan Høgna
Hoydals fyri tingsins vilja
er hyklarí
Tá Høgni Hoydal sigur at
hann
vil
hava
lógina
broytta, tí tað er tingsins
vilji, so er tað ikki annað
enn hyklari. Hann vísti full-
komna
vanvirðing
fyri
tingsins vilja, tá hann heitti
á løgmann um ikki at seta
lógina um fólkanøvn í
gildi, tá 3/4 av løgtinginum
samtykti hana áðrenn valið
í 2002.
Hevur Høgni Hoydal so
nógva orku, so eigur hann,
heldur enn at leggja snáv-
ingarsteinar fyri vinnuna, at
syrgja fyri at t.d. Tinglýs-
ingin kemur aftur á før-
oyskar hendur. Atburðurin
hjá Høgna Hoydal mót-
vegis EDV-samstarvinum
hjá Elektron við útlond er
margháttligur, tá hugsað
verður um, at hann sjálvur
sendi eina rúgvusmikla
dataskrá (Tinglýsingina, ið
er føroyskt sermál) av land-
inum fyri 3 árum síðan, tí
danir lovaðu at leggja hana
um til EDV skótt og ókeyp-
is. Her er sanniliga talan
um upplýsingar, ið eru
meira viðkvæmir enn rind-
an av SEVrokningum og
sjúkrakassa
ígjøgnum
Gjaldsskipanina.
Løgtingið vildi treyðugt,
at tinglýsingin fór av land-
inum, men Høgni Hoydal
lovaði tinginum tá (á várið í
2000), at farast skuldi undir
beinanvegin at gera eina
føroyska skipan, so at
tinglýsingin kundi takast
heim aftur. Enn er hon í
Danmark, undir donskum
málsræði og er ikki frítt
atkomulig hjá føroyingum,
hóast lógin sigar at hon skal
verða tað.
Enn er Høgni Hoydal
tíbetur í pyntaðum fjarðum,
tá hann kallar seg løgmála-
ráðharra, men fær hann
makt sum hann hevur
»akt«, so boðar tað ikki frá
góðum.
Bárður Nielsen
løgtingsmaður
Í sambandi við at lands-
kassaroknskapurin
fyri
2002 varð lagdur fram í
farnu viku, hava fjølmiðl-
arnir borið nógv tøl fram,
sum ikki øll hava verið so
eftirfarandi. Tí loyvi eg
mær at koma við nøkrum
rættingum.
Hvat stóð á fíggjarlógini ?
Útvarp Føroya segði 1. mai,
at avlopið hjá landskassan-
um í 2002 var 191 mió
krónur, og at hetta var "40
mió. krónur meira enn
mett".
Í Degi og Viku sama
kvøldið varð sagt, at tá
fíggjarlógin fyri 2002 varð
samtykt, roknaði løgtingið
við einum avlopi uppá 70
mió. krónur.
Hetta er ikki rætt. Tá
fíggjarlógin fyri 2002 varð
endaliga samtykt í desemb-
er 2001, vísti hon eitt avlop
á 371 mió. krónur. Úrslitið
(191 mió. krónur) var
sostatt 180 mió. krónur
verri enn mett varð á
fíggjarlógini. – At onkur so
kann hava mett umaftur
seinni, er ein onnur søga.
Tær 70 milliónirnar, sum
Dagur og Vika vísti til, er
samlaða játtanin tá eyka-
játtanirnar, sum eru sam-
tyktar ígjøgnum árið eru
taldar við.
Tað at játtanin broytist frá
371 mió. í avlopi við árs-
byrjar, til 70 mió. krónur
við ársenda, er bert eitt
dømi um vánaliga fíggjar-
stýring.
Hvat fingu vit fyri
pengarnar ?
Í Degi og Viku varð sagt:
"Almennu
útreiðslurnar
seinastu árini eru vaksnar
umleið eina milliard krón-
ur. Karsten Hansen við-
gongur, at hetta ljóðar av
nógvum, men hann heldur,
at vit hava fingið nógv fyri
pengarnar, til dømis nýtt
vaktarskip, nýtt Lands-
sjúkrahús, Vágatunnilin og
tveir triðingar av nýggja
Suðuroyarskipinum eru eis-
ini goldnir."
