fríggjadagur 9. mai 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 88 - 9. mai 2003
Nr. 88 - 9. mai 2003
11
Tað vísir seg, at hvørja ferð okkurt er á vási við teimum
landsstýrisfólkum, ið leiðsla Tjóðveldisfloksins hevur út-
nevnt, so fáa fjølmiðlarnir ábreiðslur fyri at fokusera uppá
persónsmál.
Formaður Tjóðveldisfloksins skal hava púra rætt í, at per-
sónsmál ikki eiga at fylla dagskránna, tá um føroyskar
politikarar ræður.
Hvat er eitt persónsmál? Um onkur politikari til dømis
hevur onkran fult lógligan, men kanska eitt sindur óhepn-
an óvana, ið hann dyrkar í síni frítíð, so er talan um eitt
persónsmál, ið sjálvandi ikki skal fylla miðlarnar. Um
onkur politikari í síni frítíð ella í sínum borgarliga starvi
ger okkurt óheppið, ið einki hevur við politska arbeiðið at
gera, men ikki er kriminelt, so er eisini talan um persóns-
mál, ið sjálvandi ikki skulu fylla miðlarnar ella blandast
uppí politisk mál.
Verður ein politikari ákærdur eftir revsilógini, so er talan
um ein politiskan trúvirðistrupulleika og ikki persónsmál.
Um ein politikari ber seg skeivt at í starvsetanarmálum,
sum til dømis Annlis Bjarkhamar gjørdi, ella sigur ósatt
alment og tveitur fólk út av fundum, sum eitt nú Tórbjørn
Jacobsen gjørdi, so er ikki talan um persónsmál, men um
ein trupulleika hjá viðkomandi politikara og teimum, ið
hann samstarvar við og flokkin, ið viðkomandi umboðar.
Um ein landsstýrismaður í sínum starvsdegi hóttir fólk
ella tíggjar sær illa yvirfyri starvsfólki, so er talan ikki um
eitt persónsmál. Ein landsstýrismaður hevur stórt vald, og
umráðandi er, at borgarar kunnu kenna seg tryggar við
hetta. Malplaserað skemt ella hóttanir hoyra ikki heima í
starvsdegnum hjá einum landstýrismanni. Hvussu lands-
stýrismaðurin skemtar í frítíðini heima hjá sær sjálvum er
sjálvsagt ikki eitt mál, ið fjølmiðlarnir skulu befatta seg
við, men um tingmenn og onnur kenna seg hótt, so er talan
um eitt mál, ið eigur at takast upp politiskt.
Formaður Tjóðveldisfloksins hevur aftur púra beint, tá
hann sigur, at avrik og ikki persónsmál eiga at verða tað,
ið ein flokkur skal dømast eftir. Avrik á sjálvstýrisleið
hava ikki verið nógv, hóast gangur hevur verið nógvur.
Tað má hinvegin sigast at verða eitt avrik í sær sjálvum, at
fleiri av landsstýrisfólkunum, ið eru útnevnd í formans-
tíðini hjá núverandi formanni Tjóðveldisfloksins, eru
farin frá av at hava framt mistøk í sínum landsstýrissessi.
Eisini er tað merkisvert í sær sjálvum, at man tvíheldur
um tey, ið hava framt mistøk, men tveitti Signar á Brúnni,
ið einki skeivt hevði gjørt, til hús.
Tjóðveldisfólk eru ikki øll líka fegin um landsstýrisfólkið,
ið Tjóðveldisleiðslan hevur valt seinastu árini. Tosið hjá
Høgna Hoydal, um at fjølmiðlarnir fokusera uppá per-
sónsmál í samband við atburðin hjá Pálli á Reynatúgvu,
ljóðar heldur tómligt, eftir at ikki bara eitt, men tvey
landsstýrisfólk hjá Tjóðveldisflokkinum, Torbjørn Jacob-
sen og Annlis Bjarkhamar, noyddust frá, ikki av persóns-
málum, men av skeivum atburði í sínum sessi. Hvussu er
við dømikraftini hjá leiðslu Tjóðveldisfloksins?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Persónsmál?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Føroya Javnaðar-
flokkur
starvsnevndin
Tað er uppílegging á ar-
beiðsgevarasíðu, tá Karst-
en Hansen, landsstýris-
maður í fíggjarmálum, nú
kennir tað sum sína
skyldu at boða frá, at
hann ætlar sær at ógylda
undirskrivaðan sáttmála
millum maskinmeistara-
felagið og SEV.
