Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 9. mai 2003 23 48 ára gamli tvørá - maðurin av donskum uppruna, sum hevur telvað fyri Føroyar síðani 1984, er avgjørt hugaður at umboða Føroyar, tá ið talv- olympiada aftur verð- ur á skránni komandi ár LANDSLIÐSMET Jóannes Hansen Í 127 landsdystum hevur hann umboðað Føroyar. Talan er um John Rødgård á Tvøroyri, og tað er talv, sum vit tosa um. Hann bið- ur okkum kanna eina ferð afturat, um tað ikki er onk- ur annar, sum hevur um- boðað Føroyar oftari enn hann. Sambært upplýsing- unum, sum vit higartil hava fingið, so eru tað ikki aðrir, sum hava umboðað Føroyar so ofta í talvi, sum John hevur gjørt. Tá ið vit fregn- ast, er hann ikki heilt vísur í, hvussu ofta hann hevur verið partur av talvlands- liðnum. Hann heldur tað liggja um 125 ferðir, og tá ið hann hevur fíntalt, sigur hann talið vera 127. Hvussu hevur skorist? – Tað gjørdi eg upp sam- stundis, sum eg taldi dyst-ir- nar, og eg kom til 70,5 stig. Ert tú nøgdur við tað? – Tað svarar til 55,51 procent. Vit plaga at siga, at tað, sum vit í Føroyum megna omanfyri hálvt hundrað prosent í altjóða telving, tað er á góðari leið. Men kunnu vit roknað talv sum annan ítrótt? – Hatta hevur verið við- gjørt og tosað nógv og leingi um. Sjónarmiðini eru eitt nú, at talv er list og mentan í breiðum týdningi, og so verður sagt, at talan er um ítrótt. Hvat heldur tú? – At talv væl eisini kann roknast sum ítrótt. Nógvar av somu fyritreytunum, sum skulu til í øðrum ítrótt- argreinum, skulu eisini vera hjá teimum, sum fáast við talv. Eitt nú krevst, at tú ert likamliga væl fyri. Ert tú ikki tað, so vikna evnini at savna seg um uppgáv- una, og so hilnast tað ikki so væl. Hesa seinastu tíðina er styrkistalið hjá mær fallið eitt sindur. Eg veit, at tað hevur við tað at gera, at eg ikki eri so væl fyri likamliga, sum eg havi ver- ið. Tað ætli eg at gera nakað við, og so rokni eg við, at tað fer at síggjast aftur í telvingini. Millum aðrar síður, har talv minnir um annan ítrótt, er, at altjóða olympiska nevndin, IOC, fyri ikki so langari tíð síðani hevur góðkent talv sum olymp- iska ítróttargrein. Tað hevur verið tosað um, at telving- in, sum higartil hevur havt sína egnu olympiadu, skuldi flytast til olympisku vetrarleikirnar ella summ- arleikirnar, og tað eru fleiri, sum íðin ganga inn fyri hesum. Men John Rødgård heldur ikki, at hetta hevði verið til fyrimunar fyri før- oyska telving. – So hevði kappingin ivaleyst verið avmarkað til færri luttakarar, enn hon er tað nú. Eg rokni við, at so høvdu t. d. tær hálvt hundr- að bestu talvtjóðirnar lut- tikið, og so hevði okkara støða verið minni áhuga- verd, enn hon er nú, tá ið vit kappast saman við hinum og fáa høvi at royna okkum ímóti teimum størstu. Stóð í boði at umboða Danmark John Rødgård kom til Før- oya í 1976. Tá ið hann av fyrstan tíð varð kendur í Føroyum, var tað sum fót- bóltsspælari. Hann var sera týdningarmikil miðvallari á TB liðnum, sum vann FM í 1976 og 1977, og hann var eisini við til at vinna FM í 1980 og í 1987. – Tá ið eg kom til Tvør- oyrar, var tað ikki ein