fríggjadagur 9. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2003
15
- Formula.fo er okk-
ara umboð í Føroy-
um, og felagið er ein
ógvuliga dugnaligur
samstarvsfelagi, sum
leggur stóran dent á
tøkni, sølu og tæn-
astu.
Varastjórin í kendu
íslendsku fyritøkuni,
Marell, sigur, at
formula.fo hevur eitt
sera gott forstáilsi fyri
nýggjari tøkni og
stuðlar uppundir tær
loysnir, sum Marell
byggir upp í Føroyum
TØKNI OG
SAMSTARV
Vilmund Jacobsen
Á altjóða fiskivinnu-og ali-
stevnuni, North Atlantic
Fish Fair, sum hildin varð í
síðstu
viku,
høvdu
formula.fo og Marell í Ís-
landi, stóran felags bás.
Marell er ein kend ís-
lendsk fyritøka, sum fram-
leiðir ymiskan útbúnað til
fiski- og alivinnuna, bæði á
sjógvi og landi. Fyritøkan
arbeiðir alla tíðina við at
menna framleiðslutólini,
soleiðis at tey gerast effek-
tivari og betur. Marell átek-
ur sær eisini at fremja
loysnir eftir ynskjum hjá
teimum, sum starvast í
vinnuni.
Eitt kent navn
Tey, sum hava vitjað á al-
tjóða
fiskivinnustevnum
uttanlands, hava uttan iva
lagt til merkis, at navnið,
Marell, hevur verið aftur-
vendandi í mong ár – á ym-
iskum økjum innan fram-
leiðslutól.
Men Marell er eisini ein
kend fyritøka í Føroyum.
Eingin virkisleiðari ella
skipaeigari kann siga, at
hann ella hon ikki kenna
hetta navnið.
Íslendska fyritøkan hevur
bygt upp stórar fram-
leiðslu- og pakkilinjur í
Føroyum, og tvey av teim-
um seinastu stóru projekt-
unum eru sett upp á Fiska-
marknaði Føroyum á Toft-
um og í Klaksvík og hjá
laksavirkinum, P/F Kryvj-
ing í Klaksvík.
Tað eru fá virkir og ali-
støðir í Føroyum, har Ma-
rell ikki hevur havt ein
fingur við í spælinum –
antin so ella so.
Men Marell er ikki einsa-
malt í Føroyum um hesar
uppgávur. Fyritøkan hevur
neyvt
samstarv
við
formula.fo og eisini við
NomaTek, sum hava verið
við til at bygt upp fleiri av
teimum
skipanin,
sum
settar eru upp í Føroyum.
Uppgávan hjá formula.fo
er í hesum sambandi at
útbyggja nútímans tøknina
omanyvir tær skipanir og
stýringar, sum Marell ger.
Marell er sera fegið um
samstarvið við formula. fo,
og íslendingar siga, at før-
oyska fyritøkan er ógvuliga
frammarliga á sínum øki.
Rós til formula.fo
Á felags básinum hjá
formula.fo og Marell, hittu
vit varastjóran í íslendsku
fyritøkuni, Guðjón Stefans-
son, sum var fryntligur
bæði í orð og tal.
Hann sigur, at samstarvið
við formula. fo og felagið,
sum formula. fo er sprottið
úr, røkkur nógv ár aftur í
tíðina.
- Formula.fo er okkara
umboð í Føroyum, og fe-
lagið
er
ein
ógvuliga
dugnaligur samstarvsfelag-
i, sum leggur stóran dent á
tøkni, sølu og tænastu.
Guðjón leggur dent á, at
føroyska fyritøkan hevur
eitt sera gott forstáilsi fyri
nýggjari tøkni og stuðlar á
fleiri økjum uppundir tær
loysnir, sum Marell byggir
upp í Føroyum.
- Formula.fo byggir sína
vitan og sína tøkni oman
yvir okkara, sigur hann.
Varastjórin
sigur,
at
formula.fo er tann sam-
starvsfelagin, sum hevur
eina ta størstu vitanina
innan tøkni á fleiri økjum.
Spurdur, um Marell ikki
finnur somu teknisku eks-
pertisu í Íslandi, sum
formula.fo
hevur
í
Føroyum, sigur Guðjón
Stefansson, at tilsvarandi
feløg í Íslandi arbeiða ikki
á
sama
hátt
sum
formula.fo.
- Tað verður ógvuliga
trupult at finna ein meira
dugnaligan
samstarvsfe-
laga enn formula.fo, sigur
varastjórin hjá Marell í
Íslandi.
Marell hevur eini 30
dóttirfeløg runt um í heim-
inum.
Marell í Íslandi rósar
formula.fo til skýggja
Umboð fyri Marell í Íslandi og formula.fo í Føroyum á felags básinum hjá fyritøkunum á North Atlantic Fish Fair.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Felags básurin hjá formula.fo og Marell.
Mynd: Jens Chr. Vang
15
14
Nr. 88 - 9. mai 2003
Fyri tveimum árum
síðan fekk íslendska
fyritøkan, Marell, til
uppgávu at byggja
eina flakalinju, har
beinini verða "napp-
að" úr flakinum,
samstundis sum kílin
situr eftir. Síðan verða
fløkini lýst ígjøgnum
við røntgen. - Hetta er
ein verkætlan, sum
kostar 34 milj. norsk-
ar krónur og er sam-
stundis okkara
størsta einstaka upp-
gáva, sigur vara-
stjórin í Marell,
Guðjón Stefansson
NÝGGJ TØKNI
Vilmund Jacobsen
Ein av uppgávunum, sum
fyritøkan Marell í Íslandi
arbeiðir við, er umbiðin úr
Lofoten í Noregi. Hetta er
ein sera áhugaverd uppgáva
og ein stór avbjóðing hjá ís-
lendska framleiðaranum av
útbúnaði til fiski-og ali-
vinnuna.
