fríggjadagur 9. mai 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 88 - 9. mai 2003
Nr. 88 - 9. mai 2003
17
OLJA
Jan Müller
Nú tað nærkast 4. boringini
á føroyska landgrunninum
er aftur við at koma rør-
ingur í her á klettunum.
Stóra norska felagið Fred
Olsen, sum eigur fleiri
boripallar og skip, letur 1.
juni upp skrivstovu í Havn.
Felagið eigur boriskipið
Bedford Dolphin, sum skal
bora brunnin fyri Agip og
Føroya Kolvetni. Boringin
er sett at byrja umleið 15.
juni.
Seinastu tíðina hava lýs-
ingar verið á síggja í bløð-
unum, har skipaagenturin
hjá
borifelagnum,
Tor
Shipping, hevur søkt eftir
húsum og fólki at manna
skrivstovuna. Hetta skilst er
alt komið uppá pláss. Eitt
av heimsins mest fram-
komnu boriskipum Bed-
ford Dolphin setti herfyri
kósina móti Føroyum. Tað
hevur arbeitt í Brasilia og
kom herfyri til Las Palmas.
Haðani fer tað so í næstum
við kós móti føroyska land-
grunninum at bora ein
brunn fyri Agip.
Hjá Tor Shipping í Havn
hava tey havt úr at gera
seinastu tíðina, nú tey fingu
litið upp í hendi at taka sær
av arbeiðsuppgávum fyri
Dolphin Drilling. Tað er
Ninna Vatnhamar, sum hev-
ur staðið fyri hesi spenn-
andi men eisini krevjandi
uppgávuni, tí altjóða olju-
vinnan setir stór krøv til
dygd og støði í tí hon tekst
við.
Lýst hevur verið eftir
trimum íbúðum/húsum til
at hýsa starsvfólkunum hjá
Dolpin Drilling, sum Fred
Olsen eigur umframt skriv-
stovu og manning til skriv-
stovuna. Frá Tor Shipping
frætta vit, at nógv hava
svarað uppá lýsingarnar og
hava tey fingið leigað trý
hús í Havn fyri rímuligan
pening. Uppá fyrispurning
um tað er ein sera høg
leiga, sum er orsøkin til, at
fólk vilja lata hús síni leiga
út bara í eina avmarkaða tíð
sigur Ninna Vatnhamar, at
tað er tað ikki. –Útlendska
felagið setir stór krøv til
góðar og vælhildnar íbúðir
og rindar eina leigu, sum
tað heldur er rímulig. Talan
er um eitt leigumál frá
hálvum mai til oktober.
Til skrivstovu hevur fe-
lagið leigað ovaru hæddin-
ina í bygninginum, har set-
húsasølan millum Kissa og
Føroya Banka heldur til, í
Tórsgøtu 16. Sett er eitt
skrivstovufólk og eitt fólk
at taka sær av reingerð.
Fólkini, sum koma henda
vegin at taka sær av upp-
gávunum
hjá
Dolphin
Drilling, eru ein boristjóri,
eitt roknskaparfólk og eitt
fólk aftrat, sum hevur við
logistik at gera. Øll hava
tey hjúnafelagan við.
Ætlanin er, at boriskipið
Bedford Dolphin skal koma
á Nólsoyarfjørð umleið 1.
juni. Hetta kann tó broytast.
Tá verður skipið klarerað
tvs. tollarar, løgregla, um-
boð fyri agentin oo. fara
umborð. Skipið kemur ikki
til kei í Havn, tí tað stingur
alt ov djúpt. Tað stingur
18,5 metrar og er annars
205 metrar langt. Tað er
uppá 40.362 bruttoregistar-
tons.
Bora 15. juni
Tað er torført at fáa nakra
viðmerking frá Agip til
komandi boring annað enn,
at boribyrjan er sett til 15.
juni. Men sum skilst er tað
ikki enn heilt greitt, hvørji
feløg og fyritøkur koma at
taka sær av uppgávum við
tilknýti til boringina. Tað
stendur greitt, at Atlantic
Supply Base í Runavík
verður oljuútgerðarhavnin í
hesi boring eins og hon
hevur verið tað í øllum hin-
um trimum boringunum.
Men ógreitt er, um tað
verður Atlantsflog ella okk-
urt útlendskt felag, sum fer
at taka sær av loftflutning-
inum í sambandi við bor-
ingina. Eisini er ógreitt í
hvønn mun fyritøka her á
landi fer at standa fyri at
lata matvørur og annað í
hesum sambandi. Tá hinir
brunnarnir vórðu boraðir
var tað Eurest Føroyar, sum
hevði hesa uppgávuna.
Annars eru oljufeløgini,
sum hava loyvi at leita,
bundin til at brúka føroysk-
ar vørur og tænastur um
hesar eru kappingarførar.
