Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG 66. ARGANGUR , ; | tíðin da | Abyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Blaðfoik. Randi Jacobsen - Dagny Utgevar: P/1 Sosialurin Bústaður Argjavegi 28 } Postadr Postsmoga 78 | . . sing PA Soslalurin Argjum 110 Tórshavn Fyrit: Krisjan Daði Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng e , | Á i Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Prant P/t Pressan 1981 | Tesíon 11820 Tatetax 14720 | bla 1 | Justinus Eidesgaard Mentanarfelag fyllir 75 VIT kunnu øll semjast um, at Havnar Sjónleikarfelag hevur havt stóran mentanarligan tydning fyri høvudsstadin og Føroya land tey 75 árini, felagið hevur virkað TEY flestu kunnu minnast á hugnaligar lotur, tå kend havn- arfólk hava sýnt leikkynstur sitt á palli í meira og minni kendum leikum. > Til Gaman og Alvara«, sum stendur oman fyri leik-pali- IN SUMMIR av hesum leikarunum hava eisini leitað út um eingjar- garðarnar og eru í dag millum kendar sjónleikarar og leikstjór- ar á flatlondum. Og eisini munnu nógvir leikarar á bygd hava fingið íblástur í Sjónleikar- húsinum. SJONLEIKARHUSID er navn- ið. Men húsið hevur ikki bara verið karmur um sjónleik. Filmslistin hevur havt sítt rúm í sjónleikarhúsinum og hevur tað framvegis. Har hava ikki bara verið lættisoppar at sæð, men nógvir góðir filmir við stórum listarligum virði. OG dansurin. Hvussu mong munnu ikki hava tikid fyrstu dansistigini í Sjónleikarhúsin- um, tá Goggan ella Faroe Boys lótu tónarnar fylla tað ofta tjokk- fulla rúmið? Hvussu mangar hava ikki fingið drong á gólvin- um í Sjónleikarhúsinum. Ella hvussu mangir hava ikki boðið gentuni fram á gólv á fyrsta sinni í Sjónleikarhúsinum, tá myrkrið seig um rúmið til tann seinasta dansin? Eitt ótal. Eis- ini hevði Sjónleikarhúsið stóran týdning fyri foroyska dansin, tá dansur var hvert månakvøld, men tíverri datt hesin sidurin vid almennum føroyskum dansi niðurfyri VIT skulu ikki á hesum stað lata sentimentalitet, romantikk ella nostalgi fara við ollum plássin- um. Vit liva í 1993 og hvussu er so staðan hjá sjónleikinum og Havnar Sjónleikarfelag í dag? Ella hvussu nógv kunnu vit vænta okkum av sjálvbodnum arbeiði í hesum døgum. Ella kunnu vit júst rokna við, at sjón- leikurin aftur fer at blóma í hes- um krepputíðum? LAT okkum sláa fast, at húsa- karmurin er betri enn nakrantíð Fyri nokrum árum byadi felaaið upp í húsini, so nú eru góðar umstødur at venja og hugna sær í. Við góðum stuðli frá kommununi læt hetta seg gera. MEN sjålvt virksemið er fram- vegis sjálvboðið, hóast tað hendir seg, at leikstjórar og onkur hendinga leikari onkuntið eru lønt. I so máta kundu vit sagt, at býur sum Havnin átti at havt nakrar yrkisleikarar. Men tá hetta ikki læt seg gera í teim- um >góðu døgunum«, letur tað seg ikki gera í dag. Hvussu nógv virksemið er, hvussu nógvir leikir, kabarettir, hugna- letur eru á skránni, valdast tí alt um tey fólk, sum hava tíð, vilja ella orku í felagnum. Biskupurin góðtekur ikki fosturteku! Tíðindablaðið Sosialurin ber á >matseðili< sínum mikudagin 10. februar 1993 Før- oya fólki tey bod, at biskupurin góðtekur fosturtøku, tå hon er neyðug. Undirritaði skal við hesum avsanna hesi tíðindi. Biskupurin góðtekur ikki fosturtøku. Einasta undantak, eg kann hugsa mær, er, tá ið lív stendur ímóti lívi, og kanska tá ið tað snýr seg um neydtøku. Men hvorki eg ella nakar annar er settur sum dómari yvir teimum, ið tikið hava eina slíka avgerð. Eisini tá er tað uppgávan hjá prestunum at boða evangeliið um treytaleysu fyrigevingina í trúnni á Jesus Krist. Tórshavn hin 10. februar 1993. Hans J. Joensen biskupur SJALVANDI kunnu vit bara vóna, at tey hava hesar egin- leikar. Yngri sum eldri. Men málið má vera, at vit onkurs- vegna kunnu løna fólki at leika og leikstjórna. HUGNALIGT var at hoyra tey trý, Johonnu Mariu, Georg og Johan Seyer, í útvarpinum gjáramorgunin. Tey vóru oll so livandi, at vit lurtarar í huga- heiminum sóu tey á palli. Vit kundu ímynda okkum hugna og samanhald, og tankarnir leitaðu aftur á góðar lotur og leikir í Sjónleikarhúsinum. MEN hetta er ein farin tíð, hóast Sjónleikarfelagið er traditións- bundið við siðum og segum og er ført at føra mangt av tí gamla 'og góða víðari. Sjónleikur er ikki bara undirhald. Sjónleikur kann eisini pilka fortíð og nútíð sundir og Saman og avdúka samfelag- sins veikleikar og seta alt í eina A forsíðuni og "matseðlinum" misskiljast og fatast soleiðis. inn fyri fríari fosturtøku. Rætting til forsíðu- yvirskrift um fosturteku og skal Sosialurin tískil kom sjónarmiðini um fosturtøku við í sjålva samrøduna við Hans J. Joe álvarsliga ella skemtiliga glæmu. Sjónleikur er ikki bara fyri tey tilkomnu, men eisini fyri yngri og bernini. Hetta hevur Sjónleikarfelagið ikki gloymt, og t.d. Barnajól er eitt gott tiltak, sum bernini gleða seg til á hverjum ári. Hetta hevur eisini týdning. SJONLEIKURIN hevur havt nógvar avbjóðingar seinastu år- ini. Sjónvarpið er eitt. Og eitt annað er henda tíðin, nú eingin hevur tíð til nakað. Men vón okk- ara er, at sjónleikurin — leikur og list — aftur kann mennast, og at Sjónleikarhúsið og Havnar Sjonleikarfelag eisini i komandi tíðum kann vera karmurin um henda tåttin i mentan okkara. Og kanska tekur upp nyggjar tættir. HJARTALIGA tillukku å 75 åra fødingardegnum og góðan byr! í mikudagssosialinum er ávísing til samrødu vid Hans J. Joensen, biskupp inni í blaðnum. Sosialurin ásannar, at ávísingin á forsíðu og matseðli kunnu at biskuppur í veruleikanum gongur Sum tað framgongur av samrøduni inni í blaðnum er hetta ikki so a við hesi rætting. Fyri at fáa rætta samanhanginum vísa vit tí til nsen í blaðnum mikudagin. Blaðstjórin