Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 87 - 8. mai 2003 Nr. 87 - 8. mai 2003 29 Tað er ikki heilt lítið, sum er hent seinastu tjúgu árini, tá Norðurlandahúsið hevur hýst mentan av øllum slag. Vit siga her frá søguni í myndum 20 ÁR Heri á Rógvi Í dag 8. mai eru tjúgu ár liðin síðani Norðurlanda- húsið lat upp á fyrsta sinni. Húsið hevur hesi árini hýst einari ørgrynnu av tiltøkum – konsertir, sjónleikir, framsýningar og mangt annað. Vit hava funnið nak- rar myndir fram. Tær um- boða verri enn so alt, men kunnu kanska geva eitt lítið innlit í, hvat hevur verið í teirri stóru mentanarborgini hesi seinastu tjúgu árini. 20 ár við Norðurlandahúsinum Upprunin til Norður- landahúsið finna vit í Norðurlandaráðnum. Tað var Erlendur Patursson, limur í Norðurlandaráðnum, sum reisti málið um at fáa bygt eitt norðurlendskt mentan- arhús í Føroyum. Ein arkitektakapping varð útskrivað í 1977. Ola Steen úr Noregi og Kollbrún Ragnarsdóttir úr Ìslandi vunnu kappingina. Við støði í vinnandi upp- skotunum varð farið undir at byggja Norðurlandahús- ið í Føroyum, sum húsið varð kallað. Farið varð undir byggingina í 1980, og húsið varð tikið í nýtslu 8. mai 2003. Byggikostnað- urin var 70 milliónir, tað mesta av hesi upphædd rindaði Norðurlond, men Føroya landsstýrið rindaði eisini ein part. Húsini er arkitektoniskt spennandi, eru flest øll samd. Húsið liggur ógvu- liga í landslagnum. Húsið hevur íkast frá flest øllum norðanlondum. Grótið er úr Norra, timbur úr Svøríki, møblar úr Finnlandi, glasið úr Danmark og bitarnir, sum halda konstruktiónini eru úr Íslandi. Norðurlandahúsið er skipað sum stovnur undir Norðurlendska ráðharra- ráðnum. Húsið fær eina árliga játtan, sum í 2002 var tíggju milliónir, har góðar áttahundraðtúsund eru frá landsstýrinum – restin frá Norðurlandaráðnum. Norðurlandahúsið verður stjórnað av einum stýri við fimm norðurlendskum og trimum føroyskum limum. Norðurlandahúsið hevur havt seks stjórar, ið stýrið fyri húsið setir. Teir eru: Steen A. Cold, Danmark 1983-1984 Hjörtur Pálsson, Ísland 1984-1985 Karin Flodström, Svøríki 1985-1989 Jan Kløvstad, Noreg 1989-1994 Peter Turtschaninoff, Finnland 1994-1999 Helga Hjörvar, Ísland 1999- Og aðalsetningurin hjá Norðurlandahúsinum hevur verið tann sami øll tjúgu árini, og núverandi stjórin, Helga Hjørvar, roknar við, at stevið heldur fram. Orðingin er hendan: Endamálið við Norður- landahúsinum er at fáa norðurlendska mentan til Føroya og at fáa føroyska mentan til onnur norður- lond umframt at stuðla før- oyskari mentan. Kelda: www.nlh.fo C M Y K 29 28