fríggjadagur 9. mai 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 88 - 9. mai 2003
Nr. 88 - 9. mai 2003
9
Mikumorgunin fóru
arbeiðsmenn hjá
byggifelagnum MT
Højgaard undir at seta
tey fyrstu betongele-
mentini upp. Prosjekt-
leiðarin Jóannes
Niclassen vónar, at
verkfall ikki fer at
órógva tíðarætlanina
BYGGING
Stefan í Skorini
Nýggi bygningurin hjá
Føroya Tele skal standa
innilokaður áðrenn veturin
kemur. Í hesum døgum
verða tey fyrstu elementini,
sum
komu
til
landið
mánadagin, sett upp.
– Ætlanin er, at øll tann
niðasta hæddin skal vera
monterað og dekk lagt á í
hesum umfarinum, sigur
Jóannes Niclassen.
Hann sigur, at tað gongur
við rúkandi ferð, at fáa
bygningin settan upp. Ele-
mentini koma í heilum líki
úr Hobro í Danmark. Við at
nýta hendan háttin ístaðin-
fyri at stoypa her, spara tey
nógva tíð.
Gólvið kom til landið við
Claire í dag, og tað skuldi
leggjast onkran av komandi
døgunum.
Stúra fyri verkfalli
Í skrivandi løtu verður
framvegis samráðst á Hotel
Føroyum, og tí var ikki
greitt, um arbeiðarafeløgini
fóru í verkfall. Men hetta er
sjálvandi
nakað,
sum
byggifelagið hevur í huga.
– Tað hevði verið ómeta-
liga keðiligt, um øll okkara
planlegging, sum vit hava
lagt til rættis gjøgnum allan
veturin, fór fyri skeyti vegna
verkfall, sigur Jóannes Nicl-
assen, men hann leggur
afturat, at hetta eru viður-
skifti, sum hann ikki kann
ávirka, og tí nyttar lítið at
hugsa ov nógv um hetta.
Teir arbeiða ógvuliga de-
taljerað og planleggja alla-
tíðina, hvussu byggingin
skal fara fram, og tann
planleggingin
fer
fyri
bakka, um verkfallið gerst
veruleiki.
Bygningurin kostar til-
samans 93 milliónir krónur
og skal vera liðugur í okto-
ber 2004. Talan er um
tríggjar hæddir, sum telja
6606 fermetrar.
Til ber at fylgja gongdini
á einum vevkamera, sum
liggur inni á www.oli-
vant.fo.
Føroya Tele bygningurin:
Tey fyrstu elementini sett upp
Arbeiðsmenn eru nú farnir í gongd við at seta bygningin hjá Føroya Tele upp, og tey fyrstu
elementini vórðu sett upp mikudagin
Mynd0: Jens Kr. Vang
Sinnisbati frøist:
Psykiatriska deild steingir neyvan í summar
– Vit hava fingið
upplýst, at psykiatr-
iska deild ikki letur
aftur í summar, sigur
Svenning av Lofti,
formaður í Sinnisbata
PSYKIATRISKA DEILD
Stefan í Skorini
Seinastu árini hevur felagið
Sinnisbati gjørt vart við
sína ónøgd við, at psykiatr-
iska deild letur aftur um
summarið. Sjúklingar eru
fluttir á aðrar deildir, og
nakrir eru farnir heim til
familjuna.
Felagið hevur á hvørjum
ári víst á, at hetta ikki kann
góðtakast og hevur heitt á
landsins myndugleikar um
at fáa hetta í rættlag. Nú
tykist sum um, at myndug-
leikarnir hava tikið atfinn-
ingarnar til eftirtektar.
Gleðiboð
– Í sambandi við psykiatr-
isku deild hava vit fingið
tey gleðiboð, at talan helst
ikki verður um at steingja
deildina í summar, sigur
Svenning av Lofti, sum
varð afturvaldur til for-
mann
á
aðalfundinum
leygardagin.
– Vit hava gjørt vart við
henda trupulleika í fleiri ár,
og tað sær nú út til, at tað
hevur borið ávøkst, sigur
hann.
Hann vísir á, at sjúkling-
arnir hava verið tiknir úr
teirra dagliga umhvørvi, og
at hetta órógvar sjúklingar,
sum frammanundan eru
viðbreknir.
Seinasta leygardag hevði
Sinnisbati ársaðalfund, og
við hesum framstiginum
kann sigast, at eitt av teim-
um stóru málunum er
rokkið. Tó vísir felagið á
fleiri onnur viðurskifti, sum
skulu betrast framyvir.
Formaðurin vísir m.a. á,
at umstøðurnar á psykiatr-
isku deild mugu betrast.
Eitt nú er tað alneyðugt, at
sjúklingarnir fáa hvør sítt
kamar, og tey ikki liggja
fleiri inni í sama rúmi.
– Fyri fleiri er psykiatr-
iska deild tað einasta heim-
ið, tey hava, tí er tað sera
umráðandi fyri teirra væl-
ferð, at tey hava góðar um-
støður. Tað kann vera sera
tyngjandi fyri sjúklingar, at
fleiri búgva saman, sigur
Svenning av Lofti.
Sosialurin royndi at fáa
eina viðmerking frá Bill
Justinussen
viðvíkjandi
psykiatrisku deild fyri at
vátta tíðindini, men hann
var tíverri ikki at hitta.
Team 85 ímóti Tjóðveldinum:
Nýggjur
rættarfundur
ásettur
RÆTTARMÁL
Stefan í Skorini
Trætan millum Team 85
og Tjóðveldisflokkin við-
víkjandi rokningini fyri
valkampagnuna fyri ein-
um ári síðani er als ikki
klár til dómsviðgerð enn,
og nýggjur fundur er
ásettur.