spurningur um at velja millum talv og fótbólt. Her var eingin at telva ímóti, so tað gav seg sjálvt. Eg spældi síðstu ferð við TB í 1996, men tá var tð langt síðani vorðið til tað, at fót- bólturin stóð í skugganum av talvinum. Fekst tú nakrantíð tilboð- ið at spæla á føroyska fót- bóltslandsliðnum? – Ongantíð, og tað skilji eg væl. Tá var landsliðs- arbeiðið í fótbólti ikki so skipað, sum tað er nú, dyst- irnir vóru sera fáir, og eg haldi ikki, at tað var undar- ligt, at tað bara vóru inn- føddir føroyingar, sum vóru á landsliðnum. Síðani hev- ur onkur danskari verið á liðnum, men teir hava havt føroyskar røtur. Hevur tær nakrantíð stað- ið í boðið at telva á danska landsliðnum? – Eina ferð. Eg haldi, at tað var eina ferð í sjeyti árunum. Men eg tók okkurt annað framum, og so fekk eg ikki boð aftur. Um tú hevði havt tikið av ta ferðina, hevði tað so havt við sær, at tað seinni ikki hevði borið tær til at um- boða Føroyar? – Tað haldi eg ikki. Eitt nú skifti Spasski frá Sovjet- samveldinum og til Frak- land, og síðani múrurin fall hava fleiri, sum eru føddir í og áður hava umboðað londini í Eystureuropa, nú umboðað eitt nú Ísrael, so tað hevði neyvan verið nakar trupulleiki. Stór hál Fyrsta ferðin John Rød- gård, sum í 1990 varð kosin IM meistari, var á føroyska landsliðnum, var í 1984. Talvolympiadan var í Saloniki í Grikkalandi, og John sat á fyrsta borði. Hann hevur verið við hvørja ferð, føroyingar síðani hava luttikið í talv olympiadum. – Vit vóru ikki við í 1986, tá ið kappingin var í Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum. Ta ferðina boykottaðu vit og fleiri onnur lond kappingina at mótmæla, at Ísrael varð sýtt luttøku. Sammett við aðrar kapp- ingar fyri landslið kemur nógv upp á loggið, hvørja ferð talvlandsliðið luttekur í olympiadu, og tað hevur eisini týdning, at kapping- arnar eru so títtar sum ann- að hvørt ár: – Tær fyrstu ferðirnar Føroyar luttøku – tað var áðrenn eg var við – vórðu telvað eini tjúgu umfør. Nú hevur í mong ár verið telvað fjúrtan umfør, og eg havi telvað einar tólv ferðir. Tað vil siga, at samlaða dystartalið er rættuliga nógv hækkað, hvørja ferð vit hava luttikið. Roknar tú við, at lands- dystartalið hjá tær fer at hækka nógv afturat? – Tað er ilt at siga. Sam- mett við annan ítrótt nýtist aldurin ikki at tyngja á sama hátt. Eg eri 48 ára gamal, og tað er í talvhøpi ikki nógv, um sammett verður við eitt nú russaran Viktor Korchnoi, sum býr og telvar í Sveis. Hann er 72 ára gamal, og hann er framvegis millum teir bestu í heiminum. Næsta olympi- adan verður í 2004 á Menorka í Miðalhavinum. Mær hevði dámt væl at verið við. Tíbetur gongur tað skjótt rætta vegin hjá ungu føroysku telvarunum, so tað er kapping um pláss- ini. Men eg fari at gera mítt fyri at vera við, sigur John Rødgård. Nógv tær flestu ferðirnar, hann hevur um- boðað Føroyar hevur tað verið í olympiadu høpi. Sjey av teimum 127 talvun- um hevur hann telvað í tí, sum verður rópt 8–landa- kappingum. Serligir sigrar Tá ið vit at enda spyrja John Rødgård, um tað mill- um teir 127 landsdystirnar er nakar, sum hann serliga