fríggjadagur 9. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 88 - 9. mai 2003
Nr. 88 - 9. mai 2003
5
-Tað er ikki stór
sparing í at avtaka
stuðulin til
uppihaldspening,
men tað er eitt eymt
mál, sigur Heini O.
Heinesen, formaður
tjóðveldisfloksins á
tingi
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
Eg má siga, at á ein hátt
skilji eg Finn Helmsdal.
Heini O. Heinesen er for-
maður tjóðveldisfloksins á
tingi. Og hann vil sum so
ikki leggja seg út í stríðið
ímillum Finn Helmsdal,
sum hevur sitið eina tíð á
tingi, og Páll á Reynatúgvu,
landsstýrismann.
Ósemjan kom rættiliga
fram í ljósið, fríggjadagin,
tá ið Finnur Helmsdal ikki
vildi atkvøða fyri at avtaka
stuðulin
til
uppihalds-
pening.
Endin var, at Páll á
Reynatúgvu mátti taka upp-
skotið aftur.
Men var tað ikki ein
avtala í samgonguni?
– Tað er møguligt, at tað
er ein avtala. Men tað er ein
spurningur, hvør varð eftir-
spurdur, tá ið avtalan varð
gjørd.
Heini O. Heinesen sigur,
at hetta er ein partur av eini
semju, sum landsstýrið
gjørdi á Viðareiði, tá ið
fíggjarlógin skuldi gerast.
– Og eg havi í hvussu so
er ikki verið við til at gera
nakra avtalu um at avtaka
stuðulin til uppihaldspen-
ing og ongin hevur spurt
meg um mína meining í
hesum.
Ivast
Heini O. Heinesen sigur, at
hann ivast eisini í, hvussu
klókt tað er at leggja eitt
uppskot fram um at avtaka
stuðulin til uppihaldspen-
ing.
– Eg veit ikki, hvussu
stór sparing er í tí. Upp-
runaliga fingu vit at vita, at
tað gav 12 milliónir. Men
nú hava vit fingið upplýst,
at talan er um væl minni
enn fimm milliónir, tá ið
avtornar.
– Men vit vita eisini, at
hetta er eitt ógvuliga um-
strítt mál, tí har tað rakar,
rakar tað hart. Og tá ið tað
gevur so lítið, sum tað í
veruleikanum ger, er tað
ein spurningur um, hvussu
rætt tað er at leggja tað
fram.
– Hetta er tað sama hjá
samgonguni sum at biðja
um trupulleikar og tað er
tað ongin orsøk til, serliga
tá ið tað hevur so lítið upp á
seg sum tað hevur í hesum
føri.
– Tí havi eg ein ávísan
samhuga við teirri støðu,
sum Finnur Helmsdal tók.
Hann heldur ikki, at
fólkaflokkurin hevur nakra
sum helst orsøk til at leika í
um júst hetta málið.
Hann sigur, at málið um
uppihaldspening er ikki
einasta avtalubrot í sam-
gonguni seinastu dagarnar,
so tað er ongin orsøki til at
gera hetta til nakað ser-
stakt.
Hann vísir á, at samgong-
an hevur eisini beint nú
samtykt gera umstøðurnar
hjá útróðrarflotanum verri.
Fyri at kunna selja ella
lata síni fiskirættindi í
fremmandum sjógvi okkurt
ár, hevur tað verið ein treyt,
at bátur hevur fiskað 60%
av kvotuni árið framman-
undan.
Nú skeyt landsstýrið upp
at avtaka regluna.
Men Løgtingið, við hjálp
frá samgonguni, gjørdi tað
beistagerð, at samtykkja, at
bara rækjuflotin og uppi-
sjóvarflotin, skuldi sleppa
undan 60% markinum, men
at útróðrarflotin, sum hevur
kvotu undir íslandi, fram-
vegis skal vera bundin at
60% regluni.
Sostatt noyðast útróðrar-
bátar undir Ísland, hóast tað
ikki loysir seg, ella mugu
teir heilt selja íslandskvot-
una.
Heini O. Heinesen sigur,
at hetta er líka grovt avtalu-
brot, sum okkurt annað, tí
landsstýrið hevði skotið
upp at útróðrarflotin skuldi
vera javntsettur við rækju-
skipini og uppisjóvarskip-
ini.
Hann vísir eisini á, at
Finnur Helmsdal hevði
boðað frá, at hann tók ikki
undir við uppskotinum.