Sosialurin skilur, at onkur
av føroysku fyritøkunum
eru rættiliga ørkymlað, nú
tey einki hava frætt og so
stutt er til boristart. Eitt nú
hevur Atlantsflog boðið
uppá
flúgvingina,
men
hóast tað bert er ein mánaði
til at borað verður, so hevur
fyritøkan enn einki endaligt
svar fingið. Magni Arge,
stjóri vil ikki gera nakra
viðmerking í løtuni men
váttar, at teir bíða eftir at
frætta frá Agip. Hann dylur
tó ikki fyri, at tíðin er
knøpp at fáa alt uppá pláss,
um teir ikki skjótt fáa eitt
svar.
Í gjár var tekniskur fund-
ur í Oljumálastýrinum.
Umboð fyri Agip løgdu
fram sínar ætlanir. Alex
Buvik, sum skal tryggja, at
alt er í lagi, áðrenn oljufe-
løgini fara undir at bora,
sigur, alt hevur gingið eftir
bókini og leggja teir nú
síðstu hond á fyrireiking-
arnar. Umboð fyri Olju-
málastýrið, Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna, løgregluna
oo. fara í næstu viku til Las
Palmas at hyggja eftir
boriskipinum og tryggja
sær, at alt er, sum tað skal
har umborð, soleiðis at
skipið lýkur føroyskar og
altjóða reglur, tá tað kemur
í føroyskan sjógv og skal
seta borin í.
Boristaðið hjá Agip er
stutt frá markinum. Pro-
spektið borað verður eftir
eitur Marimas. Samlaða ar-
beiðið er mett at taka einar
2-3 mánaðir.
Borifelag
letur upp
skrivstovu
í Havn
Ninna Vatnhamar, sum starvast
hjá Tor Shipping hevur havt tað
spennandi men eisini krevjandi
uppgávuna at útvega
borifelagnum Dolphin Drilling
íbúðir og skrivstovu í Havn
Mynd Jens K. Vang
Borifelagið fer at halda til í ovaru hæddini í hesum hølunum, so tað verður
granni til oljufelagið Statoil.
Mynd Jens K Vang
Bedford Dolphin, sum nú er í Las Palmas, har tað ger klárt at seta kósina móti Føroyum í
næstum
Mynd Dolphin Drilling.
- Millum fjalla stríð-
ast menn, tá ið
streymurin fer - og
fer telefonlinjan,
tímir eingin í nútíðar-
samfelagnum at bíða í
tímar, til ringjast
kann aftur. Steðga
teldan og kaffi-
maskinan ov leingi, er
rama skrýggj! Regn,
stormur og kavakuldi
spyrja ikki eftir, um
tú tímir ella ikki, tá ið
arbeiðini skulu ger-
ast, segði funnings-
maðurin, Petur Skeel
Skarðsá á altjóða
arbeiðaradegnum
ARBEIÐARADAGURIN
Vilmund Jacobsen
Millum røðararnar á Vagl-
inum, 1. mai, var verka-
maðurin,
Petur
Skeel
Skarðsá.
Í røðu síni segði hann, at
altjóða arbeiðaradagurin,
sum verður hildin kring um
heimin, minnir okkum á, at
tað enn eru mong, sum
vinna til lívsins uppihald
við tí, sum hendur og armar
kunnu skapa.
- Hóast samfelagið er út-
bygt við allari tøkni og nú-
tímans maskinum, er enn
brúk fyri teimum, sum
stríðast á einum køldum
gólvi á einum fiskavirki.
Eisini er brúk fyri teimum,
sum renna við ruskposun-
um millum húsanna og
syrgja fyri, at nútíðarsam-
felagið ikki gongur undir í
ruski og óruddi.
Tøknin svíkur...
Hann segði, at á teimum
stóru og moderniseraðu
arbeiðsplássunum, har tey
flestu sita heitt og fjálgt á
sínum skrivstovum, verður
tað ongantíð soleiðis, at
ikki onkur noyðist út við
spakanum, tá ið tøknin
svíkur - ella, tá ið nýggjar
innleggingar skulu fremj-
ast.
- Regn, stormur og kava-
kuldi spyrja ikki eftir, um tú
tímir ella ikki, tá ið arbeið-
ini skulu gerast. Millum
fjalla stríðast menn, tá ið
streymurin fer - og fer
telefonlinjan, tímir eingin í
nútíðarsamfelagnum
at
bíða í tímar, til ringjast
kann aftur. Steðga teldan og
kaffimaskinan ov leingi, er
rama skrýggj!
Petur Skeel vísti á, at nú-
tíðarsamfelagið setir stór
krøv og tey, sum hava bestu
umstøður í gerandisdeg-
num, eru oftast tey fyrstu at
krevja uppaftur meira.
- Men vit kunnu ikki øll
sita á skrivstovum og trýsta
á knøttarnar við fremsta-
fingri - frá tí, at sólin rísur,
til hon fer í kav, legði hann
aftrat.
Samfelagskøkan
Og Petur Skeel helt fram:
- Vit, sum stríðast á
gólvinum, framvið vegun-
um ella uppi millum fjalla,
halda, at samfelagskøkan
átti at verið rættvísari býtt.
Hann segði, at tá ið tey
tímaløntu hava nakrar frí-
dagar, sum nú um páska-
høgtíðina, so missa hesi
eisini burtur av lønini, sum
frammanundan er ein hin
lægsta í landinum.
