Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 88 - 9. mai 2003 Nr. 88 - 9. mai 2003 7 Eitt útlendskt par, sum fór við bili úr Vágum til Havnar, hevði stárarbeiði burtur úr at sleppa av við gjaldið fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin TUNNILSGJALD Edvard Joensen Vágar: Eitt útlendskt par, sum um dagarnar hevur verið í Sørvági og ferðast, ætlaði sær ein túr til Havnar ein av døgunum. Sambandið er gott, so tað skuldi einki hindrað. Uttan bara tað, at tey mundu ikki sloppið at goldið fyri at koyra gjøgn- um Vágatunilin. Fólkini fóru, sum teim- um var sagt av vertum sín- um, í høgru breytina við gjaldsstøðina. Har ætlaði maðurin at gjalda við kred- ittkorti, men fann beinan- veg útav, at tað riggaði ikki, hóast automatin var har. Ein fryntligt vaktarfólk kom so og hjálpti honum at fáa ein seðil úr hesi auto- matini. Maðurin vildi fegin gjalda beinanveg, tí hann skuldi eftir ætlan heimaftur fyrsta dagin, so best var bara at fáa hetta yvirstaðið á staðnum. Men nei. Tað lat seg ikki gera. Hann fekk frá vaktar- fólkinum at vita, at hann mátti til Havnar at gjalda hetta. Tað mundi fara at vera á skrivstovuni hjá Vágatunlinum, helt hann. Men tað var nú bara tað, at skrivstovuna hjá Vága- tunlinum helt hesin út- lendingurin seg ikki til at finna soleiðis uttan nakað. Tó eftir størri dedektivar- beiði funnu hesi lóglýdnu fremmandafólkini kortini eini hús, har eitt skelti á vegginum segði, at her búði Vágatunnilin. Men her var heldur ikki bara sum at siga tað, at sleppa av við hetta góða gjaldið, tí skrivsovufólkið í húsinum vildi ikki taka ímóti hesum. Tað endaði tó við, at tey fingu tingað seg til at sleppa at gjalda, eftir sum tey nú høvdu havt hetta stríðið. Men tá goldið var, vildi fremmandamaðurin sjálv- andi hava eina kvittan. Og tað var verri, tí slíka áttu tey ikki á skrivstovuni. Skrivað varð á ein vanligan blokk, og so varð eitt foto- kopi tikið, sum maðurin fekk við sær aftur sum kvittan. Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelgnum Vága- tunlinum, sigur, at arbeitt verður framvegis við gjald- skipanini, og at útlit eru fyri, at hon heilt skjott fer at virka. Men hann ásannar, at í teimum førum, tá ein útlendingur fer gjøgnum tunnilin, er skjótt, at tað gjaldið, hann skuldi latið, kann misfarast. Fer viðkomandi ikki á posthús ella í peningastovn, áðrenn hann fer av landin- um, kann gerast trupult at finna hann aftur og fáa pengarnar innheintaðar. – Tað kann lata seg gera, men tað verður tungt, sigur hann. Og so er spurningur- in sjálvandi eisini, um tað fer at kosta meira enn sjálvt tunnilsgjaldið. Trupult at sleppa av við tunnilsgjaldið Enn ber ikki til at gjalda við korti við gjaldstøðina hjá Vágatunlinum. Tað kann gera, at pengar, sum út- lendskir bilar skuldu lagt eftir seg, verða mistir Verða maskinmeistar- arnir hjá SEV raktir av verkfalli, gongur bara ein løta, til alt landið liggur í myrkri. Eingin mot- orur sleppur at ganga mannleysur, sigur SEV stjórin SAMRÁÐINGAR Edvard Joensen Endar støðan á arbeiðs- marknaðinum við, at sátt- málin millum SEV og Maskinmeistarafelagið skal tingast umaftur, sum so í ringasta føri kann enda við verkfalli, verða motorarnir hjá SEV sløktir, áðrenn maskinmeistararnir fara heim. Og so liggur landið í myrkri. Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at motorarnir hjá SEV kunnu ikki ganga mannleysir, so tað gongur bara heilt stutt tíð, til einki ljós er í landinum. – Tað er so tað, vit høvdu at fyrihalda okkum til, tá skrivað varð undir sátt- málan, sigur SEV stjórin. Hann sigur, at hann hevði hoyrt Karsten Hansen, landsstýrismann, siga á einum fundi, at hann fór ikki at góðkenna sáttmálan. Talan var ikki um samráð- ingarfund, tí Karsten Han- sen luttók ikki í samráð- ingunum. – Karsten Hansen kendi tá ikki sáttmálan, men hevði hoyrt um lønarramm- una. Síðan hava vit um- vegis pressuna frætt, at Karsten Hansen ikki vil góðkenna