Trupulleikin hjá norð-
monnum er, at nógvur fisk-
ur, sum norsk skip fiska,
endar í Kina, har hann
verður framleiddur í kapp-
ing við eitt nú norsk virki.
Arbeiðslønin í Kina er lág í
mun til arbeiðslønina í Nor-
egi, og tí er umráðandi hjá
norðmonnum, at ikki ov
nógvir arbeiðstímar verða
brúktir uppá framleiðsluna.
Talan er í hesum førinum
um beinfría flakafram-
leiðslu, har umráðandi eis-
ini er, at úrtøkan er so stór
sum tilber.
Framleiðarar í Lofoten
vilja hava Marell at byggja
eina flakalinju, har beinini í
flakinum verða burturbeind
– ikki av reinskerarum við
eitt reinskeriborð, sum vit
vanliga kenna tað, men við
eini maskinu, sum "nappar"
beinini úr flakinum.
Á henda hátt sparir virkið
nógvar tímalønir og við tað,
at kílin ikki verður skorin
burtur,
verður
úrtøkan
eisini størri.
Stór verkætlan
Guðjón Stefansson, vara-
stjóri hjá Marell í Íslandi,
sum hevði felags bás við
formula.fo á North Atlantic
Fish Fair, sigur, at felagið
fekk áheitanina úr Lofoten
um at byggja hesa flaka-
linju fyri tveimum árum
síðan. Marell avgjørdi at
fara undir hetta arbeiði í
samstarvi við donsku fyri-
tøkuna, Carnetec.
- Vit fingu tvey ár um at
gera hetta arbeiði, sum er
ein stór verkætlan uppá
einar 34 milj. norskar krón-
ur. Hetta er samstundis
størsta einstaka uppgáva,
sum vit hava fingið litið
upp í hendur, sigur Guðjón.
Norska vinnulívið stuðlar
verkætlanini við helming-
inum av kostnaðinum.
Nýggja maskinan er eis-
ini útgjørd við røntgen, so-
leiðis at staðfestast kann,
um bein sita eftir í flakin-
um, tá ið tey eru farin
ígjøgnum "napparan".
Guðjón sigur, at tvær
maskinur í løtuni verða
royndarkoyrdar. Tann eina
hevur verið virkin í 8 mán-
aðir, hin í hálvan annan
mánaða.
-
Maskinurnar
koyra
ógvuliga væl, og hetta sær
ógvuliga
áhugavert
og
spennandi út.
Hann sigur, at enn skulu
nakrar ábøtur gerast á skip-
anina, har beinini verða
nappað úr flakinum, men
røntgen-skipanin virkar fult
og heilt sum ætlað.
Størri úrtøka
Eitt
av
málunum
við
nýggju maskinuni, sigur
Guðjón Stefansson er, at
útrøkan verður so stór, sum
tilber.
- Í vanligari flakaframs-
leiðslu fara eini 8% av flak-
inum til fars, men málið hjá
okkum er, at einans 2-3%
skulu fara til fars, tá ið
maskinan roynist so væl,
sum vit vilja hava, at hon
skal gera.
Nýggja
maskinan
er
serliga ætlað til flakafram-
leiðslu av toski og hýsu.
Guðjón vísir til eina
nýggja kanning, sum kenda
handilsketan,
Mark
&
Spenser, hevur gjørt.
Fyritøkan hevur spurt
síni viðskiftafólk um fyri-
munir og vansar við at eta
fisk.
Svarini býta seg í fimm
bólkar, harav nr. 1 er, at
fiskur er heilsugóður. Í
øðrum triðja og fjórða føri
tosa fólk um bein – og í
fimta og seinasta føri um
prísin.
- Tískil halda fólk sum
heild, at fiskur er heilsu-
góður, men trupulleikin er
beinini. Eftir øllum at døma
er prísurin ikki tað, sum
fólk hanga seg mest í.
Guðjón vísir á, at fólk
hanga seg nógv í beinini.
- Í fyrsta lagi, at bein er í
fiskinum, í øðrum lagi, at
torført er at skilja beinini
burtur úr og í triðja lagi, at
fólk bera ótta fyri at seta
beinini í hálsin.
Varastjórin í Marell sig-
ur, at hesi úrslit vísa,
hvussu stóran týdning tað
hevur, at fiskurin, sum fer
út á marknaðin, veruliga er
beinfríur.
- Tí hava vit eina stóra
uppgávu við hesi nýggju
linjuni, sum nú er við at
verða undir landi.
Guðjón Stefansson væntar,
at nýggja og framkomna
flakalinjan verður endaliga
liðug til heystar.
- Jú, betri tøknin er, tess
meira
lønandi
verður
framleiðslan, sigur hann at
enda.
Neyðugt verður ikki longur at kílaskera
Ein nýggj flakalinja, sum
"nappar" beinini úr fiskinum
og letur kílan sita eftir, verð-
ur nú royndarkoyrd. Á North
Atlantic Fish Fair hevði Sosi-
alurin samrøðu við vara-
stjóran hjá íslendsku fyritøk-
uni, Marell, sum í Føroyum
hevur neyvt samstarv við
formula.fo
Mynd: Jens Chr. Vang
Við nýggju flakalinjuni, sum
"nappar" beinini úr flakin-
um, verður ikki neyðugt at
standa og kílaskera longur. -
Jú, betri tøknin er, tess meira
lønandi verður framleiðslan,
sigur Guðjón Stefanson
C
M
Y
K
14