fríggjadagur 9. mai 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 88 - 9. mai 2003
Nr. 88 - 9. mai 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Kyksilvur kann steðga
hvalaveiði
Mánadagin kunnu norskir hvalabátar fara undir at
veiða ta árligu hvalakvotuna, men sama dag skulu
heilsumyndugleikarnir taka støðu til, um tað yvirhøvur
er heilsuliga ráðiligt at eta hvalatvøst.
Norsku vísindafólkini hava longu staðfest, at so nógv
eitrandi evni eru í spiki, at tað er ikki egnað til manna-
føði. Janneche Utne Skåre, professari sigur, at fólk eiga
ikki at eta meiri enn tíggju gram av spiki um vikuna, og
børn og kvinnur, sum eru við barn, eiga als ikki at eta
spik, sigur hon.
Tað eru eitrandi evni sum PCB, sum gera, at vísinda-
fólkini mæla fólki frá at eta spik. Í tvøstinum er tað
harafturímóti kyksilvur, sum er tann stóri vandin. Í fjør
tóku heilsumyndugleikarnir royndir av hvalatvøsti, og
tað er úrslitið av hesum kanningum, sum nú skal
leggjast fyri myndugleikarnar.
Leita í Evropa
Amerikanarar hava illgruna um, at fleiri av fyrrverandi
leiðarunum í Irak eru flýddir til Vesturevropa.
Amerikanska blaðið Washington Times skrivaði fyrr
í vikuni, at fleiri av teimum iraksku leiðarunum gøvdu
fingið franskt pass frá fronsku sendistovuni í Sýria-
landi. Passið gevur fólki innferðarloyvi til ES-londini.
Fronsku myndugleikarnir hava avsannað, at teir hava
latið irakum pass, men kortini er CIA farið undir at
leita í Vesturevropa. Keldur í Washington siga, at CIA
hevur illgruna um, at nakrir av teimum týdningarmestu
leiðarunum í Irak eru flýddir hendanvegin.
Amerikanararnir siga, at teir vilja hava fatur á 55
fyrrverandi irakskum politikarum og embætisfólkum,
men enn hava teir bara funnið 19 teirra.
Skráseta skip í Mongolia
Mongolia hevur onga strond og tískil heldur onga havn.
Ikki ein einasti metur av landsins 8.000 kilometra langa
marki liggur við sjógvin, og lægsta staðið í landinum er
eisini 518 metrar yvir havinum.
Kortini er Mongolia í ferð við at gerast ein sjó-
ferðslutjóð. Myndugleikarnir eru komnir eftir, at tað
ber til at útvega ríkiskassanum útlendskt gjaldoyra við
at lata útlendsk reiðarí skráseta síni skip har og at lata
skipini sigla undir mongolskum flaggi.
Hetta hevur eisini víst seg at hava áhuga, tí sambært
myndugleikunum eru umleið 20 útlendsk skip á veg
undir mongolskt flagg. Higartil eru tað yvirhøvur russ-
isk skip, sum fara undir tað mongolska flaggið, men
myndugleikarnir ætla sær eisini at fáa fatur á øðrum
skipum, og teir hava tí latið upp eina serliga skráseting-
arskrivstovu í Singapore.
Møtir týðandi monnum
Norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, fær
nakrar strævnar dagar seinni í mánaðinum.
Í døgunum frá 15. til 19. mai skal hann hitta bretska
forsætisráðharran, Tony Blair, amerikanska forsetan,
George W. Bush, og franska forsætisráðharran, Jean-
Pierre Raffarin. Umframt Bush skal hann eisini tosa
við amerikanska varaforsetan, Dick Cheney.
Forsætismálaráðið í Oslo sigur, at Bondevik fer at
tosa við teir fýra um sambandið millum USA og
Evropa eftir kríggið í Irak, og endurbyggingararbeiðið
í Irak er eisini eitt av málunum á dagsskránni. Roynd-
irnar at fáa ferð á friðartilgongdina millum ísraelsmenn
og palestinar verða eisini umrøddar á fundunum.
Leitingarvirksemið á
norska landgrunn-
inum er minkað nógv
seinastu árini, hóast
oljuprísurin er góður.
OLJUVINNA
Árni Joensen
Virksemið á norska land-
grunninum er nú so lítið, at
tosað verður um beinleiðis
kreppu. Víst verður á, at í
2000 vóru 24 pallar virknir
á landgrunninum, nú eru
teir bara 11 í tali og næsta
ár ætlandi bara seks.