Annars Heldur Heini O.
Heinesen, at tingmanningin
hjá
tjóðveldisflokkinum
virkar rættiliga væl, og at
hann hevur eina góða ting-
manning. Eisini tá ið Finn-
ur Helmsdal hevur sitið á
tingið, tí hann hevði nógv
skilagott at føra fram.
Annars vil hann ikki sum
so leggja seg út í málið, tí
hetta er eitt mál ímillum ein
tingmann og landsstýrið og
ikki eitt mál sum er innan-
hýsis í tingmanningini. Og
harafturat er Finnur Helms-
dal ikki longri ein partur av
tingmanningini, tí hann var
varamaður fyri Annitu á
Fríðriksmørk, sum hevur
verið í barnsburðarfarloyvi.
– Eg kann greitt og
staðiliga avsanna, at
tað verður arbeitt við
at flyta almanna- og
heilsuskúlan á
Tvøroyri suður til
Vágs, sigur Høgni
Hoydal
SKÚLAVIÐURSKIFTI
Áki Bertholdsen
Suðuroy: Hetta vísir bara,
hvussu ótruligar leysasøgur
kunnu vera.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í mentamálum
afturvísir heilt avgjørt, at
ætlanir eru um at flyta
almanna- og heilsuskúlan á
Tvøroyri suður til Vágs.
Annars hevur tað gingið
sum rótasúpan seinastu tíð-
ina, at loyniligar politiskar
ætlanir verða bryggjaðar
saman í hesum døgum um
at flyta almanna- og heilsu-
skúlan á Tvøroyri suður til
Vágs. Tað er ikki sørt, at
hetta hevur loypt órógv á
Suðuroynna og hevur sett
kílar í viðurskiftini ímillum
norðaru- og syðru helvt í
oynni.
Tað var Heðin Morten-
sen, løgtingsmaður, sum
bar hetta fram á fyrsta sinni
á løgtingsins røðarapalli, tá
ið málið um nýggjan mið-
námsskúla í Suðuroy var til
viðgerðar.
Síðani hava lesarabrøv í
bløðunum róð uppundir tað
saman, eins og prátið
manna millum vita at siga,
at so er.
– Hetta er eitt dømi um,
at roynt verður at grugga
eitt mál til fyri at venda
eygunum frá teimum polit-
isku framstigunum, sum
verða gjørd.
Høgni Hoydal afturvísir
staðiliga og púra avgjørdur,
at nakrar sum helst ætlanir
eru um at flyta skúlan.
– Tvørturímóti arbeiða
vit við at finna honum onn-
ur og betri høli á Tvøroyri,
sigur hann.
– Tá ið málið um mið-
námsskúlan í Vági var til
viðgerðar í tinginum, tví-
helt Heðin Mortensen um,
at eg skuldi havt sagt í
mentanarnevndini, at ætl-
anin var a flyta skúlan.
Høgni Hoydal sigur, at
tað var júst tað øvugta,
hann segði við mentanar-
nevndina.
– Tað eg legði dent á í
mentanarnevndini var, at
Almanna- og heilsuskúlin
skal verða verandi á Tvør-
oyri. Eg segði eisini, at eg
helt, at tá ið Hovstunnilin er
skotin ígjøgnum, verður
ongin trupulleiki hjá báð-
um skúlunum at samstarva,
tí tá verður Suðuroyggin so
tætt samanbundin, at tað
verður skjótt og lætt at ferð-
ast ímillum.
Hann sigur, at tvørtur-
ímóti at flyta skúlan, hevur
mentamálaráðið samskifti
við Tvøroyrar býráð um at
loysa stóra hølistrupulleik-
an hjá skúlanum.
– Vit hava eitt gott sam-
skiftið við býráðið á Tvør-
oyri og eg vit hava havt
fund um málið og tað haldi
eg var ein góður fundur.
Og Høgni Hoydal sigur,
at onkur høli á Tvøroyri eru
í kikaranum, sum skúlin
kanska kann leiga, men enn
er onki avgjørt.
– Trupulleikin er, at skúl-
in fara undir tað fullu út-
búgvingina, krevur tað
onnur høli.
Og Høgni Hoydal sigur,
at tað verður arbeitt hart
fyri at útvega skúlanum
onnur høli.