sáttmálan, men hava enn einki frætt bein- leiðis frá honum, sigur Klæmint Weihe. Hann sigur, at hetta er móti vanligari mannagongd í slíkum førum. Skrivað stendur, at landsstýrið skal góðkenna broyting í galdandi reglum viðvíkj- andi normeringum og løn- um. Undir hetta verður so lønarsáttmálin flokkaður. – Vanlig mannagongd hevur verið, at vit senda sáttmálan til góðkenningar, og so kemur hann góðkend- ur aftur. Landsstýrið plagar ikki at blanda seg upp í soleiðis, sigur Klæmint Weihe. Hann undrast eisini á, at tað nú knappliga verður gjørt vart við í pressuni, at landsstýrismaðurin ikki vil góðkenna sáttmálan, sum hann fekk sendandi frá SEV longu tann 4. apríl. Klæmint Weihe sigur, at nú verður viðgjørt, hvat gerast skal. Hann hevur frætt, at Karsten Hansen hevur biðið embætisfólk síni skriva eitt bræv, sum fer at boða frá, at sáttmálin ikki verður góðkendur. Tá tað er komið, veður málið tikið upp til viðgerðar. Men verður endin í ring- asta føri tann, at maskin- meistararnir hjá SEV enda í einum verkfalli, merkjast fylgurnar beinanveg, sigur Klæmint Weihe, stjóri á SEV. – Menninir sleppa ikki av verkinum, fyrr enn sløkt er. Landið liggur myrkt við brestin Motorarnir hjá SEV sleppa ikki at ganga mannleysir. Fara maskinmeistararnir í verkfall, verða motorarnir sløktir, áðrenn menninir fara av verkinum. Og so liggur landið í myrkri Foreldur at børnum í Argja skúla halda, at umstøðurnar á skúlanum eru so vánaligar, at okkurt má gerast. Foreldrini krevja eina heildarætlan ARGJA SKÙLI Heri á Rógvi Vanliga eru tað næming- arnir, sum skulu lata síni verk inn til evsta myndug- leikan, læraran. Men hós- morgunin máttu foreldrini manna seg upp og fara á gátt hjá Jan Christiansen, borgarstjóra. Ein bólkur av foreldrum, eini átta í tali, høvdu nøkur pappír við sær til borgar- stjóran. Fyrst eitt bræv, har greitt var frá teirra ónøgd við verandi umstøður hjá børnum teirra í Argja skúla, og 221 undirskriftum. Á longum lista, har for- eldrini hava uppremsað, hvørji viðurskifti mugu betrast, stendur fyrst av øllum, at Brunaumsjón Landsins eftir at hava sýnt skúlan er komin til ta niður- støðu, at bygningarnir ikki eru í forsvarligum standi, bæði viðvíkjandi fólka- trygd og bygningunum sjálvum. Og hetta lovaði Jan Christiansen eisini, at farið varð undir at betra fyrst av øllum. – Arbeiðið er farið ígongd, lovaði Jan Christi- ansen. Tey átta foreldrini í fund- arhølunum hjá borgarstjór- anum vóru púra greið: Við- urskiftini eru alt ov vána- lig! Og kravið hjá foreldrun- um er, at ein heildarætlan verður gjørd, soleiðis at sleppast kann undan óhepnum lappaloysnum. Foreldrini meta, at vána- ligu umstøðurnar gera, at hetta gongur útyvir trivnað- in, undirvísing og innlær- ing hjá børnunum. Ikki bara eru umstøðurnar hjá børnunum vánaligar, men hetta er so sanniliga eisini galdandi fyri lærararnar og skúlaleiðsluni, meta for- eldrini. Tað er væntandi, at nógv størri trýst verður lagt á skúlan í komandi árum við enn fleiri næmingum, og tískil er neyðugt við einari varandi loysn, halda for- eldrini. Vónar Eftir at Mai Laksáfoss Simonsen hevði handað Jan Christiansen skrivið og undirskriftirnar, so greiddu foreldrini borgarstjóranum frá teirra krøvum, og borg- arstjórin segði seg ásanna, at talan er um ein trupul- leika, sum arbeitt eigur at vera við. 365 næmingar hava sína dagligu gongd í Argja skúla og so koma lærararnir aft- urat. Komandi skúlaár verður næmingatalið nakað tað sama. Mai Laksáfoss Simonsen og hinu foreldrini høvdu 221 undirskriftir við sær. Sjálv heldur Mai, at hetta er væl umboðað. – Nøkur foreldur eiga fleiri børn í skúlanum, og summi, sum ikki eru for- eldur, men vara av børnun- um, hava eisini skrivað undir, sigur Mai Laksafoss Simonsen. Hon heitti á borgarstjóran um staðiliga at syrgja fyri, at ein heildarætlan fyri Argja skúla skuldi gerast veruleiki. Jan Christiansen segði, at hann og býráðið vóru greið yvir, at