Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 87 - 8. mai 2003 Nr. 87 - 8. mai 2003 21 Hetta sigur fyrsti leiðarin í Norður- landahúsinum, Steen A. Cold, sum við gleði minnist aftur á dagar- nar, tá húsið varð tik- ið í nýtslu og kom í gongd, men eisini var hann við í allari gongdini viðvíkjandi húsinium, frá hugsan til veruleika NORÐURLANDA- HÚSIÐ 20 ÁR Dagfinn Olsen Steen A. Cold var við allan vegin, tá hugsanin og varis- ligu royndirnar byrjaðu, ið seinni fostraðu næststørstu ætlan í norðurlendskum mentanaramstarvi nakran- tíð, nevniliga Norðurlanda- húsið í Føroyum. Tann størsta var Nordsat, ein sjónvarpsfylgisveinur, men hetta datt niðurfyri. Mirakuløst projekt Men hvussu minnist Steen A. Cold afturá tíðina, áðr- enn ætlanin gjørdist veru- leiki og eisini tíðina sum stjóri í Føroyum. - Við takksemi og eg hugsi afturá við gleði, sigur Cold. Hann var við í norður- lendskum arbeiðsbólki, sum skuldi fyrireika húsið, føroysk umboð sótu eisini í bólkinum. Serfrøðingur úr Ungarn var eisini í myndini og vitjað varð í ymsum mentanarhúsum. - Hetta var jú eitt "mir- akuløst projekt". Og eingin visti, um tað nakrantíð bleiv til nakað, sigur Cold, sum eisini fegnast um stuð- ul, sum feløg, stovnar og kommunur vístu ætlanini, tá ferðast var í Føroyum. - Tað skuldi entusiasma og mót til at fáa ætlanina í lag, og har eigur Dánjal Pauli Danielsen at nevnast, bóndi í Búðini á Velbastað, og táverandi politikari, ið gekk á odda í stríðnum fyri at vinna hugsanini um Norðurlandahúsið frama. Ikki bert skúlatalur, men framtíðarætlanir - Húsið, ætlanin. Tað var jú mest hugtakandi, tá tað ikki var har, tí síðani kom ger- andisdagurin jú, hugleiðir Cold um tunga burðin við- víkjandi Norðurlandahús- inum. Og hann nevnir fleiri per- sónar, sum í dag meira og minni standa skrivaðir í gloymibókini, men vert er at hugsa um, at tað var Ellintur Patursson, sum fostraði hugsanina og legði uppskot fyri Norðurlanda- ráðið um opera- og konser- tsal í Føroyum. Sviin Jan Stjarnstedt, svenskur undir- vísingarstjóri, legði eisini nógva orku í og eigur sín lut í ætlanini. - Tað gjørdust somu fólk, sum lótu húsið byggja, sum lótu húsið upp. Tað er jú syrgiligt, um ein bara segði, at hetta var tað og nú má tað sigla sín egna sjógv, sig- ur Cold. Hann er samdur í, at tað hevur gingið væl og eisini at hugburðurin er broyttur frá tí, at húsið er staðið har bara ávís - "tey fínu" - hitt- ast. - Hinvegin er vert at leggja sær í geyma hug- sjónina, at húsið ikki skal gerast sum eitt hvørt bygdahús, har fólk koma uttan nakra miðvísa ætlan, endurgevur Cold ein norsk- an ráðharra. - Tað varð nógv hugsað tá, og tað eigur ein ikki at gloyma, tí einki verður til av sær sjálvum, sigur Cold um væl eydnaðu ætlanina, Norðurlandahúsið, sum er eindømi og sum nú verður 20 ár. Hann fegnast um góðu ummælini, sum húsið javn- an fær, t.d. fyri ljóðviður- skifti. - Ja, nógv góð fólk vóru inni í myndini, tað var næstan so, at tað besta var ikki nóg gott. Fólk søgdu eisini tá, at um tað var so gott, hví so ikki leggja tað í Keypmannahavn? - Eg hugsi aftur á við gleði. Og eg vóni, at nú 20 ár eru liðin, so verður høvið nýtt til at klárleggja fram- tíðarætlanirnar. Vónandi verða ikki bert vanligar skúlatalur at hoyra, hóast tað altíð er stuttligast at bara koma og hoyra eitt kór syngja og so framvegis, sigur Steen A. Cold. Ræður um at skapa eitt hugtak Og hann váttar, at Norður- landahúsið so avgjørt er ein varði, tá tað snýr seg um avrik hansara. - Tað er ein varði í mín- um virksemi, Tað er eitt heppi hús. Men vit eiga ikki at gloyma undan- gongumenninar, t.d. Ellint Patursson, sigur Steen A. Cold, sjálvur partur av undangonguliðnum. Og meira ella minni í trúnaði og við farra