hósdagur 8. mai 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 87 - 8. mai 2003
Nr. 87 - 8. mai 2003
27
26
Nr. 124 3. aprí 2003
- Tað er sera
umráðandi, at
Norðurlandahúsið
verður verandi eitt
hús, sum er opið fyri
eini breiðari fjøld av
fólki og ikki gerst eitt
fínkulturelt tempul.
Tað haldi eg man
hevur dugað so sera
væl serliga tey
seinastu árini, har
man hevur tikið tað
unga fólkið við. Men
tað skal sjálvandi vera
pláss fyri eini
blanding av fleiri
tingum sigur ein av
brúkarunum av
Norðurlandahúsin-
um, vinnulívsmað-
urin Magni Arge við
Sosialin. Hann heldur
eisini, at húsið hevur
megnað at byggja
brýr millum mentan
og vinnulív
FØÐINGARDAGUR
Jan Müller
Magni
Arge,
stjóri
í
Atlantsflogi og formaður í
Oljuvinnufelagnum er eitt
av teimum vinnulívsfólk-
unum í Føroyum, sum hev-
ur verið stórforbrúkari av
Norðurlandahúsinum nú í
mong ár. Hann heldur, at
Norðurlandahúsið við sín-
um fjølbroytta og spenn-
andi virksemi hevur havt
og fer framhaldandi at
hava alstóran týdning fyri
vinnulívið í Føroyum eisini
og metir hann eisini húsið
sum ein góðan brúgva-
byggjara millum mentan og
vinnulív.
- Føroyar høvdu verið
nógv fátækari uttan Norð-
urlandahúsið. Tað hevur
bæði verið ein pallur fyri
útlendska mentan at sýna
seg fram í Føroyum og
veita tilboð til okkum, sum
her eru, men tað hevur so
sanniliga eisini verið ein
pallur rundan um mong
vinnulig
tiltøk.
Magne
Arge nevnir í hesum sam-
bandi tær mongu oljuráð-
stevnurnar og vísir til orð-
ini hjá Richard Hardmann,
oljustjóra, ið var so ómeta-
liga fegin um Norðurlanda-
húsið sum karm rundan um
oljuráðstevnur. Hann segði
seg hava leitað í London at
finna eitt stað, sum kundi
vera eins virðiligur karmur
um eina spennandi og seri-
øsa oljuráðstevnu, men tað
fann hann ikki. Hann fann
einki stað, sum var meira
hugnaligt, spennandi og
virðiligt enn júst Norður-
landahúsið.
Magni Arge nevnir so
eisini vinnudagarnar, sum
hava verið í húsinum. Sein-
astu tvey árini hava verið
fleiri stevnur í norðurlanda-
høpi um samferðslu í út-
norði. Hetta eru alt tiltøk,
sum hava hepnast væl.
Tónleikur og tey ungu
Annars heldur hann, at
Norðurlandahúsið er ein
sera góður pallur fyri og
karmur rundan um onnur
ting so sum Prix Føroyar.
–Tað er so nógv ein kundi
tikið fram, men Prix Føroy-
ar er eitt dømi um, at Norð-
urlandahúsið hevur virkað
sum katalysator fyri at
sparka eina menning í
gongd, ið hevur gingið
skjótt og sum eisini hevur
blástemplað rútmiskan tón-
leik sum mentan og sum
mentan, sum fær útlend-
ingar at fáa eyguni upp fyri
kvaliteti í Føroyum. Í Jyl-
landsposten er í hesum
døgum ein grein um tað
nærum vulkanska landslag-
ið av tónleikamenning, sum
fer fram í Føroyum í løtuni.
Tað í sjálvum sær vanti eg
kann vera ein atdráttarmegi
í ferðavinnuhøpi og kann
gerast ein vinnuvegur í
sjálvum sær. Vit síggja,
hvat td. Teitur kann fáa tað
at blíva til. Og í øllum
hesum hevur Norðurlanda-
húsið havt ein sentralan
týdning og hevur dugað væl
at spælt saman við bæði
vinnuni og almenninginum
Norðurlandahúsið hevur megnað uppgávuna til eitt ug:
Fólksins pallur heldur enn eitt
fínkulturelt tempul
Norðurlandahúsið er
frálíkur karmur um
tónleik og
ungdómsmentan
vinnuni og almenninginum
í Føroyum og hevur med-
virkað til bæði at taka
útlendska mentan henda
vegin men eisini at fáa
skapt ein pall um føroyska
menning á ymsum økjum.
Tað geniala við Norður-
landahúsinum er, at samtíð-
is sum tað er eitt vindeygað
hjá okkum út í heim so er
tað eisini ein hurð hjá út-
heiminum at koma inn í
okkara lítla samfelag hel-
dur vinnulívsmaðurin av-
gjørdur fyri og leggur
aftrat:
- Norðurlandahúsið er
eisini ein so sjáldsama vak-
ur karmur um tiltøk, sum
bæði hava við vitið og hug-
flogið og hjartarøturnar at
gera.
Hann heldur tað eisini
vera tað besta staðið til at
halda ráðstevnur og hevur
húsið havt ein týðandi leik-
lut at fáa ráðstevnur til Før-
oya, men »trupulleikin« er
so tann, at tað í summum
førum er ov lítið. Man kann
siga, at man gjøgnum hesi
árini við Norðurlandahús-
inum hevur bygt upp ein
tørv á ráðstevnum, sum
ikki var frammanundan í
sama mun.
- Norðurlandahúsið í
Føroyum man vera eitt hitt
mest hepna projektið, sum
Norðanlond í felag hava
verið við til at seta í gongd.
Hvat framtíðini viðvíkur,
so heldur Magni Arge, at
tað er sera umráðandi, at
Norðurlandahúsið verður
verandi eitt hús, sum er
opið fyri eini breiðari fjøld
av fólki og ikki eitt
fínkulturelt tempul. Tað
haldur hann man hevur
dugað so sera væl serliga
tey seinastu árini, har man
hevur tikið tað unga fólkið
við. Men tað skal sjálvandi
vera pláss fyri eini blanding
av fleiri tingum.
Tað er annars umráðandi,
at man framhaldandi hevur
gott samstarv við útlend-
ingar av ymsum slag eitt nú
gjøgnum mentarnarstevn-
una og at man medvirkar til
at skapa dyggar karmar um
spennandi átøk sum ráð-
stevnur ol. Tú fær tá nakrar
byltingar, har ymiskir tættir
í okkara samfelagslívi møt-
ast á einum stað, á eini
grund, á einum vølli.
- Tað er sum íbirtari, at
Norðurlandahúsið
hevur
klárað seg so væl, og man
kann rokna við, at fleiri av
teimum íbirtingunum, sum
stava har frá koma at flyta
seg til aðrar leikpallir við
tíðini. Tað skal oftani ein
stovnur við slíkum møgu-
leikum og ressursum til fyri
at fáa nakað at bera til. Tað,
sum ber til, livir víðari.
Norðurlandahúsið hevur
verið við til at
marknaðarføra Føroyar sum
ráðstevnuland og hetta hevur
stóran týdning. Hetta er frá
søguligu løtuni, tá fyrsta
útbjóðing til oljuleiting á
landgrunninum varð
almannakunngjørd
Norðurlandahúsið karmur
um oljuráðstevnu, har
oljufeløg royna at lyfta í
felag.
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
27
26