Stjórin í stóra frálanda-
vinnufelagnum Smedvig,
Kjell E. Jacobsen, sigur tað
vera søguligt, at virksemið
er so lítið, samstundis sum
oljuprísurin er so góður.
Hetta hevur eisini havt
stóra ávirkan. Fyri trimum
árum síðani arbeiddu 6.300
fólk á norsku pallunum,
men í dag er talið bara
3.100. Kjell E. Jacobsen
sigur, at norski oljuídnað-
urin stendur seg ikki í
kappingini við teir út-
lendsku kappingarneytar-
nar, tí rakstrarútreiðslurnar
eru ov stórar. Hann nevnir
millum annað, at á norsku
pallunum arbeiða fólk tvær
vikur og hava síðani frí í
fýra vikur. Men her er lítil
vón um nakra broyting, tí
fakfeløgini hjá teimum,
sum arbeiða á pallunum,
hava gjørt greitt, at tey fara
ikki at góðtaka nakað, sum
ger arbeiðsviðurskiftini hjá
limunum verri.
Hóast oljuprísurin hevur
verið góður, vórðu fáar
nýggjar olju- og gassleiðir
funnar í 2001 og í fjør, men
oljufeløgini eru nú til reiðar
at váða meiri í royndunum
at finna nýggjar leiðir. Men
fyritreytin er, at tey hava so
mikið meiri eftir av vinn-
inginum, og tí heldur stjór-
in í Norsk Hydro, Tore Tor-
vund, at tað almenna eigur
at lækka skattin hjá feløg-
unum, finna tey nýggjar
leiðir.
Kreppa á norska
landgrunninum
Virksemið á norska landgrunninum er minkað so nógv, at talið á teimum, sum arbeiða á pallunum, er minkað eina helvt
Amerikanskir hermenn
fáa ikki skjól í Danmark
32 lond hava higartil
játtað at geva amerik-
anskum borgarum
skjól, verða teir
skuldsettir fyri krígs-
brotsverk. Danmark
sigur nei.
KRÍGSBROTSVERK
Árni Joensen
USA hevur hermenn í fleiri
londum, og amerikanska
stjórnin ber ótta fyri, at
lond, sum eru fíggindaliga
sinnað ímóti USA, fara at
nýta nýggja krígsbrots-
mannadómstólin í Haag
sum eitt politiskt amboð
við at flýggja honum amer-
ikanskar hermenn til rætt-
arsókn. Tí hevur stjórnin í
Washington roynt at fáa
lond at vátta, at tey fara at
verja hermenninar, og hig-
artil hava 32 lond gjørt tí-
líkar sátttmálar við amerik-
ansku stjórnina.
Noreg fekk herfyri eina
slíka áheitan úr USA, men
vísti henni aftur, og nú ger
Danmark tað sama. Anders
Fogh Rasmussen, forsætis-
ráðharri, er boðin til Wash-
ington, tí George W. Bush,
forseti
ætlar
at
takka
donsku stjórnini fyri stuð-
ulin til kríggið í Irak. Men
samstundis ætlar hann at
tosa við forsætisráðharran
um krígsbrotsmannadóm-
stólin.
Men danska støðan er
greið. Per Stig Møller,
uttanríkisráðharri, sigur, at
Danmark styðjar arbeiðið
hjá dómstólinum, og at
danska stjórnin virkar fyri,
at øll lond gera tað sama.
Amerikanska
stjórnin
hevur boðað frá, at USA fer
ikki at senda hermenn til
friðarvarðveitandi uppgávur
uttan so, at hermenninir fáa
trygd fyri, at teir verða ikki
flýggjaðir dómstólinum til
rættarsókn. Síðsta summar
eydnaðist tað USA at fáa
eina slíka trygd, men tann
avtalan fer úr gildi í
summar, og tey flestu
evropeisku londini hava
boðað frá, at tey fara ikki at
endurnýggja avtaluna.
Fyrrverandi amerikanski
forsetin, Bill Clinton, góð-
kendi
krígsbrotsmanna-
dómstólin, men Bush setti
góðkenningina úr gildi, tá
hann tók við.
Týsdagin fylti bretski
forsætisráðharrin,
Tony Blair, 50. Ofta
verður sagt, at menn
tá koma í kreppu,
men soleiðis er ikki
við Blair. Tvørtur-
ímóti er tann eyð-
mjúki almenni tænar-
in vorðin ein sterkur
heimsleiðari.