Sorinskrivarin Jørgen
B. Petersen upplýsir, at
partarnir enn bara leggja
ymisk skjøl á borðið og
skifta orð um málið, og at
tað enn ikki er búgvið til
dómsviðgerð. Hann sigur,
at nýggjur fundur er
ásettur um einar fýra
vikur.
Team 85 hevur stevnt
flokkinum, tí hann ikki vil
rinda ta upphædd, sum
lýsingarfyritøkan krevur.
Flokkurin vil vera við, at
alt teirra valstríð minkaði
í virði eftir ta nógv um-
stríddu lýsingina, sum
stóð í Sosialinum dagin
fyri valið.
Svenning av Lofti varð
leygardagin afturvaldur sum
formaður á Sinnisbata.
Hann fegnast um, at talan
neyvan verður um at steingja
psykiatrisku deild í summar
Mynd: Jens Kr. Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
9. mai. Kaspar. Ein av teimum trimum heilagu kong-
unum. Føroyska navnið er Jaspur, týdningurin er ókendur.
Karl A. Thomsen
fyrstilærari í Gøtu
Frá 1. august 2003 er Karl
A. Thomsen settur sum
fyrstilærari í Gøtu Skúla.
Karl er 53 ára gamal, sonur
Magdu, f. Reinert, úr Kald-
bak og Per Martin Thom-
sen í Syðrugøtu. Hann er
giftur við Annu, f. Simon-
sen, úr Vestmanna. Karl tók
læraraprógv
á
Føroya
Læraraskúka í 1974 og var
lærari í Eysturskúlanum frá
1974-75 og í Gøtu Skúla
síðan 1975. Hann hevur
verið til ymisk skeið, ser-
liga í føroyskum, enskum,
lívfrøði og landalæru. Karl
sat í skúlaráðnum í Gøtu
frá 1981-84 og í bygda-
ráðnum frá 1985-88.
Eyðbjørn Hansen
60 ár
Mikudagin 7. mai fylti
Eyðbjørn Hansen í Havn
60 ár. Eyðbjørn er føddur
og uppvaksin í Havn, sonur
Borghild, f. Niclasen, ættað
úr Sørvági, og Hans M.
Hansen úr Havn. Eftir
lokna skúlagongd fór hann
í læru sum maskinsmiður.
Hann lærdi hjá Wenzel
Petersen og varð útlærdur í
1962. Eftir at hann var út-
lærdur, arbeiddi hann á
bilverkstaðnum hjá Wenzel
Petersen og koyrdi hýru-
vogn eina tíð. Síðst í 60-un-
um byrjaði hann við egnum
bilverkstaði í Djóna í
Geilsgøtu. Í 1973/74 flutti
verkstaðurin niðan á Varða-
gøtu. Síðan 1986 hevur
hann havt umboð fyri ja-
pansku Suzuki bilarnar.
Eybjørn giftist í 1967 við
Annie, f. Djurhuus, úr
Kollafirði, dóttir Signhild,
f. Hansen, úr Leynum, og
Poul Jacob Djurhuus, úr
Kollafirði. Annie og Eyð-
bjørn eiga børnini: Jórun,
Durið, Borghild og Kjart-
an.
Eyðbjørg Kass
20 ár í Norður-
landahúsinum
18. apríl hevði Eyðbjørg
Fonsdal Kass arbeitt 20 ár í
Norðurlandahúsinum. Hon
byrjaði góðar tvær vikur
áðrenn húsið lat upp 8. mai
1983. Eyðbjørg, f. Fonsdal,
er ættað úr Vestmanna.
Sum ung fór hon til Dan-
markar á handilsskúla. Lið-
ug við skúlan hevði hon
skrivstovustarv á Hotel
Strand í Gilleleje. Tá hon
flutti heim aftur til Føroya,
arbeiddi hon í trý ár á
skrivstovuni á Bacalao í
Havn, har sum Fiskavirking
er í dag. Eyðbjørg er gift
við Ernst Kass, av Strond-
um, og tey búgva í Havn.
Tey eiga trýggjar synir:
Hans, Birgir og Jákup
Sverri. Meðan børnini vóru
smá arbeiddi Eyðbjørg
heima í eini átta ár. Seinni
arbeiddi hon sum avloysari
á skrivstovuni á Støðisút-
búgvingini og á Fróðskap-
arsetrinum.
Hon
hevði
skrivstovustarv á Forn-
minnissavninum,
áðrenn
hon byrjaði í Norðurlanda-
húsinum í 1983. Hon ar-
beiðir á skrivstovuni í
Norðurlandahúsinum
og
hevur ymiskar uppgávur
sum t.d. ábyrgdina av
billettavgreiðsluni og er við
til at samskipa tiltøk í hús-
inum.
Birgit Arge stjóri
í Hoyvíkar Skúla
Frá 1. august 2003 er Birgit
Arge í Havn sett sum
skúlastjóri
í
Hoyvíkar
Skúla. Birgit er 51 ára
gomul,
dóttir
Birthe
Helene, f. Egholm, og
Niels L. Arge, bæði úr
Havn. Hon tók læraraprógv
á Jonstrup Statsseminarium
í 1978. Síðan 1982 hevur
hon verið lærari við Hoy-
víkar Skúla, har hon bleiv
varaskúlastjóri í 1997. Hon
hevur verið til ymisk skeið,
sum serliga kunnu nýtast í
undirvísingini í føroyskum.
Birgit hevur skrivað ung-
dómsbókina Sundur og
Saman í 1997 og saman við
Lydiu Didriksen bøkurnar
Kom og skriva 1 í 1996 og
Kom og skriva 2 í 1997.
C
M
Y
K
9
8