Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 8. mai 2003 15 Tað verður framvegis elt í gamla bakarínum hjá Gunnleivi á Gripsvegnum. Fyrr var tað deiggj, men nú er talan um vøddar. Fysioterapi- stovan Stimbur hjá Beintu Danielsen er nú flutt inn í kendu býarmyndina í Havn FLYTING Stefan í Skorini Mikudagin lat fysioterapi- stovan Stimbur upp í nýggj- um hølum. Beinta Daniel- sen, sum eigur og rekur fysioterapistovuna, hevur keypt gamla bygningin hjá Gunnleivi á Gripsvegnum. Alt virksemið verður nú flutt úr húsinum í Niðaru- gøtu í Hoyvík, har Stimbur higartil hevur hildið til, oman í gamla bakarí- ið.Týsdagin var móttøka fyri øllum áhugaðum í nýggju hølunum. – Vit hava leingi leitað eftir einum nýggjum hølum niðri í býnum, men tað hevur verið sera torført at finna eini hóskandi høli, sum eisini lýkur øll krøvini frá danska heilsustýrinum, sigur Beinta Danielsen. Strong krøv Krøvini eru, at hæddin í høl- unum í minsta lagi er hálv- antriðja metur, so at inni- luftin altíð er nóg góð. Har- umframt er tað krav, at við- skiftafólkið ikki skal ganga ígjøgnum trappur fyri at sleppa inn, men hava at- gongd beinleiðis frá gøtuni, og triðja kravið er, at privat parkeringspláss eru tøk. Viðskiftafólkið hjá eini slíkari fysioterapistovu eru í øllum aldrum, og tey flestu verða send higar av kommunulæknanum. – Sum fysioterapistova skalt tú kunna taka allar sjúklingar í viðgerð, og sjúklingarnir eru alt frá nýføðingum til oldingar, sigur Beinta. Í løtuni starvast tríggir fysioterapeutar í Stimbri, men um fáar vikur verður ein fjórði settur í starv. Umframt Beintu Danielsen starvast Marjun Zacharias- sen og Ingilín Holm í fysioterapistovuni, og um nakrar vikur fer Durita Rouch eisini at arbeiða har. Beinta hevur havt eini hús í Hoyvík, har hon hevði fysioterapistovu í kjallaran- um, meðan familjan bú- leikaðist í ovaru hæddini. Nú hon hevur keypt hendan bygningin, fer familjan eisini at flyta inn í ovaru hæddini. Upprunaliga húsaðist heimabakaríið hjá Doru kjallaranum, inntil Gunn- leiv Mouritsen keypti hús- ini og bakaríið í 1962. Í 1972 bygdi hann út, so- leiðis sum tey síggja út nú Tey elta framvegis hjá Gunnleivi Tað ber væl til at framleiða streym við alduorku í Føroyum, men av tí at alt enn er á royndarstøði, er framleiðslukostnaður in heldur høgur. Hetta er niðurstøðan av eini kanning av alduorku við Føroyar, sum oljufelagið Agip hevur fíggjað ALDUORKA Stefan í Skorini Seinasta árið hevur verk- frøðingurin Signar Heine- sen frá Data Quality staðið fyri einum arbeiðsbólki, sum hevur kannað møgu- leikarnar fyri at gagnnýta alduorku í Føroyum. Kann- ingin er nú liðug, og úrslitið lagt fram á tíðindafundi. Luttakararnir í hesi kann- ing hava verið frá Agip, Wavegen, Data Quality, Landsbyggifelagnum og SEV. Oljufelagið Agip hevur latið eina millión krónur til kanningina, og er hetta ein partur av teimum tíggju milliónunum, sum olju- felagið hevur bundið seg til at lata til førleikamenning í Føroyum. Eiði og Søltuvík Kanningin vísir á tveir hættir at framleiða streym frá alduorkuni kring Føroy- ar. Annar mátin er at stoypa eina støð, sum munnar nakað út í sjóvarmálan. Lufttrýstið