BLAIR FIMTI
Árni Joensen
- Eg eri til reiðar at møta
mínum skapara og at standa
til svars fyri tey, sum hava
latið lív orsakað av mínum
avgerðum.
Soleiðis tosar maðurin,
sum gjørdi av at koyra
Bretland í kríggj við Irak.
Frammanundan hevði hann
hugsað seg væl og virðiliga
um, men avgerðina tók
hann, tí hann hevði eina
næstan halga sannføring
um, at hann gjørdi tað, sum
rætt var. Hann tók avgerð-
ina, sjálvt um tann minni
parturin av veljarunum
vóru líka sannførd um, at
tað var skeivt at fara í
kríggj saman við USA
uttan góðkenning frá ST, og
sjálvt um meiri enn ein
millión fólk savnaðust í
gøtunum í London at mót-
mæla krígsætlan hansara.
Tony Blair er broyttur
nógv, síðani hann sum 41
ára gamal varð valdur til
formann í bretska arbeið-
araflokkinum Labour. Tey
sjáldsama longu eygnahár-
ini og tað sakleysa andlitið
høvdu givið honum eyk-
nevnið Bambi. Men tað var,
áðrenn innanhýsis uppreist-
ur í parlamentinum, yvir-
gangshóttanir og gølugrei-
nar í bløðunum høvdu hert
hann. Í dag er hárvøksturin
tynri, posarnir undir eygun-
um størri, og Tony Blair
líkist einum manni, sum
hevur sæð ov nógv, og sum
hevur tikið ov nógvar tor-
førar politiskar avgerðir.
Hann hvørki roykir ella
drekkur. Hansara einasti
veikleiki er sambært hon-
um sjálvum sjokuláta og
milkshake.
Gekk nýggjar leiðir
Tað sá einki út hjá Labour,
tá tann 30 ára gamli Tony
Blair varð valdur í parla-
mentið í 1983. Margareth
Thatcher sat enn við valdið
og hevði Bretland í síni
hulu og jarnhørðu hond, og
valskráin hjá arbeiðara-
flokkinum var avoldað og
hóskaði ikki til dagsins
veljarar. Stevnumið sum
tjóðartøka og at beina fyri
kjarnorkuvápnunum
var
ikki júst tað, sum hevði
áhuga veljaranna. Men tá
tann gamli floksleiðarin
John Smith doyði, fekk
Tony Blair høvi at venda
skútuni. Hann lat sær ikki
lynda bert at venda skútuni,
men umskipaði hana so
nógv, at teir gomlu trúgvu
Labour-veljararnir høvdu
ilt við at kenna flokkin aft-
ur. Í 1994 eydnaðist Blair at
gerast leiðari og forsætis-
ráðharraevni eftir einari av-
talu við Gordon Brown,
fíggjarmálaráðharra, sum
umboðar tann vanliga sið-
bundna Labour-politikkin.
Tað fyrsta, nýggi floks-
formaðurin gjørdi, var at
umskipa bygnaðin í flokk-
inum. Hann setti serligar
ráðgevar, sum skipaðu fyri
veljarafundum um ávís
evni, og allar veljarakann-
ingar vórðu kannaðar væl
og virðiliga. Viðurskiftini
millum Labour og bretska
vinnulívið høvdu ongantíð
verið góð, men eisini tað
broytti Blair.
Populisma var ikki long-
ur eitt ókvæmisorð, men
heldur tað, sum skuldi fáa
Labour aftur til valdið. Teir
floksfelagarnir, sum funn-
ust at broytingunum, fingu
greitt at vita, at alternativið
var ein konservativ stjórn,
og tað gjørdi, at tey atfinn-
ingarsomu tagdu. Tiltakið
gjørdist ein sonn sólskins-
søga í 1997, tá konservativa
stjórnin hjá John Major var
fyri einum so eyðmýkjandi
ósigri, at flokkurin hevur
ikki reist seg aftur enn.
Longu tá Tony Blair flutti
inn í forsætisráðharrabú-
staðin í Downing Street 10,
fór hann undir tað næsta
málið, sum var at tryggja,
at Labour skuldi eisini
vinna næsta val. Hetta
hevði ikki verið vanligt hjá
undanfarnum
arbeiðara-
stjórnum, men Blair vísti
enn einaferð, at tann gamla
tíðin var farin, og at ein
nýggj hevði tikið við.
