fríggjadagur 9. mai 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2003
21
Scillyróðurin er av, og
føroysku kvinnurnar
eru heimafturkomnar
GIG-RÓÐUR
Sjúrður Gullbein, RSF
Scillyróðurin er av, og før-
oysku kvinnurnar eru heim-
afturkomnar. Væl vignað-
ist, og við sær heim fingu
tær ikki minni enn tvey
steyp fyri avrik sítt.
Vunnu B-finaluna og
sýndu besta ítróttar-
anda
Hóast tær akkurát ikki
sluppu í A-finaluna, sum
tær høvdu ætlað, so var
hýrurin kortini av tí besta,
tá ið liðugt var, tí B-final-
una vunnu tær so spælandi.
Í startinum lógu tær eina
løtu nummar trý, men
spakuliga lirkaðu tær seg
fram á oddafiskarnar, og
seinna helmingin av róðr-
inum vístu tær veruliga,
hvussu bátur skal rógvast,
tá ið tað skal vera sum all-
arbest — og tær skóru so
elegant út í papp, hvør ið
sterkastur var. Gloymdar
vóru allar sorgir, og dag-
urin var bjargaður. Dómar-
arnir í kappingini munnu
eisini hava varnast vilja og
felagsskap teirra, tí um-
framt sjálvt sigurssteypið,
ognaðu tær sær eisini
steypið, ið verður latið
teirri manning, ið sýnir
besta ítróttaranda av øllum.
Og hetta er einki minni enn
eitt bragd, tá ið hugsað
verður um, at yvir hálvt-
annaðhundrað manningar
við túsund rógvarum vóru
um boðið. So føroyingar
kunnu ikki annað enn vera
ernir av kvinnum sínum.
Eftir steypini beyð so
Amerada Hess í Føroyum
til veitsludøgurða á hotell-
inum, har sum manningin
búði, og seinni á kvøldi
stevndu tey ”ungu” á
beachparty, har hildið varð
á til út á náttina. Tíðliga um
morgunin varð so loyst frá
landi, og kósin varð aftur
sett móti Føroyum.
Jarnkvinnurnar takka
nú fyri seg
Samstundis, sum scilly-
ferðin er av, er eisini onnur
søga at enda komin. Av
teimum sjey kvinnunum,
sum vóru við á ferðini, er
tað nevniliga bara Anna
Mohr, sum heldur fram at
rógva. Hon tekur eitt tørn
afturat við Páll Fanga.
Kertin Rasmussen og Petra
Hansen,
ið
róðu
við
Gongurólvi í fjør, verða
ikki við í ár, tí manningin er
avfarin, og Rannvá Mads-
dóttir á Riddaranum setst
heldur ikki á bekk aftur, tí
miðvágsmanningin
er
somuleiðis givin. Jarnbard-
ur við kvinnum, sum saman
við Argjabátinum hevur
vunnið fleiri FM-heiti enn
nakar annar bátur seinastu
tólv árini, og sum harafturat
hevur verið besta seks-
mannafar við kvinnum
nakrantíð, verður neyvan
mannaður í ár, tí nú takkar
gamla gardan fyri seg og
leggur árarnar inn. Eivy
Olsen er ein av fleiri, ið
leita til lesturin, og Jannie
Dam Jacobsen og Kristi-
anna Dahl Øster, sum eru
tær einastu, ið eftir eru,
hava somu hugsan sum
damurnar á Kondittarínum
- tær hava ikki hug at byrja
um aftur við nýggjari
manning. Men hvør veit,
um ikki onkur av hesum
rógvarum, ið hava lagt so
nógv eftir seg, fer at taka
nøkur tøk fyri kappróðurin
upp á annan máta. Tað er at
vóna, at so verður.
Men scillyróðurin er av,
og nú er tómligt í Scilly-
oyggjum. Túsund kapp-
róðrargestir eru heimfarnir
eftir blíðskap og góðar
dagar í oyggjunum, sum nú
liggja so einsamallar og
bíða suðuri í havi. Bíða til
næsta ár, tá gestir aftur
stevna í oyggjarnar. Og
eftir standa eisini scilly-
sjeikarnir. Hvussu langt-
andi og spentir, teir enn
hugdu eftir føroysku kvinn-
unum, so bar einki til, og
nú eru fljóðini flogin.
... and I say - thank you
for the music, for giving it
to me.
Thank You For The Music
Tað gjørdist ikki til rógving í A-bólkinum, men millum tær
næstbestu var eingin ivi. Har vóru tær føroysku so nógv best
Føroyska manningin á Scilly hesaferð. Nú takka hesar fyri seg
Petra og Kristianna við sjónliga tekininum um B-sigurin.
Steypið gjørdi í øllum førum ikki ferðina minni væleydnaða
21
Á komandi aðalfund-
inum hjá Hondbólts-
sambandinum er
væntandi, at øll
nevndin leggur frá.
Orsøkirnar eru ym-
iskar, men fyrst og
fremst tykist talan
heilt einfalt at vera
um slit
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Sunnudagin komandi hevur
Hondbóltssambandið aðal-
fund. Ein aðalfund, sum
vanliga er av teimum meira
friðarligu, men sum í ár
hevur fingið ein heilt
nýggja dimensión.
Tað er nevnliga so, at
mest sum allir nevndarlim-
irnir hvør í sínum lagi hava
gjørt av at kasta handklæði
í ringin – fyribils í øllum
førum – og hetta ger, at ein
heilt nýggj leiðsla helst skal
finnast sunnudagin.
