fríggjadagur 9. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 88 - 9. mai 2003
Nr. 88 - 9. mai 2003
3
SAMKOMA
Tíðindi frá Karisma
Sum tey undanfarnu árini,
so skipar evangeliska sam-
takið Karisma fyri stórari
stevnu á Hvítusunnu í
Ítróttarhøllini
á
Nabb.
Henda verður í døgunum 6.
- 9. juni. Hetta er vanliga
ein stevna, ið samlar hópin
av fólki frá nær og fjar.
Nakrir av talarunum, ið
hava verið áður, eru nøvn
sum: Aril Edvardsen, Ene-
vald
Flåten,
Christian
Hedegård o.a.
Uppleggið í ár er eitt
sindur øðrvísi við tað, at
ongin útlendingur verður
við hesaferð sum talari.
Talararnir, ið koma at vera
við á stevnuni verða: Jón
Miðberg, Símun Jacobsen,
Dánjal á Dul Jacobsen,
Fríðtór Debes, Tummas
Jacobsen, Pauli Høj o.a.
Sum
nakað
nýtt
er
ætlanin at byrja stevnuna
fríggjakvøldið 6. juni við
einum stórum sangkvøldið
- har nógvur og fjølbroyttur
sangur verður fyri bæði ung
sum eldri - eitt sokallað:
Syngi við kvøld!
Eitt sum hevur verið sera
væl dámt hini árini eru
barnamøtini - og stevnan í
ár verður onki undantak.
Nógv verður aftur í ár á
stevnuni fyri børnini. Til-
tøkini fyri børnini koma at
verða yviri í Rhema, ið ikki
liggur so langt frá høllini.
Og sjálvandi kemur eis-
ini ungdómurin at fáa sítt
við á stevnuni. Bæði leyg-
arkvøldið 7. juni kl 22 og 1.
Hvítusunnukvøld kl 22
verða spennandi tiltøk fyri
tey ungu og onnur sum
kenna seg ung. Ætlanin er
seinna kvøldið at hava eina
konsert.
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálp-
semi, tá okkara kæri pápi, verfaðir, abbi, langabbi,
bróðir og vinur mín
Robert Brockie
Tórshavn
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á B 7 á Landssjúkrahúsinum.
Tøkk til Kjartan Mørkøre, prest, fyri góð
og troystarrík orð.
Tøkk til sangarar, kirkjutænarar, gravarar og
øll tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur og kransar, tøkk til tykkum,
ið ringdu, og tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Fyri tey avvarðandi
Alan, Derek, Edna, Robbie, Ian og Frynhild
Stór Hvítusunnustevna
á Hálsi
Talarar á Hvítusunnustevnuni á Hálsi verða m. a. Jón
Miðberg, Símun Jacobsen, Dánjal á Dul Jacobsen, Fríðtór
Debes, Tummas Jacobsen, Pauli Høj o.a.
Tann 9. mai í 1828
keypti Andrass
Mortansson ognirnar
hjá spitalskhospital-
inum á Argjum – og
er tað dagurin, Argjar
vórðu bygdar
BYGDARSØGA
Eirikur Lindenskov
Í dag er stórur dagur á
Argjum, tí í dag eru liðin
175 ár síðani, at Argjar
vórðu bygdar.
Tað var Andrass Mort-
ansson, sum keypti Argjar
tann 9. mai í 1828.
Andrass Mortansson var
føddur í Hvalba í 1794.
Hann giftist Elspu Dánjals-
dóttir av Kjalnesi í Kolla-
firði.
Argir er helst millum
elstu bygdir í Føroyum. At
garður hevur veirð á Argj-
um í víkingaøldini (800-
1035) helt Sverri Dahl,
fornfrøðingur vera ivaleyst.
Hann bygdi sína hugsan á
tað úrslit, sum Christian
Matras kom til viðvíkjandi
sjálvum navninum.
Hann helt navnið vera
komið úr gæliskum, og at
tað var nýtt um ár 900 av
norrønum monnum í teim-
um londum, teir bygdu fyri
vestan.
Hesum
greiðir
Niels Juel Arge, sum var
oldurabbasonur
Andrass
Mortansson frá í bók síni
»Argjamenn, ein ættar-
søga«.
Hvat, ið hevur fyrifarist á
Argjum í Víkingaøld til 16.
øld, vita vit einki um, men í
1547 fáa vit at vita, at har
er eitt hospital fyri spitølsk.