Ráðgevar hansara fingu úr
at gera, og veljarakanning-
arnar komu í hásætið.
Stórar upphæddir vórðu
játtaðar almennu tænastun-
um, og Blair nýtti hvørt
einasta høvi til at greiða
fólki frá, at Labour var
fólksins flokkur. Ja, tað
vóru teir politisku eygleið-
ararnir, sum høvdu hug at
kalla hann ein Bill Clinton,
sum tosaði enskt.
Stóð við sítt
Men úrslitið kom í 2001, tá
hann varð afturvaldur við
stórum meiriluta.
Men hann fekk ikki frið
at njóta sigurin leingi og at
samsýna
veljarunum.
Hendingarnar í New York
og Washington tann 11.
september broyttu ístaðin
lív hansara. Blair var ein av
teimum fyrstu stjórnarleið-
arunum, sum skiltu, at yvir-
gangshóttanin var heims-
umfatandi, og at tilburð-
irnir í USA høvdu gjørt, at
heimurin var ikki tann sami
longur. Hann var eisini tann
fyrsti, sum tók undir við
altjóða stríði ímóti yvir-
gangi, og sambandið mill-
um Bretland og USA gjørd-
ist tættari enn nakrantíð.
Tað vóru nú ikki øll, sum
vóru líka fegin um tað, og
tá hann valdi at styðja
George W. Bush í krígnum í
Afghanistan,
vóru
tað
summi, sum skýrdu hann
ein lýdnan hund. Men hann
stóð við sítt.
Á landsfundinum hjá
Labour í fjør fekk hann tær
fyrstu veruligu ávaringar-
nar frá sínum egnu, men
við
einari
megnarrøðu
eydnaðist tað honum í
síðstu løtu at forða einari
samtykt um at fordøma eitt
møguligt kríggj við Irak.
Samstundis
fekk
hann
eisini annað at hugsa um.
Bløðini skrivaðu um konu
hansara, sum hevði keypt
eina íbúð í Bristol, har hon
hevði nýtt ein svikara sum
millummann. Í fleiri vikur
válkaðu bløðini sær í mál-
inum, men Blair fekk vent
almenna tosinum við at
venda aftur til eitt møguligt
kríggj við Irak.
Tá Evropa og USA ikki
kundu semjast um Irak-
málið, royndi Blair seg sum
semingsmann millum part-
arnar, tó uttan stórvegis
hepni, og tað hevur kostað
honum
sambandið
við
Frakland og kanska eisini
Týskland. Men sjálvur var
hann ikki eina løtu í iva um,
at kríggið var rættvíst.
Sjálvt ikki tá helmingurin
av hansara egna flokki var
ímóti honum, lat hann seg
vika.
Búgvin heimsleiðari
Ístaðin helt hann enn eina
megnarrøðu, hesaferð í
parlamentinum, har hann
meiri ella minni beinleiðis
bað sínar floksfelagar velja
at taka undir við krígnum
ella at koyra seg frá. Al-
ment tosar hann ikki um
síni trúarviðurskifti, men
tað var tann nærum full-
komna trúgvin, sum var
mergurin í røðuni hendan
dagin. Tað vóru eisini tey,
sum sammettu røðuna við
tær, sum Winston Churchill
plagdi at halda, tá harðast
leikaði á. Hesar dagarnar
hugsaði Blair ikki um velj-
arakanningar, men eftir á
pallinum stóð ein heims-
leiðari, sum var til reiðar at
fylgja sínum hugsjónum,
sama hvat tað kostaði.
Síðani sigurin í Irak hava
veljarakanningarnar víst, at
Blair er vorðin betur um-
tóktur aftur. Rætt er tað, at
kommunuvalið herfyri var
ein ósigur fyri Labour, men
úrslitið var kortini ikki av
leið, tá hugsað verður um,
at vit eru miðskeiðis í ein-
um valskeiði.
Á pallinum aftan á Irak-
kríggið stendur ein maður,
sum er vorðin meiri búgv-
in, og sum hevur fingið
størri altjóða dám sum
politikari og heimsleiðari.
Ein maður, sum er til
reiðar
at
møta
sínum
skapara.
(Kelda: Berlingste Tidende)
UTTAN ÚR HEIMI
TONY BLAIR 50
Á landsfundinum hjá Labour
í fjør hitti formaðurin í
føroyska javnaðarflokkinum,
Jóannes Eidesgaard, bretska
starvsfelagan
C
M
Y
K
13
12