hósdagur 8. mai 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 87 - 8. mai 2003
Nr. 87 - 8. mai 2003
23
Nógv forkunnug
tiltøk verða á skránni
í samband við 20 ára
dagin hjá Norður-
landahúsinum í døg-
unum 8. - 11. mai.
Stýrið í húsinum hev-
ur ynkst at hátíðar-
halda dagin so fjøll-
broytt sum gjørligt,
við tiltøkum fyri allar
aldursbólkar. Sostatt
fevnir hátíðarhaldið
um ein almennan
part, gallakonsert,
ungdómskonsert og
eitt familju- og
barnatiltak.
"Hús millum miðlar"
Á stevnuni verður framsýn-
ing um Norðurlandahúsið í
Dansistovuni, soleiðis sum
húsið hevur verið lýst í
bløðunum Dimmalætting
og Sosialinum seinastu 20
árini. Eisini verða lutir,
myndir og pallmyndir at
síggja á framsýningini, sum
Ole Wick frá Team 85 skipa
fyri. Framsýningin letur
upp hósdagin 8.mai kl. 15
og er ókeypis.
Koddi ella avbjóðing
Tá húsið lat upp í 1983 var
nógv kjakast um leiklutin
hjá Norðurlandahúsinum á
mentanarliga pallinum í
Føroyum. Eitt nú viðgjørdi
tíðarritið
Brá
hendan
spurning, har spurt var, um
eitt slíkt hús fór at køva
føroyska mentan og vera
ein koddi fyri mentunnar-
politikkin. Nógv fólk frykt-
aðu, at húsið einans fór at
rúma útlendska smala list
og tónleik og at vit føroy-
ingar fóru at standa uttan-
fyri vindeyga og eygleiða
leikin inni í stóra glasuliga
húsinum.
Í dag kunnu vit líta aftur
um bak, og eftirmeta lutin
hjá Norðurlandahúsinum
hesi tjúgu árini. Undir heit-
inum: "Koddi ella avbjóð-
ing" veður kjak um leiklut
Norðurlandahúsins á før-
oyska mentanarliga pallin-
um, tey tjúgu farnu árini og
tey komandi árini. Eyðun
Andreassen professari og
Høgni Hoydal landsstýris-
maður í menta- og norður-
landamálum fara at kjakast
um hetta evni og stjórin í
Norðurlandahúsinum
Helga Hjörvar fer síðani at
geva eina frágreiðing um
støðuna í dag og sam-
stundis geva eina meting av
framtíðini hjá stovninum,
sum er hin stórsti av sínum
slagi í Útnorðri.
Eisini avdúkar Helvinn
Høst, formaður í Stýrinum
fyri Norðurlandahúsið árs-
plakatina, sum Bárður Ják-
upsson
hevur
gjørt.
Í
Klingruni hósdagin 8. mai
kl. 16-17.
Galla konsert
Hóskvøldið 8. mai skipar
húsið í samstarvi við
Mentamálaráði fyri stórari
gallakonsert fyri innbodn-
um. Tó soleiðis, at eini 100
atgongumerki eru at fáa til
keyps.
Mangt áhugavert verður
á skránni, sum byrjar við, at
nýggi formaðurin í Stýrin-
um fyri Norðurlandahúsið,
Helvinn Høst bjóðar væl-
komin.
Føroya Symfoniorkestur,
sum er javngamalt við
Norðurlandahúsið, fram-
førir síðani norðurlendska
hátíðarskrá, undir leiðslu av
Martin Mouritsen. Orkestr-
ið fer at spæla "Finlandia"
eftir Jean Sibelius úr Finn-
landi, "Midsommarvaka"
eftir Hugo Alfvén úr Svør-
íki, "Helios ouverturuna"
eftir Carl Nielsen úr Dan-
mark, "Våren" eftir Edvard
Grieg úr Noregi, "Fest-
marsj" eftir Páll Ísolfsson
úr Íslandi og "Eg oyggjar
veit" úr Højgaard syrpuni,
sum byggir á sangløg hjá
Hans Jacob Højgaard.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í norðurlandamál-
um, og Per Unckel, aðal-
skrivari í Norðurlendska
Ráðharraráðnum flyta fram
røðu.
Havnarkórið,
undir
leiðslu av Ólavi Hátun,
framførir
kantatuna
"Brúgvar", sum varð skriv-
að til Norðurlandahúsið, tá
tað lat upp í 1983. Karsten
Hoydal skrivaði orðini og
Vagn Holmboe gjørdi lag-
ið. Solistar verða Sanna í
Brekkunum og Ernst Sond-
um Dalsgarð.
Umframt tjúgu ára kant-
atuna fer Havnarkórið at
framføra eina røð av norð-
urlendskum sangum, eisini
eftir Sunleif Rasmussen,
sum í ár fekk Tónlistavirð-
isløn Norðurlandaráðsins.
Gallakonsertin, sum byrjar
kl. 19.30 endar við buffet.