frá aldunum setir síðani gongd í turbin- urnar. Hin hátturin er at spreingja tunlar inn í bergið og seta turbinur upp inni í tunlunum. Kanningin vísir á tvey áhugaverd øki í Føroyum, har royndarstøðir kunnu setast upp. Hetta er á Eiði og í Søltuvík. Kanningin vísir á møgu- leikan at stoypa eina støð nær Mølini á Eiði. Hendan er av tí slagnum, sum munnar út í sjóvarmálan. Tað er tó sera trupult at byggja eina slíka støð á ein- um útsettum stað. Sam- stundis sum brimið skal gagnnýtast, er tað ein mein- bogi. Hetta fekk limirnar í arbeiðsbólkinum at hugsa um aðrar møguleikar, og skotið varð upp at bora tunlar í berginum. Í kann- ingini verður upp til at bora tunlar millum Søltuvík og Salthøvda á Sandoynni. Kanningin ger sær eisini eina meting av, hvussu nógv slíkar støðir fara at kosta. Støðin á Eiði kostar umleið 10 milliónir krónur at byggja og mett verður, at hon kann framleiða 800.000 kilowatt tímar um árið. At bora tunlarnar í Søltuvík fer sambært kostnaðarmetingini at kosta umleið 17 milliónir krónur, og hetta verkið kann fram- leiða 1.300.000 kilowatt tímar um árið. – Hetta eru ikki tær heilt stóru upphæddirnar vit tosa um, og tí kundi tað verið áhugavert hjá Oljumála- ráðnum og SEV at kanna hesar møguleikar nærri, sigur Signar Heinesen. SEV og Oljumálaráðið fara í næstum at viðgera úrslitini av kanningini og finna fram til, um hesar royndir skulu stimbrast ella jarðast. Tað fara tó at ganga fleiri ár, áðrenn ein slík verkætlan kann setast í verk. Kostnaðurin at framleiða streym við alduorku er hægri enn at framleiða streym við vatnorku, sum vit nýta nógv nú. Vatnorkan telur umleið 40 prosent av samlaðu nýtsluni í Før- oyum. – Vit skulu minnast til, at hetta enn er á royndarstøði, og tí kanst tú ikki saman- bera kostnaðin av hesum báðum, sigur Signar Heine- sen, og hann leggur afturat, at enn er tað einki, sum sigur, at hetta ikki ber til. Trupulleikar við alduorku Felagið Wavegen í Skot- landi, sum granskar nógv í alduorku, hevur verið við í hesi verkætlanini. Wavegen fær granskingarpening frá ES til sínar royndir. Bara eitt alduorkuverk er í øllum heiminum í løtuni, og tað er á oynni Islay í Skotlandi. Hetta er tað næsta alduorkuverkið, sum Wavegen hevur sett upp har. Trupulleikar eru tó við verkinum, sum ikki fram- leiðir nóg støðugt, tí tað liggur á ov grunnum vatni. At framleiða streym við alduorku er tí enn á byrj- unarstøði, og allar royndir við hesi orku kunnu vera virðismiklar hjá granskar- um í framtíðini. Kanningar av alduorku lidnar: Nógvir møguleikar at troyta Verkfrøðingurin Signar Heinesen hevur staðið á odda fyri arbeiðsbólkinum, sum hevur kannað møguleikarnar fyri at framleiða streym við alduorku í Føroyum, og hann slær fast, at tað eigur at bera til, men nógvir knútar eru at loysa, áðrenn tað ber til at gagnnýta alduorku til fulnar Mynd: Jens Kr. Vang Beinta Danielsen hevur flutt sítt virksemi í fysioterapistovuni Stimbri úr Hoyvík oman í gamla bakaríið hjá Gunnleivi. Tey elta sostatt framvegis bakarínum, har Gunnleiv fór undir sítt virksemi Mynd: Jens Kr. Vang Beinta Danielsen mýkir vøddarnar hjá Carolin Pecho úr Týsklandi, sum í løtuni er á starvsvenjing