hósdagur 8. mai 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 87 - 8. mai 2003
Nr. 87 - 8. mai 2003
25
Føroya Symfoniork-
estur er javngamalt
við Norðurlandahús-
ið og hevur heima-
beitið í húsinum.
NORÐURLANDA-
HÚSIÐ 20 ÁR
Rigmor Dam
Fyrsti stjórin í Norður-
landahúsinum, danin Steen
A. Cold, rópti Føroya Sym-
foniorkestur fyri Húsaork-
estrið, tí orkestrið var eitt
beinleiðis úrslit av, at vit
fingu Norðurlandahúsið.
Hetta sigur Martin Mourit-
sen, sum stjórnar Føroya
Symfoniorkestri, og hann
greiðir frá, at Norðurlanda-
húsið er so nógv eftirspurt í
dag, at Føroya Symfoniork-
estur ikki venur har longur,
men bert hevur framførðsl-
ur. Kortini er húsið enn
fasti karmurin um orkestr-
ið, tá tað hevur afturvend-
andi konsertirnar har, so
sum várkosert, heystkon-
sert og ikki minst stóru
nýggjárskonsertina, sigur
Martin Mouritsen.
- At spæla í norðurlanda-
húsinum er ein stór avbjóð-
ing hjá einum og hvørjum
tónleikara, sigur hann, og
greiðir soleiðis frá um
húsið sum pall:
- Umtøðurnar eru so av-
bera góðar at spæla her, og
eg havi spælt her alla tíð-
ina, líka síðani húsið lat
upp í 1983. Lokkandi
karmarnar gera, at fólk
geva tað allarbesta, tey
hava. Stóri salurin leggur
upp til, at antin skal tað,
sum framført verður, vera
stórt, ella skal tað vera gott,
og sjálvsagt helst bæði.
Ikki koddi hjá
listarfólkum
Martin Mouritsen, sum um-
framt at vera dirigentur hjá
Symfoniorkestrinum, eisini
er leiðari fyri Musikkskúla-
skipan Føroya, heldur, at
Norðurlandahúsið
hevur
haft sera stóran týdning fyri
útinnandi listina í Føroyum,
og føroyskt mentanarlív
sum heild. Hann minnist
væl orðaskiftið, sum var, tá
húsið kom, um hvørt tað
fór at køva heldur enn at
birta uppundir mentanar-
lívið her heima, og hann
sigur:
- Tað kan væl vera at
Norðurlandahúsið
hevur
verið ein koddi hjá politik-
arum, so teir sluppu undan
at fáast við hendan partin
av mentanarpolitikkinum,
men hjá okkum listarfólk-
um hevur tað so avgjørt
ikki verið ein koddi. Støðið
er hækkað nógv, av tí at
umstøðurnar eru so góðar
og leggja upp til tað besta.
Tí tað er so avgjørt betri at
spæla her enn í eini ítróttar-
høll.
At vit hava lært okkum at
eiga eitt so fínt hús, og at
fara væl um tað, kemur
eisini greitt fram, tá Martin
greiðir frá um Musikk-
skúladagarnar, sum hava
verið á hvørjum ári. Tá
møtast fleiri hundrað mus-
ikkskúlabørn í Norður-
landahúsinum at venja og
framføra, tó soleiðis, at
venjingarnar nú á døgum
eru í Eysturskúlanum. Men
Martin minnist væl, hvussu
børnini skikkaðu sær fyrstu
árini,
- Tey leikaðu í sum varg-
ar og blakaðu livurpostei í
ventilatiónsanleggi.
So-
leiðis er als ikki í dag, tey
duga sera væl at vera í hús-
inum, kanska tí tey eru von
at koma her frá barnsbeini.
Yrkistónleikur og
býarhús
Tó meinar Martin Mourit-
sen ikki, at umstøðurnar hjá
tónleikamentanini eru av
teimum bestu í gerandis-
degnum, eitt nú av tí at
kravgangurin til Norður-
landahúsið er so stórur,
umframt at yrkistónleikur
nærum ikki finst í Føroy-
um. Tí, sigur Martin Mour-
itsen, er tíðin nú búgvin til
at tónleikurin verður rað-
festur hægri frá politiskari
síðu. Bæði í Havn og í land-
inum sum heild.
- Hetta er ein natúrlig av-
leiðing av, at vit nú hava
sett á stovn yrkisleik innan
sjónleik. Næsta stigið eigur
tí at verða yrkistónleikur,
har allir tónleikalærarar
eiga at verða settir í parttíð-
arstørv til at venja og fram-
føra tónleik á høgum støði,
sigur Martin Mouritsen, og
vísir til skipanina, sum er í
Noregi, har fólkaskúlin er
karmur um hugtakið ”Mus-
ikk i Skolen”, har konsertir
og venjingar við yrkistón-
leiki eru runt á skúlum í
øllum landinum.