minnist aftur á, so heldur hann fyri, at ein munur millum at vera ungur telv- ari og meiri tilkomin telvari er, at minnið um ítøkiligu talvini ikki er so gott, sum tað hevur verið. – Fyrru árini mintist eg nágreiniliga talvini, sjálvt um tey vóru fleiri ára gom- ul. Tað geri eg ikki longur. Tað knípir við at minnast talvini, sjálvt um tey eru rættuliga fesk. Men um tú skalt nevna nøkur? – Tað hevur ofta verið tosað um, tá ið eg á talv- olympiaduni í Saloniki í 1984 í fyrsta landsdystin- um fyri Føroyar við svarta fólkinum fekk remis ímóti Spasski. Hann var fyrrver- andi heimsmeistari úr Sovjetsamveldinum, sum nú umboðaði Frakland. Sjalvandi var tað nakað serligt at sita yvirav honum og at røkka remis. Men sjálvur havi eg verið fegn- ari um telvingina hjá mær onkra aðra ferðina. Eitt nú tá ið tað í 2000 við svarta fólkinum eydnaðist at vinna á kekkiska stórmeist- aranum Blatny. Hvør roknar tú við verður fyrsti føroyski telvarin at fara framum teg í tali á landsdystum í talvi? – Tað ber ikki til at vita nakað um tað. Men eg hevði ikki verið kløkkur, um onkrir av blaðungu telv- arunum í framtíðini ofta umboðaðu Føroyar. Eg hugsi eitt nú um Martin Poulsen, Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen. John hevur umboðað Føroyar 127 ferðir Metini Í mikudagsblaðnum var grein um flogbólts- spælaran Marjun Kalsø, sum hevur spælt 92 landsdystir og hevur vónir um at røkka hundrað dystum í ár. Í næstu viku verður ætl- andi aftur tilfar um landsliðsmet í blaðnum. John Rødgaard hevur verið á føroyska talvlandsliðnum 127 ferðir 23 22 Nr. 88 - 9. mai 2003 EB/Streymur-B36 1-2 (1-2): Sjálvgjørt á Eiði Við einum máli á odda og tveimum risamøguleikum at økja um hetta hevði EB/Streymur øll kortini á hondini, men brádliga fekk B36 tvey mál, og hóast nær við, so megnaði undirmann- að heimaliðið ikki at venda dystinum aftur LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Tað verður B36, sum sunnudagin skal spæla hálvfinalu móti KÍ í kapp- ingini um Løgmanssteypið. Tað stóð greitt, eftir at árstalsfelagið mikukvøldið vann tepran sigur á Eiði, har EB/Streymur so fekk fyrsta tapið á árinum. Høvdu allar møguleikar Undan dystinum varð mett, at B36 var favorittur til sigurin, so í so máta var sigurin ikki nakað merkis- verdur í sær sjálvum. Hin- vegin hevði EB/Streymur ikki tapt nakran dyst undan hesum, og tí var einki at ivast í, at talan fór at verða um trupla uppgávu hjá liðnum, sum av mongum verður skýrt sum fremsti FM-favoritturin. Og uppgávan gjørdist trupul. Kanska truplari, enn sjálvt mest svartskygdu B36-viðhaldsfólkini høvdu roknað við. Fyrsta hálva tíman var tað nevnliga EB/Streymur, sum sat á mest sum øllum. Fyrst og fremst, tí teir spældu so nógv klókari, enn gestirnir gjørdu. Einki stórvegis hóvasták soleiðis, men einfalt og beinleiðis, og tí tóktist tað leingi, sum um var vandi á ferð, hvørja ferð teir vunnu bóltin. Og tað var eisini skjótt, at teir løgdu seg á odda. Eitt fríspark varð lagt innfyri úr vinstru síðu, og tá B36- verjan ikki fekk ruddað burtur, fekk Ronnie Samu- elsen brádliga møguleikan, og hann ivaðist