Hinvegin
liggur
tað
longri frammi í tíðini, at
talan verður um at byggja
nýggjan skúla og tí verður i
løtuni arbeitt vit at útvega
skúlanum høli, uttan at
byggja.
Á ein hátt skilji eg
væl Finn Helmsdal
Høgni Hoydal: Heilt ótrúligt
Tað eru ongar ætlanir um at flyta almanna- og heilsuskúlan á
Tvøroyri til Vágs. Tvørturímóti verður arbeitt við at finna
betri høli á Tvøroyri, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í
mentamálum
Tað er ikki bara Finnur Helmsdal, sum hevur brotið avtalur í
samgonguni, sigur Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldis-
floksins á tingi
Fólk væntaðu sær
verkfall. Tað vísti
bensinsølan kring
landið. Men ongin
panikkur var í
kortini. Fólk tóktust
bíða eftir
tíðindunum, áðrenn
tey fóru at hamstra
SAMRÁÐINGAR
Ingi Rasmussen
Bilurin og føroyingur eru
eitt. Og eitt gott barometur
fyri, um fólk vænta sær
verkfall,
er
sølan
av
bensini. Eftir køunum við
bensinstøðirnar at døma, so
roknaðu føroyingar við
verkfalli.
– Øll vilja koyra, og út frá
bilrøðunum, sum vit hava
havt, vænta fólk verkfall. Í
gjár vóru væl fleiri enn
vanligt, og serliga í morgun
(hósmorgunin, blðm.) hava
nógv keypt bensin frá okk-
um. Fleiri hava eisini keypt
upp í dunkar. Nógv bíða
eisini og vita,um partarnir
fara hvør til sítt. Verður
verkfall rokna vit við upp-
aftur fleiri bilum, sigur
Hanna Thomsen av Statoil-
støðini við Streymin.
Tey hava fylt sær tang-
arnar, so tey hava okkurt at
standa ímóti við. 7.000 lit-
rar av blýfríum og 4.000 av
diesel var fylt á mikudagin,
og tað skuldi rokkið til
nakrar
dagar,
heldur
Hanna.
Meira á Frælsinum
Shell-støðin á Frælsinum í
Havn hevur eisini selt
meira bensin enn vanligt.
– Hetta er ikki av tí ring-
asta, men í gjár (mikudag-
in, blðm.) seldu vit kortini
nógv meira enn vanligt.
Kanska eru tað serliga tey,
sum koyra nógv, byggifeløg
og onnur, ið leggja inn
undir seg. Vanlig fólk taka
tað meira róligt og bíða
eftir tíðindum um verkfall,
sigur Poul Hans Jacobsen
av Shell-støðini á Frælsin-
um.
Shell við Frælsið hevur
fylt sær tangarnar. 25.000
litrar av hvørjum slagi var í
hvørjum tanga og fyllast
skuldi aftur á tremur, um og
áðrenn verkfall kom. Men
tað røkkur ikki til meira
enn ein dag, sigur Poul
Hans Jacobsen. Hinvegin
klárar
Shell-støðin
við
Ringvegin tað dupulta, men
tað er so bara til tveir dagar.
Rólig í Klaksvík
Klaksvíkingar tykjast rólig-
ari enn fólk við Streymin
og í Havn.
– Kanska vit hava selt eitt
sindur meira av bensini og
diesel enn vanligt, men tað
er ongin panikkur í. Fólk
taka tað róligt, sigur Jákup
Heinesen, leiðari á Statoil-
støðini í Klaksvík.
Hann hevur sína góðu
forkláring uppá, hví fólk
ikki vænta tað stóra.
– Verður tað verkfall, so
verður tað ikki langt. Hesa-
ferð verður Havnin eisini
rakt, og so gongur tað
skjótari
at
fáa
hetta
avgreitt,
sigur
Jákup
Heinesen.
Fólk fylla sær tangarnar
Ruskið hópast upp.
Barnaansingin
steðgar. Mjólkin
gongur undan.
Fiskavirkingin
steðgar. Alivinnan
kann fáa trupulleikar
at fóðra. Eitt verkfall
kann fáa ógvusligar
avleiðingar hesaferð
og merkist hjá øllum
kring alt landið
SAMRÁÐINGAR
Ingi Rasmussen
Meðan eygnalokini hingu
meira og meira á Hotel
Føroyum, har sáttmálasam-
ráðingarnar leikaðu í, líktist
alt meira einum verkfalli.
