Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-02-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. februar 1993síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 35 — 20. FEBRUAR 1993 Thor Vilhjálmsson og Einar Már Guðmundsson í Norðurlandahúsinum Kendir íslendskir rithøvundar vitja Teir báðir stóru íslendsku Thor Vil Einar Már nihøvundarnir hjålmsson og Guðmundsson lesa úr bók unum hjá sær á íslendskum føroyskum og donskum i Byrådshøllim i Klaksvik i morgin 21. febr. kl. 16.00, og i Norðurlandahúsinum mánakveldið 22. febr. kl 19.30 Tad er fyrsta ferð, at teir báðir upptraðka saman í Foroyum, og tað hevur leingi verið eitt stórt ynski at fáa tann norðurlendska prísvinnaran Thor Vil- hjálmsson higar. Tá ið nú tann yngri av teimum, Einar Már Guðmundsson hevur fingið lokkað Thor við sær, fara teir báðir at greiða frá sær sjálvum og bókunum hjá sær. Thor Vilhjálmsson verður aftan á Halldór Laxnes roknaður sum tann fremsti endurnýggjarin av íslendskum fagurbókment- um, og fekk Bókmenta virdisløn Norðurlandaráð- sins í Oslo fyri bókina »Gråmosin glødir« í 1988. Tá hevði hann verið inn- sullaður bæði í 1971, 1977 og í 1978 Grámosin gleðir er ein søgulig skaldsøga um eina gamla krimisak, ta sokall aðu Sólborg-sakina. Skald sagan er um grundleggjandi kreftir í ulveruni, um skuld og kærleika Eisini aftan á ta norður lendsku = bókmentavirðis lønina hevur Thor styrkt sína stóðu sum ein av teim um fremstu urlendskar bókmenur Hann er ein útatvendur europeiskt sinnaður nthøv undur, føddur i Edinburg, uppvaksin í Íslandi, lisið fyrst í Reykjavík og síðani í Notungham, búð í París í fimm ár, við yrkisbakgrund sum sjómaður, fiskari, ráð- gevi innan sjónleik og ferðaleiðari. Hann hevur ritstjórnað tíðarrit, bøkur og sjónleikaskráir og var ein av forspråkarunum til at fáa modernismuna inn í ís lendskar bókmenur í 1950- og 60-årunum. Bøkur hans- ara vísa góðan kunnleika ul rithøvundar sum T.S. Elliot, Claude Simon, Alain Robbe-Grillet og Gabriel Garcia Márquez, og hann er á hædd við teir fremstu eftir curopeiskum mátistokki. Higarul hevur hann skrivað uml. 30 bøkur, og fleiri av teimum eru týddar ul nógv mál eisini uttan fyri norð- urlond innan norð Einar Már Guðmundsson er føddur i Reykjavík i 1954. Hann las bókmenur og søgu við Háskóla Íslands og tók B.A. prógv haðani í 1979, flutti síðani ul Keyp- mannahavnar og búði har til 1985. I 1980 gav hann út tvey yrkingasevn: >Er nakrar í krúningarklæðum her nni?< og >Sendiboðið er einsamalt<. I 1981 kom so triðja yrkingasavnið >Rob- inson Kruso vendir aftur<. Í 1982 skrivaði almenna bókafélagið út skaldsøgu- kapping og Einar Már Guð- mundsson fekk fyrstu virð- isløn fyri fyrstu skaldsøgu sína, >Riddararnir á rundu trappuni<. >Riddararnir á rundu trappuni« lýsir á óvanligan hátt dreingja- heimin í býarútryðjuni. Frá- søgumadurin er seks ára gamal drongur, sum lýsir umhvørvi og atburð við málbrúkinum hjá tí vaksna og hjá barninum samstund- is. >Riddararnir á rundu trappuni« er týdd til danskt, norskt, svenskt og týskt og er væntandi út á enskum. Hon hevur allastaðni fingið ógvuliga góð ummæli. Í 1983 kom