Meðan øll arbeiðarafeløg-
ini í landinum og arbeiðs-
gevarafelagið
sita
hjá
semingsstovninum
og
royna at finna semju um
ein nýggjan sáttmála, kem-
ur
landsstýrimaðurin
í
fíggjarmálum nú sum ketta
upp úr høvdatrogi og boðar
frá, at hann ætlar at ógylda
ein sáttmála, sum Maskin-
meistarafelagið og SEV
longu hava undirskrivað.
Við hesum leggur lands-
stýrismaðurin seg beinleið-
is uppí samráðingarnar og
stuðlar arbeiðsgevara-síð-
uni. Tí sjálvandi eru aðrir
sáttmálar, sum júst eru
gjørdir, partur av samráð-
ingunum. Ikki minst Karst-
en Hansen hevur so mang-
an lagt dent á, at tá ein sátt-
máli er gjørdur, er støðið
lagt.
Arbeiðarafeløgini
hava heldur ikki dult, at
sáttmálin millum maskin-
meistarafelagið og SEV
hevur ávirkað lønarkravið
til hesar sáttmálasamráð-
ingar.
Bluffar Karsten?
Maskinmeistararnir
hjá
SEV hava longu fingið út-
gjøld eftir nýggja sáttmál-
anum, uttan at landsstýris-
maðurin hevur lagt seg út í
tað. Men knappliga – beint
tá semingsroyndirnar skulu
byrja – ger landsstýrismað-
urin vart við seg. Og hann
ger vart við seg í fjølmiðl-
unum. Onki hevur verið at
hoyrt um at landsstýris-
maðurin hevur tikið stig
ímóti SEV, fyri at forða fyri
at sáttmálin fer at virka.
Tað kann verða, at lands-
stýrismaðurin, áðrenn sátt-
málin bleiv gjørdur, hevur
sagt SEV frá, at hann ikki
tekur undir við semjuni,
men enn hevur hann so
onki ítøkiligt gjørt.
Tað er eisini ilt at síggja,
hvussu landsstýrismaðurin
nú skal kunna ógylda und-
irskrivaða sáttmálan, uttan
at tað fær álvarsligar av-
leiðingar fyri allan arbeiðs-
marknaðin og komandi
samráðingar.
Men tó fer hann í fjøl-
miðlarnar við síni fráboð-
an. Vit ivast ikki í, at henda
kunngerð frá landsstýris-
manninum bert hevur til
endamáls at stuðla arbeiðs-
gevarsíðuni í sáttmálasam-
ráðingunum. Landsstýrið
hevur havt ríkiligar stundir
at taka stig ímóti SEV,
áðrenn semingsstovnurin
kom uppí samráðingarnar,
Júst nú, tá støðan er so við-
brekin, átti landsstýrið at
tagt.
Javnaðarflokkurin
mælir landsstýrinum til at
halda fingrarnar burtur og
virða rættin hjá arbeið-
arafeløgunum, at samráða
seg til ein góðan sáttmála.
TÍÐINDASKRIV
Býráðið lýsir einaferð um
árið, nær stuðul verður latin
úr grunninum til frama fyri
samstarvi og fatan millum
borgararnar og kommunu-
stýrini í Nuuk, Reykjavík
og Tórshavn.
Endamálið við grunnin-
um er at veita fíggjarligan
styrk til tiltøk ella starv-
semi, ið kunnu menna sam-
starvið millum kommun-
urnar.
Stuðul uppá umleið kr.
300.000,00 kann verða
latin einaferð um árið, og
kommunurnar taka á fe-
lagsfundi avgerð um, hvør
skal hava hann.
Í ár verður fundurin í juni
mánað í Reykjavík.
Í 2002 vóru seks um-
sóknir úr Tórshavn, fýra úr
Nuuk og níggju úr Reykja-
víkar, og fingu hesi stuðul
úr grunninum:
3a á Argja skúla fekk kr.
10.000,00 til Íslandsferð í
sambandi við verkætlan.
Føroya Handilsskúla fekk
kr. 25.000,00 til ferðaút-
reiðslur til Nuuk í sam-
bandi við verkætlan.
Katrin G. Isfeld, lærara-
lesandi, fekk kr. 10.000,00
í sambandi við starvs-
venjing í Grønlandi.