illa stendur til við Argja skúla. – Argja skúli er illa sperdur, og hann er eisini raðfestur ovast í umfatandi byggiætlanini av skúlunum í kommununi, sigur Jan Christiansen. Í løtuni verður arbeitt við tveimum loysnum. Eitt er bygningurin hjá Postverki Føroya á Argjum. Hann vil Postverk Føroya fegið selja til Tórshavnar kommunu, og kommunan er sannførd, at her er talan um eina góða og skjóta loysn. Trupulleik- in er bert tann, at Postverk Føroya vil hava vinningin av søluni sjálvt, og sum er, so vil vinningurin enda í landskassanum. Tískil verður nú arbeitt við einari ætlan at leiga ein part av bygninginum hjá Postverki Føroya á Argjum, men júst hvør tann endaliga loysnin verður er óvist. Tórshavnar býráð hevur eisini á býráðsfundi sam- tykt at seta tólv milliónir av til at útbyggja Argja Skúla. Talan er um eina verkætl- an fyri 12,55 mió. og fer at merkja seks nýggjar skúla- stovur umframt onnur høli. Tríggir milliónir eru fyri- bils settar av. Ætlanin hjá Tórshavnar býráð er, at far- ast skal undir um- og nýbyggingar av skúlunum í kommununi í fíggjarárin- um 2004 serliga. Og Mai Laksáfoss Sim- onsen sigur seg trúgva tí, sum borgarstjórin førdi fram, og hon vónar inni- liga, at álvari verður av ætl- anunum, so talan ikki verð- ur bert um prát. Út av lagi Men hóast bæði nýggjar stovur og bygningurin hjá Postverkinum koma undir land, so er hetta framvegis ikki nóg gott, heldur Mai Laksáfoss Simonsen. Tað skal meira til. – Skúlin er á øllum økj- um helvtina ov lítil, sigur Mai. À langa lista yvir um- støður, sum skulu betrast, verða serstovur eisini nevndar. Hesar eru ov fáar sum er, og tær, sum eru, mugu betrast. Øv øðrum umstøðum kunnu nevnast, at skúla- stjórin ikki hevur egið kontór, har møguleiki er at práta í trúnaði. Lærararnir hava bert eitt »kopirúm« at arbeiða í. Skúlin er so illa sperdur, at allir næmingar, sum kundu hugsað sær, ikki kunna ganga í Argja skúla. Neyðugt er í fleiri førum at lata næmingarnar fara aðrastaðni. Út av lagi í Argja skúla Fólk í Kirkjubøar kommunu skulu 24. mai á fólkaatkvøðu um samalegging við Tórshavnar kommunu KOMMUNUR Heri á Rógvi Tórshavnar kommuna og Kirkjubøar kommuna, sum telir Kirkjubø og Velbastað, hava tikið eitt stórt fet nærri samanlegging. Bæði býráð- ið í Havn og bygdarráðið í Kirkjubø hava einmælt samtykt at góðkenna eitt fylgiskjal til ein sáttmála í sambandi við ætlaðu sam- anleggingina. Tað einasta, sum restar í, er, at íbúgvarnir í Kirkju- bøar kommuna góðkenna sáttmálan við at atkvøða ja 24. mai, tá fólkaatkvøða verður hildin. Eftir hetta verður sáttmálin undir- skrivaður, um svarið er ja til samanlegging. Sáttmálin inniber, at kommunurnar verða lagdar saman 1. januar 2005, men farið verður undir tætt sam- starv longu 1. januar 2004. Kommunurnar samstarva longu nógv saman sum er. Annfinn Brekkstein, borgarstjóri á Kirkjubøar kommunu, sigur, at fylgi- skjalið og sáttmálain verða borin út í hvørt hús í kommununi, og ein borg- arafundur verður hildin 20. mai í skúlanum á Velba- stað. Hann ynskir ikki at gera nakra meting um, hvat úrslitið verður, men hann og bygdarráðið eru samd um, at hetta er tann besta loysnin fyri Kirkjubøar kommunu. – Vit hava diskuterað hetta øgiliga væl, og vit eru komin til tað niðurstøðu, at tað er best fyri okkum at leggja saman. Skulu vit bjóða tær tænastur og átaka okkum tær uppgávur, ið borgarin væntar, so er tað besta eina samanlegging, sigur Annfinn Brekkstein. 226 fólk búgva í Kirkju- bøar kommunu, og fíggjar- ætlanin javnvigaði við 6,1 millión fyri 2003. Annfinn Brekkstein nevnir, at kommunan hevur tørv á at gera nógv fleiri íløgur, enn myndugleikarn- ir loyva, og hetta er ikki nøktandi í longdini. Fólkaatkvøða í Kirkjubø Mai Laksáfoss Simonsen handar her borgarstjóranum í Havn, Jan Christiansen, 221 undirskriftir við tí fyri eyga at fáa betraðar umstøðurnar í Argja skúla Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 7 6