- Men tað gera tey fast-
løntu ikki; tey fáa eisini løn
teir dagar, tey ikki eru til
arbeiðis. Er tað rættvíst,
kunnu vit spyrja - og liva
vit í einum solidariskum
samfelag, tá ið vit, sum eru
niðast á lønarstiganum, eru
tey fyrstu, sum skulu
missa?
Petur Skeel vísti á, at ar-
beiðarafjøldin er ikki so
væl stillað, sum vælbjarg-
aðu politikararnir, ið áseta
sína egnu løn og pensjónir.
- Vit mugu stríðast fyri
hvørjari krónu við samráð-
ingum og verkføllum, tá ið
semja ikki fæst um batar.
Ófaklærd ella ikki
"Tey tímaløntu eru ófak-
lærd…"
- Soleiðis siga tey lærdu.
Men er tað nú rætt? Er tað
ein ófaklærd kvinna, sum
hevur staðið á einum fiska-
virkisgólvið í 25 ár - ella er
tað ein ófaklærdur maður,
sum hevur hildið vegirnar
hjá kommununi ein hálvan
mansaldur? Nei, eingin
dugir at gera hetta arbeiði
betur enn tey.
Petur Skeel segði, at før-
oyska samfelagið útflytir
fiskavørur fyri miljardir.
- Vit teljast millum
størstu matvøruútflytarar í
heiminum pr. í búgva. Men
hvør er tað, sum framleiðir
hesar vørur til matna og
skapar hesi stóru samfe-
lagsvirðir? Hvaðani skuldi
almenni sektorurin fingið
sínar pengar til skrivstovu-
fólkið og sítt virksemi ann-
ars, um verkafólksins hend-
ur og armar ikki skaptu hesi
virðir?
Barnafamiljurnar
Hann vísti á, hvussu stræv-
ið tað er hjá eini barna-
familju, sum noyðist at
lívbjarga sær við tveimum
tímalønum.
- Tey megna ikki at seta
føtur undir egið borð í dag.
Samfelagið er lagað eftir
teimum høgu lønunum og
"modernaðu" familjunum
við einum ella tveimum
børnum. Ein stór barna-
familja rindar umvegis
almennu skipanina ein hóp
av pengum í landskassan -
við gjøldum, sum venda
tunga endan niðureftir.
Petur Skeel segði, at mvg
er á breyði, mjólk, el, olju
og telefon.
- Er familjan stór, bólgn-
ar landskassin við pengum
úr lummanum hjá teimum,
sum hava nógvar munnar at
metta.
Hann reisti eisini spurn-
ingin, um nøkur meining er
í, at ein stór barnafamilja,
sum frammanundan hevur
ilt við at fáa endarnar at
røkka, skal rinda meira í
landskassan enn ein lítil
familja?
Á annan bógv
- Eg haldi, at tey, sum
smíða landsins lógir og
ráða fyri borgum, áttu at
lagt á annan bógv. Samfe-
lagsskipanin eigur at taka
støði í tímalønini, soleiðis
at ein familja, sum hevur
tvær tímalønir, kann fáa
endarnar at røkka og hava
eitt sámuligt lív.
Hann segði seg ikki mis-
unna teimum nakað, sum
eru í fastløntum størvum,
men helt, at tann stóra ar-
beiðarafjøldin, sum skapar
samfelagsvirðini við eini
tímaløn, eisini hevur uppi-
borið at liva eitt mannsømi-
ligt lív í Føroyum.
Petur Skeel Skarðsá las
síðan upp eitt ørindi úr
Fuglakvæðnum eftir Nóls-
oyar Páll:
Kjógvin við sítt klipta vel,
hugsar hann so við sær.
Vertin á, hvat annar fær
- eg skal nøra at mær.
Og síðan endaði hann røðu
sína við hesum orðum:
- Lat okkum á hesum
degi - altjóða arbeiðaradeg-
num - og í tíðini, sum kem-
ur, eisini hugsa um grann-
an. Lat okkum ikki bara
hugsa um, hvat tænir okk-
um sjálvum, men okkum
øllum, sum saman skulu
liva og virka her.
Tað sum hendur og armar
kunnu skapa
- Samfelagið er lagað eftir teimum høgu lønunum og "modernaðu" familjunum við einum ella tveimum børnum. Ein stór barnafamilja rindar umvegis almennu
skipanirnar ein hóp av pengum í landskassan - við gjøldum, sum venda tunga endan niðureftir, segði Petur Skeel Skarðsá í røðu síni á Vaglinum, 1. mai.
- Tey tímaløntu eru ófaklærd, siga tey lærdu. Er tað ein ófaklærd kvinna, sum hevur staðið á
einum fiskavirkisgólvið í 25 ár - ella ein ófaklærdur maður, sum hevur hildið vegirnar hjá
kommununi ein hálvan mansaldur? spurdi Petur Skeel Skarðsá.
Myndin er tilvildarliga vald.
C
M
Y
K
17
16