fríggjadagur 9. mai 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 88 - 9. mai 2003
Nr. 88 - 9. mai 2003
19
31 náðardropar
BÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Í farnu viku gav HMF
(Heimamissiónsforlagið)
út andaktsbókina Dropar av
náði, sum Tofleif Johanne-
sen, sjómanstrúboðari hev-
ur skrivað. Andaktirnar
hava fyrr staðið í FF blaðn-
um.
Bókin, sum er 69 síður,
hevur 31 smá andakts-
stykkir – eitt til hvønn dag
í mánaðinum. Bókin er lítil
og handalig og kundi til
dømis verið vælegnað til at
liggja á soviborðinum, í
messuni ella á køksendan-
um.
Torleif Johannesen, sum
er sjómanstrúboðari hjá
Heimamissiónini og høv-
undur av bókini, valdi heit-
ið á bókini av eini serligari
orsøk:
– Guds náði er sum ein
stór, djúp og ótømandi
kelda. Meiri tú drekkur úr
henni, tess meira tráðar tú
eftir at drekka av henni. Tey
31 andaktsstykkini í hesi
bók eru sum smáir dropar
úr hesi keldu. Hóast drop-
arnir eru ymiskir, er enda-
málið eitt og tað sama: at
bera tær nakað av Guds
ótømandi náði, sum hann
vil veita tystandi syndarum
í og við Jesus Kristi. Drop-
ar sløkkja ongan tosta. Teir
skapa tó ein longsul eftir at
fáa meiri at drekka, skrivar
Torleif á baksíðuni.
Andaktsbókin, sum er
ein vælegnað gáva til øll,
útróðrarfólk ella ikki. Hon
fæst í bókahandlum kring
landið og hjá forlagnum í
Nesvík fyri einans 89
krónur.
SEV um lønarsáttmálar hjá maskinmeistarum
TÍÐINDASKRIV
Poul Arni Jacobsen,
stýrisformaður
Í sambandi við umrøðuna í
fjølmiðlunum av lønar-
sáttmálanum millum SEV
og Maskinmeistarafelagið
skal verða kunnað um, at
gongdin í málinum hevur
verið hendan:
1. Sáttmálin varð av
Maskinmeistarafelagnum
uppsagdur at fara úr gildi
tann 1. mars 2003.
2. Maskinmeistarafelagið
sendi SEV tann 25. februar
2003 uppskot til nýggjan
sáttmála, og varð sáttmálin
samstundis
longdur
at
galda til 10. mars á midnátt.
3. Áðrenn samráðingarnar
byrjaðu, royndi SEV uttan
úrslit bæði um telefon og
skrivtliga at fáa fund í lag
við Fíggjarmálaráðið við
ynski um at viðgera kom-
andi lønarsamráðingarnar.
4. Á fyrsta samráðingar-
fundi tann 5. mars settu
umboðini fyri SEV fram
uppskot um at leingja sátt-
málan til 1. oktober 2003
við ávísari lønarhækking.
Hettar varð avvíst, og
hildu teir fast við, at sam-
ráðingarnar skulu snúgva
seg um 2-ára sáttmála.
5. Tann 13. mars høvdu
partarnir nátt til eina semju,
sum skuldi viðgerast av
stýrinum fyri SEV.
Fíggjarmálaráðið (Lønar-
deildin) varð kunnað um
úrslitið.
6. Við skrivi frá 20. mars
heitti FAG á stýrið fyri SEV
um ikki at góðkenna sam-
ráðingarúrslitið, men útseta
teir, til "stóru" sáttmálarnir
á arbeiðsmarknaðinum eru
avgreiddir.
Stýrið avgjørdi tí at biðja
um fund við Fíggjarmála-
ráðið og FAG.
Hesin fundur var 27. mars.
Á fundinum greiddu um-
boðini fyri SEV frá samráð-
ingarúrslitinum og gjørdu
samanburð við aðrar gald-
andi sáttmálar, sum Fíggjar-
málaráðið og FAG hava
gjørt, og sum í lønarhækk-
ingum liggja omanfyri sam-
ráðingarúrslitið hjá SEV.
Karstin Hansen gjørdi
vart við, at hann kundi ikki
góðtaka eina so stóra
lønarhækking.
Onnur umboð fyri Fíggj-
armálaráðið gjørdu vart
við, at tað er ikki siðvenja
hjá landsstýrinum at geva
SEV formella góðkenning
av teirra sáttmálum.
Á fundinum var semja
um, at SEV átti at royna at
taka samráðingarnar uppaft-
ur við tí fyri eygað at tilpassa
sáttmálalongdina soleiðis, at
sáttmálin
fer
úr
gildi
samstundis við ella aftan á
teir "stóru" sáttmálarnar á
arbeiðsmarknaðinum.
7. Á stýrisfundi tann 28.
mars fekk stýrisformaðurin
heimild at undirskriva sátt-
málan, men varð honum
álagt áðrenn undirskriving at
royna at fáa broytt sáttmálan.
8. Síðani var fundur við
Maskinmeistarafelagið
sama seinrapart. Maskin-
meistarafelagið avvísti at
samráðast um broyting av
samráðingarúrslitinum. Aft-
aná fundin fekk SEV hand-
að eitt skriv frá Maskin-
meistarafelagnum
hesum
viðvíkjandi og við frásøgn
um, at um sáttmálin ikki
verður undirskrivaður bein-
anvegin, so er sáttmálaloysi,
og felagið má umhugsa,
hvørji stig skulu takast í
hesum sambandi.
Hettar gjørdi, at avgjørt
varð at undirskirva sáttmálan
sama dag, t.v.s. tann 28. mars.
9. Sama dag varð fíggjar-
málaráðharrin
kunnaður
um hettar, og varð tíð-
indaskriv eisini sent út.
Í vikuni eftir varð endaligi
sáttmálin og annað tilfar sent
Fíggjarmálaráðnum, men
hevur SEV onki hoyrt aftur
fyrr enn í gjár í samrøðu
millum stýrisformannin og
fíggjarmálaráðharran.
10. Av hesi samrøðu hev-
ur stýrisformaðurin skilt, at
fíggjarmálaráðharrin kann
ikki góðtaka sáttmálan og
at tað var skeivt av SEV at
praktisera sáttmálan áðrenn
landsstýrisins góðkenning.
11. Hervið má staðfest-
ast, at fíggjarmálaráðharrin
hevur broytt áður galdandi
siðvenju, og verður tí neyð-
ugt hjá SEV at taka av-
leiðingarnar av hesum.
Tí er avgjørt nú beinan-
vegin at venda aftur til at
umsita maskinmeistaraløn-
irnar eftir gamla sáttmálan-
um, sum varð uppsagdur til
1. mars
Fundur er avtalaður við
Fíggjarmálastýrið í morgin
kl. 8.30 og við Maskin-
meistarafelagið kl. 9.00.
C
M
Y
K
19
18