ikki, men smekkaði til úr stuttari fjarstøðu. Og leiðslumálið tóktist fullkomuliga at lamma gestirnar. Mest sum einki fekst at rigga komandi góðu løtuna. Uppspælið var stirvið og fullkomuliga utt- an hugflog, sendingarnar vóru óneyvar, soleiðis at óneyðugu bóltapini vóru fleiri í tali, men fyrst og fremst, so gekk alt eitt vet ov seint fyri seg, til at hetta veruliga kundi hótta heima- liðið. Hinvegin helt EB/- Streymur á fram við somu uppskifti. Einfalt og skjótt, og við bara eitt lítið sindur størri neyvleika ella hepni, so kundu teir eisini avgjørt dystin hesa løtuna. Fyrst megnaðu teir við trimum sendingum at spæla B36-verjuna tunna, og tá rangstøðufellan eisini kiks- aði, slapp Hans Pauli Samu- elsen púra leysur móti málinum, men Tróndur Vatnhamar fekk tó vart fyri við beinunum. Og á hálva tímanum mundi aftur verið galið. Hesa ferð eftir nærum fullkomnan ruðulleika í B36-verjuni, har tríggir ótrýstir mans ikki funnu út av, hvussu bólturin skuldi ruddast, og alt endaði við, at Hans Pauli brádliga stóð púra leysur við bóltinum. Úr høgru sendi hann bóltin væl út um armarnar hjá málverj- anum, men tíverri eísini út um handara stólpan. Vórðu revsaðir Og so hendi tað, sum tað so ofta ger í slíkum førum. Annar parturin stríðist við at staðfesta leiðsluna, og brádliga svarar mótparturin aftur. Onkra einstaka ferðirnar hevði B36 nú megnað at spælt seg upp ígjøgnum síðurnar, og eftir eitt av hesum álopum vunnu teir sær horna í høgru. Tað hev- ur nógv verið skrivað um, at stórur partur av EB/Streymi fólkunum hava eina fortíð í B36, og tí var tað merkis- vert, at Fróði Clementsen ikki varð betri vardur við deyðbóltinum. Uttan iva telist hann millum teir, sum best vita, hvussu bólturin skal stútast, og tá horna- sparkið varð sent innfyri, gav hann eisini prógv um hetta. Drønhart og uttan nakran sum helst møguleika hjá Gunnari á Steig at verja fyri, varð bólturin sendur upp undir nettakið, og so var B36 aftur í dystinum. Og lítla løtu seinni fingu teir enntá takið. Eftir enn eitt uppspæl í vinstru, varð bólturin lagdur tvørtur um til John Petersen. Hann royndi at flukta, og heil- kiksaða skotið tók heima- verjuna somikið á bóli, at teir als ikki fingu ruddað. Ístaðin varð bólturin mest sum skumpaður út til Jákup á Borg, og av brotsteigar- markinum smekkaði hann bóltin upp undir nettakið. Og tað, sum eftir var av hálvleikinum, vóru tað gestirnir, sum vóru omaná. Beinleiðis opnar møguleik- ar gjørdist talan ikki um, men teir megnaðu ofta at spæla seg niðan eftir borð- unum og senda innfyri, og í øllum førum mundu vert- irnar ásanna, at nú stóð á. Ovurtendraðir Og tað var eisini greitt, at sálarliga trýstið mundi vera eins stórt, sum tað leikliga, tá komið varð út eftir steðgin. Tendraðir vóru menn í øllum førum, og í nógvum førum var tendringin alt ov góð. Stríðsandanum bilti í øllum førum einki, og tað var eisini skjótt, at ógvus- ligu taklingarnar fingu nøk- ur gul kort burtur úr lumm- anum hjá dómaranum. Og longu eftir einum korteri vórðu tvey av hes- um vekslaði til eitt reytt, tá Hallur Jacobsen mátti lata sær lynda tungu