Musikkskúlin
Tórshavnar kommuna, sum
læt grundstykki til Norður-
landahúsið í 1983, fer sam
an við Restorff’s, eisini at
heiðra Norðurlandahúsin-
um. Hesin partur av haldin-
um, sum er almennur, verð-
ur fríggjadagin 9. mai og
byrjar kl. 19.30 við at Jan
Christiansen
borgarstóri
bjóðar vælkomin. Havnin
fer, við Musikkskúlanum
sum karmi, at heilsa Norð-
urlandahúsinum við balett,
sangi og tónleiki. Eitt nú
fara Jóna Thomsen, Jó-
hannes Andreasen, Andras
Olsen, Anna Klett og Sigrid
Rasmussen at luttaka. Til-
takið sum verður í høllini,
endar við buffet og kostar
80,- krónur fyri vaksin og
20,- krónur fyri børn.
Trio Azur
Leygardagin eigur ung-
dómurin. Nordens Institut á
Álandi hevur latið Norður-
landahúsinum
føðingar-
dagsgávu og verður tað
álendski bólkurin Trio Azur
sum framførir verkið "Ciel
ouvert" av Henrik Johans-
son, fyri floytu, klarinett og
slagverk. Konsertin verður
kl. 16 og kostar 80,- kr. fyri
vaksin og 20,- kr. fyri børn.
Rokk-O-Rudl
Seinni á kvøldi, kl. 19.30,
verður stór Rokk-O-Rudl
konsert í Høllini. Hetta
verður rokktónleikur fyri
ung í øllum aldri við bólk-
um úr Eysturoynni, Klaks-
vík og Havnini. Bólkarnir
eru Prix vinnarin 2003
Gestir úr Gøtu, finaluluttak-
ararnir Makrel og Hate-
speech úr Havn, Minds Eye
úr Klakvsík og Krit úr
Havn. Talan er um eina
sitikonsert. Kostnaðurin fyri
konstina verður 150,- krón-
ur.
(Mynd: Gestir)
Nýggj barnafløga
Siðvenja hevur verið, at
Plátufelagið Tutl avdúkar
barnafløgur sínar á tiltøk-
um í Norðurlandahúsinum.
Soleiðis verður eisini nú,
húsið hevur tjúgu ár á bak-
ið. Nýggja barnafløgan eit-
ur Sóljudansir og er eitt
blómutyssi av barnasang-
um eftir Alexandur Kristi-
ansen. Fløgan, sum Kristi-
an Blak og Sharon Weiss
hava lagt til rættis, verður
avdúka á familjukonsert
sunnudagin 11. mai kl.15. í
Høllini og verða tað Spæli-
menn úr Borð um Borð,
saman við solistum sum
framføra. Solistarnir verða:
Kinna Poulsen, Unn Paturs-
son, Kári Sverrisson, Her-
luf Lützen og Eyðun Ása-
son. Eisini fer Alexandur
Kristiansen at lesa upp fyri
børnunum.
Kostnaðurin
fyri hesa konsertina verður
125,- kr. fyri vaksin og 20,-
kr. fyri børn.
(Mynd av fløguhúsanum)
Stjørnur í eitt kvøld
Sunnukvøldið 11.mai endar
stóra hátíðarhaldið í sam-
bandi við at Norðurlanda-
húsið verður tjúgu ár. Stóra
brakið verður, tá tey trý,
Guðrun Sólja Jacobsen,
Jacob Andersen og Martin
Petersen, úr endaumfarin-
um
í
sangkappingini
"Stjerne for en aften" fara
at upptraðka við ferðandi
orkestri. Gestasangari á
konsertini verður Brandur
Enni sum fer at hita upp við
trimum løgum. Konsertin
verður í Høllini kl. 20,- og
kostar 195,- krónur. Eyka-
konsert verður sama kvøld
klokkan 22:00.
(Mynd:
Guðrun
Sólja
Jacobsen)
Gallatiltøk
Lat grasrøturnar ráða, tá er gróður í luftini
Soleiðis sigur Brand-
ur Øssursson, sum í
20 ár hevur skipað
fyri Jazz, Fólka og
Bluesfestivali í tøttum
samstarvi við Norð-
urlandahúsið. - Tá lív
nú er kveikt í føroyskt
mentanarlív, so skal
ansast eftir ikki at
gerast leiðandi. Kem-
ur initiativið frá ein-
um stovni, so er talan
um nakað stýrandi,
men kemur tað frá
listafólkum, so er
gróður í luftini, sigur
Brandur Øssursson
NORÐURLANDA-
HÚSIÐ 20 ÁR
Dagfinn Olsen
Brandur Øssursson hevur
havt tætt samstarv við
Norðurlandahúsið øll 20
árini. Tórshavnar
Jazz,
Fólka- og Bluesfestivalur
hevur eisni 20 ár á baki, og
Brandur hevur verið stig-
takari og fyrireikari øll
árini.