á Sosialinum Mynd: Jens Kr. Vang 15 14 Nr. 87 - 8. mai 2003 UTTAN ÚR HEIMI Ætla at bjarga toskinum ES-nevndin hevur nú lagt eina ætlan um at bjarga tosk- inum á fleiri leiðum, eitt nú Norðsjónum, Skagerak og Kattegat. Ætlanin umfatar eitt tíggju ára skeið. Um toska- stovnin í Norðsjónum sigur nevndin, at nýggju tiltøkini skulu gera, at stovnurin av fullvaksnum toski fer at veksa eini 30 prosent um árið. Stovnurin er í løtuni um 32.000 tons, men skal mennast, so hann í fyrstu atløgu kemur upp á 70.000 tons. Seinni er so ætlanin, at hann skal koma upp á 150.000 tons. Samstundis hevur ES-nevndin gjørt av at áseta nýggjar reglur, sum skulu skerja veiðitrýstið. Nú er ikki bert talan um kvotur og fiskidagar, tí nú skal maskin- orkan hjá tí einstaka farinum eisini hava týdning, tá veiðan skal ásetast. Fór uttan um lógina Skjøl, sum kongresslimurin Henry Waxman hevur lagt fram, vísa, at amerikanska fyritøkan Halliburton hevur havt samhandil við lond, sum verða løgd undir at stuðla yvirgangi, og sum tí eru umfatað av serligum handils- tiltøkum. Tað serliga við Halliburton er, at Dick Cheney, vara- forseti var stjóri í felangum frá 1995 til 2000, og skjøl- ini avdúka, at felagið var virkið í fleiri av teimum so- kallaðu ivingarsomu londunum júst í teimum árunum. Henry Waxman hevur ikki sagt, at Halliburton breyt amerikanska lóg við samhandlinum, men hann heldur kortini, at felagið nýtti ymsar snildir fyri at snúgva sær uttan um lógina. Ein talsmaður hjá Halliburton ásann- ar, at Waxman hevur rætt, men hann leggur dent á, at felagið heldur seg innan fyri lógarinnar karm. Fransmenn hjálptu Saddams monnum Amerikanska blaðið The Washington Post vil vera við, at Frakland hevur hjálpt fleiri av teimum næstu med- arbeiðarunum hjá Saddam Hussein at flýggja úr Irak. Blaðir nevnir eingi nøvn, men sigur, at franskir embætismenn í Sýrialandi lótu fleiri irakum pengar, so teir kundu sleppa av landinum, áðrenn amerikanararnir komu til Bagdad. Franska sendistovan í Washington avsannar tíðindini í The Washington Post og sigur tey vera tann bera heilaspuna. Colin Powell, uttanríkisráðharri sigur, at hann ætlar sær at kanna tíðindini, men skoytir uppí, at fyribils hevur uttanríkisráðið ongar ábendingar um, at fransmenn týðandi irakum at flýggja úr Irak. Kann vera óheppið at eita Sars Norsku brøðurnir Ernst og Hans Jørgen Sars, sum reka fyritøkuna Brødrene Sars, eru brádliga vorðnir kendir, nú tann herviliga lungnasjúkan SARS ger um seg nógvastaðni. Hans Jørgen Sars sigur við Bergens Tidende, at nógv fólk steðga á, tá teir koma koyrandi við vøruvogninum, tí navnið Sars stendur á síðuni. Men Sars-brøðurnir eru ikki teir einastu í Noregi, sum verða settir í samband við sjúkuna. Í fyritøkunu Sars Internationale í Bergen er skilið tað sama. Berit Berntsen, stjóri sigur, at tey fáa fleiri teldubrøv frá fólki um allan heim, sum biðja um upplýsingar um SARS-sjúkuna. Men hesum duga tey ikki at svara, tí Sars Internationale hevur einki við sjúkur ella sjúku- kanningar at gera. Sambært norsku hagstovuni eita 35 norðmenn Sars til eftirnavn. Manningin á amerik- anska Boeing 727- flogfarinum gav sær ikki far