leiðina av vøllinum. Hetta átti kanska at verið mønustingurin hjá heima- liðnum, men tað var so ongantíð nakað, sum var sjónligt. Tvørtur ímóti treiskaðust teir enn meira, og seinasti hálvi tímin var næstan allur eitt stórt trýst oman á B36-málið. Men heldur ikki her var hepnið við heimaliðnum. Í einum tveimum førum høvdu teir annars heilt góðar møgu- leikar, men Sorin Anghel hamraði bóltin framvið mál- inum, tá hann hevði møgu- leikan, og nakað seinni var stólpin fyri, tá innskifti Ják- up Martin Joensen royndi seg við skoti. Og so gjørdust frustrati- ónirnar alt størri. Gulu kortini hjá dómaranum sótu alt leysari, og beint undan dystarloki fekk Ronni Samuelsen beinleiðis reytt, eftir at hann hevði jarðlagt innskifta Sonna Johansen. Ivaleyst enn eitt tekin um frustratiónir, men fyri EB/Streym má hetta metast sum bæði harmiligt og óneyðugt. Ikki minst tí liðið nú noyðist at vera tveir leikarar fyriuttan til fyrsta landskappingardyst- in móti B68. Nakrar ábendingar Enn er kappingarárið sjálv- andi ungt, men nú lands- kappingarbyrjanin av álv- ara er farin at nærkast, er nærliggjandi at gera nakrar viðmerkingar til, hvussu liðini tykjast at vera fyri. Og her tykist stórur munur vera á spádómunum fyri bara fáum vikum síðani, og so aktuellu støðuni. EB/- Streymur hevur longu í bólkaspælinum prógvað, at teir í ár ætla sær nógv meira enn bara ein leiklut í botn- inum, og hóast tapið miku- kvøldið, so tykist hetta lyftið at standa við. Ikki minst um liðið framhaldandi megnar at spæla eins einfalt, sum teir gjørdu í longum løtum mikukvøldið. Tað avmarkar vandan fyri óneyðugum mistøkum, og ikki minst kann tað ofta seta somikið ferð á, at mótstøðuverjan fær ilt við at skipa seg, tá álopini verða sett ígongd. B36 er longu frá øllum síðum rópt til størsta FM- favorittin, og stjørnupara- dan á navnalistanum boðar eisini frá, at talan er um eitt framúr sterkt lið, men enn eru í øllum førum nógvir trupulleikar at hóma á liðnum. Kanska fyrst og fremst, at talan í ov lítlan mun er um veruligar bóltspælarar. Ikki minst á miðvøllinum tykjast trupulleikar vera í so máta. Tað er neyvan nakar, sum kann seta spurnartekin við dygdirnar hjá leikarum sum Allan Mørkøre, Heðin á Lakjuni, Julian Johnsson og Klæm- int Matras, men tað er sam- stundis einn sannroynd, at tað ikki er sum spæl- skiparar, at teir skulu gera seg galdandi. Tí tykist liðið í løtuni at hava ovurstórar trupulleikar við at fáa nóg nógva ferð á spælið, og uttan hesa kann tað í øllum førum gerast sera trupult at skapa eina nóg stóra yvirvág í spælinum. Dysturin í tølum EB/Streymur-B36 1-2 (1-2) 1-0: Ronnie Samuelsen 1-1: Fróði Clementsen 1-2: Jákup á Borg Dómari: Petur Skarðenni: Hevði í løtum hug at nýta floytuna dekan ov nógv, heldur enn at lata spælið koyra sum longst. Men hevði tó onga skuld av, at talan í seinna hálvleiki gjørdist um kortspæl. Jákup á Borg gjørdist matchvinnari hjá favorittunum úr B36, men í longum løtum vóru teir undir hørðum trýsti frá EB/Streymi, sum einamest hevur sær sjálvum at takka fyri ósigurin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22