Hondbóltssambandið Før-
oya fekk kr. 10.000,00 til
venjingarlegu í Reykjavík
hjá
A-landsliðnum
hjá
monnum.
"Katuaq"
grønlendska
mentunarhúsið fekk kr.
33.800,00 til felags verk-
ætlan um Grønland-Ísland-
Føroyar "På godt og ondt".
Dúi J. Landmark fekk kr.
56.000,00 til dokumentar-
filmin "Et løb imod nord".
Reynir Adólfsson fekk kr.
22.000,00 til hondverkara-
framsýningina "Vestnorden
Craft Show".
Gunnar þorláksson fekk kr.
22.000,00
til
"Nordisk
glæde-Ny livsstil".
Grunnurin Nuuk-Reykjavík-Tórshavn
Viðmerking frá Javnaðarflokkinum um sáttmálasamráðingarnar:
Karsten millum partarnar?
TÍÐINDASKRIV
Hevur tú verið í Myki-
nesi og/ella til Føroysk
kvøld á Hotel Vágum?
Hevur tú sæð Enniberg?
Kennir tú Havnina? - og
hvat við at ríða til Leyn-
ar? Ella hvat við einum
kampingtúri á Munkin-
um?
Hesar og fleiri aðrir
spurningar verða settir í
faldaranum sum Ferða-
ráð Føroya hevur borið út
til øll húski í landinum.
Hetta er ein roynd at
vekja hugin hjá føroying-
um at ferðast í egnum
landi. Tað er ikki neyðugt
at fara uttanlands fyri at
uppliva nakað. Í Føroy-
um er nógv spennandi
tilboð - tú kanst gista á
hotelli, í summarhúsi,
fara bátaferðir, gongu-
ferðir ella vitja søvn.
Hetta er eins spennandi
og tó nógv bíligari enn at
fara uttanlanda.
Sum liður í herðferðini
at fáa føroyingar at ferð-
ast í Føroyum skipar
Ferðaráðið saman við
øðrum fyri stórum tiltaki
á torginum í SMS frá
hósdegnum 8. til leygar-
dagin 10. mei. Her kanst
tú kunna teg um allar teir
møguleikar tú hevur sum
ferðamaður í Føroyum.
Umboð fyri økisferða-
vinnufeløgini (Kunning-
arstovunar) kring landi
verða saman við okkum
á torginum.
Norðoya Kunningar-
stova á torginum hósdag
og fríggjadag, Eysturoyar
Kunningarstova fríggja-
dagin, Kunningarstovan í
Havn hósdag og leygar-
dag, Vága Kunningar-
stova
fríggjadagin,
Sandoyar
Kunningar-
stova
leygardagin,
Kunningarstovan Suður-
oy hósdagin.
Harumframt
verður
høvið at síggja frumsnið
av nýggju skeltunum, og
at tosa við Tórálv Weihe,
ið hevur staðið fyri skelt-
is-verkætlanini.
Vit vóna at síggja tykk-
um til ferðavinnu tiltakið
í SMS. Um tit ynskja
fleiri upplýsingar ella at
gera avtalu vinarliga seti
tykkum ísamband við
Hildur Durhuus,
hildur@tourist.fo ella tel.
31 60 55.
Ferðist í Føroyum
Sonja F. Mørkøre
Eg sat her á flatlondum og
fylgdi valinum um komm-
unusamanlegging í Sunda-
lagnum. Sjálvt um eg ikki
havi havt bústað í Hósvík í
nógv ár, havi eg tó mínar
røtur í Hósvík og fylgi við
áhuga tí, ið hendir í heim-
bygd míni. Eg var fyri at
siga tað pent sjokerað yvir
úrslitið: NEI. Sum tann
einasta kommunan, var tað
Hósvíkin, sum segði nei.
Sig mær hvat í allari víðu
verð hugsa tit fyri tykkum?
Ella rættari spurt: hugsa tit?
Hvussu ætla tit at klára
tykkum sum ein lítil "Palle
alene i verden" uttan fyri
alt og øll? Hvat við útbygg-
ing av skúlanum, betran av
ansingarplássum til børnini
os.fr. Halda tit virkuliga, at
tit klára alt uttan samstarv
við hinar kommurnar? Tit
mugu rokna við, at hinar
kommunurnar
ikki
eru
sinnaðar í at hava tað stóra
samtarvið við tykkum, tá tit
nú hava meldað tykkum úr
felagsskapinum.
