Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 87 - 8. mai 2003 1.Í tubbaksroyki er: _ A) Kolsúrni (eiturgass, sum fer í blóð- kyknurnar í staðin fyri súrevni - er lívshættisligt í stórum mongdum) _ B) Benzen _ C) Formaldehýd _ D) Hydrogen cyankalium _ E) Blýggj (eitrandi tungmetal) _ F) Øll omanfyri nevndu evni 2.Hvussu nógv tjøra legst í lunguni hjá einum fólki, sum roykir 20 sigarettir um dagin? Umleið: _ A) 1 súpiskeið um árið _ B) 3 súpiskeiðir um árið _ C) 240 ml um árið _ D) 240 ml yvir fimm ár 3.Sigarettstubbar eru ein av teimum størstu rusktrupulleikunum. Hvussu langa tíð tekur tað at niðurbróta ein sigarettstubba? _ A) Eina viku _ B) 1 mánað _ C) 1 - 5 ár _ D) 10 ár 4.Børn, sum eru passivir roykjarar, eru í vanda fyri at fáa: _ A) Millumoyrnabruna _ B) Bronkitis _ C) Fleiri og ógvisligari astmatilburðir _ D) Øll omanfyrinevndu 5.Um tú roykir 10 sigarettir um dagin, umleið hvussu nógvar krónur fert so at brúka til sigarettir komandi 10 árini? (35 kr. / 20 sigarettir) _ A) 1.500 kr. _ B) 5.700 kr. _ C) 30.000 kr. _ D) 64.000 kr. 6.Um tú setir peningin, sum 10 sigarettir kosta, í bankan hvønn dag í 10 ár við eini rentu uppá 2,25%, hvussu nógvan pening hevur tú spart? _ A) 8.000 kr. _ B) 15.000 kr. _ C) 35.000 kr. _ D) 70.000 kr. 7.Roykfrítt umhvørvi á arbeiðsplássinum hevur við sær: _ A) At ikki-roykjarar anda minni av passivum royki í seg _ B) At roykjarar roykja minni _ C) At fleiri leggja av at roykja _ D) At børn anda minni av passivum royki í seg _ E) Øll omanfyrinevndu 8.Hvussu leingi skal ein ungur roykja aðrenn hann sýnir eyðkenni til at verða bundin til tubbak: _ A) Nakrar fáar vikur _ B) Fleiri mánaðar _ C) Fleiri ár 9.Nikotin er vanaelvandi. Tað er eins vanaelvandi og: _ A) Kokain og heroin _ B) Kaffi _ C) Sjokoláta 10. Hvussu nógvir roykjarar fara, sambært hagtølum, at doyggja orsakað av royking? _ A) 10% _ B) 15% _ C) 25% _ D) 50% 11. Royking økir vandan fyri impotensi hjá monnum í 30 og 40 ára aldri við: _ A) 10% _ B) 20% _ C) 40% _ D) 50% 12. Royking elvir til krabbamein í: _ A) Lungunum _ B) Bløðruni _ C) Hálsinum _ D) Búkinum _ E) Øllum omanfyrinevndu 13. Hvussu nógvir føroyingar doyggja, sambært hagtølunum, um árið av royking? _ A) 10 _ B) 25 _ C) 50 _ D) 80 14. Helvtin av øllum roykjarum vóru longu byrjaði at roykja, tá ið tey vóru: _ A) 14 ár _ B) 18 ár _ C) 20 ár _ D) 25 ár Spurnarkapping Fyribyrgingarráðið www.fyribyrg.fo Klipp spurnablaðið út. Næstu tvær vikurnar verða 1-2 spurningar at finna í hvørjum blaði. Svarið til hvønn spurning verður prentað í sama blaði. Svara spurningunum, skriva navn og bústað á, og send spurnablaðið til: Fyribyrgingarráðið Postsmoga 135 FO-110 Tórshavn Spurnarblaðið skal vera Fyribyrgingarráðnum í hendi í seinasta lagi 30. mai. Hvør luttakari kann bara senda eitt spurnablað og er aldursmarkið 18 ár. Drigið verður millum spurnarbløðini, ið eru rætt svaraði, á Torginum í SMS Altjóða Roykfría Dagin, leygardagin 31. mai kl. 13.00. Vinningarnir eru: 1 "Vikuskiftisferð fyri tvey til Reykjavíkar ella Aberdeen og aftur við Atlantic Airways" 2. Eina gáva á 1.500 kr. frá Familju- og heilsumálaráðnum 3. Gávukort á kr. 1.000 frá SMS Spurnablað TÍÐINDASKRIV Frá hósdegnum 8. til leyg- ardagin 10. mei fer SMS, saman við fýra fyritøkum, sum eru knýttar at ferða- vinnuni, at varpað ljós á fyribrigdini frítíð og ferða- vinna. Tær fýra fyritøkurnar, sum luttaka á framsýn- ingini á Torginum í SMS nevndu dagar, fara at vísa fram og selja ferðir í Før- oyum og til og í útland- inum. Í upprunaliga álma- nakkanum fyri árið hevði SMS ætlanir um slíkar evnisdagar. Tó varð ikki endaliga av- gjørt, hvussu framsýningin skuldi skipast, og hvør skuldi bjóðast við. Tá ið ein fyrispurningur kom frá Ferðaráð Føroya, um at nýta Torgið til kunnandi tiltak um ferðavinnuna í Føroyum, og at ferðast í Føroyum, fullu brikkarnir upp á pláss. Avgjørt varð, at málið við framsýningini skuldi verða, at nøkta tørvin hjá øllum ferðandi á einum og sama stað. - Ynskt varð nevnliga, at á framsýningnin skuldu umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum; t.e. kunningar- stovur og ferðamál kring landið, og fyri tey, sum selja ferðir úr Føroyum og í útlandinum, t.e. ferða- mannastovur og flogfeløg, verða við. Nú framsýningin letur upp hósdagin hevur tað eydnast at røkka málinum. Tað hevur nærum eydnast at savna alla ferðavinnuna í Føroyum undir einum og sama takið. Ferðaráðið, sum umboðar kunningar- stovurnar kring landið og teirra lokalu áhugamál, hevur ein stóran bás. Á bás- inum fara tey at kunna tey vitjandi um ferðamál í Føroyum og nýggju skelt- ingina av gøtum, sum tey hava ment seinastu tíðina, og sum nú er klára at seta í verk í ávísum økjum í land- inum. Annars liggur upp- lýsandi faldari frá Ferða- ráðnum í miðsíðunum í SMS blaðnum hesaferð. Umframt Ferðaráðið verða Maersk Air, Smyril Line og Atlantsflog, sum allir selja ferðir úr Føroyum og í útlandinum, við á fram- sýningini. Teir hava allir minni básar, har teir fara at kunna um ferðamál í út- landinum. Framsýningin letur upp hósdagin 8. mei kl. 10.00 og er opin til kl. 17.30. Fríggjadagin er opið til kl. 18.30 og leygardagin til kl. 14.00. Hvønn dag, umleið hálvan tíma áðrenn latið verður aftur, verður drigið millum innkomnar svarlepar í stóru kapping- ini, sum fer fram í sam- bandi við framsýningina. Leygardagin verður, um- framt dagliga dráttin, drig- ið ímillum teir svarlepar, sum vit hava fingið allar tríggjar dagarnar fram- sýningin hevur verið. Vinn- ingarnir í hesum dráttinum eru flogferðaseðil fyri tvey við Maersk Air til Dan- markar, flogferðaseðil fyri tvey frá Atlantsflogi til eitt av teirra ferðamálum og ein ferð fyri tvey vaksin og tvey børn við bili til Hanst- holm og aftur við nýggju Norrønu. Umborð verður gist á 4 koyggjukamarið við wc og bað. Dagvinningarnir eru hesir: Hósdagin 8. mei: ein mini-cruise ferð fyr tvey til Bergens við nýggju Nørrønu í tvey koyggju- kamari við wc og bað, flogferðaseðil frá Atlants- flogi