av skemti greiðir hann frá, at eingin nakrantíð trúði uppá, at hetta gjørdist veruleiki, men tað vóru kreftir, sum arbeiddu hart, m.a. áður- nevndi svenskí undirvísing- arstjórin. - Og so vóru tað jú vit onnur, embætisfólkini. Ein segði við okkum, at vit kundu ikki taka avgerðir, men vit kundu ávirka. Um t.d. málið kom nóg ofta á dagsskrá, so kom tað eina- ferð til viðgerðar. Og so við og við, so skapar ein eisini eitt hugtak, sum fólk, polit- ikarar, fáa áhuga í og tey spyrja, hvussu tað nú er við hasi ætlanini, hugleiðir Steen A. Cold, sum fegnast um at hava fingið høvi at koma til Føroya nakrar ferðir, eftir stjóratíð sína fyri 20 árum síðani. Cold skrivar í dag bøkur og undirvísur, eftir at vera farin frá sum mentanar- stjóri í Keypmannahavn og leiðari við Kulturby '96 ætlanina. - Norðurlandahúsið lærdi meg nógv, sigur Steen A. Cold. – Eitt heppið hús Steen A. Cold var fyrsti stjóri í Norðurlandahúsinum - Hetta var jú eitt "mirakuløst projekt". Og eingin visti, um tað nakrantíð bleiv til nakað, sigur Cold, sum eisini fegnast um stuðul, sum feløg, stovnar og kommunur vístu ætlanini, tá ferðast var í Føroyum, sigur Steen A. Cold Norðurlandahúsið fyri øll Norðurlandahúsið skal bjóða smala og breiða, nýskapandi og siðbundna mentan, sigur stjórin Helga Hjörvar. NORÐURLANDA- HÚSIÐ 20 ÁR Rigmor Dam Vit hava sett stjóranum í Norðurlandahúsinum, ís- lendsku Helgu Hjörvar, stevnu á ljósu skrivstovu hennara, í óalmenna partin- um av húsinum, fyri at líta aftur um bak og práta um tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman, nú Norður- landahúsið hevur 20 ára há- tíðarhald. Helga, sum er sætti stjór- in, sum hevur verið í Norð- urlandahúsinum, tók við starvinum 1. februar 1999, og kom tá úr einum starvi sum stjóri fyri stovnin Teat- er og Dans i Norden. - Tað er so stuttligt at síggja alt, sum fer fram á mentanarliga pallinum í Føroyum, sigur hon hjarta- liga, longu áðrenn hon verður spurd. Og hetta er tað, sum eyðkennir hana undir allari samrøðuni, ein innilig gleði um at verða mitt í meldrinum av tiltøk- um, hugskotum, íblástri og uppgávum. - Húsið er ein víður og góður karmur, her er vakurt og møguleikarnir fyri at skapa eitt fjøltáttað og nútímans mentanarlív eru so avgjørt til staðar, sigur hon, og vísir til endamálið við húsinum, sum av fyrst- an tíð var at fáa norður- lendska mentan til Føroyar, og at fáa føroyska mentan til onnur norðurlond, og at stuðla føroyskari mentan. So, umframt at skapa karm- ar fyri hesum endamálið, heldur Helga Hjörvar tað vera eina stóra persónliga avbjóðing, bæði at hava listarligu og fíggjarligu ábyrgdina av húsinum, um- framt alt tað praktiska, sum sjálvsagt altíð skal vera í lagi. - Norðurlandahúsið skal vera fyri øll, ung sum gom- ul, smala og breiða mentan. Nýskapandi og siðbundna mentan og fjølbroytt tiltøk, sigur hon, og nevnir tey seinastu stóru tiltøkini, sum hava verið, so sum Ung í Føroyum, Prix Føroyar og Listastevnuna, har okkurt hevur verið til allar aldurs- bólkar og áhugamál. Vinnulívið við Næsta uppgávan hjá húsin- um verður í størri mun at fáa onnur uppí at draga lín- una saman við Norður- landahúsinum. Hetta kundi verið eitt nú vinnulívið og ymiskir grunnar, sigur hon, og greiðir frá, at tá tiltøkini gerast størri og kravmiklari, verður alt torførari hjá hús- inum at standa fyri øllum. - Tí vit eru bara karmur- in, og hann hevur sjálvsagt nógv at siga. Men tá tú skal fylla salin við 400 áskoðar- um, so setir tað eisini stór krøv til fyrireikararnar, um at vera professionellir og alla tíðina at koma við onkrum nýggjum. Tí fólk vænta sær givið meira í dag, enn tey gjørdu fyri fá- um árum síðani. Og har skulu vit alla tíðina kunna bjóða nýskapandi list og mentan. Tí