Tað hevur verið attraktivt
hjá barnafamiljum at flyta
til Hósvíkar, tí bygdin
liggur so centralt, og tað er
skjótt at koyra til Havnar.
Hvør tímir nú at flyta til
eina bygd, sum siglir sín
egna sjógv og sum hevur
stórar
uppgávur
fyri
framman? Dagrøktin klárar
illa at fylgja við barna-
vøkstrinum, skúlin nøktar
ikki nútíðarinnar tørv, og
nógv eru børnini undir
skúlaaldur. Hvat nú um/tá
eldraøkið verður lagt út á
kommunurnar? Hvar fáa tit
pengarnar frá?
Tað ringasta av øllum er,
at eg trúgvi ikki, at tit, sum
hava atkvøtt nei, hava hugs-
að framm í tíðina. Ístaðin
hava tit hugt aftur í tíðina
og lurta eftir teimum gomlu
negativu og ókonstruktivu
bygdarfólkunum, sum liva í
1950’unum (ella nær tað
var), tá Hósvíkin sleit seg
leysa frá Hvalvíkini. Hetta
gamla bygdaklandrið sum
eg og onnur við mær bara
hava grinið at. Eg trúði
also, at hetta bygdarsliga
snævurskygni var farið í
ommu sína, men tað sær
ikki soleiðis út.
Summi vilja verða við at
Hósvíkin er Føroya nalvi, tí
hon liggur so centralt. Sum
úrslitið hevur víst seg í
kvøld, kann eg ikki lata
verða við at hugsa um
barnabókina "nalvi framm-
an, prumpur aftan". Við at
seta nei á atkvøðingar-
seðlin hava nei-sigaranir
kúvent frá at verða ein
centralur nalvi til at vera
ein prumpur aftan. Eitt lítið
hol, ið liggur goymt og
krógvað einsamalt í tí
svarta myrkrinum.
Hósvíkingar hava ofta
borið orð fyri at vera tvørir,
hesum brekinum kann eg
sjálv ikki fullkomiliga siga
meg fría fyri at hava; men
at meirlutin av hósvíking-
um eisini stóðu so aftarliga
í køini, tá Várharra lutaði út
vit og skil, sum úrslitið í
kvøld vísti, visti eg ikki.
Nú er ikki nógv at siga NI fyri
Til:
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar
Arbeiðsmannafelag,
Havnar
Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag
Undirritaði váttar hervið, at
Sjálvstýrisflokkurin hevur
móttikið
mótmælisskriv
tykkara dagfest 6/5-2003.
Kartin Hansen lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
skal eftir galdandi lógum
og viðtøkum góðkenna
sáttmálan millum SEV og
Maskinmeistarafelagið.
Sambært tíðindunum í
Útvarp Føroya í morgun
sigur John Danielsen, at
landsstýrismaðurin hevði
boðað leiðsluni í SEV frá,
at sáttmálin ikki fór at
verða góðkendur. Hóast
hesa fráboðan bleiv sátt-
málin undirskrivaður.
Eftir tí sum fram er kom-
ið, eru lønarkrøvini sum
fakfeløgini
hava
sett,
grundað í lønarhækkingini
í
áðurnevnda
sáttmála.
Undirritaði má geva fakfe-
løgunum rætt í tí, at tað er
sera óheppið at politiska
fráboðanin
ikki
kemur
alment fram fyrr enn nú.
Sjálvstýrisflokkurin
ynskir ikki at gerast partur í
sáttmálatrætu á arbeiðs-
marknaðinum nevnliga tí,
at tað í demokratiskum
londum er ein grundleggj-
andi rættur hjá fakfeløgun-
um, frítt at samráðast um
setanar og lønarviðurskift-
ini hjá limunum í feløgun-
um.
Arbeiðarafeløgini
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
skulu uttan politiska uppí-
legging
samráðast
og
undirskriva ein sáttmála,
sum báðir partar kunnu liva
við.
Hetta ynskir og virðir
Sjálvstýrisflokkurin.
Vinarlig heilsan
f/ Sjálvstýrisflokkin
Kári P. Højgaard,
formaður
VIÐMERKINGAR
Sjálvstýrisflokkurin og sáttmálasamráðingar
C
M
Y
K
11
10