Tað eru leivdirnar av
hospitalinum og jørð tess,
sum Andrass Mortansson
keypir 9. mai í 1828.
Ognirnar hjá hospitalin-
um og tær fýra hagaleysu
merkurnar á Argjum vórðu
seldar á uppboði fyri 1005
ríkisdálar til Andrass Mort-
anson á Kjalnesi og hálv-
mørkin í Tjørnuvík til
tjørnuvíking fyri 320 ríkis-
dálar. Tilsamans gav hand-
ilin 1325 ríkisdálar.
Árið eftir stóð hospitalið
í Lágabø, vanliga nevnt
Gamla Hospital í Havn,
liðugt. Tað kostaði 1445
ríkisdálar og 16 skinn.
Sostatt fingu føroyingar
nærum eitt nýtímans – eftir
tátíðarmetum – sjúkrahús
fyri pengarnar, sum Andr-
ass Mortansson rindaði fyri
ognirnar á Argjum.
Argjar
175 ár
81 ára gamli Sverri Mortensen á Argjum er oldurabbasonur Andrass Mortansson. Tey vóru 12 systkin, trý teirra eru eftir á lívi.
Sverri Mortensen, Jóhannes Mortensen og Maja Dalsgarð. 9. mai í 1948 reistu eftirkomarar hjá Andrassi Mortansson honum
minnisvarða
Sosialurin og
Dimmalætting sýna
fram part av tí, ið
hevur verið í bløðun-
um um Norður-
landahúsið seinastu
20 árini
FRAMSÝNING
Eirikur Lindenskov
Seinnapartin í gjár, hós-
dagin kl 15, lat upp fram-
sýning í Dansistovuni í
Norðurlandahúsinum, har
Sosialurin og Dimmalætt-
ing í plakatformi vísa fram
nakað av tí, sum hevur
verið at sæð í bløðunum um
Norðurlandahúsið og tiltøk
í húsinum seinastu 20 árini.
Talan er bara um eitt úr-
val, tí skuldi alt tilfarið
verið við, hevði tað fylt
nógv meira.
– Hetta er ein framsýn-
ing, sum vit hava gjørt sam-
an við Sosialinum og
Dimmalætting fyri á tann
hátt at vísa, hvussu tey hava
umrøtt húsið hesi árini,
sigur Birgir Kruse, sam-
skipari í Norðurlanda-hús-
inum.
– Samstundis sýna vit
fram lutir, sum hava verið
nýttir til sjónleikir o. a.
framførslu í húsinum hesi
árini, sigur hann.
Innast í Dansistovuni
hongu eitt relief, sum Will-
iam Heinesen hevur gjørt.
Tað kallast »Marran«, og
sýnir tað fimm figurar, sum
dansa um mánan. »Marr-
an« var eisini myndaevnið
á fyrstu ársplakatini hjá
Norðurlandahúsinum
í
1983.
Á framsýningini sæst
eisini eitt friðingarskjal,
sum Tórshavnar Býráð lat
húsinum á tíggju ára deg-
num tann 8. mai í 1993.
Har stendur m. a. skrivað:
»Hetta er friðingarskjal
til fløtuna í Sortudíki, matr.
nr. 1452a og skal frá hesum
degi einki verða broytt ella
bygt uttan at báðir partar
vilja, at so skal vera.«
Skjalið er undirskrivað at
Lisbeth L. Petersen, borgar-
stjóra í Havn.
Seinnapartin varð eisini
ársplakatin fyri 2003 av-
dúkað. Hana hevur Bárður
Jákupsson,
listarmaður,
gjørt, og er myndaevnið á
henni »brúgvar« – tað sama
sum var evnið í kantatuni
hjá Karsten Hoydal og
Vagn Holmboe til vígsluna
í 1983. Tá sang kór undir
leiðslu av Ólavi Hátún við
130 røddum kantatuna, og
aftur til gallakonsertina í
gjárkvøldið
(hóskvøld)
framførir kór undir leiðslu
av Ólavi Hátún somu kan-
tatu.
Framsýningin í Dansi-
stovuni verður opin allan
hendan mánaðin tá húsið er
opið, gerandisdagar millum
kl 10 og 18, sunnu- og
halgidagar millum kl 14 og
18.
Millum hús
og miðlar í
Dansistovuni
Ole Wich og Tórður Patursson frá Team85 seta framsýningina upp í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum
Mynd. Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2