- Og so tørvar okkum av-
gjørt eisini eitt býarhús í
Havn, til venjingar og fram-
førslur av øllum slag av
livandi tónleiki, sigur Mart-
in Mouritsen, og avdúkar
samstundis, at fólk innan
tónleikaheimin, saman við
øðrum áhugaðum, eru farin
í holt við at fyrireika eitt
slíkt stað.
Svørt lagnusymfoni
Viðtalið við Martin, sum
nærum er dagligur gestur í
húsinum, er um at vera av.
Kremlitti kaffikoppurin í
klassiska
norðurlendska
sniðinum er kølnaður, og
áðrenn vit fara hvør til sítt,
kemur Martini til hugs
einaferð Symfoniorkestrið
hevði konsert. Beint sum
farast skuldi undir Lagnu-
symfoniina hjá Beethoven
fór ljósið í øllum býnum,
og allur salurin lá í bøla-
myrkri einar fimm minuttir.
Tá hugsaðu fólk sítt.
Húsaorkestrið í Norðurlandahúsinum
Umstøðurnar at spæla í Norðurlandahúsinum eru avbera góðar, sigur Martin Mouritsen
Martin Mouritsen, leiðari í Føroya Symfoniorkestri
Vit hava mangt at gleða
okkum til, nú tíðin aftur
nærkast til stóra afurvend-
andi tiltakið hjá Norður-
landahúsinum, Listastevna
Føroya, sum hevur verið á
hvørjum ári síðani 2001, í
august mánaða. Í ár verður
stevnan í døgunum 6. - 17.
august 2003, og eru fyrirei-
kingarnar komnar somikið
væl áleiðis, at vit hava sníkt
okkum at kaga í pappírini
hjá samskipara, Oddvu
Nattestad. Hon sigur, at enn
er ikki alt komið uppá
pláss, men okkurt er kort-
ini, sum vit kunnu avdúka.
Yrkingarkappingin
Freistin at senda inn yrk-
ingar til yrkingakappingina
hjá Listastevnuni og Út-
varpinum var úti 1. mai
2003 og inn eru komnir 129
brævbjálvar, har onkur
hevur sent fleiri yrkingar
inn í hvørjum. 10 yrkingar
vinna 5000,- kr. í part, og
vera tær 10 lisnar upp í
útvarpinum, ein hvønn dag,
á Listastevnuni. So nú er
bara at brynja seg við toli,
og ynskja dómarunum,
Høgni Djurhuus, jounalisti,
Bergljót av Skarði, stud-
entaskúlalærara og Kim
Simonsen, cand.phil, góða
eydnu við dømingini.
Skráin
Listastevnan byrjar við
Opera við Josefine Ottesen
og Thomas Koppel úr Dan-
mark.
Vit fara í sirkus hjá dóttir
navnframa Charles Chapl-
in. Le Cirque Invisible er
sirkus úr Frankaríki við
Victoriu Chaplin og Jean
Baptiste- Thiareé og enski
rithøvundurin Fay Weldon
fer at lesa upp úr egnum
verkum og svara spurn-
ingum á pallborðsfundi.
Sjónleikur er sjálvsagt
eisini á skránni, og eru tað
belgiski leikirnir The Note-
book og The Proof eftir
Agota Kristoff, sum leik-
bólkurin De Onderneming
framførir á Meiarínum.
Siamsa Tíre, The Nation-
al Folk Theatre of Ireland,
við luttøku av 24 írskum
sangarum, tónleikarum og
dansarum framføra Oileàn
(Island) til minnis um 50
ára dagin fyri flytingina av
síðstu íbúgvunum frá the
Blasket Islands.
Uttandura
framsýning
við Scarabeus úr London,
sum fara niður úr bygning-
inum á Landssjúkrahúsin-
um, at framføra á húsa-
vegginum, og Aldubáran,
sum er føroysk sinfonietta
fer at spæla nýggjan tónleik
eftir eitt nú Trónd Bogason,
Edvard N. Debess, Sunleif
Rasmussen.
Vit fara á kosert hjá sam-
isku Mari Boine við orkest-
ur, hjá Eivør Pálsdóttir við
íslendskum tónleikarum og
hjá Katju Cardenal, sangara
úr Nicaragua, og til provok-
erandi stand-up við Sha-
bana Rheman úr Noregi.
Kingo 300 ár
Nýggj fløga við Kingo-
sangi i føroyskum kirkjum
kemur út á Listastevnuni,
og er tað Petra Iversen sum
syngur.