næsta skaldsøgan hjá Einari Már, >Veingja- slátur = í — takrennum«. >Veingjasláttur í takrenn- SOSIALURIN — einasta hlað 5 ferðir um vikuna um« lýsir heim skapanar- innar og frælsisins, sum at enda má dvína. Dreingir í útryðjuni av Reykjavík skapa sær heim, har sum dúgvu- og lundapisuhald høvdu alt at siga. Teir fáa veingir á heilan, um so kann sigast. Men henda frælsistrá dreingjanna brestur saman við tað skipaða samfelagið hjá temum vaksnu. >Veingjasláttur í takrenn- um« er týdd ul danskt, norskt og svenskt og er væntandi á týskum. Í 1986 gav Einar Már so út iðju skaldsøgu sína. >Efurmæli regndropanna< er heitið á henni. Í hesi søguni hittast nútíðin og fortíðin og bygg- ir hon á fólkatrúgv og skald- skap av mannamunni. Álv- ar búgva í steinum har vegir skulu leggjast, sokkin skipshavn kemur til sjóndar í býnum osfr. Og alla tíðina er ræðuligt óveður. Allar hesar triggjar skaldsøgur- nar hjá Einari Már Guð- mundssoni fara fram á lík- um slóðum, í býarumhvgrvi har hann hevur evnað sín heim, heimin har alt kann henda. »Eftirmæli regn- dropanna< kom út í Dan- mørk í 1988 og í Svøriki í 1990. Í stuttsøgusavninum Leitanin eftir djóragarð- Tidindabladid EX månakvøldid inum« bera flestu søgurnar brá av einari nýskapan inn an fråsøgulistina hjá Einari Már Guðmundssoni. Bert tvær søgur av átta eru skriv- aðar efur sama leisu sum tær tríggjar skaldsøgurnar Hendingarnar í hinum søg- unum fara fram víða hvar í Íslandi og ymsa staðni í Europa, td. í Fraklandi, Danmark og i Føroyum. I 1990 kom so ut nyggj skald- søga eftir Einar Mår Gud- mundsson. »Reydir dagar«, eitur hon. Ung genta flytir av bygdini ul byin seinast i sjeytiårunum, í eini tid við arbeiðsloysi og flyting av landinum. Hon kemur at kenna bæði undirheimar mannalívsins og fridleysu verdina i poliusku radikal- ismuni. »Reydir dagar« er kærleikssøga, full vid vill- um ólukkum og ógvisligum hendingum. »Reydir dag- ar« er komin ut å donskum og norskum og er væntandi á svenskum. I 1991 kom út yrkingasavnið >Klettur í havi<. Henda bók er úrslit av samstarvi millum Einar Már Guðmundsson og myndlistamannin = Tolla, porlák Krisunsson, Tolli málar myndir og Einar Már yrkir yrkingar. Um ta bók- ina hevur verið sagt, at Einar Már yrkir í myndum og Tolli málar við orðum yrking ul ís lendsku náttúruna og hitt villa norður. Í samstarvi við Fririk pór Friðriksson hevur Einar Már Guðmundsson eisini skrivað tvey films handrit, »Børn nåtturunn ar« sum longu er gjørt ul film og innsullad ul Oskar virdislønina og »Filmsdag ar«, sum enn er á fynreik ingarsugi. I 1992 gav Einar Bókin er Már Guðmundsson út barnabókina >Fólkið í steinunum<, ålvasøga úr nútíðini myndprydd av Erlu Sigurðardóttur og frá teim- um er væntandi onnur søg- an, >Hundakeksin<. Einar Már Guðmundsson hevur eisini týtt útlendskan skald- skap ul íslendskt, m.a. tvær skaldsøgur eftir enska rit- høvundin lan McEwan. Sunnudagin eru Norrøna- felagid i Norduroyggjum og Norðurlandahúsið = vertur fyri bókmentatiltakinum í Klaksvík og mánadagin 22 febr. eru Rithøvundafelag- ið og Norðurlandahúsið vertur fyri békmentatiltak - inum í Norðurlandahúsin- um. I