Uppslitin
Petur Ove Petersen er í
løtuni formaður í HSF, og
hann váttar, at støðan í
løtuni er tann, at mest sum
eingin av starvsnevndar-
limunum heldur fram. Hesi
hava annars verið fýra í tali,
Thurid Samró, Kári Dur-
huus og Svein Rógvi Niel-
sen, umframt formannin
sjálvan.
Thurid verður ikki í Før-
oyum komandi tíðina, og tí
er tað vónleyst hjá henni at
taka nakran nevndarsess,
og frá hinum trimum tykj-
ast felags boðini at vera, at
teir í løtuni ikki hava ta
orkuna, sum krevst til ein
slíkan nevndarsess.
- Sjálvur hevur Petur Ove
sitið sum formaður í HSF
síðani 1996, við einum van-
ligum borgarligum starvi
við síðuna av, er tað mest
sum givið, at tað skal verða
tungt. Somuleiðis hava
Kári og Svein Rógvi havt
sítt at síggja til í gerand-
isdegnum, umframt at báðir
eisini hava verið aktivir
sum venjarar.
Tí er frágreingin mest
sum einvíst, at nevndar-
limirnir eru uppslitnir.
Stór fet tikin
Eitt er, at nevndarsessirnir
nú skulu mannast av nýggj-
um, men tað skerst ikki
burtur, at spurningurin um
bygnaðin hjá HSF kanska
skuldi verið endurskoaður
samstundis.
Við verandi bygnaði er
tað nevnliga soleiðis, at ein
lutfalsliga heilt stórur part-
ur av fyrisitingarliga ar-
beiðinum hvílir á herunum
á teimum, sum eru í starvs-
nevndini.
Og tað skerst ikki burtur,
at hesi seinnu árini hava
framt eitt megnar arbeiði
fyri føroyskan hondbólt.
Seinasta tíggju ára skeiðið
hevur eitt miðvíst arbeiði
verið gjørt, til tess at menna
føroyskan hondbólt. Eina-
mest á tann hátt, at skipað
landsliðsarbeiði aftur er
farið fram.
Tá hesin aktivitetur var
størstur – í 2000 – vóru ikki
færri enn seks landslið
hildin koyrandi í senn, og
tað er einki at siga til, at
hetta krevur orku. Fíggjar-
liga skal í øllum førum
nógv til, fyri at kunna svara
hvørjum sítt, og ikki minst
krevur hetta nógv av um-
sitingini, sum skal stýra
hesum.
Formaðurin viðgongur
eisini, at so er, men sam-
stundis hevur hann hug at
sóknast eftir fólki, sum
kann átaka sær ein part av
ábyrgdini.
- Tað er helst einki at
ivast í, at tað rættasta hevði
verið, um arbeiðsbyrðan
varð býtt út á fleiri nevndir.
Men um fólk ikki er at
manna nevndirnar, so er tað
í sjálvum sær eingin hjálp,
tí so fellur arbeiðið alla tíð-
ina aftur á somu persónar.
Akkurát, hvørjir persónar
kunnu væntast at koma inn
í nýggju nevndina, vil Petur
Ove einki siga um.
- Freistin at seta valevni
fram, er á sjálvum aðal-
fundinum, so enn kann
nógv henda. Hinvegin hava
vit sjálvandi havt onkrar
følarar úti ymsa staðni,
men akkurát hvussu ítøki-
ligt hetta er, dugi eg als ikki
at siga, sigur Petur Ove at
enda.
Men hvussu er og ikki, so
skal nevndin mannast. Og
tó at talan er um tungt ar-
beiði, so er heldur einki at
ivast í, at byrðan nú neyvan
verður størri, enn hon var
hjá nú skjótt fyrrverandi
nevndarlimunum. Í øllum
førum eru stór tøk tikin
framá fyri føroyskan hond-
bólt hesi seinnu árini, og
fyri hondbóltin vildi tað
verið eitt stórt afturstig, um
hetta arbeiði nú dettur
niðurfyri.
Nr. 88 • fríggjadagur • 9. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Nevndin orkar ikki meira
Starvsnevndin hjá HSF fer øll frá á aðalfundinum sunnudagin. Talan er ikki um illstøður av nøkrum slag, men felagsnevnarin tykist vera, at orkan ikki er til framhald í nevndarsessunum
Nú er greitt, hvussu
spælast skal í
hálvfinalunum í
kappingini um
Løgmanssteypið
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
Eftir útsetta dystin millum
EB/Streym
og
B36
mikukvøldið, er nú greitt,
hvussu hálvfinalurnar í
kappingini um Løgmans-
steypið skulu leikast.
Her verður farið fram
soleiðis, at tveir dystir
verða leiktir. Hin fyrri nú
sunnudagin
kl.
15.00
meðan seinnu hálvfinal-
urnar eru á skránni annan
sunnudag. Altso 18. mei.
Fyrri dystirnir verða
annars soleiðis, at B36 og
KÍ spæla í Gundadali
undir leiðslu av Oddmar
Andreasen. Í Runavík
verða tað so NSÍ og GÍ,
sum skulu dystast, og
verður tað Niklas á Líðar-
enda, sum skal døma tann
dystin.
Hálvfinalurnar
C
M
Y
K
20