Her er vert at leggja til
merkis, at øll dømini, sum
verða nevnd, eru íløgur,
meðan vøksturin á fíggj-
arlógini er fyrst og fremst
rakstur. So tað er ikki hetta,
vit hava fingið fyri øktu
útreiðslurnar.
Ein íløga verður gjørd
eina ferð, og so er hon úti
av verðini. Men tað at
rakstrarútreiðslurnar
eru
vaksnar við einari heilari
milliard merkir, at vit
gjalda eina milliard eyka á
hvørjum ári.
At tveir triðingar av
Suðuroyarskipinum
eru
goldnir er ikki rætt – og
slettis ikki, tá vit tosa um
fíggjarárið 2002. Í 2002
vóru 91 mió. krónur gold-
nar av Suðuroyarskipinum
(sum kostar meira enn 300
mió. krónur at byggja).
Rokna vit so eisini havnina
á Drelnesi við, so eru
framvegis 3/4 av íløguni
eftir, sum ikki síggjast á
landskassaroknskapinum.
Spurningurin er ikki,
hvussu nógvar íløgurnar
eru í tali, men heldur
hvussu nógvar av teimum
eru goldnar.
Onnur úttalilsi
Dagur og vika segði eisini
um landskassaroknskapin:
"Avlopið í fjør stavar bæði
frá fleiri inntøkum og minni
nýtslu."
At nýtslan minkaði í fjør
er ikki rætt. Líkamikið um
samanborið verður við árið
2001 ella um samanborið
verður við fíggjarlógina
fyri 2002, so vaks nýtslan.
Av øðrum misvísandi
útsøgnum, sum fjølmiðlrnir
høvdu um landskassarokn-
skapin kunnu nevnast hesi:
"Heildarveitingin úr Dan-
mark seinastu árini er
minkað 366 mió. krónur um
árið" (Dagur og Vika). "Nú
hevur Landskassin (og tað
er kassin hjá tær og mær)
umleið 2,7 mia. krónur í
Landsbankanum." (Útvarp
Føroya). Rætta talið, sam-
bært
Landsbankanum
sjálvum er knappar 2,5 mia.
á nýggjárinum, og góðar
2,3 mia. nú.
Gongur skjótt skeiva
vegin
Landskassaavlopið áðrenn
avdrøg minkaði í 2002 við
meira enn hálvari milliard
(506 mió. krónir). Neyvan
finst nakað annað land í
heiminum, har landsins
leiðsla vildi reypað av, at
avlopið minkaði við meira
enn 27 prosentum eftir ein-
um ári.
TÍÐINDASKRIV
Føroya Arbeiðsgevara-
felag
Bæði Føroya Arbeiðs-
gevarafelag og arbeið-
arafeløgini hava fingið
álagt
tagnarskyldu
í
sambandi við sáttmála-
samráðingarnar.
Limir felagsins hava
vent sær til Føroya Ar-
beiðsgevarafelag
við
fyrispurningi um, hví
felagið ikki úttalar seg
um lønarkrøvini, tá ið
arbeiðarafeløgini gera
tað ferð eftir ferð.
Tað er ein sannroynd,
at úttalilsir til fjølmiðl-
arnar v.m., meðan sem-
ingsroyndin fer fram,
órógvar semings-roynd-
ina og ger tað truplari at
fáa eina semju. Tí hava
bæði Føroya Arbeiðs-
gevarafelag og arbeið-
arafeløgini fingið álagt
tagnarskyldu,
meðan
semingsroyndin
fer
fram.
Sambært
reglunum
hjá semingsmonnunum
má alt samskifti, kunn-
ing o.l. við fjølmiðlar og
onnur fara fram gjøg-
num
Semingsstovnin.
Heimasíða, teldupostur
o.l. er at meta sum fjøl-
miðil.
Føroya Arbeiðsgev-
arafelag fer at halda seg
til hesa avtalu og kann tí
hvørki viðgera semings-
royndina, sáttmálakrøv
ella annað í fjølmiðl-un-
um, meðan semings-
royndin fer fram.
Avtala um
tagnarskyldu
VIÐMERKINGAR
Støðuleysir tingmenn og løgmálaráðharri
»på glatis« í pyntaðum fjarðum
Avlopið minkað meira enn 27 prosent eftir einum ári
C
M
Y
K
11
10