Eitt verkfall, sum hesa-
ferð rakar allar Føroyar.
Áður hevur Føroya Arbeið-
arafelag staðið einsamalt,
og tí er Havnin sloppin
mest sum snikkaleys. Nú
standa øll arbeiðarafeløgini
saman: Føroya Arbeiðara-
felag, Klaksvíkar arbeiðs-
mannafelag, Klaksvíkar ar-
beiðskvinnufelag, Havnar
arbeiðsmannafelag
og
Havnar
arbeiðskvinnu-
felag.
Tað merkir, at tey kunnu
leggja alt landið mest sum
lamið.
Avleiðingarnar
røkka út í hvønn krók í
samfelagnum.
Rusk hópast upp
Ein trupulleiki, sum fólk
beinanvegin merkja á egn-
um kroppi, er ruskinnsavn-
ingin og -brenningin. Bæði
Kommunala brennistøðin í
Havn og IRF lata aftur í
somu løtu, sum verkfall er.
– Vit hava fyrireikað
okkum soleiðis, at vit eru
ajour. Men alt steðgar í
somu løtu verkfall er.
Ruskið verður ikki savnað
ella brent. Hesaferð rakar
verkfallið hart, og vit
kunnu rokna við, at tað
tekur dupulta tíð at koma
uppundan aftur. Verður
verkfall í eina viku, tekur
tað fjúrtan dagar hjá okkum
at
brenna.
Samstundis
krevjast eyka fólk at savna
húsarhaldsruskið inn, sigur
Jógvan Júst Justinussen,
stjóri fyri IRF.
Ansing steðgar
Barnafamiljurnar merkja
eisini skjótt, at verkfall er,
og tað krevst vælvild frá
arbeiðsplássum ella góðar
ommur, um tað skal hanga
saman.
Á øllum ansingarstovn-
um kring landið eru tað
limir í arbeiðarafeløgunum,
sum vaska, og tað verður
hildið at vera óforsvarligt,
at hava opið, tá vaskingin
steðgar.
– Eftir trimum døgum
steingir barnagarðurin, og
eftir fýra døgum steingir
vøggustovan.
Foreldrini
taka tað tungt. Tey eru ikki
óð við okkum, men tey eru
í dýrastu neyð, tí tey ikki
fáa børnini ansað. Vit
noyðast til arbeiðis kortini,
og vit fáa avgreitt ymiskt,
sum vanliga ikki er tíð til,
sigur Fríðgerð Sundskarð,
leiðari á Lítlaskógi í Havn.
Væntaðu verkfall
Framleiðsluvinnan verður
rakt alt fyri eitt. Fiskavirk-
ini í øllum landinum steðga
maskinunum og snara lyk-
ilin í somu løtu, verkfallið
verður lýst. Fiskavirkini eru
givin at keypa fisk, tí tey
roknaðu við verkfalli.
Tað hevur eisini víst seg,
at alivinnan verður hart
rakt, tá tey tímaløntu fara
heim, tí tað gongur út yvir
fóðringina.
Hana
hava
stjórar tikið sær av í neyð-
støðu, men trupulleikin er
eisini, at fóðrið ikki verður
koyrt fram. Hinvegin ljóð-
ar, at alivirki hava lagt fóð-
ur inn undir seg og klára
seg eina tíð.
Kanska vørutrot
Alt eftir, hvussu langt eitt
møguligt verkfall verður,
so kann hugsast, at ger-
andisvørur fara at ganga
undan.
Ein
trupulleiki,
sum
plagar at raka barnafamilj-
urnar, er mjólkin. Útkoyr-
ingin av mjólk heldur upp-
at, og goymslurnar hjá
handlunum eru skjótt tóm-
ar, tí mjólkin spillist.
Koyring av vøru frá
heilsølum stegðar eisini, og
tí hava handlar longu lagt
inn undir seg.
Áðrenn blaðið fór til
prentingar var kortini óvist,
um nakað verkfall fór at
vera. Partarnir vóru fram-
vegis saman á Hotel Føroy-
um, og so leingi semings-
maðurin enn helt lív í sam-
ráðingunum, var vón.
Eitt verkfall rakar meint
Samráðingarnar á Hotel
Føroyum gingu trekar
millum arbeiðsgevararnar og
arbeiðarafeløgini við
Ingeborg Vinther á odda. Tað
kundi endað við verkfalli
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4