um tað, tá tey 87 ferðafólkini brád- liga lótu seg úr hvørjum klodda. FLÚGVING Árni Joensen: Amerikanska ferðaskriv- stovan Castaway Travel hevur funnið upp á nakað nýtt. Ferðafólkini skulu flúgva nakin. Tann fyrsta ferðin av hes- um slagnum var nú um dagarnar, tá felagið sendi 87 ferðafólk við einum flogfari úr Miami til meks- ikanska býin Cancun. Alt var, sum tað átti at vera, tá ferðafólkini komu umborð og settu seg, og sum vanligt er, loystu tey eisini trygdarseðlarnar, tá flogfarið var komið nakað uppfrá. Men tað var ikki tað einasta, sum tey loystu. Aftan á trygdarseðlarnar loystu menninir buksureim- ina, og síðani lótu menn og kvinnur seg úr hvørjum klodda. Ikki fyrr enn flog- farið skuldi seta seg aftur, lótu tey seg íaftur. Donna Daniels, sum eigur Castaway Travel sam- an við øðrum, sigur, at ferðafólkini eru fólk, sum hava strævið arbeiði og tí líða av strongd. Tey eru eis- ini ævintýrarar, sum vilja vera frí í frítíðini. Ja, sjálvt ikki klæðini skulu forða teimum í fullkomna fræls- inum, sigur hon. Ferðafólkini í flogfarinum lótu seg úr klæðunum Vandin fyri at doyggja av sjúkuni SARS er nógv størri enn hildið, og vandin er størri, tess eldri sjúklingurin er. SARS-SJÚKAN Árni Joensen Kanningar hjá bretskum granskarum vísa, at vandin fyri at doyggja av sjúkuni SARS er nógv størri, enn granskarar higartil hava hildið. -Vit halda, at tað er 13 prosent sannlíki fyri at doyggja av sjúkuni, um sjúklingurin er niðan fyri 60 ár, men er hann eldri enn 60, er tað millum 43 og 55 prosent sannlíki fyri, at hann doyr, sigur Christi Donnely, professari á Im- perial College í London, sum hevur staðið fyri kann- ingunum saman við granskarum í Hongkong. Kanningarúrslitið víkir nógv frá tí, sum heims- heilsustovnurin WHO fyrr hevur sagt. Sambært WHO er tíggju prosent sannlíki fyri, at fólk, sum fáa SARS, doyggja av sjúkuni. SARS serliga vandamikið fyri eldri fólk Amerikanskt mistak bjargaði Saddam Hussein Irakski einaræðisharr- in var ikki í húsunum, sum amerikanararnir bumbaðu, men í grannahúsunum. IRAKKRÍGGIÐ Árni Joensen - Amerikanararnir javnaðu hús nummar 7 og hús nummar 9 við jørðina, men Saddam Hussein og næstr- ingar hansara vóru í numm- ar 11. Eg skilji ikki, hvussu amerikanararnir kundu mistaka seg, sigur Muham- mad al-Bana, sum sjálvur býr í somu gøtu. Álopið á tey bæði húsini í Bagdad var byrjanin til kríggið í Irak. Amerikansk flogfør tveittu fýra serliga sterkar bumbur eftir húsun- um, sum vórðu fullkomi- liga oyðiløgd. Amerikansk- ir talsmenn vildu vera við, at bæði Saddam Hussein og næstringar hansara vóru í øðrum húsunum, men seinni viðgingu bretskar fregnartænastukeldur, at einaræðisharrin var sloppin undan álopinum á lívi. Har- afturímóti kostaði álopið 14 sivilfólkum lívið. Mohammad al-Bana sig- ur, at húsini nummar 11 høvdu staðið tóm í fleiri mánaðir, men at onkur hevði leigað tey nakrar fáar dagar undan álopinum. -Tað var tey húsini, amer- ikanararnir skuldu bumba, tí har helt Saddam fund. Ístaðin bumbaðu teir hini húsini, men har búðu van- lig fólk, sum eg kendi, sig- ur Mohammad al-Bana. Serliga eldri fólk eru í vanda fyri at doyggja, fáa tey SARS C M Y K 14