geva vit eisini nógv rúm fyri slíkum, sigur Helga. Ein møguleiki heldur enn koddi Tá Norðurlandahúsið kom á sinni vóru nógv, sum fryktaðu, at tað fór at vera ein koddi fyri føroyskt mentanarlív, og at stigtak- an, ábyrgd og peningalig játtan, alt fór at verða latið upp í hendurnar á stórum norðurlendskum stovnum. Nú vit í dag líta aftur um bak, sigur Helga Hjörvar, at vit tíbetur kunnu staðfesta, at húsið heldur hevur verið ein møguleiki enn ein koddi hjá føroyskari mentan. - Býtið er soleiðis í dag, at landið letur sítt íkast til mentanina, eitt nú gjøgnum Mentunnargrunn Løgtings- ins, eins og at Tórshavnar Byråd letur, meðan vit kunnu bjóða sjálvan pallin. Hetta haldi eg verða eitt gott ábyrgdarbýti, politiskt sæð, sigur Helga Hjörvar, sum heldur ikki sær húsið sum ein kodda hjá ymsu skapandi og útinnandi list- argreinunum. - Tí hvørgan myndlistin ella leiklistin eru bundin at Norðurlandahúsinum, men hava egnar karmar við Listaskálanum og Meiarín- um. So hesi økið hava ment seg sera nógv, hóast Norð- urlandahúsið hevur verið her, meðan klassiski tónlei- kurin enn er bundin at hús- inum, við Symfoniorkestr- inum á odda, sigur Helga Hjörvar. - Tann listargreinin, sum Helga metir vera ringast fyri í dag, er livandi tón- leikurin, har tørvur avgjørt er á einum tónleikahúsið nærri miðbýnum, til jazz, fólka og rocktónleik, har loyvi er at skeinkja. - Alt gott um Norður- landahúsið, men tað er hóskar ikki til hugnaligar ella villar standikonsertir, tí umstøðurnar her eru nakað formellar og seta ein demp- ara á slík tiltøk, sigur Helga Hjörvar, sum ikki ivast í, at eitt slíkt hús verður veruleiki innan fá ár. Av og á bygd Norðurlandahúsið er ikki einans ein pallur, men eins nógv ein stovnur sum eigur at stuðla á nógvum ymsum økjum og í øllum landinum. Tí er Helga Hjörvar eisini sera spent uppá framtíðar samstarvið við aðrar ment- anarstovnar í Føroyum og nevnir hon eitt nú virk- semið hjá Mentunnarhúsin- um í Fuglafirði, sum ein sjálvsagdan samstarvsfel- aga, tí, sum hon sigur, tað skal vera eins lokkandi at fara á bygd, sum av bygd. 20 ár eru liðin, so vert er at hyggja aftur og fram. Hetta er ætlar nýggi stýrisformaður- in fyri Norðurlanda- húsið, Helvinn Høst, sum er hálvur føroy- ingur. Men eisini ætl- ar hann at mæla til eitt ment útnorður- samstarv NORÐURLANDA- HÚSIÐ 20 ÁR Dagfinn Olsen Karin Kjølbro er farin frá, eftir at hava sitið sum ein- asti føroyski stýrisformaður í stýrinum fyri Norður- landahúsið. Men í hennara stað er hálvi føroyingurin Helvinn Høst komin. - Stýrið velur sjálvt for- mannin, sum situr í tvey ár í senn. Eg hevði sitið longst í stýrinum, so tað var nokk- so náttúrligt, at eg tók við sum formaður, sigur Helv- inn Høst, sum hevur pápa úr Hvalba og sum hevur verið nógv í Føroyum. Ger- andisstarv sítt hevur hann í danska mentamálaráðnum. - Saman við leiðsluni, so leiðir stýrisformaðurin fundirnar. Men annars hevur stýrið ábyrgd av húsinum yvirfyri Norðurlanda- ráðnum, bæði fíggjarliga og á annan hátt, so vit fylgja væl við, sigur Helvinn Høst. Ment útnorður- samstarv Helvinn Høst verður við til 20 ára haldið fyri Norður- landahúsið og skal flyta fram røðu. Men hvussu sær stýr- isformaðurin framtíðina? - Eg ætli at tala fyri einum mentum útnorðursamstarvi. Tað er gott samstarv við Ísland og Grønland í dag og eigur hetta at mennast. Og eisini eiga vit at byggja meira á tey sambond, vit hava fingið við t.d. Hetland og Írland, sigur Helvin Høst, sum í røðu síni ætlar at hyggja aftureftir, men eisini frameftir. Hyggja aftur og fram Helvinn Høst er formaður í stýrinum fyri Norðurlandahúsinum - Norðurlandahúsið skal vera fyri øll, ung sum gomul, smala og breiða mentan, sigur Helgu Hjörvar C M Y K 21 20