til eitt av teirra ferðamálum og útferð fyri tvey til Mykinesar - smb. faldaranum í SMS blað- num - frá Ferðaráð Føroya. Fríggjadagin 9. mei: ein mini-cruise ferð fyr tvey til Bergens við nýggju Nørrønu í tvey koyggju- kamari við wc og bað, flogferðaseðil frá At- lantsflogi til eitt av teirra ferðamálum og drunn- hvítutúrur í Nólsoy fyri tvey - smb. faldaranum í SMS blaðnum - frá Ferða- ráð Føroya. Leygardagin 10. mei: ein flogferðaseðil frá Atlants- flogi til eitt av teirra ferða- málum og bátaferð fyri tvey undir Skúvoynna - smb. faldaranum í SMS blaðnum - frá Ferðaráð Føroya. Á Torginum frá hós- degnum 8. til leygardagin 10. mai. Frítíð og ferðavinna í SMS Navn: _______________________________________________ Bústaður: ____________________________________________ Telefonnummar: ___________ Aldur: _____ Góða eydnu við svarunum! Nr. 87 • hósdagur • 8. mai 2003 • 77. árg. Seinni í ar kemur ein nýggjur Daewoo Nubira á marknaðin. Designarar hjá Daewoo saman við designarum hjá Pininfarina í Italiu hava teknað bilin, sum í fyrstu atløgu verður gjørdur sum sedan, stationcar útgávan kemur seinni BILAR Magnus Gunnarsson Ikki minni enn trý nýggj bilmodell frá Daewoo koma á marknaðin í hesum árinum. Umframt Kalos og Evanda kemur ein nýggjur Nubira. Í stødd er bilurin ímillum Ford Focus og Mondeo. Nubira verður í fyrstu atløgu gjørdur sum sedan við 4 hurðum, seinni kemur ein stationcar út- gáva. Bilurin fæst við tveimum motorstøddum: 1,6 litur við 109 hk og 1,8 litur við 122 hk. Automat- gir fæst sum eykaútgerð. Nýggi Nubira hevur einki við forgangaran at gera, talan er um ein heilt nýggj- an bil, sum er teknaður í samstarvi við italsku Pinin- farina designfyritøkuna. Nýggjur Daewoo Nubira Mánadagin kom Toyota Avensis stationcar til landið. Eins og forgangarin fæst nýggi Avensis sum sedan, liftback og stationcar, ið er 7 cm longri enn hinir báðir. Designið er smart og í evrope- iskum stíli BILAR Magnus Gunnarsson Nýggi Avensis er nú komin sum stationcar. Bilurin er 7 cm longri enn sedan og liftback, og viðførisrúmið er á leið tað sama. FDM limablaðið Motor skrivar um nýggja Avensis " Den nye generation af Avensis slår alle øvrige modeller fra Toyota, når det drejer sig om den samlede oplevelse af kvalitet, køreegenskaber, plads og komfort". Bilurin fær eisini sera góð ummæl- ir í øðrum bilbløðum. Trygdin er heilt í topp við t.d. 7 airbag sum standard í øllum modellunum. Aven- sis er teknaður á ED2- designteknistovuni í Frak- landi, sum eisini hava tekn- að Yaris og Corolla. Avensis verður gjørdur í Burnaston í Onglandi. Avensis station- car kosta úr kr. 258.600,-. Opið hús verður hjá Reyni Service í Hoyvík leygar- dagin 10. mai frá kl. 10 ? 17, har høvið verður at royna nýggju Toyota Avensis. Toyota Avensis stationcar Avensis komin sum stationcar Daewoo Nubira 2003. Ein smartur bilur sum í fyrstu atløgu verður gjørdur sum sedan við 4 hurðum Bilurin er teknaður í samstarvi við italsku Pininfarina designfyritøkuna C M Y K 17 16