Marjun Bæk, prestur fer
at halda fyrilestur um
Kingo á Landsbókasavnin-
um í sambandi við, at tað
eru liðin 300 ár, síðani
Kingo doyði og framsýning
av kingobókum og frí-
merkjum verður á Lands-
bókasavninum.
Kingosangur við Petru og
Hans Iversen í kirkjuni í Bø
og i kirkjuni i Kvívík og við
Niels Midjord og øðrum
við Sjógv. Kingosangarar
úr Tjørnuvík í kirkjuni í
Hvalvík.
Framsýningar og
annað
Fotoframsýning verður í
Listaskálanum har grøn-
lendskir, íslendskir og før-
oyskir fotografar og rithøv-
undar sýna fram og bókaút-
gáva í sambandi við fram-
sýningina.
Sniðgeving og myndlist
verður í Smiðjuni í Lítluvík
við Elisabeth Kruse og
Hans J. Glerfoss.
Listaframsýning í Gallerí
Oyggin
við
Christina
Præstgaard úr Danmark og
Kára Svensson úr Føroy-
um.
Müllers Pakkhús, í Gøtu
og í Vági: Upplestur við
Carl Johan Jensen, Tóroddi
Poulsen og Jóanes Nielsen
Norðurlendskir og altjóða
filmar í Havnar Bio við
luttøku av filmsleikstjór-
anum Katrin Óttarsdóttir
og Ulla Boye Rasmussen,
sum ætlar, at nýggi filmur
hennara "På kant med selv-
stændigheden" fer at hava
frumframførslu her.
Føroyskur
dansur
í
Runavík.
Rockkonsert
Listastevnan endar við stór-
ari konsert, har íslendski
bólkurin Apparat Organ
Quartet, ella bara Apparat,
er millum mest spennandi
og nýskapandi bólkar á ís-
landska rockpallinum beint
nú, fara at spæla. Kvartettin
telur tríggjar ljómborðs-
leikarar og ein trummuslá-
ara. Ljómborðini finna teir
á ruskdungum, í kjallarum
og á loftum. Prix Føroyar
vinnarin 2003 Gestir fara at
spæla saman við Apparat,
har eisini finski bólkurin
Cleaning Women luttekur.
Konsertin verður í Høllini í
Norðurlandahúsinum leyg-
arkvøldið hin 16. august
2003.
»Livandi lívgandi, -
listarliga lívsjáttandi
lívmoðirin, - stuðugt
í burðardyggum
aldri«
Saman við upplivingun-
um í húsinum kenna vit
okkum trygg og fjálg í
rúmligi lívmóðurini, hó-
ast vetrarvindar, kulda og
kava.
Eitt av stavnhaldinum
við húsinum var at lata
dyrnar upp fyri mentan og
list til og úr grannalond-
unum og altjóða samfel-
agnum. Hesin setningur
er ikki bert náddur. Húsið
hevur eisini verið brúgva-
byggjari og flutt mørk, -
seinasta avrikið er saman
við vinnulívinum at vísa
á, at mentan og list eru
edilig søluvøra.
Sosialt og samfelags-
liga fer Norðurlandahúsið
alsamt at bróta upp úr
nýggjum. Í okkara parti
av heiminum hava tey
flestu møguleikar at lív-
bjarga sær. Nýggja fá-
tæktin í altjóða høpi í dag
verður nevnd upplivingar-
lig fátækt.
Við Norðurlandahúsin-
um hava vit karmar við
møguleikum fyri at geva
øllum føroyingum - uttan
mun til bústað ella aldur -
listarligar upplivingar.
Karin heilsar
húsinum
Gleða okkum til Listastevnuna
Tónaskaldið Sunleif
Rasmussen (f. 1961)
er kosin heiðursfor-
seti fyri Listastevnu
Føroya
Hetta merkir, at Sunleif
verður listaligur føroyskur
sendiharri, sum úti í heimi
skal lata upp dyr, skapa
møguleikar og ikki minst,
støðugt minna fyrireikarar-
nar á listarliga stevnumiðið
og aldri at missa tað úr
eygsjón.
Sunleif fekk í fjør stórstu
tónlistarligu viðurkenning
á okkara leiðum, Tónleika-
virðisløn Norðurlandaráðs-
ins 2002. Tað er fyrstu ferð,
at ein føroyingur fær hesa
virðisløn.
Karin Kjølbro, fyrrverandi formaður í Stýrinum fyri Norð-
urlandahúsið skrivar soleiðis til húsið á 20 ára degnum
Sunleif Rasmussen heiðursforseti
Tónaskaldið Sunleif
Rasmussen saman við
stjóranum í Norðurlanda-
húsinum Helgu Hjörvar
C
M
Y
K
25
24