-Tað er ikki æltt at meta
um 20 ár í lítlari viðmerk-
ing, tí tað er long søga, sig-
ur Brandur Øssursson, tá
hann verður biðin at meta
um farnu 20 árini við
Norðurlandahúsinum.
- Men sigast má, at Norð-
urlandahúsið er stóri kata-
lysatorurin í føroyskum
mentanarlívi. Og tað kom
kanska, tá tørvurin var
størstur. Vit høvdu fræini,
ið vóru klár t blóma. Vit
høvdu góðu tíðina, sjeytiár-
ini og so kom húsið í 1983,
sum hevði ráð og møgu-
leika at menna ungdóm og
føroyskt mentanarlív, sigur
Brandur Øssursson.
Má ikki gerast
leiðandi
Í mong ár hevur kósin
verið, at menna tað, sum er
ektað. Og samstarv við fel-
øg og einstaklingar hevur
verið fyrimyndarligt. Og
eisini hevur húsið fingið
eyguni upp hjá politikarum.
futt var ofta fyri val tosað
um mentan og meint var tá
við skúlar, bókasøvn og
ítrótt, ikki tað skapandi, tað
sum gav íblástur. Men tað
gingu nærum 20 ár, áðrenn
politiski myndugleikin tók
mentanina í álavara, før-
oyski stuðulin til Norður-
landahúsið hevur verið lítil,
men nú tykist, sum er
ymiskt hent, metir Brandur.
Kanska var alt hent, hó-
ast húsið ikki kom, men tað
kom og hevur verið við,
sigur Brandur Øssursson.
- Tá lív nú er kveikt í
føroyskt mentanarlív, so
skal ansast eftir ikki at
gerast leiðandi. Tað mugu
altíð vera grasrøturnar, sum
sleppa fram, tað sum kemur
niðri frá og inni á frá.
Grasrøturnar vinna jí altíð
fram, uttan mun til hvat
hendir. Kemur initiativið
frá einum stovni, so er talan
um nakað stýrandi, men
kemur tað frá listafólkum,
so er gróður í luftini, sigur
Brandur Øssursson.
3000 tónleikarar hava
vitjað jazzfestivalin hesi 20
árini.
- Uttan húsið hevði einki
verið og samstarvið hevur
verið gott. Og festivalurin
hevur ment allar lista-
greinir, ikki minst tónleikin
her hjá okkum sjálvum,
sigur Brandur Øssursson,
sum so avgjørt fegnast um
Norðurlandahúsið.
Sum brúkari og njót-
ari hevur tónaskaldið
Kristian Blak øll 20
árini verið partur av
Norðurlandahúsin-
um, bæði á palli og
sum áhoyrari ella
áskoðari. Hann metir
húsið sum eitt stað,
har norðurlendski
andin hevur kunnað
ment seg og eitt stað,
sum ger mun
NORÐURLANDA-
HÚSIÐ 20 ÁR
Dagfinn Olsen
Hesin
serstaki
norður-
lendski andin hevur kunnað
ment seg í Norðurlandahús-
inum og við møguleikanum
fyri samstarvi. Húsið er
sympatiskt og unikt, metir
Kristian Blak, tá hann
hyggur aftur á farnu 20
árini.
- Vit eiga góða føroyska
list, men so fingu vit eitt út-
trykk fyri tí, sum longu var
her. Vit fingu eina beinleið-
is "hotline" til hini londini
kring okkum, sigur Kristian
Blak.
Norðurlendski andin er
yvir hesum og her er bygt
tað størsta í tí minsta, sigur
Kristian Blak, sum avgjørt
heldur, at húsið ger mun.
- Sum tónaskald, so er
húsið ofta eitt nei ella ja,
hvørt tað er gjørligt at taka
lut í ymsum ætlanum. Um-
støðurnar eru góðar, eisini
fyri aðrar listagreinir, enn
tónleikin.
- Felagið Føroysk Tóna-
skøld var til, áðrenn Norð-
urlandahúsið,
men
eitt
kamarorkestur vitjaði í
1984 og vildi hava føroysk-
an partiturtónleik, sum
workshop. Soleiðis komu
vit í gongd við at skriva før-
oyskan
partiturtónleik,
kanska hevði tað hent uttan
Norðurlandahúsið,
men
tað er so hent paralelt, vísur
Kristian Blak á, tá hann
skal meta um týdningin, ið
húsið hevur.
Sum fyrireikari av Fólka-
tónleikastevnuni
hevur
hann øll árini verið í tøttum
samstarvi við Norðurlanda-
húsið.
Tað størsta í tí minsta
- Sum tónaskald, so er húsið
ofta eitt nei ella ja, hvørt tað
er gjørligt at taka lut í
ymsum ætlanum. Umstøð-
urnar eru góðar, eisini fyri
aðrar listagreinir, enn tón-
leikin, heldur Kristian Blak
Norðurlandahúsið hevur verið katalysatorurin í føroyskum
mentanarlívi, heldur Brandur Øssursson
C
M
Y
K
23
22